Posts Tagged ‘Niels Arge Galán

Vit hoyrdu í fyrru pørtunum av hesari frásøgn um tíðina, tá MC-Hár varð sett á stovn, og um hvussu bólkurin gjørdi sínar báður fløgur: Framvegis uttan vit og Burn Me. Vit hoyrdu eisini hvussu stórar útskiftingar vóru í bólkinum, og hvussu bólkurin megnaði at enduruppfinna seg til Prix Føroyar 1999 fyri síðan aftur at fara […]

Vit halda nú fram við øðrum parti av søguni hjá MC-Hár. Í fyrsta partið hoyrdu vit um árini frá stovnan og fram til bólkurin gav fløguna “Framvegis uttan vit út” fyrst í 1998, nú halda vit fram frá beint eftir tað. Les fyrsta part av søguni her Limirnir í MC-Hár sum búðu í Keypmannahavn, spældu […]

MC-Hár varð settur á stovn 16. februar í 1991, á veg úr Djónastovu niðan í Gundadalshøllina tann dagin, tá Tórshavn fylti 125 ár.  Tað vóru rappararnir MC-Allah (Allan Mortensen) og Spark Buzz N (Niels Uni Dam), sum stovnaðu bólkin. Hvørgin teirra var nakar stórur sangari, so hóast áhugin fyrst og fremst var fyri tungmálmi og […]

Norðurlandahúsið var fullsett, tá John Carter Cash, hansara amerikanski gittarleikari Dave og framúrskarandi føroyski bólkur trinu á pallin. Lat tað vera sagt beinanvegin: Løtan gjørdist serstakliga hugnalig, innilig og góð, tí umframt, at høvuðspersónurin er ein fínur sangari, er hann eisini ein framúrskarandi frásøgumaður. John er yngsta barnið og einasti sonur Johnny Cash. Tað er […]

Fyrst í nítiárunum vóru heilt nógvir tungmálmsbólkar, ið spældu lániløg, ein av hesum var Betrayer, ið spældi harðan og larmandi tungmálm av tí tyngra slagnum. Hesin tungmálmsbólkurin við karismatiska oddamanninum Niels Arge Galán og ikki minnið spennandi gittarleikaranum Høgna Kragesteen imponeraðu á Futti á Ferð konsertunum og blivu tí bidnir um at luttaka á Tungmálmi […]

Eitt av nøvnunum, ið spældi á bæði Tungmálmi ’92 og Tungmálmi ’93 var mín bólkur MC-Hár. Nógvar broytingar høvdu verið í manningini frá ’92 til ’93, t.d. hevði bólkurin vant við limunum í Utopia og fleiri aðrir tónleikarar høvdu eisini verið við í stytri tíðarskeið hetta árið. Tað vóru bert tríggir av okkum, ið luttóku […]

Ein tann mest lovandi tungmálmsbólkurin í Føroyum 92/93 var Oblivion. Bassleikarin og sangarin Niels Arge Galán spældi í nógvum bólkum um hetta mundið, men í Oblivion var hann karismatiskur oddamaður í einum bólkum sum í stóran mun spældi egnan tónleik, tónleik sum í føroyskum høpi var tyngri, enn tað vit vanliga upplivdu. Tekstirnir vóru í […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives