Posts Tagged ‘Mikael Blak

Í gjár seinnapart fundaðist eg á Reinsarínum í Tórsgøtu. Niðrið undir vandi Bjøllubandin saman við fyrst Høgna Lisberg og síðan Guðrið Hansdóttir. Hóast eg sat uppi á loftinum, og hóast ljóðið ivaleyst ikki var endaliga gjørt, so ljóðaði tað einastandandi vakurt. Guðrið sang sum ein eingil, og Bjøllubandin er framúr. Stuttligt at hugsa sær, at […]

Mánadagin var eg aftur gestur í Brunsj fyri at ummæla fløguna “Call For a Revolution” hjá Høgna Lisberg. Hetta er 6 fløgan hjá Høgna, og alla tíðina hava vit uppliva eina búnan, og tað gera vit aftur her.   Aftur hesaferð er fløgan framleidd av Høgna og James Thomas, ið eisini framleiddu Haré Haré og […]

Norðurlandahúsið var fullsett, tá John Carter Cash, hansara amerikanski gittarleikari Dave og framúrskarandi føroyski bólkur trinu á pallin. Lat tað vera sagt beinanvegin: Løtan gjørdist serstakliga hugnalig, innilig og góð, tí umframt, at høvuðspersónurin er ein fínur sangari, er hann eisini ein framúrskarandi frásøgumaður. John er yngsta barnið og einasti sonur Johnny Cash. Tað er […]

Hóast veðrið ikki var av tí besta, so varð árliga Føroya Meistaraheitið fyri fjepparalið hildið á Eysturvølli. Juventus Føroyar vann kappingina og hevði bæði toppskjúttan Kristian í Vági og besta leikara Mikael Blak. Í finaluni vunnu teir á Arsenal Føroyar. Dysturin um triðja plássið var millum Mix liðið, ið var mannað fyrst og fremst av […]

Hetta er eitt meistaraverk! Ein fantastisk útgáva. Líka síðan Gaman og Álvara kom út í 1988 havi eg bíða eftir hesari útgávuni. Eg skal ikki siga, nakað ringt um Bukett, Från Læddikken, ella maxisingluna, sum kom út í vár. Men tær verða ikki taldar millum størstu mentunarligu dýrgripir, sum Føroyar hevur framalt, men tað ger […]

Let the dog drive home vinnur við nærri gjøgnumlurtan, men verður neyvan nakar varði á Yrkisleiðini hjá Teiti. Øgiliga keðiligt fyrsta inntrykk, tær 2-3 fyrstu ferðirnar var inntrykkið, at hetta var ein elevator tónleikur, nokkso poleraður poppur, uttan at hava ordiliga góð løg. Teitur syngur pent, og eg helt ljóðmyndirnar vera í so poleraðar og […]

Gittarar, ljómborð, bassar og trummir vóru skift út við gaggir, bólt og málsmanshandskar, tá tónleikarar undir tretivu smurdu tónleikarar yvir tretivu av í einum fótbóltsdysti, ið fer í føroyska tónleikasøgu sum ein klassikari.   Í sambandi við Prix Føroyar varð sera nógv tosað um, hvørt tað er rætt at kappast í tónleiki. Her var eisini […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives