Posts Tagged ‘poppur

Hetta tosar fyri seg sjálvan. Eg havi í øllum førum ongantíð uppliva nakað líknandi eftir eina MC-Hár konsert, jú, gamaní í 1997 var tað ein sum spurdi um hon kundi slikka mjólkina av mær eftir konsertina í Grasagarði, men heldur ikki tað, er í hesum klassanum. Byrji at koma til sættis við, at Justin Bieber [...]

Eg veit ikki um tit hava varnast, men undir hvørjari grein standa nøkur tags, ella evnisorð, ið vísa til evni, ið eru nevnd í tekstinum. Trýstir man á orðið kemur man inn til eitt yvirlit yvir allar greinir, ið fáast við hetta evnið.   T.d. er 20 greinar um “seks“, tá er sjálvandi henda eisini [...]

Allan jólamánaðin havi eg her á Nudlum forkelað tykkum við ymiskum áhugaverdum, men í dag sjálvan jólaaftan ber av. Eg kann borðreiða við ongum minni enn einari sensatión. Eg havi fingið hendur á endurinnspælingini av lagnum “Koyr okkurt í mína hosu”, ið Karaoke bólkurin Konfekt hevur gjørt við teimum originalu sangarunum. Elis, ið tykist at [...]

Sumt er so svulstigt, at tað bert skal njótast í smáum nøgdum, men jólini eru ein svulstig tíð, so nær annars kann man rúma eins nógva svulstigheit, sum á jólum. Kalendaragávan hendan 21. desember harrans ár 2012, verður hátíðarhildin við einum Youtube playlista til tykkara. Hesin listin hevur eina rúgvu av løgum, ið hvør sær [...]

Konsertin hjá Eivør í Norðurlandahúsinum herfyri var heilt øgiliga góð. Longu  tá man kom inn í salin og sá fantastiska pallin, ið var gjørdur hugnaligur við proppfult av stovumøblum og lampum, var varhugin, at hetta fór at vera serliga gott. Tað bleiv konsertin, so sanniliga eisini, tað er tí at fegnast um, at Kringvarpið filmaði [...]

Nýggjasta fløgan hjá Høgna Lisberg er ein so behagilig uppliving, at eg bara havi hug at hoyra hana umaftur og umaftur. Enn eitt meistaraverk frá dámliga clickhazinum, ið blívur við at seta eitt hægri støði fyri føroyskan tónleik.   Tað fór ongantíð at vera nemt hjá Høgna Lisberg at fylgja frálíku Haré Haré upp. Tann [...]

TV2 megnaðu at fáa Vágsbø uppá kók, tá risahittið “De første kærester på månen” rungaði um alla Klaksvík, og var hetta hæddarpunktið á einari fínari framførslu.   Høvuðsnavnið á Føroya størsta palli leygarkvøldið á Summarfestivalinum vóru donsku TV2. Hóast teir ikki savnaðu eins nógv fólk, sum Ronan Keating og Dynamit gjørdu kvøldið fyri, so var [...]

Tað var ein hjartanemandi og vøkur konsert, ið amerikanski gospelsangarin Russ Taff helt á Vágsbøi leygardag seinnapart.   Russ Taff var stóra kristiliga navnið á ársins Summarfestivalskrá. Eins og undanfarin ár hevði Summarfestivalurin eitt sindur av lovsangi á festivalskránni, og við fløguni Faroe Islands í skjáttuni, var neyvan nakar ivi um, at Russ Taff var [...]

Svensku Kapten Rød fingu uppgávuna at bjarga fríggjakvøldinum, tá hini útlendsku nøvnini Veronica Maggio og Nanook ikki vóru lend, og fyribils vóru útsett til dagin eftir. Hetta megnaði bólkurin væl, tí tað var sera trupult ikki at dansa við til forførandi reggaetónarnar og lívligu mennirnar á pallinum.   Upprunaliga skuldi Kapten Rød á pallin beint [...]

Kultfenomenið innan dance/hip hip, Dr. Alban, lendir í Vágum fríggjadagin. Síðani gongur leiðin fyrst til Mentanarhúsið í Fuglafirði, har sviin, ið gjørdist heimskendur við millum annað lagnum ‘It’s My Life’, spælir sína fyrstu konsert. Síðani gongur leiðin við Hummer-limosininum til Havnar, har hann fer at spæla í Eclipse. Dr. Alban verður ikki einsamallur í Eclipse [...]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Jólakalendarin 2012

See all polls and results