In: Aðrar greinar
5 Dec 2012Í 1999 var eg á eini myndlistaframsýning hjá svenska fotografinum Elisabeth Ohlson Wallin í filmhúsinum í Keypmannahavn, hetta var tann nógv umrødda og útskeldaða framsýningin Ecce Homo, ið lýsir Jesu lív og lýðing í samkyndum samanhangum. Ein ordiliga góð og sterk fotolistaframsýning, tá framsýningin var av pilkaði eg plakatina fyri hana, ið hekk á talvuni [...]
In: Ummæli
19 Jun 2011Vælvitandi um gengistrupulleikan við at ummæla eitt tiltak í tí Listasavni, eg sjálvur eri nevndarformaður fyri, so kann eg ikki lata vera við at festa hesar reglur á teldu. Við at eg geri vart við gegnistrupulleikan, so hvørvir hann kanska, men her er sum so eingin veruligur gegnistrupulleiki, tí hetta er ikki eitt ummæli, men [...]
Kvinnurnar eru í stórum meiriluta á stóru Norður Atlantsframsýningini í Ráðhúsinum í Keypmannahavn, ið lat upp fríggjadagin. Listaframsýning Fríggjadagin lat listaframsýning við 20 føroyskum, 62 íslendskum og 4 grønlendskum listafólkum upp í Ráðhúsinum í Keypmannahavn. Stóri Ráðhússalurin var á tremur við listaverkum úr Norðuratlantshavi. Væl vitja fernisering Nógv av listafólkunum [...]
In: Aðrar greinar
24 Feb 2006100 ára føðingardagurin hjá S. J. Mikines varð ikki einans hildin í Føroyum. Rættiliga fitt av fólki var komið saman í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, tá føðingardagurin varð hildin, við framløgu, samrøðu, sangi og køkum. Kendi danski journalisturin og rithøvundurin Vagn Steen helt áhugaverdan fyrilestur um kreppur í lívinum hjá Mikinesi. Hetta var sera áhugavert [...]
In: Aðrar greinar
11 Feb 2006Leygardagin lat árliga framsýningin hjá Øssurin Mohr í Galleri Sct. Gertrud upp. Í ár eru næstan allir málingarnir málaðir í Keypmannahavn, men motivið er enn tað sama, heimliga motivið er altíð hjá honum. Rættiliga fitt av fólki var komið saman í hugnaliga gallarínum Sct. Gertrud hjá Kurt Svendsen í Hyskenstræde eitt hanagleiv frá Amager [...]
In: Samrøður
26 Jan 2006Sofus Olsen er ein eldsál, ið brennir fyri tí, ið honum dámar. Hetta hevur sent hann undir jørðina undir krígnum, givið honum frálík úrslit sum reiðari, givið honum álitissessir í fíggjarheiminum og nú hevur tað givið føroyingum Listasavnið á Sandi. Sofus varð føddur á Sandi og búði har øll barnaárini. Ein part av barndóminum [...]
In: Aðrar greinar
24 Jan 2006Ársins maður er sandingurin Sofus Olsen, Cand. Polit. Heilt nógvir lesarar hjá Sosialinum skutu Sofus Olsen upp sum ársins mann. Tað er ótrúliga ósjálvsøkna gávan til Føroya fólk: Listasavnið á Sandi, ið hevur rørt so nógvar føroyingar, og hevur fingið tey at skjóta Sofus upp til ársins mann. Sofus Olsen hevur arbeitt við hesi [...]
In: Aðrar greinar
1 Jan 2006Nephew vann planetina sum besta útlendska navn, frammanundan hevur Nephew vunnið hópin av heiðurslønum, men ongantíð í útlandinum. Vit hava prátað við sangaran Simon og trummuleikaran Søren Planet Awards Bólkurin Nephew vann planetina sum besti útlendski bólkur. Sangarin Simon Kvamm var í Føroyum og tók í móti heiðurslønini. Hann segði seg vera sera glaðan [...]
In: Samrøður
29 Sep 2005Mammurnar hjá vinkonunum spyrja, um eg enn havi líka lekran yvirkropp, fortelur 19 ára gamli Jóannes Lamhauge, sum hevur upplivað, at konufólk skríggjaðu, tá hann lat seg úr dreymakotinum. Jóannes Lamhauge vann í summar heiðurin sum Ársins Songrødd. 19 ára gamli havnarmaðurin er greiður yvir, at sigurin setir krøv. Stórar songrøddir, sum Guðrun Sólja [...]
In: Hugleiðingar
17 Nov 1998Eg havi húsið fult av børnum, her eru ikki minnið enn trý børn, Magnus og so tvey vinfólk hjá honum, tey larma øðiliga illa, vanliga generar tað meg ikki, men eg havi høvuðpínu í dag, eg havi havt hálsbruna alla vikuna, og fepur, so høvuðpínan er næstan vorðin gerandisdagur, men tá trý børn so byrja [...]
Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so