Posts Tagged ‘Roskilde Festival

Bólkurin við tí mest forvitnisliga navninum á ársins Roskilde Festivali var “…and you’ll know us by the trail of dead”. Bólkurin var ein britpop íblástur tungmálmsbólkur við punkkendum dámi, tveimum trummisettum og sera ringum ljóði.   Løgini vóru sum heild fín, rættuliga fangandi melodiir, ofta eitt sindur líkt Oasis, men so næstu løtu var tónleikurin […]

Greenday eru nógv meira enn ein poppunk bólkur við eitt sindur av attitúdu. Amerikansku rokkararnir góvu áhoyrarunum eina tónleikauppliving, sum seint verður gloymd, tá teir spældu eina ótrúliga feita konsert, sum telist millum mínar bestu konsertupplivnagar nakrantíð.   Spæligleðin hjá punkarunum skein ígjøgnum og smittaði øll. Økið framman fyri appilsingula pallin  gjørdist ein stór veitsla […]

Foo Figthers vóru eitt av teimum heilt stóru nøvnunum á plakatini á Roskilde Festivalinum, men teir gjørdust ikki ein av teimum stóru tónleikaupplivingunum. Sangarin Dave Grohl er fyrrverandi trummuleikari í Nirvana, og hevur langt síðan fingið sítt pláss rokksøguni. Men hann var samstundis veikasti liður í Foo Figthers hetta leygarkvøld á Roskilde.   Røddin var […]

Röyksopp

In: Ummæli

3 Jul 2005

Norsku Röyksopp góvu teimum lurtarunum, sum sloppu framat, eina fantastiska suverena fullkomiliga feita tónleika uppliving. Teltið kókaði, og fólk vóru øll í eini ekstasu. Men uttanfyri stóðu minst líka nógv fólk, sum ikki sloppu inn. Roskilde Festivalurin kiksaði illa við at seta eitt heimsnavn á ein tann minsta pallin.   Dreymakendi og sveimandi tónleikurin hjá […]

Black Sabbath var høvuðsnavnið á Roskilde Festivalinum í ár, og her var talan um upprunaligu manningina í Black Sabbath: Ozzy Osbourne sang, Tony Iommi gittar, Geezer Butler bass og Bill Ward trummir. Tann upprunaligi tungmálmsbólkurin. Ein tann týdningarmiklasti bólkurin í søguni hjá rokk tónleiki, og uttan iva tann týdningarmiklasti bólkurin í søguni hjá tungmálmi.   […]

Fyrrverandi Faith no More sangarin Mike Patton, og tríggir av hansara bólkum spæla á ársins Roskilde Festivali. Tann fyrsti av hesum Fantómas spældi eina løgna konsert á Arena pallinum.   Tónleikurin er eitt bland av rokki, jassi og larmi. Røddin hjá Patton syngur sjálvdan, men er í hægri mun eitt ljóðføri, sum ger tónar, skríggjar […]

Peter Sommer hugtók

In: Ummæli

2 Jul 2005

Danski tónasmiðurin  Peter Sommer var fyrstur á Odeon pallin í dag. Hetta er ein av teimum smærru pallunum. Men tey nógvu fólkini inni í teltinum og øll, sum sótu uttanfyri fingu eina jaliga, summarliga og hugnaliga løtu.   Tey vøkru og einfaldu løgini hóskaðu væl til at byrja dagin við, eftir at rokkurin var í […]

Fríggjakvøldið gjørdist eitt tað besta rokkkvøldið á Roskilde Festivalinum nakrantíð. Tríggjar ófatiliga góðar framførslur á appilsingula pallinum av Audioslave, Black Sabbath og D:A:D mettaðu væl.   Allir rokkelskarar kundu trygt leggja seg mettir og væl settir at sova klokkan trý í nátt. Audioslave gjørdu tað sum Velvet Revolver ikki megnaði, nevniliga at vísa at bólkurin […]

Á Roskilde festivalinum er nógv annað enn bert tónleikur, her eru eisini nógvar ymiskar framførslur av ymiskum slag kring alt økið. Tá vit gingu ein túr á festivaløkinum, møttu vit knappiliga einum flokki av Mr. Beans, sum vóru úti og runnu í undirklæðum. Mangt er løgið.    

Snoop Doggy Dog er ein av teimum mest provokerandi tónlistafólkunum í ídnaðinum, og tí var onkur provokatión í væntu. Áðrenn fyrsta lag varð av, hevði Snoopy spælt porno, vold og rúsevnisnýtslu á stórskíggjanum.   Konsertin hjá Snoop var sera væleydnað. Allur slættin frammanfyri appilsingulapallin hoppaði, dansaði og sang við, meðan Snoop rappaði um bitches, niggers […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives