Posts Tagged ‘Jólakalendarin

Gleðilig jól tit øll, takk fyri, at tit hava vitja mín jólakalendara allan desember, og eisini takk tit, ið av tilvild eru komin inn her í dag. Nú føroysku heimini lukta av røstum kjøti ella fiski, av dunnu, gás, reyðkáli, lambi, brúnkaðum eplum, granni, gløggi, holukøkum ella bara onkrum øðrum hugnaligum, so fari eg at […]

Gløgt er gestsins eyga sigst, og vit elska eisini at sleppa at síggja okkum sjálvi gjøgnum eyguni hjá gestunum. Italski skotin Jock Zanfrillo eigur tvær matstovur í Adelaide í Avstralia og ferðast kring heimin fyri at finna nýggjar matupplivingar, við sær hevur hann eitt filmslið, og verða sendingarnar senda á Quest TV. Herfyri var hann […]

Amerikanski skemtarin Weird Al Yankovic er best kendur fyri sínar parodiir, har hann ger spott burturúr kendum sangum, eitt nú hevur hann havt risa hitt við løgum sum “Smells like Nirvana”, “Eat it”, “I’m fat” og “Like a surgeon”. Men Yankovic ger eisini egin løg, og felags fyri hesi er, at tey eru øgiliga klikkaði. […]

Nakað av tí besta sjónvarpi, ið er gjørt er í Føroyum eru frálíku matsendingarnar hjá Gutta Winther, Spískamarið. Man fær hug at búgva í hesum landinum, tá man sær tær. Nú jólini í so stóran mun snúgva seg um mat fyri nógv av okkum, er tað upplagt at Spískamarið skal vera millum kalendaragávurnar. Á heimasíðuni […]

Eg arbeiði við marknaðarføring, og tí er upplagt, at onkur av kalendaragávunum, ið eg gevi tær er hoyrir til mítt virksøki. Herfyri vóru bestu lýsingarnar funnar, eg saknaði tó onkrar ímillum tær tilnevndu, og serliga tær sum Dávur Djurhuus gjørdi fyri WTF á G! vóru framúr. Nú veit eg væl, at eg kann tykjast eitt […]

Jólafløgan hjá Shu-Bi-40 hevur átt sítt fasta pláss í mínum jólahugna, síðan hon kom út, reggae jól eru góð jól, má eg bara staðfesta, og tað geri eg aftur í ár. Dagsins kalendaragáva til tín er teirr útgáva av White Christmas. Góðu fittu Nudlalesarar Nú í jólamánaðinum, er ein jólakalendari er á hvørjum horni. Mær […]

Dagsins kalendaragáva er ein nýggjasta lýsingarátakið, ið stuttligasti núlivandi føroyingur Jákup Veyhe hevur gjørt. Tað er fyri frálíka umhvørvisátakið “Ert tú til green”, ið skipar fyri konsert við Orka, Gretu og Teiti leygarkvøldið í Tórsgøtu. Tveir teir fyrstu lýsingarfilmarnir fyri “Ert tú til green” eru lagdir á netið og síggjast her. Góðu fittu Nudlalesarar Nú […]

Hetta kundi verið ordiliga ringt, og er eisini gjørt áður við gyseligum resultatum, men hendan tungmálms jólaútgávan er faktisk fín, kanska tí hon er á tremur við feitum tónleikarum og sangarum.   Well, upplivið tað sjálvi! Eg leggi hana út sum ein Spotify playlista.   Her eru Metal Xmas, við m.ø. Alice Cooper, Dio, Lemmy, […]

Í hesum jóltíðum, har næstrakærleikin blómar, sæst tíanverri uppaftur størri munur á ríkum og fátøkum enn vanligt. Felagsskapurin “Í Menniskjum góður tokki”, hevur við síni jólahjálp bjarga jólunum hjá mongum familjum, og man vera eitt tað mest jaliga og ja, kristna, átakið, ið vit hava uppliva í longri tíð í okkara samfelag. Tjóðin hevur bakkað […]

Kalendaragávan í dag er aftur úr jólakalendaranum hjá Anders Matthesen, hesaferð er tað ein sangur hjá Igor, ið er ein av øllum teimum nógvu leiklutunum, ið Matthesen spælir í kalendaranum. Russarin Igor syngur um sínar kvinnur. Jul på Vesterbro liggur á Youtube, og kann viðmælast. Partarnir eru umleið 12 minuttir, so hóast vit longu eru […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives