Posts Tagged ‘MC-Hár

Eitt av nøvnunum, ið spældi á bæði Tungmálmi ’92 og Tungmálmi ’93 var mín bólkur MC-Hár. Nógvar broytingar høvdu verið í manningini frá ’92 til ’93, t.d. hevði bólkurin vant við limunum í Utopia og fleiri aðrir tónleikarar høvdu eisini verið við í stytri tíðarskeið hetta árið. Tað vóru bert tríggir av okkum, ið luttóku […]

Eg havi júst fingið  nógv av mínum VHS bondum løgd yvir á DVD, eitt av bondunum var við ólavsøkukonsertini 2001, hetta man vera ein tann størsta mannfjøldin vit hava spælt fyri, umleið 4000 fólk vóru savnaði í kommuskúlagarðinum. Vit í MC-Hár vóru í eini umskipanartíð, aftan á Spotfestivalin í 1999 vóru Tróndur Bogason, ið sang […]

Í 1992 koyrdi eg ein túr út til Trónd Bogason, eg hevði júst fingið koyrikort. Tróndur var komin uppí MC-Hár um heystið í 1991, og vit høvdu eftir eina væleydnaða konsert í útvarpshøllini í februar 1992 fingið blóð uppá tonnina, og skrivaðu tónleik. Ætlanirnar vóru stórar, so føroysku tekstirnir vóru skiftir út við enskar, og […]

So er tað alment, eg skal aftur á pall við MC-Hár, gleði meg sum eitt smábarn, og eg vóni av heilum hjarta, at tit øll koma á ólavsøkukonsertina 27. juli.   Les eitt sindur meira um serstøku jubileumskonsertina, okkara 10. ólavsøkukonsert, júst 20 ár eftir okkara fyrstu her

Eg leitaði í mínum gomlu upptøkum av ymiskum slag, og fann eitt gamalt MC-Hár lag, ið vit ongantíð góvu út, men sum tó er spælt nakrar ferðir. Upptøkan er frá einum Prix Føroyar undanumfari í Fuglafirði í 2003, og verður nú  deilt við tykkum góðu lesarar. Lagið er skrivað í tíðarskeiðinum beint aftan á, at […]

16. mai og tað kavar uttanfyri, veðrið er í minsta lagið stabilt, segði ein vinmaður. Ja, eg meini so við, í Føroyum hava vit í stóran mun tvær árstíðir, hávetur og lágvetur. Ella soleiðis kennist tað í øllum førum ein dag, sum í dag.   Tey siga tó, at summarið kemur, og eg havi enntá […]

MC-Hár konsertir hanga ikki í trøunum, ofta ganga fleiri ár millum tær, og hóast vit spældu tvær konsertir í fjør, og báðar, um eg sjálvur skal siga tað, vóru super góðar, so var talan um smærri tiltøk við heldur fáum, tó eldhugaðum áskoðarum.   Tí eri eg eisini superglaður fyri, at vit nú hava fingið […]

Havi funnið eitt áður ókent videoklipp frá ólavsøkukonsertini 2006, hetta er sangurin Andalig Samvera, áður hevur eitt klipp við lagnum Offblend verið í umferð á Youtube, og tað pettið av Offblend, ið ikki sæðst á teirri videoini er á hesari. Ljóðgóðskan er ikki so góð, men myndagóðskan er fín.

Eg havi seinastu dagarnar dagført facebook síðuna hjá MC-Hár, broytt onkran tekst og lagt nøkur myndasøvn út, m.a. frá konsertini hjá okkum í Grasagarði í 1997, og okkurt úr upptøkuhølunum sama ár, tá vit tóku upp Framvegis uttan vit. Nógv góð minnir. Men meðan eg var í gongd við hetta hugdi eg enn einaferð eftir […]

Fríggjadagin gevur Rókur Jakobsen út sína fyrstu EP-fløgu sum einstaklingur. Talan er um fýra vakrar løtumyndir av kærleika, ið Ársins singer/songwriter 2004 sjálvur hevur skrivað.     Fløguútgáva   Tá Rókur á vetri 2004 vann singer/songwriter kappingina, sum Hotel Hafnia skipaði fyri,var ein av vinningum upptøkutíð í hølunum hjá Kringvarpi Føroya. Nú er tíðin brúkt […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives