Posts Tagged ‘seks

Scarlett Johansson tók nógv á bóli, tá hon gjørdist mest eggiliga kvinna sambært lesarunum hjá mannfólkablaðnum FHM, ið verður givið út á nógvum málum um størsta partin av heiminum. Scarlett Johansson vann sambært Ekstra Bladet rættiliga sannførandi, framman fyri kvinnum sum Angelina Jolie, Jessica Alba, Jessica Simpson, Keira Knightley, Halle Berry, Jenny McCarthy, Maria Sharapova, […]

Eclipse brýtur upp úr nýggjum innan ølsølu, og er fari undir at selja jólaøl við egnari etikett. Á etikettini er mynd av teimum báðum jólastripparunum, sum koma til Føroyar í 25. og 26. november at strippa í Eclipse.   Ølin er sambært Eclipse bryggja av jólakærleiksekstraktum við heilt serligum jólakærleika. At føroyingum dámar henda jólakærleika, […]

2002 verður í allar ævir kent sum botnárið  í Føroyum.   Undirsjóvartunnilin, sum lat upp fyri nøkrum vikum síðani, var nokk størsta botnupplivingin í árinum. Vit fara í allar ævir at síggja myndir av elstu konuni, sum fór gjøgnum holið, yngsta barninum, korruptasta politikaranum, klókasta vinnulívsmanninum og mest íslendska rennaranum. Ung sum gomul krupu gjøgnum […]

Ja, so var eg her aftur. Eg havi siti og leita á telduni eftir gomlum stuttsøgum, sum eg havi skrivað. Eg fann ongar av stuttsøgunum, men eg datt um tvey onnur rit, hetta eru tvær klummir, sum eg skrivaði til tað nú kollsilgda útisetabláðið Føringurin.   Hetta var eitt blað, sum Øssur Winterheig og Dánjal […]

Ja, eg havi einki skrivað seinastu tíðina. Eg havi verið upptikin, mín sálargrannskan hevur ligið í brøvum til Barbaru. Eg fari heldur ikki at skriva nakað serligt í kvøld, men eg vildi bara siga, at í dag var Deadline í sambandi við hasar barnasøgurnar. Eg skrivaði enn eina ígjár, hana vildi eg deila við tykkum: […]

Rætt skal vera rætt, hasin filmurin ígjár, var ikki betur enn hin, hann var ræðuligur, heilt, heilt, heilt ófatiliga vánaligur illa spældur, illa skrivaður og ringur sum heild. Ná, men eg havi brúkt nokk tíð uppá ringar filmar.   Hetta hevur annars verið ein hendingaríkur dagur, ella í øllum førðum eitt sindur. Tað er blivið […]

Ja, so siti eg aftur her, eg hevði bólkafund í dag, vit skriva um brotsverk og revsing, tað er eitt projekt í praktiskari filosofi, í løtuni lesi eg á Roskilde Universitets Center, eg havi lisið altjóða mentunnarligu grundútbúgvingina, ella International Cultural Studies, og nú lesi eg heimspeki, eg havi lisið í eitt sindur meira enn […]

Summar

In: Hugleiðingar

25 Apr 1998

Flugurnar, ið setast á hundalortarnar á gøtuni framvið kirkjugarðinum, siga, at summarið nærkast. Hendan gøtan, sum um veturin er hálv undir í vatni er nú tornað, og eg síggi knappiliga, hvussu nógvir hundalortar kunnu vera á einum so lítlum øki.   Við mínum tungu HH posum hoppi eg upp um lortabunka eftir lortabunka, meðan eg […]

Frítt porno

In: Hugleiðingar

6 Mar 1998

Eg eri í løtuni staddur niðrið í lestrarørindum, og havi eg tí ikki fylgt pornokjakinum sjálvur, men gjøgnum vinfólk og famulju, haldi eg meg hava fingið eina rættiliga klára mynd. Harafturat kann sigast, at hetta kjak er einki nýtt kjak, so eg minnist enn støðuna hjá teimum víðgongdu vongunum.   Nú kjakið hevur fingið nýtt […]

Á netinum

In: Hugleiðingar

6 Dec 1996

Eg sat, sum so mangan áður, á ein ‘talkara’ á internetinum, ein vinkona mín í Texas hevði e-mailað og sagt at hon vildi tosa við meg. Eg havi ongantíð hitt hana, ja, faktiskt havi eg ongantíð tosa við hana. Altso ikki munnliga.   Eg hitti hana eina ferð á einum øðrum ‘talkara’, vit tosaðu eina […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives