Posts Tagged ‘kringvarpið

Nú 10 ár eru fráliðin síðan seinastu ferð, at eg luttók í Prix Føroyum, so kann eg ikki annað enn gerast eitt sindur nostalgiskur. Hetta var samstundis eisini seinastu ferð, at Prix Føroyar bleiv skipa við einari stórari finalu í Norðurlandahúsinum. Í 2005 var Prix Føroyar ein lítil partur av stóra Atlantic Music Event sýnisglugganum. […]

Løgmaður fegnast um, at vit eru heimsins lukkuligasta land, hann leggur einki í, um bert 40% av Føroya fólki hevur álit á hann. Men hvat man hann halda um, at kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum, vísir, at 10% av okkum ikki høvdu ráð til mat seinasta mánaðin?   Sá áhugaverdu kjaksendingina eftir Dag og Viku frá í […]

X-Factor ella Dagur og Vika? Well so stóð man aftur við valinum um at hyggja at Degi og viku ella X-Factor. Nú hondbóltsdystur er í kvøld, hevur Kringvarpið ikki X-Factor beint eftir Dag og Viku, og mátti eg tí taka eitt val. Tílíkt er hent áður, og tá tykist tað, sum eg altíð velji X-Factor. […]

Ja, so var man aftur uppi í útvarpinum ein túr, Eyðfinn Jensen hevði bjóða mær til brunsj, ein sending við einum leskiligum navnið, ið kanska ikki heilt kom til sín rætt, hóast bæði sjokoláta og kaffi smakkaðu væl. Men løtan var hugnalig. Eyðfinn dugur væl at skapa ein behagiliga stemning, og eg haldi, at práti […]

Eg eri júst liðugur at finna fram teir sangir, sum eg ætli mær at spæla í sendingini Brunsj, kl. 10.15 í dag mikumorgunin 16. januar. Hetta er sending við Eyðfinni Jensen, sum verti, ið  hevur gestir beinleiðis í útvarpshølunum. Eg havi hoyrt onkra sending, og haldi, at hann dugur sera væl at gera samrøðurnar viðkomandi, […]

Nú er mín lítli miðil her ikki ein journalistiskur miðil, so eg eri ikki tann, ið vanliga heldur mikrofonina í gronina á makthavarunum, tí fari eg at heita á tykkum, ið starvast á ordiligum miðlum, um at spyrja kringvarpsstjóran Dia Midjord um nakað, ið tit faktiskt longu áttu at havt spurt hann. Hvussu nógv sparir […]

Hatta er ikki eitt kamar, hatta er eitt borð sum stendur uppiá nøkrum kassum uttanfyri, orðini eigur mín fýra ára gamli og serstakliga fitti sonur Tummas, ið saman við mær hugdi at Spískamarinum við karismatiska sjónvarpskokkinum Gutta Winther.   Tummas hevði sitið í púra upptikin av telduskíggjanum, har Gutti heintaði rabarbur, fann røttu ølina og […]

Eg havi uttan iva sum flest onnur rættiliga góðan hug til at ilskast inn á Dia Midjord, nú hann hevur avtikið stóran part av sendiflatuni hjá útvarpinum, 3-2 og eina Dag og viku sending. Men eg kann tó ikki lata vera við at undrast yvir, at støðan kann vera vorðin so ring, sum hon er […]

Her situr man í Kongens København sum ferðamaður og hyggur at føroyskum sjónvarpi á telduni, og útisetin, við mína lið sigur, at hon fær hug til at flyta heimaftur, og eg siti og hugsi, at hendan sendingin má tekstast og sendast um allan heim, tí sjáldan hava Føroyar tykst meira spennandi, lokkandi og fantastiskar enn […]

Einans 10 føroysk miðlafólk tímdu at møta upp, tá teirra yrkisfelag Føroysk Miðlafólk setti etikk á dagskránna. Áhugin fyri etikki er opinbart ikki serliga stórur millum okkara miðlafólk.     Felagið Føroysk Miðlafólk skipaði leygardagin fyri temadagi um etikk í fjølmiðlunum, tað var norski serfrøðingurin og journalisturin Gunnar Bodahl-Johansen, ið var skeiðshaldari. Hann er royndur […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives