Posts Tagged ‘Samkynd

Ja, nú gingu nakrir dagar uttan ein rennitúr, og enntá uttan, at eg annars havi gjørt stórvegis fysiskar venjingar, heldur ikki innandurða. Veðrið hevur verið av skræpuni til, so tað er umberingin fyri ikki at renna, umberingin innandurða, well, hvat skal man siga. 2. februar 2014 4,09 km uppá 25.13 minuttir, í minsta lagið var […]

Nelson Mandela er slóknaður 95 ára gamal, mettur av døgum, hóast hann misti nógv ár í klivanum á Robben Island, so avrikaði hann meira fyri mannarættindi í heimlandinum enn nakar annar. Løgið at hugsa sær, hvussu løgin lagnan er, eg havi í dag sæð ein vamlisligan leik, har teir tinglimirnir hjá samgonguni, ið hava eitt […]

Á almenna profilinum hjá Guð á Facebook stóð tað so væl nú ein dagin, at tað eru bert tvey boð, ið veruliga eru galdandi: Ver kul, og ikki eitt reyvarhol.   Í hesum døgum, har Kaj Leo Holm Johannesen hevur kunngjørt fyri sínum undirsáttum, at teir skulu atkvøða ímóti at lata samkyndum somu rættindi, sum […]

“Everybody loves you, when you’re bi”, sungu Living Colour í 1993. Well ikki Miðflokkurin, Nú vilja tey fanime arbeiða fyri, at ein bók ikki verður brúkt á stovnum, tí hon umrøður, at tað finnast familjur, ið ikki eru maður og kona. Í sambandi við at LGBT Føroyar hevur givið løgtingslimum bókina “Hin stóra bókin um […]

Í 1999 var eg á eini myndlistaframsýning hjá svenska fotografinum Elisabeth Ohlson Wallin í filmhúsinum í Keypmannahavn, hetta var tann nógv umrødda og útskeldaða framsýningin Ecce Homo, ið lýsir Jesu lív og lýðing í samkyndum samanhangum. Ein ordiliga góð og sterk fotolistaframsýning, tá framsýningin var av pilkaði eg plakatina fyri hana, ið hekk á talvuni […]

Í morgun bórust deyðsboðini um Rasmus Rasmussen. Vit hava mist ein vin og familjan hevur mist sín Rasmus. Men hetta er eisini ein sorgardagur fyri føroyska mentan, tí vit hava mist ein gandakall, ið gandaði kenslur burturúr sínum ljóðføri.     Tá man í 2005 valdi besta føroyska gittarleikaran á Atlantic Music Event, var tað […]

Eg hoyrdi í tíðindunum á nátturða í kvøld, at Framsókn setur fram uppskot um dagføring av hjúnarbandslógini í næstum. Í hesum sambandi bleiv sagt, at í øllum flokkum uttan Framsókn og Miðflokkinum, stendur tað hvørjum tinglimi frítt at atkvøða eftir egnari sannføring.   Eg fari í hesum sambandi at minna mín flokk, tað er Tjóðveldi, […]

Eg fegnist um at 5.000 fólk luttóku á Faroe Pride, nú má signalið til okkara politikarar vera nóg greitt. Men samstundis fær tað meg at hugsa, tí hetta er júst sama tal, ið metta talið av samkyndum í Føroyum er. Hví tramin hava okkara politikarar ikki langt síðan givið teimum somu rættindi, sum hinkynd hava. […]

Jesus prædikaði kærleika. Hetta er týdningarmesti parturin í Bíbliuni, tí kærleikin er størstur. Tá fólk brúka Bíbliuna til at halda minnilutar, sum tey samkyndu niðrið, so eru tey ikki bara ring menniskju, men eisini ring kristin. Tey loypa um garðin, har hann er lægstur, og spæla hellig uttan persónligan kostna, tví, tví, tví!   Bíblian […]

Nei, lat okkum heldur arbeiða fyri einum samfelag, har eingin verður kúgaður og mannarættindini verða vird. Tað er tað samfelagið, ið eg ynski mær, tað er tað vinarliga føroyska samfelagið í blóma!   Røðan hildin til Vendetta endabrestin í Sjónleikarhúsinum 16. juni 2012:   Seinastu mánaðirnar hevur Føroya Vanstýri gjørt so nógvan akuttan skaða á […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives