Posts Tagged ‘The Dreams

Samansetingin kundi valla verið meiri fjølbroytt, men kortini gav tað mesta meining, tá tiltakið De forblæste øer varð hildið á Christiania farna vikuskiftið. Er hann nevndur, er hann kendur. Føroyski høvdingurin í danska náttarlívinum, Edmund S. Jacobsen. Litríkur er hann og tað eru tónleikatiltøkini, hann skipar fyri eisini. De forblæste øer var eitt gott dømi […]

The Dreams leveraðu eitt brak av einari konsert í FLAGS-tjaldinum, tað kókaði framman fyri pallinum frá fyrsta til síðsta lag. Teir løgdu fyri við løgum á enskum av nýggjastu fløguni “Revolt”, og tað vóru nógv løg av hesari fløguni, ið vóru á skránni. Hetta var gleðiligt og tyktist at dáma teimum nógvu fjepparunum, ið vóru […]

Rættiliga fitta av fólki var komið saman í Ítróttarhøllini á Hálsi, tá Kyndil skipaði fyri árligu Nýggjárskonsertini. Tónleikurin var góður, men áhugin fyri honum var lítil. Sic, The Story Ends, 200 og The Dreams her var talan um 4 av mest spennandi nøvnunum á føroyska tónleikapallinum, men ikki fyri áskoðarafjøldina, ið nærum einans taldi ung […]

Punk trio’in The Dreams leggur í morgin síðstu hond á upptøkurnar av fyrstu fløguni hjá bólkinum. Fløgan punkar føroyska sangskattin og fær Grønu Sangbók at ljóða, sum hon ongantíð hevur ljóðað áður.   Seinastu báðar vikurnar hevur The Dreams tikið fløgu upp í Studio Pegasus í Klaksvík. Hetta kann gerast bæði fyrsta og síðsta fløga, […]

Tann størsti vinnufestivalurin í Norðanlondum kunngerð á heimasíðu síni, at føroysku bólkarnir The Dreams og 200 skulu spæla á ársins festivali, ið verður hildin í Århus fyrst vikuskiftið í juni.   Felagskapurin aftan fyri SPOT Festivalin boðar í dag frá, at teir báðir fremstu føroysku punkbólkarnir 200 og The Dreams verða á ársins festivali, ið […]

Donsku The Royal Highness vístu, hvussu man spælir eina rokkkonsert, tá teir buldraðu og brakaðu í Kagganum. The Dreams hava enn okkurt at læra, tí upphitingin fekk høvuðsnavnið at blikna.   Rættiligt rok stóðst av konsertini hjá Páll Finnur Páll ,The Dreams og The Royal Highness í Kambsdali seinasta leygarkvøld, og tí hevur tíðindaflutningurin um […]

Fríggjakvøldið og leygarkvøldið vóru konsertir í Margarinfabrikkini í Havn, bæði kvøldini vóru væl vitjaði, og konsertirnar gingu væl. Lýst var við, at hetta vóru nýggjastu bólkarnir í landinum, og tveir av bólkunum vóru so nýggir, at teir frumframførdu í Margarinfabrikkini. Planet var við leygarkvøldið og kann staðfesta, at framtíðin hjá føroyskum tónleiki er fjøllbroytt og […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives