Posts Tagged ‘mannarættindi

Nøkurlunda soleiðis skrivaði ein av mínum Facebook vinum í kvøld. Eg eri nokk ein av hesum, ið hann lýsir sum politiskt korrektan. Um alternativið er “pøbil við hvísl”, so vil eg fegin vera politiskt korrektur.   Haldi tó tíanverri als ikki, at tolsemisboðskapurin er politiskt korrektur. Alsamt fleiri eru farin at dansa eftir pípunum hjá […]

Ræðuleikarnir í París vísa alt ov væl, at okkara samfelagsskipan og okkara mannarættindi eru hótt. Vit mugu ongantíð góðtaka, ella bera í bøtuflaka fyri tílíkum álopum sum hesum. Tí hetta er ikki bara eitt hópdráp, hetta er eitt álop á okkara grundvirði sum samfelag. Talufrælsið er ein av grundarsteinunum, ið vit byggja okkara fólkaræði á, […]

Dagsins jólagáva verður ein av teimum tyngru, tað tykist sum okkara samfeløg í vesturheiminum hava tapt stríðið móti yvirgongsmonnum, nettupp tí, at eftir 11. september fóru vit á kompromis við tey grundvirði, ið vit byggja okkara samfelag á. Eitt nú er píning vorðin ein alment góðkendur avhoyringarteknikkur aftur. Hetta fóru vit í okkara parti av […]

Eg hoyri argumentini, at Ísrael má verja seg, eg hoyri argumentini, at Hamas brúkar børn sum skjøldur. Men eg má siga, um tín fíggindi brúkar børn sum skjøldur, so skalt tú altso lata vera við at skjóta! Serliga skalt tú lata vera við at skjóta tey við rakettum og bumbum!   Tað er ongantíð í […]

Føroyar eru eitt alt ov lítið land til at geva løgregluni so víðfevndar heimildir, sum avlurtingarpakkin gevur. Hetta er og verður dýnulyftan. Lat meg forklára hví.   Eg tosaði við eina góða vinkonu nú ein dagin, hon helt, at tað var fínasta slag at fáa handan avlurtingarpakkan, tí um man einki hevði at goyma, so […]

Ja, nú gingu nakrir dagar uttan ein rennitúr, og enntá uttan, at eg annars havi gjørt stórvegis fysiskar venjingar, heldur ikki innandurða. Veðrið hevur verið av skræpuni til, so tað er umberingin fyri ikki at renna, umberingin innandurða, well, hvat skal man siga. 2. februar 2014 4,09 km uppá 25.13 minuttir, í minsta lagið var […]

Um vit ikki dagføra lógina um hjúnarband, hava vit valt mannarættindini frá og Móseslóg verður viðtikin. Eg spyrji, hvat verður tá tað næsta sum fundamentalistarnir fara at krevja? Hetta er ein glíðibreyt! Verður tað, at svínakjøt skal forbjóðast? (eingin fani skal taka mítt bacon) Ella tað, at kvinnurnar skulu út um býgarðarnar, tá tær hava […]

Nelson Mandela er slóknaður 95 ára gamal, mettur av døgum, hóast hann misti nógv ár í klivanum á Robben Island, so avrikaði hann meira fyri mannarættindi í heimlandinum enn nakar annar. Løgið at hugsa sær, hvussu løgin lagnan er, eg havi í dag sæð ein vamlisligan leik, har teir tinglimirnir hjá samgonguni, ið hava eitt […]

Á almenna profilinum hjá Guð á Facebook stóð tað so væl nú ein dagin, at tað eru bert tvey boð, ið veruliga eru galdandi: Ver kul, og ikki eitt reyvarhol.   Í hesum døgum, har Kaj Leo Holm Johannesen hevur kunngjørt fyri sínum undirsáttum, at teir skulu atkvøða ímóti at lata samkyndum somu rættindi, sum […]

“Everybody loves you, when you’re bi”, sungu Living Colour í 1993. Well ikki Miðflokkurin, Nú vilja tey fanime arbeiða fyri, at ein bók ikki verður brúkt á stovnum, tí hon umrøður, at tað finnast familjur, ið ikki eru maður og kona. Í sambandi við at LGBT Føroyar hevur givið løgtingslimum bókina “Hin stóra bókin um […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives