Posts Tagged ‘politikkur

Einaferð stillaði eg upp til løgtingsval, gekk ikki so øgiliga væl. Umframt meg sjálvan og mína tøttu familju, vinir og onkran einstakan annan, vóru ikki nógv, ið mettu meg sum besta umboð fyri seg á tingi. Men ein sólskinsmorgun sum hendan, kann eg illa annað eg hugsað um, hvussu lekkurt tað hevði verið at verið [...]

Løgmaður fegnast um, at vit eru heimsins lukkuligasta land, hann leggur einki í, um bert 40% av Føroya fólki hevur álit á hann. Men hvat man hann halda um, at kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum, vísir, at 10% av okkum ikki høvdu ráð til mat seinasta mánaðin?   Sá áhugaverdu kjaksendingina eftir Dag og Viku frá í [...]

Sonja Jógvansdóttir, ið er partur av fakfelagspallborðinum á flokstingi Tjóðveldis, hevði eitt áhugavert poeng, tá hon svaraði uppá spurning hjá Bigga, um hvørjar útbúgvingar, vit skulu hava í Føroyum: Í Føroyum hava vit nokkso nógvar útbúgvingar, ið venda sær til menn. Meðan tað kundi verið skilagott at havt traditionellar kvinnuútbúgvingar, tí vit hava undirskot av [...]

Eg siti her á flokstingi Tjóðveldis og lurti eftir formansfrágreiðingini. Ein visioner frágreiðing frá einum av bestu formonnum, ið flokkurin hevur havt. Ja einum av bestu politisku heilunum, ið Føroyar hevur átt Flokkurin er í andstøðu í løtuni, og sitandi samgonga ger nógvan skaða. Men hóast hetta hava okkara tingfólk ikki givið upp, tey blíva [...]

“Everybody loves you, when you’re bi”, sungu Living Colour í 1993. Well ikki Miðflokkurin, Nú vilja tey fanime arbeiða fyri, at ein bók ikki verður brúkt á stovnum, tí hon umrøður, at tað finnast familjur, ið ikki eru maður og kona. Í sambandi við at LGBT Føroyar hevur givið løgtingslimum bókina “Hin stóra bókin um [...]

Eg havi í fleiri ár skrivað greinar um at legalisera rúsevni. Eg má eisini siga, at eg síggi onga orsøk til, at cannabis er ólógligt, tá vit samstundis loyva sølu av rúsdrekka. Alt hatta kunnu tit lesa meira um t.d. her.   Tí er nærliggjandi at halda, at eg eri hampafólk, og hóast eg stuðli [...]

Áhugavert prát í Kringvarpinum, millum ein pensjonist og útvarpsmannin, um tøkniligerðina av samfelagnum. Eg siti eftir við tankanum: skulu vit innrætta okkara samfelag eftir fólki, ið ynskja at taka nýggja tøkni til sín? Skulu eitt nú bankar, feløg, land og kommunur halda fast í manuellum avgreiðslum tí at summi halda tøkniligerðina vera eina vandaleið og [...]

Eg veit ikki um tit hava varnast, men undir hvørjari grein standa nøkur tags, ella evnisorð, ið vísa til evni, ið eru nevnd í tekstinum. Trýstir man á orðið kemur man inn til eitt yvirlit yvir allar greinir, ið fáast við hetta evnið.   T.d. er 20 greinar um “seks“, tá er sjálvandi henda eisini [...]

Dagsins jólagáva verður ein av teimum tyngru, tað tykist sum okkara samfeløg í vesturheiminum hava tapt stríðið móti yvirgongsmonnum, nettupp tí, at eftir 11. september fóru vit á kompromis við tey grundvirði, ið vit byggja okkara samfelag á. Eitt nú er píning vorðin ein alment góðkendur avhoyringarteknikkur aftur. Hetta fóru vit í okkara parti av [...]

Síðan Kaj Leo Holm Johannesen tók við, sum løgmaður, hevur ábyrgd landsstýrismanna verið skúgva til viks. Einki hevur avleiðingar, óansæð hvat eitt landsstýrisfólk ger, so verður tað glattað út. Eg noyðist neyvan at minna mínar eldru lesarar á, at ein av høvuðsorsøkunum til kreppuna fyrst í 90′unum var, at landsstýrisfólk og løgtingslimir goymdu seg handan [...]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Jólakalendarin 2012

See all polls and results