Posts Tagged ‘Uni Árting

Vit halda nú fram við øðrum parti av søguni hjá MC-Hár. Í fyrsta partið hoyrdu vit um árini frá stovnan og fram til bólkurin gav fløguna “Framvegis uttan vit út” fyrst í 1998, nú halda vit fram frá beint eftir tað. Les fyrsta part av søguni her Limirnir í MC-Hár sum búðu í Keypmannahavn, spældu […]

MC-Hár varð settur á stovn 16. februar í 1991, á veg úr Djónastovu niðan í Gundadalshøllina tann dagin, tá Tórshavn fylti 125 ár.  Tað vóru rappararnir MC-Allah (Allan Mortensen) og Spark Buzz N (Niels Uni Dam), sum stovnaðu bólkin. Hvørgin teirra var nakar stórur sangari, so hóast áhugin fyrst og fremst var fyri tungmálmi og […]

Ein tann mest lovandi tungmálmsbólkurin í Føroyum 92/93 var Oblivion. Bassleikarin og sangarin Niels Arge Galán spældi í nógvum bólkum um hetta mundið, men í Oblivion var hann karismatiskur oddamaður í einum bólkum sum í stóran mun spældi egnan tónleik, tónleik sum í føroyskum høpi var tyngri, enn tað vit vanliga upplivdu. Tekstirnir vóru í […]

Allan jólamánaðin havi eg her á Nudlum forkelað tykkum við ymiskum áhugaverdum, men í dag sjálvan jólaaftan ber av. Eg kann borðreiða við ongum minni enn einari sensatión. Eg havi fingið hendur á endurinnspælingini av lagnum “Koyr okkurt í mína hosu”, ið Karaoke bólkurin Konfekt hevur gjørt við teimum originalu sangarunum. Elis, ið tykist at […]

Orka stríddist móti ljósinum í stóra teltinum og vánalig fyriskipan oyðilegði tíanverri í stóran mun eina konsert, ið kundi havt verið so góð, tí Orka spældi hamrandi væl. Manningin í Orku er skiftandi, og á hesari konsertini var serliga áhugavert, at bæði Høgni Lisberg og Uni Árting, sum hava býtt trummu- og slagverkleiklutin millum seg […]

Havi lurta einar 15 ferðir í gjøgnum, ikki brágóð. Tvey løg standa út beinanvegin, Rúmdardrongurin, og hon leitar. Hoyr ummælið her>>   Nøkur av samlaðu notatunum vóru: Men hon ljóðar ótrúliga væl, man brúkar karmarnar ordiliga væl og rúmið, og trappur og skaktir og alt møguligt gongur aftur Annars er fløgan sum so áhugaverd, stuttligt […]

Tað er løgið, sum summi fólk eru løgin. Her hugsi eg serliga um tær serligu verur sum sita í blaðstjórnini á Dimmu.   Nú eru nógv fólk løgin á dámligar mátar, men tað er ikki hetta slagið av dámligum løginleika, sum merkir blaðstjórnina á Dimmu. Hetta er heldur okkurt sum líkist politiskum snævurskygni.   Hetta […]


Um hesa síðu

Hetta er heimasíðan hjá Niels Una Dam, her vera ummæli og annar tekstur hjá mær at finna. Hetta er ikki ein tíðindasíða, so dagføringin verður ivaleyst so sum so

Categories

Archives