In: Ummæli
6 Aug 2011Orka stríddist móti ljósinum í stóra teltinum og vánalig fyriskipan oyðilegði tíanverri í stóran mun eina konsert, ið kundi havt verið so góð, tí Orka spældi hamrandi væl. Manningin í Orku er skiftandi, og á hesari konsertini var serliga áhugavert, at bæði Høgni Lisberg og Uni Árting, sum hava býtt trummu- og slagverkleiklutin millum seg [...]
In: Ummæli
8 Apr 2011Havi lurta einar 15 ferðir í gjøgnum, ikki brágóð. Tvey løg standa út beinanvegin, Rúmdardrongurin, og hon leitar. Hoyr ummælið her>> Nøkur av samlaðu notatunum vóru: Men hon ljóðar ótrúliga væl, man brúkar karmarnar ordiliga væl og rúmið, og trappur og skaktir og alt møguligt gongur aftur Annars er fløgan sum so áhugaverd, stuttligt [...]
In: Ummæli
16 Apr 2007Fríggjakvøldið var rokkkvøldið á AME, og tí var tað ivaleyst eisini hóskandi at harðasti rokkbólkurin á skránni. Sic gav áskoðarunum, ta bestu løtuna. Einki bilti við karmum og innihaldið á Atlantic Music Event. Ljós, ljóð, hølini og fleiri av bólkunum vóru heilt góðir í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið. Men einans nakrir fáir hundrað áskoðarar møttu upp. Skráin [...]
In: Ummæli
2 Oct 2006Konsertin við Gestum á Norður Bryggjuni í Keypmannahavn gjørdist ein innilig og heit útferð í ymiskar partar av rokkinum. Gestir hava seinastu árini spælt heyst konsertir í Keypmannahavn. Í fjør og fyrra árið var tað í sambandi við AME tiltøkini og pallurin var Vega. Men í ár var tað ovasta hæddin á Norður Bryggjuni, ið [...]
In: Samrøður
30 Aug 2004Eg hitti eftir konsertina í Vega leygarkvøldið luttakandi bólkarnar, og vit prátaðu um nútíðina og framtíðina. Meðan Eivør seinastu árini hevur spælt nógv meira uttanlanda enn heima, royna Makrel nú at skapa sambond úteftir, og Gestir leita eftir sínum veruliga tónlistarliga samleika. 100 fløgur við postinum Makrel hava seinastu árini roynt tað, sum er [...]
Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so