Posts Tagged ‘kringvarpið

Sá júst Dag og Viku, har var fínt prát um mangulin uppá eitt seksuelt gerandismál. Í Føroyum er alt so fúlt, søgdu Birita Lamhauge Jóansdóttir og Vár í Ólavsstovu. Her bleiv orðið “mogga” brúkt sum dømi. Birita hataði orðið segði hon, og eftirlýsti, at hava eitt fitt orð fyri samlegu, sum t.d. danir hava við […]

Kringvarpið byrjaði hendan 14. september við einari óvanliga hvassari, sarkastiskari, konstruktivari og beinraknari klummu. Eg ivist ikki í, at tey eru nógv kring føroysku morgunmatarborðini, ið fingu kryddaran uppá tvørs í hálsin, tá klummuskrivarin loyvdi sær bæði at tosa um sex og kritisera okkara politikarar. Men herfrá skal vera staðfest, at tað er eins neyðugt, […]

Kaj Klein hevur við tveimum sínum seinastu útgávum givið føroyingum nøkur av bestu føroysku løgunum innan populeru fólkarokk genruna. Men hóast hetta tykist hann næstan at vera útihýstur úr Kringvarpinum. Eg skilji hetta als ikki. Tað er so ikki tí, at genran ikki fær ríkiliga rúmd í útvarpinum. Kaj Klein gav fyrr í ár út  […]

Onkur segði “Content is god”, well tá eg sjálvur og ábyrgdarblaðstjórin á Dimmalætting, Árni Gregersen luttóku í sendingini Fríggjakvøld, fyri at leggja nýggja Kringvarpsstjóranum lag á, hvussu nú skal stýrast, so var høvuðsboðskapurin, hugsa meira um innihald og minnið um form. Hygg at innslagnum her

Eg hati makrel

In: Hugleiðingar

29 May 2012

Makrelur er ein kontroversiellur fiskur, øgiliga kontroversiellur. So kontroversiellur, at løgmaður nú hóttir Miðflokkin við at vera smitaðan úr samgonguni, um teir atkvøða fyri uppboðssølu av makreli einaferð afturat. Persónliga havi eg bert andstygd yvir fyri makreli, eitt hatur, ið stingur djúpt, eitt hatur frá gomlum døgum.   Eg havi ikki skil á makreli. Eg […]

Onkur segði á Facebook í gjár, at Annika Mittún Jacobsen einki hevði at missa, nú hon er á veg út gjøgnum hurðina, og at niðurleggingin av Degi og Viku í summar,  var ein máti at smekka veruleikan av minkandi játtanini upp í andlitið á politikarunum.   Tað eru  bara tveir trupulleikar við hesum, tað fyrsta […]

Sjáldan havi eg hoyrt so vánaliga undanførslu, sum tá Annika Mittún kjakaðist við Árna Gregersen í sendingini Pressan í dag.   Árni Gregersen vísti á, at Kringvarpið hevur 60 mió á sínari fíggjarætlan, og at hetta eigur at røkka eitt sindur, og at tí var talan um skeivar raðfestingar, tá man velur ikki at hava […]

Men fy for den ledeste, sum eg haldi lítið um programleggingarleistin í Kringvarpinum, ið mest tykist, sum ein systematisk avmentan. Eg eri tó somikið realistiskur, at eg ikki vænti nakra dulda dagsskrá á hesum øki heldur, bara manglandi skil fyri tí leikluti, ið Kringvarpið eigur at hava.   Havi júst sitið og lurtað eftir in […]

Seinastu tríggjar mikudagarnar hevur Eivind Niclasen í kappingini poppmeistarin í útvarpssendingini Kasino víst næstan ræðandi innlit í poppheimin. Hann er stutt sagt eitt livandi poppleksikon, vit hava práta við 32 ára gamla klaksvíkingin, um popp, um Eivind og um áhugan hjá Eivindi fyri poppi.   Poppmeistarin er ein rættiliga líkatil spurnarkapping, tveir luttakarar kappast í […]

Fríggjadagin flytur Rasmus Rasmussen til Danmarkar. Maðurin, ið varð valdur Føroya besti gittarleikari á AME í fjør, stingur í klæðsekkin og fer av landinum at royna eydnuna. Avleiðingin av hesum er, at Rokkstovan fyri aðru ferð heldur uppat. Seinasta Rokkstovan varð send hóskvøldið.   Rasmus Rasmussen hevur seinastu árini verið vertur í Rokkstovuni í Útvarpi […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives