Posts Tagged ‘poppur

Í dag ummældi eg útgávurnar hjá Døgg Nóngsgjógv og Feðgum. Báðar útgávur iTunes stakfløgan við tveimum løgum hjá Døgg og EP’in við sjey løgum hjá Feðgum fingu 4 stjørnur í ummælinum. Samanumtikið tvær góðar songrøddir og tvær góðar produktiónir, lurtið eftir ummælinum her

Eftir at hava hoyrt Taxi spælt, situr ein dani og tosar við bólkin, tað tykist at vera backstage i Gimle, tá hann lýsir upplivingina, sigur hann seg sakna norðuratlantiska samleikan, og lýsir bólkin sum suppe, steg og heroin? Eitt spæl uppá suppe, steg og is genruna, ið ikki altíð er so høgt í metum millum […]

Eg gleði meg so øgiliga nógv til í kvøld, tá eg endiliga sleppi at hoyra Eivør & Ginman After Dark, ið er ein tannn mest forvitnisliga tónleikaupplivingin, sum vit hava kunna uppliva her heima í fleiri ár, í øllum førum á papírinum. Eg havi verið fjeppari av Lennart Ginman, síðan eg á Roskilde 1998 fyrstu […]

Teitur hevur givið eina sera vakra útgáva út, sum eg ummældi í Brunsj fyrr í dag. Eg má siga, at eg eri follin pladask fyri hesari fløguni. Story Music er eitt heilt ræðuliga sjarmerandi verk, og løgini eru útsett á ein so vakran máta, at sjálvt tað lítla eitt sindur skitna er yndigt. Men hetta […]

Tað krevur dirvi at geva gedignan popp ella popprokk út. Tað eru so ræðuliga nógv kring heimin, ið gera júst hetta, og tí er kappingin sera hørð, bæði um airplay og sølutøl.   Tí krevur tað veruliga góð evni, at gera góð løg, um tú skalt klára teg, og alt frá produktión til sang, spæl […]

Er hetta Hannah Montana, spyr Bloomberg við góðari grund, eftir framførsluna hjá fyrr so fittu barnastjørnini Miley Cyrus, eitt sindur óbehagiligt, men samstundis áhugavert, at síggja, hvussu stóra orku Cyrus leggur í, at leggja sjógv millum seg sjálva, og fitta barnaimageið. Skulu vit ikki bara staðfesta, at Hannah Montana offisielt er deyð:  

Frálíka debutfløgan hjá Byrtu, varð tann fyrsta, ið fekk seks stjørnur frá mær, tá eg í dag ummældi hana í Brunsj. Hetta er ein framúrskarandi poppútgáva, hav tvey av okkara mest gávuríku tónlistarfólkum, vísa hvar poppskápið skal standa. Hetta er góðskupoppur á føroyskum, og samstarvið millum Janus Rasmussen og Guðrið er framúr. Guðrið hevur ferðast […]

Hetta tosar fyri seg sjálvan. Eg havi í øllum førum ongantíð uppliva nakað líknandi eftir eina MC-Hár konsert, jú, gamaní í 1997 var tað ein sum spurdi um hon kundi slikka mjólkina av mær eftir konsertina í Grasagarði, men heldur ikki tað, er í hesum klassanum. Byrji at koma til sættis við, at Justin Bieber […]

Eg veit ikki um tit hava varnast, men undir hvørjari grein standa nøkur tags, ella evnisorð, ið vísa til evni, ið eru nevnd í tekstinum. Trýstir man á orðið kemur man inn til eitt yvirlit yvir allar greinir, ið fáast við hetta evnið.   T.d. er 20 greinar um “seks“, tá er sjálvandi henda eisini […]

Allan jólamánaðin havi eg her á Nudlum forkelað tykkum við ymiskum áhugaverdum, men í dag sjálvan jólaaftan ber av. Eg kann borðreiða við ongum minni enn einari sensatión. Eg havi fingið hendur á endurinnspælingini av lagnum “Koyr okkurt í mína hosu”, ið Karaoke bólkurin Konfekt hevur gjørt við teimum originalu sangarunum. Elis, ið tykist at […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives