Posts Tagged ‘mannarættindi

Í dag kunngjørdi ákæruvaldið sambært útvarpinum, at tey ikki  fara at ákæra Sjúrð Højgaard fyri hóttanina ímóti Fuglafjarðaprestinum Anne Mette Clementsen. Grundgevingin sambært útvarpinum var, at man ikki kundi ákæra hann, tí hann siteraði úr Bíbliuni. Hetta sjálvt um Sjúrður blandar sitatið við gerandistalu og spesifikt nevnir navnið Anne Mette mitt inni í harðendasta partinum […]

Dagsins jólagáva verður ein av teimum tyngru, tað tykist sum okkara samfeløg í vesturheiminum hava tapt stríðið móti yvirgongsmonnum, nettupp tí, at eftir 11. september fóru vit á kompromis við tey grundvirði, ið vit byggja okkara samfelag á. Eitt nú er píning vorðin ein alment góðkendur avhoyringarteknikkur aftur. Hetta fóru vit í okkara parti av […]

  Hetta er ein frálíkur dagur, ein tann ótespiligasti politikarin í Norðurlondum, hevur boðað frá, at hon tekur seg aftur sum forkvinna í Dansk Folkeparti. Pia Kærsgaard fer nú frá, sum forkvinna í flokkinum, ið hon sjálv skapti, tá hon og onnur rýmdu úr Fremskridtspartiet. Hesin flokkur í framum aðrar hevur staðið fyri høgrasnæringini, ið […]

Eg hoyrdi í tíðindunum á nátturða í kvøld, at Framsókn setur fram uppskot um dagføring av hjúnarbandslógini í næstum. Í hesum sambandi bleiv sagt, at í øllum flokkum uttan Framsókn og Miðflokkinum, stendur tað hvørjum tinglimi frítt at atkvøða eftir egnari sannføring.   Eg fari í hesum sambandi at minna mín flokk, tað er Tjóðveldi, […]

Eg fegnist um at 5.000 fólk luttóku á Faroe Pride, nú má signalið til okkara politikarar vera nóg greitt. Men samstundis fær tað meg at hugsa, tí hetta er júst sama tal, ið metta talið av samkyndum í Føroyum er. Hví tramin hava okkara politikarar ikki langt síðan givið teimum somu rættindi, sum hinkynd hava. […]

Jesus prædikaði kærleika. Hetta er týdningarmesti parturin í Bíbliuni, tí kærleikin er størstur. Tá fólk brúka Bíbliuna til at halda minnilutar, sum tey samkyndu niðrið, so eru tey ikki bara ring menniskju, men eisini ring kristin. Tey loypa um garðin, har hann er lægstur, og spæla hellig uttan persónligan kostna, tví, tví, tví!   Bíblian […]

Nei, lat okkum heldur arbeiða fyri einum samfelag, har eingin verður kúgaður og mannarættindini verða vird. Tað er tað samfelagið, ið eg ynski mær, tað er tað vinarliga føroyska samfelagið í blóma!   Røðan hildin til Vendetta endabrestin í Sjónleikarhúsinum 16. juni 2012:   Seinastu mánaðirnar hevur Føroya Vanstýri gjørt so nógvan akuttan skaða á […]

Í einari roynd at føra síni høgraradikalu kristinfundamentalistisku sjónarmið fram, hevur nevndin í Heim og Skúli í dag, sent eitt skriv út, ið vísir, at talan er um ein felagsskap, ið prædikar manglandi tolsemi, tað sum á útlendskum eitur Hatespeech. Hetta skriv hevur fingið meg, at melda meg úr Facebook bólkinum hjá hesum ónda felagsskapi. […]

Hetta kjakið um skrásett parlag er løgið. Á einari síðu hava vit ,tey sum vilja hava, at tey samkyndu skulu hava somu rættindi, sum øll onnur. Á hinari síðuni hava vit tey sum siga: “Hví skulu tey hava hesi rættindi og hvat verður tað næsta tey vilja hava?”.   Vit liva nú einaferð í einum […]

Eg meini at Føroyar eiga at vísa fyri umheiminum at vit ikki kunnu stuðla fremmandahatrinum hjá dønum. Nýggi útlendingapolitikkurin hjá donsku stjórnini hevur longu sett Danmark í andstøðu í Evropa, og ynskja vit ikki somu lagnu, noyðast vit at gera heimin varðan við, at vit ikki stuðla fremmandahatri.   Nýggja uppskotið hjá donsku stjórnini deilur […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives