Posts Tagged ‘Skemt

Jim Carrey er ein stuttligur maður, og eisini her, ið hann tosar um sína passión fyri bólkinum Napalm Death. Tit fáa enn ein sunnudagsbita. Onkuntíð dettur man um okkurt á alnetinum, ið sigur yeah! Sumt er somikið gott, at tað er vert at deila við tykkum. Hetta eru sunnudagsbitar.

Gleðiligan 2. desember. Vit seta dagin í gongd við dagsins kalendaragávu, ið er ein lítil ferð inn í heimin hjá amerikanska skemtaranum Andy Kaufman. Tey flestu kenna hann nokk úr filminum Man on the Moon, har Jim Carrey spældi hann. Hetta klippið er eitt av hansara tónleikaklippum, har hann setur saman skemt, ørskap og tónleik, […]

Russell Brand er ein óvanliga stuttligur maður, her er hansara ósensureraða stand up show í New York. Eg havi ikki so nógv at siga, annað enn, at hetta er heilt óluksáliga stuttligt. Njóti tað nú bara: Onkuntíð dettur men um okkurt á alnetinum, ið sigur yeah! Sumt er somkið gott, at tað er vert at […]

Jimmy Fallon vertur í The Late Show, hevur gjørt hesa frálíku parodiina av Breaking Bad sendirøðini. Eg vildi mett, at hetta er akrát fyri ein deiligan sunnudag sum hendan. Ert tú totalt í villareiði, og veit ikki hvat Breaking Bad er, so er akrát fyri til nógvar sunndagar, tí tað er ein framúrskarandi sendirøð, ið […]

Við nógvu herverkunum á listaverk í Havnini seinastu vikurnar; hava fólk eftirspurt eina superhetju, sum kann tryggja friðin í høvuðsstaðnum.Nudlar.net kann nú avdúka, at ein maður hevur traðkað fram úr fjøldini og hevur bjóðað seg fram at verja tað, ið rætt og gott er. Hendan hetjan verður hereftir kend sum: HAVNARMANN  


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives