Posts Tagged ‘Rasmus Rasmussen

Í morgun bórust deyðsboðini um Rasmus Rasmussen. Vit hava mist ein vin og familjan hevur mist sín Rasmus. Men hetta er eisini ein sorgardagur fyri føroyska mentan, tí vit hava mist ein gandakall, ið gandaði kenslur burturúr sínum ljóðføri.     Tá man í 2005 valdi besta føroyska gittarleikaran á Atlantic Music Event, var tað […]

Eg havi somu ljóð, sum eg hevði, tá eg byrjaði í Happy. Men eg havi lært at brúka tey. Tú kanst geva einum øðrum gittarleikara míni ljóð, uttan at hann fer at ljóða sum eg. Mín máti at brúka tey eru komin innanífrá. Útrykkið er broytt, men ljóðið er tað sama, sigur Rasmus, ið gevur […]

Triðja fløgan hjá Makrel Transcend vísir eina popp- og dreymakenda síðu av bólkinum. Fløgan er á tremur við góðum løgum, men ljóðblandið er tíanverri skuffandi og dregur heildina niður.   Fløguummæli   Vónirnar um eina fantastiska tónleikauppliving vóru bjartar, tá eg legði nýggju Makrel fløguna Transcend í fløguspælaran. Makrel gjørdist ein tann mest jaliga tónleikaupplivingin […]

Fløguaktuellu Makrel, grand prix hetjan Pætur við Keldu, fólkakæra Annika Hoydal, rørandi Lena Andersen og Teknoguðarnir í Side Effect eru millum nøvnini á Asfalt.   Tónleikatiltakið Asfalt fer av bakkastokki fyrsta vikuskiftið í juni, fyrireikararnir hava lovað umleið 70 føroyskar tónleikabólkar. Hetta er eitt sera høgt tal, og tí verður eingin tikin av bóli av, […]

Fríggjadagin flytur Rasmus Rasmussen til Danmarkar. Maðurin, ið varð valdur Føroya besti gittarleikari á AME í fjør, stingur í klæðsekkin og fer av landinum at royna eydnuna. Avleiðingin av hesum er, at Rokkstovan fyri aðru ferð heldur uppat. Seinasta Rokkstovan varð send hóskvøldið.   Rasmus Rasmussen hevur seinastu árini verið vertur í Rokkstovuni í Útvarpi […]

Á dett lív!

In: Ummæli

19 Apr 2005

Mentanarhúsið í Fuglafirði livdi enn einaferð upp til heitið, besta konsertstað í Føroyum. Frálíkir føroyingar og garrvillir normenn skiftust um at bergtaka og tónlistarliga rúsa. Gåte vitjaðu Føroyar á seinasta G-Festivali. Tey borðreiddu har við eini av betru framførðslunum á einum annars framúr festivali. So vónirnar vóru rættuliga stórar áðrenn konsertina. Eisini hini nøvnini vóru […]

Eg hitti eftir konsertina í Vega leygarkvøldið luttakandi bólkarnar, og vit prátaðu um nútíðina og framtíðina. Meðan Eivør seinastu árini hevur spælt nógv meira uttanlanda enn heima, royna Makrel nú at skapa sambond úteftir, og Gestir leita eftir sínum veruliga tónlistarliga samleika.   100 fløgur við postinum Makrel hava seinastu árini roynt tað, sum er […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives