Posts Tagged ‘Íslendskur tónleikur

Fyritøkan Artiscope hevur fingið ábyrgdina av at skipa fyri tónleikatiltøkunum á Norðuratlantsbryggjuni, tey, ið mynda fyritøkuna, hava áður verið við til at gera spælistaðið Vega til best umtókta spælistað í Keypmannahavn. Norðuratlants Bryggjan í Keypmannahavn er í eini roynd at røkka sínum máli um at gerast ein miðdepil í Danmark fyri mentan úr Útnorðri, farin […]

Hetta vikuskiftið verður Norðurbryggjan í Keypmannahavn karmur um annan tónleikafestivalin í ár, tá sangskrivarar úr útnorði hittast undir heitinum Ljómandi Kuldabrúgv. Norðurbryggjan er í samstarvi við danska fyriskipanarfelagið Artiscope undir heitinum Tónleikainnrás07 farin undir eina røð av festivalum við føroyskum, grønlendskum, íslendskum og donskum tónleiki. Herfyri var tað hipp/hopp tónleikur, ið var á skránni á […]

Lagið Declare Independence, ið Bjørk  á konsert síni fyrradagin ognaði føroyingum og grønlendingum tykist at viðgera málið um føroyska flaggið sendistovuni í Reykjavík. Boðini til føroyingar og grønlendingar frá Bjørk vóru greið á konsertini í Laugardalshøllini í gjárkvøldið. – Eg vil ognað Føroyum og Grønlandi hetta lagið, segði Bjørk, tá hon varð klappað uppaftur á […]

Í ár hava fyriskipararnir av Atlantic Music Event valt at gera AME til eitt norðurlendskt sýnisgluggatiltak. Hini norðurlendsku londini hava fingið høvi til at senda bólkar til Føroyar at umboða lond síni á stóra tiltakinum í Norðurlandahúsinum. Umframt at hetta ger tiltakið áhugaverdari sætt við eygunum hjá tónleikaídnaðinum kring heimin, so gevur hetta føroyskum áskoðarum […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives