Posts Tagged ‘Ítróttur

HB lið 2 hevur júst spælt sín síðsta dyst, móti norsku Marnardal IL. Okkara dreingir komu framum 4-0 í fyrsta hálvleiki. Men Marnardal minkaði um munin til 4-1, ið var hálvleiksstøðan. Í seinna hálvleiki settu Marnardal ein leikara, ið neyvan var undir 16 ár á vøllin, við sínum 1 metur og 80 sentimetrum gjørdi hann […]

Dysturin hjá HB1 móti SHI Hjørring 2 byrjaði javnt, men so skiftu okkara dreingir gear og við tveimum málum frá Hanusi, einum í part til Símun og Sigmund avgjørdi HB dystin longu í fyrra hálvleiki. Hjørring tyktist at missa móti aftanfyri við 4 málum og royndu at verja seg móti stórtapi. Hetta merkti sjálvandi 2. […]

Eitt reint hattrick frá Jákupi í fyrsta korteri var stóri munurin á HB2 og Lundergaard IU 2 í fyrra hálvleiki. Beint áðrenn hálvleik minkaði Lundergaard munin til 3-1. HB kom betri út til seinna hálvleik, men hóast fleiri góðar royndir, so gingu næstan 10 minuttir, áðrenn júst innskifti Jákup, ið var byrjaður seinna hálvleik uttanfyri, […]

Siti við vældekkað veitsluborð her í Hjørring, nú boðini bórust, at Hans Fróði er givin í TB. Spekulatiónirnar millum teir føroysku liðleiðararnir her í Dana Cup um orsøkina blivu beinavegin lívligar og áhugaverdar. Inntil ein eiðiskona helt fyri, kanska Hugh Hefner er deyður? So steðgaðu allar víðari diskussiónir, heilt inntil ein toftadama segði: Ja, hann […]

Nú er Dana Cup farið í gongd, og fyrsti dysturin hjá HB 2 er spældur. Fyrri hálvleikur var javnur, men týska liðið Olfen Sus 1 kom út sum eitt ódnarveður í seinna hálvleiki, meðan bakandi hitin ávirkaði okkara dreingir nógv, og tað skuldu ikki meira enn 3 minuttir av spæli til tíðliga í seinna hálvleiki […]

Søgan um U12 Dreingirnar hjá HB og teirra fløguútgávu er nakað, ið fólk hava bitið merki í her á Dana Cup. Í dag kom TV2 Nord framvið vøllinum har dreingirnir spæla dyst um eina løtu. Innslagið verður sent kl. 18:30 føroyska tíð á TV/Nord.

nielsunidam’s photostream on Flickr. Myndir frá Danacup

So eru vit ígongd við check-in til Dana Cup í Hjørring, eg og Mikal komu higar kl. 4:00 í nátt og nú koma dreingirnir her á skúlan. Eg eri saman við Margit, Tórmóði, Jónfríð, Hans Olivur og Anniku leiðari á túrinum hjá HB U12. Eg ætli mær at blogga frá túrinum og leggja myndir frá […]

Fyrireikingarnar til Danacup hjá U12 dreingjunum ganga væl. Í dag vitjaði liðið hjá Fårevejle í Gundadali. Nú eru longu nógvir dreingir farnir av landinum, so vit høvdu tvey lið. Fyrsti dysturin millum Lið 1 og Fårevejle endaði 6-2 til okkara dreingir. Hetta eftir at Fårevejle hevði lagt seg á odda 0-1. Dysturin móti HB 2 […]

Hóast veðrið ikki var av tí besta, so varð árliga Føroya Meistaraheitið fyri fjepparalið hildið á Eysturvølli. Juventus Føroyar vann kappingina og hevði bæði toppskjúttan Kristian í Vági og besta leikara Mikael Blak. Í finaluni vunnu teir á Arsenal Føroyar. Dysturin um triðja plássið var millum Mix liðið, ið var mannað fyrst og fremst av […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives