Posts Tagged ‘Guðrið Hansdóttir

Tað var ein heilt serlig uppliving, tá eg og eini 100 onnur vóru savnaði í Reinsarínum til fyrstu av trimum jólakonsertum hjá serstakliga væl spælandi bólkinum Bjøllubandin. Í kvøld vóru gestirnir Guðrið Hansdóttir, Hallur Joensen og Høgni Lisberg, men sum ein eyka kalendaragáva fingu vit eisini Jessicu, dóttir Hall við eini vakrari útgávu av “Oh […]

Í gjár seinnapart fundaðist eg á Reinsarínum í Tórsgøtu. Niðrið undir vandi Bjøllubandin saman við fyrst Høgna Lisberg og síðan Guðrið Hansdóttir. Hóast eg sat uppi á loftinum, og hóast ljóðið ivaleyst ikki var endaliga gjørt, so ljóðaði tað einastandandi vakurt. Guðrið sang sum ein eingil, og Bjøllubandin er framúr. Stuttligt at hugsa sær, at […]

Herfyri ummældi eg nýggju stuttfløguna hjá Guðrið Hansdóttir, “Taking Ship”, ið er gjørd til týska marknaðin. Hetta er ein deilig poppfløga, ið vísir nógvar ymiskar síður av Guðrið.   Fløgan vendur sær fyrst og fremst til týska marknaðin, har Guðrið ger um seg. Guðrið er vorðin ein búgvin songkvinna og eisini ein búgvin sangskrivari, hon […]

Frálíka debutfløgan hjá Byrtu, varð tann fyrsta, ið fekk seks stjørnur frá mær, tá eg í dag ummældi hana í Brunsj. Hetta er ein framúrskarandi poppútgáva, hav tvey av okkara mest gávuríku tónlistarfólkum, vísa hvar poppskápið skal standa. Hetta er góðskupoppur á føroyskum, og samstarvið millum Janus Rasmussen og Guðrið er framúr. Guðrið hevur ferðast […]

Góða Guðrið

In: Ummæli

2 Aug 2007

Guðrið Hansdóttir vísti á Summar Festivalinum í gjár, at hon er vorðin ein búgvin undirhaldari, ið leverar vøruna, sjálvt undir truplum umstøðum, og sum fyrsta navn á næststørsta pallinum á Summar Festivalium vóru hetta heilt røttu eginleikarnir.   Fyrireikararnir av Summar Festivalinum eiga rós uppiborið fyri val av navnið at lata næststørsta pallin á Summar […]

Hetta vikuskiftið verður Norðurbryggjan í Keypmannahavn karmur um annan tónleikafestivalin í ár, tá sangskrivarar úr útnorði hittast undir heitinum Ljómandi Kuldabrúgv. Norðurbryggjan er í samstarvi við danska fyriskipanarfelagið Artiscope undir heitinum Tónleikainnrás07 farin undir eina røð av festivalum við føroyskum, grønlendskum, íslendskum og donskum tónleiki. Herfyri var tað hipp/hopp tónleikur, ið var á skránni á […]

Tvær smáar konsertir eru komnar afturat høvuðstiltøkunum í Norðurlandahúsinum, hóskvøldið og fríggjakvøldið verða AME kvøld í Kagganum. Konsertirnar í Kagganum verða fyriskipaðar í sambandi við AME-Føroyar tiltakið í Norðurlandahúsinum, og gestir við AME-armbandi gjalda hálvan prís fyri at sleppa inn í Kaggan hesi kvøldini. Her verður talan um sera spennandi konsertir, við nøkrum av okkara […]

Rættiliga fitt av fólki var komið saman, tá Flemming og bólkur hansara í gjárkvøldið bjóðaðu til konsert í Miðlahúsinum í Vágsbotni.   Tá Flemming og bólkurin hansara í gjárkvøldið skipaðu fyri tiltakið í Miðlahúsinum, var talan um meira enn bert eina vanliga konsert. Tiltakið var eitt bland av film- og myndaframvísing hjá Flemmingi, tónleiki og […]

Isadora and The Rebels spældi ein frálíka konsert í Virkishúsinum, bólkurin er líka føroyskur sum Týr og líka altjóða sum Portishead.   Eftir eina heldur treka byrjan á upphitingina til Summarfestivalin við The Story Ends, blásti Isadora and The Rebels Virkishúsið í Klaksvík um koll. Eg mangli lýsingarorð at lýsa framførsluna, sum stutt sagt var […]

Fløguaktuellu Makrel, grand prix hetjan Pætur við Keldu, fólkakæra Annika Hoydal, rørandi Lena Andersen og Teknoguðarnir í Side Effect eru millum nøvnini á Asfalt.   Tónleikatiltakið Asfalt fer av bakkastokki fyrsta vikuskiftið í juni, fyrireikararnir hava lovað umleið 70 føroyskar tónleikabólkar. Hetta er eitt sera høgt tal, og tí verður eingin tikin av bóli av, […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives