Posts Tagged ‘Øhh…havi eg skrivað hetta?

Longdin, kynið og dagurin passaði, men vektin var við síðuna av, tá føroyski clairvoyanturin Marin Súsanna Vígda um miðjan mars í Sosialinum spáddi um kongaliga arvingin. Føroyski clairvoyanturin Súsanna Vígdá segði við í samrøðu við Sosialin 17. mars, at hon hevði fingið innlit í vekt, longd, kyn og part av dagfestingini, tá, tá komandi barnið […]

Victoria Beckham flytir í næstum til USA saman við manninum David, og í hesum sambandi hevur Posh Spice fingið sína egnu klædnalinju, og hvat er meira amerikanskt enn kovboybuksur. Victoria hevur áður lagt navn til sniðgevingina av klæðum fyri merkið Rock and Republic og  taskur og smúkkur fyri merkið Samantha Thavasa. Men nú er tað […]

Danska fotomodellin Lykke May hevur eftir øllum at døma fingið nýggjan sjeik. Sambært tv2.dk hevur Lykke May funnið saman við fyrrverandi manninum hjá Pamela Anderson Kid Rock. Parið var herfyri á konsert við vælgerandi endamáli í Madison Square Garden í New York, og tyktust sambært People Magazine at hugna sær yvir samveruna við hvør annan. […]

Fyrrverandi miðladarlingurin songkvinnan og sjónleikarinnan Whitney Houston er farin í hundarnar, sambært svigarinduni hjá henni Tina Brown. Systur Bobby Brown sigur, at hon er bangin um Whitney, ið hevur læst seg inni á kamarinum, við crack, kokain og kynslívsleikum. Tina Brown hevur sent amerikanska blaðnum National Enquirer myndir úr heiminum hjá Houston, har alt flýtur […]

Scarlett Johansson tók nógv á bóli, tá hon gjørdist mest eggiliga kvinna sambært lesarunum hjá mannfólkablaðnum FHM, ið verður givið út á nógvum málum um størsta partin av heiminum. Scarlett Johansson vann sambært Ekstra Bladet rættiliga sannførandi, framman fyri kvinnum sum Angelina Jolie, Jessica Alba, Jessica Simpson, Keira Knightley, Halle Berry, Jenny McCarthy, Maria Sharapova, […]

Seinastu tíðina hevur Victoria Beckham í alt størri mun, roynt at breitt um seg av sínum mikla vísdómi, aftur hesa vikuna ger hendan nútíðar vølva um seg. Hesuferð við mótaráðum til tey fávitsku.   Í Glamour Magazine gevur Victoria Beckham vanligum kvinnum 10 ráð um, hvat tær skulu gera, og hvat tær ikki skulu gera […]

  Bruce Oldfield hevur fingið heiðurin at sniðgeva búnan hjá teimum 250 vertinnunum, ið skulu taka sær av teimum fínastu og kendastu gestunum á nýggja Wembley Stadion.   Móti   Bruce Oldfield, ið var maðurin, ið sniðgav mest sum alt, ið Lady Diana plagdi at lata seg í, er biðin um at sniðgeva búnan, ið […]

Sambært TV2.dk hevur Oscar vinnarin frá í fjør onga damu at hava við sær til Oscar handanina í ár, hann sigur við FemaleFirst.co.uk, at hann er desperatur, eftir at fáa onkra damu at fylgjast við. Hann greiður eisini frá, hvussu viðkomandi skal síggja út. ”Ein stór rumpa er vegurin til mítt hjarta, hetta ljóðar kanska […]

55 ára gamli New Zealandski filmleikstjórin Lee Tamahori skal í rættin 24. februar ákærdur fyri at selja kynsligar tænastur. Lee Tamahori er serliga kendur fyri at hava leikstjórna James Bond filminum Die Another Day og XXX filminum, State Of The Union. Hann varð sambært AP tíðindastovuni tikin 8. januar, tá hann ílatin konufólkaklæði bjóðaði einum […]

Fyri løtu síðan varð danski krúnprinsurin doyptur, hann eitur sum væntað Christian og heldur ikki nakað av hinum trimum nøvnunum eru serliga óvæntaði. Gamla konganavnið Valdemar, og so eru báðir abbarnir Heindrikur og John Donaldson kallaðir upp.   Samlaða navnið á trúnarvinginum er: Christian Valdemar Henri John.


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives