Posts Tagged ‘politikkur

Eg plagi at fegnast broytingar í politisku manningini. Tí ert tú ikki nøgdur við verandi manning, vel so onkran annan (gjarna okran betur), og tað er langt síðan, at eg havi verið væl nøgdur við nógvar av okkara politikarum. Men seinasta valskeiðið hevur  víst, at nógv av tí nýggja, ið er komið inn í Løgtingið, […]

Havi júst lurta eftir kjakinum aftan á Dag og Viku í kvøld. Eitt fínt kjak á høgum støði uttan persónligt briksl og stórvegis royndir at flyta fokus. Jørgen Niclassen, Johan Dahl, Høgni Hoydal og Aksel Johannesen svaraðu teimum spurningum teir fingu, og eingin av teimum fer í morgin at gremja seg á Facebook, um hvussu […]

Kringvarpið hevur lagt út øll tølini frá veljarakanningini, og tað er sera áhugavert. Stutt sagt vísa nágreinaðu tølini ein veruligan frammaná til bæði løgmann og samgongu. Ikki færri enn 69% eru undir miðal nøgd við løgmann, og 75% eru undir miðal nøgd við samgonguna. Tað er deiligt, at Kringvarpið gevur okkum innlit í tølini handan […]

Jørgen Niclassen er púra greiður, nú hann viðmerkir til veljarakanningina, ið flestu miðlar hava kunngjørt í dag. Jørgen Niclassen svaraði spurninginum um stóru afturgongdina við at Fólkaflokkurin altíð klárar seg illa í veljarakanningum. Hann tók dømið frá síðsta vali, tá flokkurin fekk eini 3-4 prosent meira á valinum enn á kanning dagin fyri. Við øðrum […]

Tað er eingin loyna, at eg ikki eri sambandsmaður, og at eg ynski Sambandsflokkin so lítlan sum til ber. Tí átti man kanska at takka Kaj Leo eftir málsøkisbýtið í gjár. Tí Sambandsflokkurin fær tað trupult, um hendan samgongan situr leingið. Tað er so eingin ivi um, at Løgmaður hevur megnað at geara Fólkaflokkin alvorliga […]

Eg havi júst verið til áhugaverdan fyrilestur á Kambsdali, har skilagóði unglingin Jákup Justinussen legði fram sína gransking innan nýtslu av sosialum miðlum í valstríðnum hjá Obama til forsetavalið 2012. Fleiri av teimum, ið vóru og lurtaðu vóru millum okkara fólkavaldu. Jákup kom ymiskum um, hvussu eisini okkara fólkavaldu kunnu brúka sosialu miðlarnar, og eingin […]

Tað munnu vera fáar kjaksendingar, ið hava skapt so nógv rumbul, sum sendingin aftaná Dag og Viku í gjár. Rumbul kann vera sunt, men at skjóta journalistin er eingin loysn. Lat tað vera sagt beinanvegin, at diskaði ein statsleiðari upp við útsagnum á so lágum støði, sum okkara løgmaður gjørdi í einhvørjari sjónvarpsrás kring heimin […]

Tað var gott at síggja, at nakrir samgongupolitikkarar leitaðu sær oman á Vaglið at lurta eftir hvat fólkið sigur. T.d. var Annika Olsen har, og tað vísir virðing fyri fólkaræðinum. Heri Simonsen dett edeliga menniskja hevur filmað røðurnar hjá fleiri av røðarunum. Eg loyvi mær at leggja tær út her, so tit, sum ikki fingu, […]

Júst heimkomin av tiltakið á Vaglinum har eini 2-3.000 fólk mótmæltu og heittu á landsins myndugleikar, um at fáa fólkaræðið á beint aftur. Har vanvirðingin av landsins lóggávu og av løgtinginum bleiv  mótmælt, so loggi eg inn á Facebook, har Føroya løgmaður fullkomiliga reinsar landsstýrismannin í Innlendismálum, sjálvt um hesin hevur roynt at bundið okkum […]

Í dag hava løgmaður og ymsir skutilsveinar roynt at politisera mótmæli í morgin. Vónin er sjálvandi at styggja nøkur burt, at fáa skilagóð sambands-, fólkafloks-, miðflokka- og sjálvstýrisfólk at halda seg burtur. Vónandi fer hetta ikki at eydnast, tí hetta tiltakið er ikki partapolitiskt!   Mótmæli snýr seg um rættarsamfelagið: Eru vit øll fevnd av […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives