Posts Tagged ‘talifrælsi

Nøkurlunda soleiðis skrivaði ein av mínum Facebook vinum í kvøld. Eg eri nokk ein av hesum, ið hann lýsir sum politiskt korrektan. Um alternativið er “pøbil við hvísl”, so vil eg fegin vera politiskt korrektur.   Haldi tó tíanverri als ikki, at tolsemisboðskapurin er politiskt korrektur. Alsamt fleiri eru farin at dansa eftir pípunum hjá […]

Ræðuleikarnir í París vísa alt ov væl, at okkara samfelagsskipan og okkara mannarættindi eru hótt. Vit mugu ongantíð góðtaka, ella bera í bøtuflaka fyri tílíkum álopum sum hesum. Tí hetta er ikki bara eitt hópdráp, hetta er eitt álop á okkara grundvirði sum samfelag. Talufrælsið er ein av grundarsteinunum, ið vit byggja okkara fólkaræði á, […]

Kári Sverrisson er kanska mest sermerkta og í mínari fatan besta mannliga sangrøddin vit hava, eisini er hann ein frálíkur tónasmiðjur, sera egin og ein eminentur søgusigari.   Bendar Spónir eru nakrir av okkara mest spennandi og øðrvísi tónleikarum. Teir hava spælt saman, síðan teir vóru smádreingir. Eg minnist meg at hava hoyrt teir spælt […]

“Everybody loves you, when you’re bi”, sungu Living Colour í 1993. Well ikki Miðflokkurin, Nú vilja tey fanime arbeiða fyri, at ein bók ikki verður brúkt á stovnum, tí hon umrøður, at tað finnast familjur, ið ikki eru maður og kona. Í sambandi við at LGBT Føroyar hevur givið løgtingslimum bókina “Hin stóra bókin um […]

Í dag kunngjørdi ákæruvaldið sambært útvarpinum, at tey ikki  fara at ákæra Sjúrð Højgaard fyri hóttanina ímóti Fuglafjarðaprestinum Anne Mette Clementsen. Grundgevingin sambært útvarpinum var, at man ikki kundi ákæra hann, tí hann siteraði úr Bíbliuni. Hetta sjálvt um Sjúrður blandar sitatið við gerandistalu og spesifikt nevnir navnið Anne Mette mitt inni í harðendasta partinum […]

Tað hevði ivaleyst fingið idiotarnar at hugsa tvær ferðir, áðrenn teir spjaddu sín hatursfylta boðskap, um onkur varð dømdur eftir 266B. Hetta og annað skilagott segði eg í Degi og Viku í gjár, síggj innslagið her.   Jógvan Elias Winther Poulsen, sakførari helt at fleiri av ófantaligu dømunum á portal.fo seinastu dagarnar vóru brot á […]

Ein partur av South Park, har Tom Cruise verður sagdur at vera samkyndur er tikin av skránni í amerikanskum sjónvarpi. Paramount, ið eigur Comedy Central, ið ger South Park, fekk nógvar ábreiðslur frá sjónleikaranum, tá sendingin varð send fyrstu ferð fyri einum ári síðan. Nú skuldi sendingin endursendast, men av ræðslu fyri sakarmáli, hevur Paramount […]

Vælvitandi um at happing og mismunur ímóti samkyndum er eitt lógarbrot í Danmark, er Hvalvíksprestur rættiliga varin í sínum útsøgnum í Ekstra Bladet, men hann megnar kanska ikki heilt, at halda seg innan fyri lógarkarmin.   Undir yvirskriftini “BØSSEBALLADE – HOMOFILE VEDERSTYGGELIGE: Dansk præst på Færøerne meldt til politiet for hetz ” hevur danska Ekstra […]

Óli P. er ein fasistur. Óli P. er sjálvur fanin. Óli P. er ein maktsjúkur maður. Óli P. heilavaskar øll á  Sosialinum, eingin á Sosialinum klárar at hugsa ein tanka, uttan at Óli P. hevur hugsað hann fyri tey.   Heldur tú nakra av hesum ákærum vera stuttliga.  Nú kenni eg slett ikki Óla P., […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives