Posts Tagged ‘rapp

Vit hoyrdu í fyrru pørtunum av hesari frásøgn um tíðina, tá MC-Hár varð sett á stovn, og um hvussu bólkurin gjørdi sínar báður fløgur: Framvegis uttan vit og Burn Me. Vit hoyrdu eisini hvussu stórar útskiftingar vóru í bólkinum, og hvussu bólkurin megnaði at enduruppfinna seg til Prix Føroyar 1999 fyri síðan aftur at fara […]

MC-Hár varð settur á stovn 16. februar í 1991, á veg úr Djónastovu niðan í Gundadalshøllina tann dagin, tá Tórshavn fylti 125 ár.  Tað vóru rappararnir MC-Allah (Allan Mortensen) og Spark Buzz N (Niels Uni Dam), sum stovnaðu bólkin. Hvørgin teirra var nakar stórur sangari, so hóast áhugin fyrst og fremst var fyri tungmálmi og […]

Vakna Fresh

In: Sunnudagsbitin

1 Jun 2014

Tað munnu vera nógv, ið ikki eru heilt fresh í morgun eftir veitslulevna í gjár. Skal enntá viðganga, at eg havi verið meira fresh enn í morgun. Men kanska er ein avskrekkjandi orsøk til timburmennirnar. Ein vinmaður vísti mær hetta íslendska kykmyndalagið í gjár, um ein, ið altíð vaknar fresh.     Onkuntíð dettur man […]

Ólavsøkukonsertin í 2001 er og verður ein varði á leiðini fyri MC-Hár. Hóast bólkurin næstan var farin í upploysn, júst tá populariteturin var størstur, so vóru vit fýra, ið vóru eftir í bólkinum fult uppsettir uppá, at vit skuldu halda fram, fyrst og fremst, tí vit elskaðu tónleikin, hvønn annan og tykkum øll. Heilt ófatiliga […]

Eitt forkunnugt klipp, hetta er lagið Mimirrapp upptikið live á Prix Føroyum í Fuglafirði. Lagið bleiv umskrivað nakað til finaluna og endaði við at eita Kom til himmals við mær, og handla um okkurt heilt annað enn bardagar uttanfyri Mimir. Eitt stuttligt fakta er, at framførslan hjá okkum á Fuglafirði, og kanska eisini tað, at […]

Sunnudagin 16. februar verður MC-Hár 23 ár, í hesum sambandi fara vit at deila ymiskt við tykkum komandi vikuna.   Tað verður her á nudlar.net og á Facebook síðuni hjá MC-Hár, fyrsta vit deila er hendan framførslan av lagnum “Letters From a Me” á Tórshavnar Jazz-, Fólka og Bluesfestivali í 1998. Hetta lagið er seinni […]

Swangah hava gjørt eina ógvisliga og myrka fløgu, sum tónleikaliga er nógv betur enn tann fyrra útgávan hjá bólkinum. Enn sum áður eru tekstirnir meistaraligar hjá havnarapparunum úr Svanga. Men útgávan sum heild riggar betri sum ein røð av stakfløgum enn sum ein heilstoypt útgáva, fyrst og fremst, tí rappið gerst ov monotont, og eg […]

Her verður enn eitt gamalt lag frá framførsluni á Tórshavnar-, Jazz-, Fólka- og Bluesfestivali í Norðurlandahúsinum 16. oktober 1998 almannakunngjørt. Talan er um lagið Off Goes the Pistol. Í tíðini aftan á útgávuna av “Framvegis uttan vit” vandu vit í MC-Hár, ið búðu í Danmark rættiliga miðvíst í kjallaranum á Oyrasundskollegiinum. Vit skrivaðu hesa tíðina […]

Eg havi júst fingið  nógv av mínum VHS bondum løgd yvir á DVD, eitt av bondunum var við ólavsøkukonsertini 2001, hetta man vera ein tann størsta mannfjøldin vit hava spælt fyri, umleið 4000 fólk vóru savnaði í kommuskúlagarðinum. Vit í MC-Hár vóru í eini umskipanartíð, aftan á Spotfestivalin í 1999 vóru Tróndur Bogason, ið sang […]

Ja, so var man aftur uppi í útvarpinum ein túr, Eyðfinn Jensen hevði bjóða mær til brunsj, ein sending við einum leskiligum navnið, ið kanska ikki heilt kom til sín rætt, hóast bæði sjokoláta og kaffi smakkaðu væl. Men løtan var hugnalig. Eyðfinn dugur væl at skapa ein behagiliga stemning, og eg haldi, at práti […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives