Posts Tagged ‘Høgni Lisberg

Tað var ein heilt serlig uppliving, tá eg og eini 100 onnur vóru savnaði í Reinsarínum til fyrstu av trimum jólakonsertum hjá serstakliga væl spælandi bólkinum Bjøllubandin. Í kvøld vóru gestirnir Guðrið Hansdóttir, Hallur Joensen og Høgni Lisberg, men sum ein eyka kalendaragáva fingu vit eisini Jessicu, dóttir Hall við eini vakrari útgávu av “Oh […]

Í gjár seinnapart fundaðist eg á Reinsarínum í Tórsgøtu. Niðrið undir vandi Bjøllubandin saman við fyrst Høgna Lisberg og síðan Guðrið Hansdóttir. Hóast eg sat uppi á loftinum, og hóast ljóðið ivaleyst ikki var endaliga gjørt, so ljóðaði tað einastandandi vakurt. Guðrið sang sum ein eingil, og Bjøllubandin er framúr. Stuttligt at hugsa sær, at […]

Mánadagin var eg aftur gestur í Brunsj fyri at ummæla fløguna “Call For a Revolution” hjá Høgna Lisberg. Hetta er 6 fløgan hjá Høgna, og alla tíðina hava vit uppliva eina búnan, og tað gera vit aftur her.   Aftur hesaferð er fløgan framleidd av Høgna og James Thomas, ið eisini framleiddu Haré Haré og […]

Føroyska EP’in hjá Høgna Lisberg er ikki so popput og ikki líka fangandi, sum tvær tær undanfarnu fløgunar. Hesaferð hevur Høgni sjálvur framleitt fløguna, men hevur latið sín fasta framleiðara ljóðblanda og mastra hana. Á fløguni spæla Knút Háberg Eysturstein og Jan Rúni Poulsen við, teir eru í løtuni eisini bólkurin, ið Høgni brúkar á […]

  Hetta er eitt gamalt lag, eg veit ikki hvussu gamalt sjónbandalagið er, men tað er so lagt út á Youtubekanalina hjá Høgna Lisberg í hesari vikuni. Lagið er so frálíkt, og tað onkursvegna sera einfalda sjónbandalagið ger tað bara betur. Onkuntíð dettur men um okkurt á alnetinum, ið sigur yeah! Sumt er somkið gott, […]

Nýggjasta fløgan hjá Høgna Lisberg er ein so behagilig uppliving, at eg bara havi hug at hoyra hana umaftur og umaftur. Enn eitt meistaraverk frá dámliga clickhazinum, ið blívur við at seta eitt hægri støði fyri føroyskan tónleik.   Tað fór ongantíð at vera nemt hjá Høgna Lisberg at fylgja frálíku Haré Haré upp. Tann […]

Tónleikurin hjá Høgna hevur verið spældur rættiliga fitt í donskum útvarpi, og serliga lagið Just Dig hevur verið nógv at hoyrt, men, at tað var so væl dámt, kom eitt sindur óvart á meg. Fólk veruliga svingaði og sang við, tá Høgni og bólkurin spældu hetta festliga kontrikenda lagið. Hetta var kanska tann løtann, har […]

Orka stríddist móti ljósinum í stóra teltinum og vánalig fyriskipan oyðilegði tíanverri í stóran mun eina konsert, ið kundi havt verið so góð, tí Orka spældi hamrandi væl. Manningin í Orku er skiftandi, og á hesari konsertini var serliga áhugavert, at bæði Høgni Lisberg og Uni Árting, sum hava býtt trummu- og slagverkleiklutin millum seg […]

Høgni Lisberg átti tað truplu uppgávuna, at fara á stóra G! pallin, eftir at Frændur høvdu staðið fyri einari av mest hugnaligu fólkaveitslunum á G! nakrantíð. Men meðan Frændur vóru fólksliga hæddarpunktið, so má konsertin hjá Høgna Lisberg metast sum eitt tónlistarligt hæddarpunkt á G!. Eingin føroyskir listamaður hevur verið ígjøgnum so stóra listarliga menning […]

Rættiliga nógv fólk var komið saman at hoyra Høgna Lisberg, tá hann fór á pall á Roskilde Festivalinum í gjárkvøldið, og tey sluppu at uppliva Høgna og bólkin  veruliga fáa lív í fjøldina. Roskilde Festivalurin er eitt risastórt runudýki, allastaðni eru stórir hylar og tey, ið ikki eru í stivlum ella regnklæðum eru at kroppi. […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives