Posts Tagged ‘Martin Joensen

Savnsfløgan 12 góðir hjá Martin Joensen varð ummæld í seinasta Brunsj ummælinum áðrenn summarsteðgin. Eg gloymdi at leggja tað út tá, men fyri at fáa tað í savnið kemur tað út nú. Fløgan er eitt savn av sangum, ið ein av okkara størstu lagsmiðum hevur gjørt gjøgnum árini. Martin er í føroysku kongaligu familjuni innan […]

Í kvøld fer Fjarðafestivalurin 2007 av bakkastokki. Hetta er aðru ferð, at festivalurin í Skálabotni verður hildin, og við eini spennandi skrá við góðum blandi av útlendskum og føroyskum nøvnum vísir hesin festivalur, at vit eisini megna at skapa góðsku tiltøk við kristiligum tónleiki í Føroyum. Við amerikanska rokkbólkinum Pillar og svensku veteranunum Jerusalem á […]

Alt fleiri bólkar og einstaklingar kring allan heim geva tónleik út á alnetinum. Nýggjasta føroyska útgávan av hesum slagi er við Heiðriki á Heygum.  Talan er um átta kendar føroyskar sangir, tulkaðar av Heiðriki. Her er løg sum Átjan og Saknur hjá Hanusi og Poul F., Í tínum eygum hjá Martin Joensen, Í búri hjá […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives