Posts Tagged ‘James Olsen

Anna Faroe er ein ung dama, men hevur rødd og útstráling sum ein fullblóðs diva. Við einari skrá sum í stóran mun hevði løg av hennara fløgu, umframt einstøk væl vald tøkuløg, bergtók Anna vátu áskoðararnar á Vágsbø. Anna er ein ótrúliga sensuell og vøkur dama, og tað var bert, tá hon millum løgini prátaði, […]

Ein sera væleydnaður Summarfestivalur fekk ein sera hóskandi enda, tá Chase bjóðaði til nostalgi rokk-konsert á Vágsbøi. Við 20 árum á baki var rokkdinosaururin vaknaður aftur – og ja, hann rokkaði bæði væl og virðiliga. Eg minnist meg ikki at hava hoyrt Chase betur enn hetta. Við eini langari røð av sínum bestu løgum, spældu […]

Linda Andrews og hennar ómetaliga væl spælandi bólkur vísti á Summarfestivalinum hvussu Gospel skal spælast, úr enda í annan var framførslan topp professionell.   Fáar føroyskar songkvinnur munnu hava so nógvar og góðar royndir í útlondum sum Linda Andrews – Hetta nærum uttan at føroyingar hava varnast tað. Men á Summarfestivalinum var sera trupult at […]

Fá dansistøð munnu hava lagt pall til Showmenn so ofta, sum REX hevur. Tí verður tað ivaleyst við sorgblídni, at Føroya besti dansibólkur fer á pall í dansistaðnum allar seinastu ferð.   Tað hevur longu verið greitt í eina tíð, at Showmenn í summar gevast við at spæla, og nú nærkast endin. Hetta vikuskiftið fer […]

Kim spældi alt

In: Ummæli

5 Aug 2006

Kim og bólkurin, ið var mannaður av júst teimum, sum Kim vanliga hevur spælt við, spældu løg av fløguni Alt og okkurt nýtt.   Summarfestivalurin   Kim Hansen og ein útbygd útgáva av Showmonnum, sum kallaði seg Kim Hansen, spældi eina fitta, pena og góða konsert á Vágsbøi, og á fyrsta sinni ljóðaði risa annleggið […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives