Posts Tagged ‘seks

Siti við vældekkað veitsluborð her í Hjørring, nú boðini bórust, at Hans Fróði er givin í TB. Spekulatiónirnar millum teir føroysku liðleiðararnir her í Dana Cup um orsøkina blivu beinavegin lívligar og áhugaverdar. Inntil ein eiðiskona helt fyri, kanska Hugh Hefner er deyður? So steðgaðu allar víðari diskussiónir, heilt inntil ein toftadama segði: Ja, hann […]

Man finnur nógv undrunarvert á alnetinum, var innið á facebookprofilinum hjá einum vinmanni, og sá eina mynd av penum damum og leinkju til heimasíðuna, scandalbeauties.com. Ein heimasíða við minimalistiskt ílatnum skandinaviskum kvinnum. Ikki tann ringasta leinkjan, skal eg fegin viðganga. Á einari undirsíðu, ið æt Miss Scandal of the Year 2013, møtti eg tó mest […]

Eg veit ikki um tit hava varnast, men undir hvørjari grein standa nøkur tags, ella evnisorð, ið vísa til evni, ið eru nevnd í tekstinum. Trýstir man á orðið kemur man inn til eitt yvirlit yvir allar greinir, ið fáast við hetta evnið.   T.d. er 20 greinar um “seks“, tá er sjálvandi henda eisini […]

Halt kipp, sum klaksvíkskvinnur  eru raskar, KÍ kvinnur sparka reyv og vinna alt, enn eitt meistaraheiti bleiv hátíðarhildið í 3-2 í kvøld, og tað sær út til, at í øllum førum í nøkur ár afturat verður støðan tann sama.   Men tað er ikki bara í fótbólti, at klaksvíkskvinnur eru nógv betri enn mannfólkini har […]

Sá júst Dag og Viku, har var fínt prát um mangulin uppá eitt seksuelt gerandismál. Í Føroyum er alt so fúlt, søgdu Birita Lamhauge Jóansdóttir og Vár í Ólavsstovu. Her bleiv orðið “mogga” brúkt sum dømi. Birita hataði orðið segði hon, og eftirlýsti, at hava eitt fitt orð fyri samlegu, sum t.d. danir hava við […]

Kringvarpið byrjaði hendan 14. september við einari óvanliga hvassari, sarkastiskari, konstruktivari og beinraknari klummu. Eg ivist ikki í, at tey eru nógv kring føroysku morgunmatarborðini, ið fingu kryddaran uppá tvørs í hálsin, tá klummuskrivarin loyvdi sær bæði at tosa um sex og kritisera okkara politikarar. Men herfrá skal vera staðfest, at tað er eins neyðugt, […]

Undurfulli filmurin Chocolat vísti okkum greitt, at góðgæti kann vera seksutt og skapa kenslur, ið kitla uppá tann stuttliga mátan.   Eg havi tó sjáldan uppliva góðgætiskitlan líka sterkt sum í dag, tá eg át Raspberry Red frá Summerbird.   Á jólum gav Host Nordic, ið er ein undirveitari hjá Sendistovuni okkum ein góðgætispakka í […]

Havi í dag sitið við einum diskettudrevi, og funnið fram gamlar tekstfílir, ið fara at verða lagdir út her á nudlar.net. Men í stóra bunkanum av diskettum, fann eg eisini hópin av trygdaravritum frá tíðini, tá internetið var nýtt.   Eg minnist øgiliga væl mínar fyrstu upplivingar við internetinum, tað var, tá eg byrjaði á […]

Tá Joan Ørting kemur til Føroyar at luttaka á Kvinnukvøldinum á Hotel Føroyum leygarkvøldið 28. apríl, hevur hon myndamann við sær. Ætlanin er at vitjanin skal gerast til film, ið væntandi verður givin út á heimasíðuni hjá Joan.   – Eg havi tikið mær stundir til at vera nakrar dagar í Føroyum. Eg vil fegin […]

Prát um kynslív á kvinna.fo hevur vakt ans í Íslandi. Somikið nógvir íslendingar hava vitjað heimasíðuna, at talið av vitjandi í næst seinastu viku vaks við 95,5% sambært gallup.fo. Íslendska heimasíðan b2.is, ið er eitt slag av leinkjusavni til stuttligar ella áhugaverdar heimasíður, við øðrum orðum ein íslendsk útgáva av nym.fo, hevur lagt leinkju á […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives