Posts Tagged ‘Svøríki

Man finnur nógv undrunarvert á alnetinum, var innið á facebookprofilinum hjá einum vinmanni, og sá eina mynd av penum damum og leinkju til heimasíðuna, scandalbeauties.com. Ein heimasíða við minimalistiskt ílatnum skandinaviskum kvinnum. Ikki tann ringasta leinkjan, skal eg fegin viðganga. Á einari undirsíðu, ið æt Miss Scandal of the Year 2013, møtti eg tó mest […]

Svensku Kapten Rød fingu uppgávuna at bjarga fríggjakvøldinum, tá hini útlendsku nøvnini Veronica Maggio og Nanook ikki vóru lend, og fyribils vóru útsett til dagin eftir. Hetta megnaði bólkurin væl, tí tað var sera trupult ikki at dansa við til forførandi reggaetónarnar og lívligu mennirnar á pallinum.   Upprunaliga skuldi Kapten Rød á pallin beint […]

Kultfenomenið innan dance/hip hip, Dr. Alban, lendir í Vágum fríggjadagin. Síðani gongur leiðin fyrst til Mentanarhúsið í Fuglafirði, har sviin, ið gjørdist heimskendur við millum annað lagnum ‘It’s My Life’, spælir sína fyrstu konsert. Síðani gongur leiðin við Hummer-limosininum til Havnar, har hann fer at spæla í Eclipse. Dr. Alban verður ikki einsamallur í Eclipse […]

Ein livandi tónleikapallur við møguleikum fyri at framføra regluliga er lykilin til menning av føroyskum tónleiki. Sambært pallborðinum er leiðin, ið Danmark gongur fyrimyndarlig.   Í sambandi við Atlantic Music Event varð seinnapartin fríggjadagin skipað fyri pallborðsfundi um tónleikaídnað undir heitinum Hitt & Hoyr á Hotel Føroyum. Í høvuðsheitinum var ætlanin, at teir nógvu gestirnir […]

Tónleikaídnaðurin uttanlands verður sera væl umboðaður á Atlantic Music Event Føroyar. Miðlar úr fimm londum, festivalar, plátufeløg og tónleikaumboð koma fyri at uppliva tað besta innan føroyskan og nýggjan norðurlendskan tónleik. Fyriskipararnir av AME-Føroyar hava skapt eitt áhugavert konsept, somikið áhugavert at ikki færri enn 20 útlendskir gestir hava boðað frá, at tey koma til […]

Í ár hava fyriskipararnir av Atlantic Music Event valt at gera AME til eitt norðurlendskt sýnisgluggatiltak. Hini norðurlendsku londini hava fingið høvi til at senda bólkar til Føroyar at umboða lond síni á stóra tiltakinum í Norðurlandahúsinum. Umframt at hetta ger tiltakið áhugaverdari sætt við eygunum hjá tónleikaídnaðinum kring heimin, so gevur hetta føroyskum áskoðarum […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives