Posts Tagged ‘MC-Hár

Samansetingin kundi valla verið meiri fjølbroytt, men kortini gav tað mesta meining, tá tiltakið De forblæste øer varð hildið á Christiania farna vikuskiftið. Er hann nevndur, er hann kendur. Føroyski høvdingurin í danska náttarlívinum, Edmund S. Jacobsen. Litríkur er hann og tað eru tónleikatiltøkini, hann skipar fyri eisini. De forblæste øer var eitt gott dømi [...]

Tað eru nógv ár síðan, at MC-Hár seinast spældi í Danmark, men í kvøld verður tað. Loppen á Christiania stendur fyri skotum. Venjingin í gjár gekk super, vit vandu í góða gamla venjingarhølinum í kjallaranum á Oyrasundi, kann ikki annað enn viðganga, at tað vakti kenslur aftur at venja har, serliga tá vit vandu Offblend [...]

Her verður enn eitt gamalt lag frá framførsluni á Tórshavnar-, Jazz-, Fólka- og Bluesfestivali í Norðurlandahúsinum 16. oktober 1998 almannakunngjørt. Talan er um lagið Off Goes the Pistol. Í tíðini aftan á útgávuna av “Framvegis uttan vit” vandu vit í MC-Hár, ið búðu í Danmark rættiliga miðvíst í kjallaranum á Oyrasundskollegiinum. Vit skrivaðu hesa tíðina [...]

Eitt av nøvnunum, ið spældi á bæði Tungmálmi ’92 og Tungmálmi ’93 var mín bólkur MC-Hár. Nógvar broytingar høvdu verið í manningini frá ’92 til ’93, t.d. hevði bólkurin vant við limunum í Utopia og fleiri aðrir tónleikarar høvdu eisini verið við í stytri tíðarskeið hetta árið. Tað vóru bert tríggir av okkum, ið luttóku [...]

Eg havi júst fingið  nógv av mínum VHS bondum løgd yvir á DVD, eitt av bondunum var við ólavsøkukonsertini 2001, hetta man vera ein tann størsta mannfjøldin vit hava spælt fyri, umleið 4000 fólk vóru savnaði í kommuskúlagarðinum. Vit í MC-Hár vóru í eini umskipanartíð, aftan á Spotfestivalin í 1999 vóru Tróndur Bogason, ið sang [...]

Í 1992 koyrdi eg ein túr út til Trónd Bogason, eg hevði júst fingið koyrikort. Tróndur var komin uppí MC-Hár um heystið í 1991, og vit høvdu eftir eina væleydnaða konsert í útvarpshøllini í februar 1992 fingið blóð uppá tonnina, og skrivaðu tónleik. Ætlanirnar vóru stórar, so føroysku tekstirnir vóru skiftir út við enskar, og [...]

So er tað alment, eg skal aftur á pall við MC-Hár, gleði meg sum eitt smábarn, og eg vóni av heilum hjarta, at tit øll koma á ólavsøkukonsertina 27. juli.   Les eitt sindur meira um serstøku jubileumskonsertina, okkara 10. ólavsøkukonsert, júst 20 ár eftir okkara fyrstu her

Eg leitaði í mínum gomlu upptøkum av ymiskum slag, og fann eitt gamalt MC-Hár lag, ið vit ongantíð góvu út, men sum tó er spælt nakrar ferðir. Upptøkan er frá einum Prix Føroyar undanumfari í Fuglafirði í 2003, og verður nú  deilt við tykkum góðu lesarar. Lagið er skrivað í tíðarskeiðinum beint aftan á, at [...]

16. mai og tað kavar uttanfyri, veðrið er í minsta lagið stabilt, segði ein vinmaður. Ja, eg meini so við, í Føroyum hava vit í stóran mun tvær árstíðir, hávetur og lágvetur. Ella soleiðis kennist tað í øllum førum ein dag, sum í dag.   Tey siga tó, at summarið kemur, og eg havi enntá [...]

MC-Hár konsertir hanga ikki í trøunum, ofta ganga fleiri ár millum tær, og hóast vit spældu tvær konsertir í fjør, og báðar, um eg sjálvur skal siga tað, vóru super góðar, so var talan um smærri tiltøk við heldur fáum, tó eldhugaðum áskoðarum.   Tí eri eg eisini superglaður fyri, at vit nú hava fingið [...]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Jólakalendarin 2012

See all polls and results