Havi funnið eitt áður ókent videoklipp frá ólavsøkukonsertini 2006, hetta er sangurin Andalig Samvera, áður hevur eitt klipp við lagnum Offblend verið í umferð á Youtube, og tað pettið av Offblend, ið ikki sæðst á teirri videoini er á hesari. Ljóðgóðskan er ikki so góð, men myndagóðskan er fín.
In: Hugleiðingar
7 Mar 2012Eg havi seinastu dagarnar dagført facebook síðuna hjá MC-Hár, broytt onkran tekst og lagt nøkur myndasøvn út, m.a. frá konsertini hjá okkum í Grasagarði í 1997, og okkurt úr upptøkuhølunum sama ár, tá vit tóku upp Framvegis uttan vit. Nógv góð minnir. Men meðan eg var í gongd við hetta hugdi eg enn einaferð eftir [...]
In: Hugleiðingar
29 Oct 1998Ja, so siti eg aftur her, eg hevði bólkafund í dag, vit skriva um brotsverk og revsing, tað er eitt projekt í praktiskari filosofi, í løtuni lesi eg á Roskilde Universitets Center, eg havi lisið altjóða mentunnarligu grundútbúgvingina, ella International Cultural Studies, og nú lesi eg heimspeki, eg havi lisið í eitt sindur meira enn [...]
In: Hugleiðingar
25 Apr 1998Flugurnar, ið setast á hundalortarnar á gøtuni framvið kirkjugarðinum, siga, at summarið nærkast. Hendan gøtan, sum um veturin er hálv undir í vatni er nú tornað, og eg síggi knappiliga, hvussu nógvir hundalortar kunnu vera á einum so lítlum øki. Við mínum tungu HH posum hoppi eg upp um lortabunka eftir lortabunka, meðan eg [...]
In: Hugleiðingar
6 Mar 1998Eg eri í løtuni staddur niðrið í lestrarørindum, og havi eg tí ikki fylgt pornokjakinum sjálvur, men gjøgnum vinfólk og famulju, haldi eg meg hava fingið eina rættiliga klára mynd. Harafturat kann sigast, at hetta kjak er einki nýtt kjak, so eg minnist enn støðuna hjá teimum víðgongdu vongunum. Nú kjakið hevur fingið nýtt [...]
Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so