Posts Tagged ‘Hamferð

Fløgan hjá Jákupi Eli; Nóasynd umframt ein røð av konsertum var á skránni, tá eg vitjaði Eyðfinn Jensen í Brunsj, næstseinastu ferð áðrenn sendingin fer í summarfrí. Hoyr eitt nú ummæli av Benjamin á F’Ljóð stovukonsert, av Lív Næs í Sirkus og Absent Silver King og Hamferð í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Umframt sjálvandi Nóasynd hjá […]

Samansetingin kundi valla verið meiri fjølbroytt, men kortini gav tað mesta meining, tá tiltakið De forblæste øer varð hildið á Christiania farna vikuskiftið. Er hann nevndur, er hann kendur. Føroyski høvdingurin í danska náttarlívinum, Edmund S. Jacobsen. Litríkur er hann og tað eru tónleikatiltøkini, hann skipar fyri eisini. De forblæste øer var eitt gott dømi […]

Tá eg fimm minuttir í átta hetta fríggjakvøldið kom oman til Havnar Kirkju, var bíðirøðin heilt oman á vegin. Ikki nóg mikið við, at øll atgongumerkini mánadagin vóru rivin burt eftir einari løtu, nei, fólk vildi eisini tryggja sær, so gott pláss sum tilber og møttu tí upp, væl áðrenn dyrnar lótu upp.   Har […]

Eg sat og hugdi at Degi og Viku  saman við mammu míni fyrr í kvøld, eitt innslag var um Hamferð konsertina í Havnar Kirkju. Har sá man teir í Hamferð spæla sínar tungu dómamálmstónar í ljóðroyndini í Dómkirkjuni. Ein sjón, ið má metast, sum rættiliga forkunnug, og fyri nøkrum árum síðan fullkomiliga óhugsandi. Men tað […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives