Posts Tagged ‘Summarfestival

Eg veit ikki um tit hava varnast, men undir hvørjari grein standa nøkur tags, ella evnisorð, ið vísa til evni, ið eru nevnd í tekstinum. Trýstir man á orðið kemur man inn til eitt yvirlit yvir allar greinir, ið fáast við hetta evnið.   T.d. er 20 greinar um “seks“, tá er sjálvandi henda eisini […]

TV2 megnaðu at fáa Vágsbø uppá kók, tá risahittið “De første kærester på månen” rungaði um alla Klaksvík, og var hetta hæddarpunktið á einari fínari framførslu.   Høvuðsnavnið á Føroya størsta palli leygarkvøldið á Summarfestivalinum vóru donsku TV2. Hóast teir ikki savnaðu eins nógv fólk, sum Ronan Keating og Dynamit gjørdu kvøldið fyri, so var […]

Tinganest spældi eina inniliga og hugnaliga konsert fyri einum heldur tómligum FLAGS tjaldi, men lagið var øgiliga gott, millum væluppløgdu áskoðararnar.   Vágasound og føroysk presisheit hoyra ikki saman, hetta mátti eg staðfesta, tá eg eftir trupulleikar við at tjekka inn, sum fjølmiðlafólk á ársins Summarfestival, kom á konsert við Tinganest ein minutt, áðrenn konsertin […]

Tað var ein hjartanemandi og vøkur konsert, ið amerikanski gospelsangarin Russ Taff helt á Vágsbøi leygardag seinnapart.   Russ Taff var stóra kristiliga navnið á ársins Summarfestivalskrá. Eins og undanfarin ár hevði Summarfestivalurin eitt sindur av lovsangi á festivalskránni, og við fløguni Faroe Islands í skjáttuni, var neyvan nakar ivi um, at Russ Taff var […]

Svangah Dangah spældu eina konsert, ið kundi havt verið ordiliga góð, og sum fyri teir mest dedikeraðurSvangah Dangah fjeppararnar ivaleyst var júst tað. Men fyri okkum, ið bert kenna einkult løg, kendist tað, sum at hyggja eftir einum filmi á einum máli, ið man næstan ikki skilur.   Tónleikurin hjá Svangah Dangah er í stóran […]

Eager2Please sangarin Dagfinn Joensen kom á Summarfestivalin við sínum danska bólki harða rokkbólkinum Fate.   Hóast Fate varð stovnaður í 1984, hevur bólkurin ongantíð áður vitjað í Føroyum. Men nú oddamaðurin er føroyingur, hevði Summarfestivalurin biðið bólkin koma hendan vegin.   Nokkso fitt av fólki var komið saman í Flagstjaldið, og vaksandi mannamúgvan slapp at […]

Mín topp 5 listi yvir mest skuffandi konsertir Eg havi verið til hópin av góðum konsertum og nógvum ringum, fari at seta saman listan við teimum fimm, ið skuffaðu mest. Hetta eru ikki verstu konsertirnar, men tær, har vón frammanundan og uppliving hava verið longst frá hvør øðrum Tað munnu vera fáar konsertir, ið eg […]

Umframt at syngja væl er Ana Johnson av vakrastu kvinnum, og tað visti hon væl. Stórur partur av konsertupplivingini var merktur av hesum veruleika. Tá hon fór úr jakkanum, og hálaði blusuna eitt petti upp og vísti búk, fór eitt suff gjøgnum fjøldina.Sjálvdan hevur ein konsert í Føroyum verið so vøkur. Ummæli av vakrari konsert […]

Grandma’s Basement fylti stóra Flagstjaldið, og hetta hóast áhaldandi áarførið á konsertunum hjá Bobby Bare og Rasmus Seebach hevði gjørt sítt ítasta fyri at styggja fólk til hús. Grandma’s Basement hevur fingið eina støðu sum ein tann best umtókti bólkurin millum føroyskan ungdóm. Blandið millum íoyrafallandi rokkløg og lætt tilgeingiligar tekstir rakar beint, og er […]

Í løtuni spælir 76 ára gamli Bobby Bare á stóra pallin á Vágsbø, og jú maðurin ljóðar gamal, men als ikki útbrendur. Tað er ótrúliga lekkurt at hoyra ein mann við so nógvum lívsroyndum í røddini syngja, orkan er ikki tann sama, men har liggur sjarma og inniligheit handan hvørt orð. Hann hevði ivaleyst langt […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives