Posts Tagged ‘Grandmas Basement

Grandma’s Basement fylti stóra Flagstjaldið, og hetta hóast áhaldandi áarførið á konsertunum hjá Bobby Bare og Rasmus Seebach hevði gjørt sítt ítasta fyri at styggja fólk til hús. Grandma’s Basement hevur fingið eina støðu sum ein tann best umtókti bólkurin millum føroyskan ungdóm. Blandið millum íoyrafallandi rokkløg og lætt tilgeingiligar tekstir rakar beint, og er […]

Fyrsta fløgan hjá Grandma’s Basement vísir lovandi taktir í lagaskriving og framførslu. Men limirnir í bólkinum duga ikki at skriva tekstir. Eg havi gingið við ætlanum, um at ummæla hesa fløguna nú í fleiri mánaðir, so eg havi tráspælt hana, og niðurstøðan er tann sama, sum vit fyrstu gjøgnumlurting. Grandma’s Basement, hevur ment seg frá […]

Um Dynamit einaferð gera álvara av sínum hóttanum um, at hetta verður tann seinasta framførslan hjá bólkinum, so er skaðin avmarkaður, tí avloysarin er longu funnin, og eitur Grandma’s Basement. Ein tann størsta mannamúgvan, sum hevur verið savnað í FLAGS-tjaldinum  í ár var komin saman, tá ungi Klaksvíksbólkurin Grandma’s Basement  fór á pallin, og lagið […]

Grandma’s Basement áttu, sum ivaleyst yngsti bólkur á Summarfestivalinum, heiðurin at lata festivalin upp. Hetta gjørdu teir eitt sindur trilvandi og øgiliga sjarmerandi.   Flagsteltið var rættiliga tómt, tá bólkurin væl og virðiliga merktur av nervum fór á pallin. Bert ein tunn rond av heilt ungum áskoðarum stóð fremst við pallin, men alt fleiri fólk […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so