Lippukassin: Etikkur hevur lítlan áhuga millum føroysk miðlafólk

etikkurEinans 10 føroysk miðlafólk tímdu at møta upp, tá teirra yrkisfelag Føroysk Miðlafólk setti etikk á dagskránna. Áhugin fyri etikki er opinbart ikki serliga stórur millum okkara miðlafólk.

Tað var alt í alt ein fínur dagur, men tað, sum skelkaði meg, var uppmøtingin. Hetta er eitt so týdningarmikið evni, og eitt evni, ið fjølmiðlafólk í Føroyum mugu vera serliga uppmerksom um, tí miðlarnir hjá okkum eru so sperdir fíggjarliga og  sostatt við kvalifiseraðum ressoursum, at lætt er at missa prinsippini burt.

Dagurin var ókeypis fyri limir í Føroysk Miðlafólk, so tað er ófatiligt, at so fá luttóku. Kringvarpið  átti  seks av teimum tíggju, meðan hini arbeiddu á Dimmu og Sosialinum. Meðan einasti miðilin, ið sendi tíðindaleiðsluna var Sosialurin.

 

Bloggur, ið eg skrivaði eftir tiltak hjá felagnum føroysk miðlafólk í oktober 2012. Greinin gjørdist serliga aktuell aftur í morgun, tá hetta tiltakið varð nevnt í kjakið millum Liljuna Weihe tíðindaleiðara í Kringvarpinum og Ingrid Bjarnastein forkvinnu í Føroysk Miðlafólk. Tað var fúl skomm at hoyra tíðindaleiðaran í Kringvarpinum loypa á Felagið Føroysk Miðlafólk, fyri at duga illa at leggja skeið hjá sær, tí at hon ikki kundi luttaka á tílíkum skeiði kl. 10 ein leygardag, tí hon hevur børn. Mær vitandi hevur hon tvey børn, eg havi fýra og fann mær tíð at luttaka. Um tíðindaleðarin hevði nakran áhuga í etikki møtti hon upp, tí m.a. fleiri av hennara tíðindasøgum vóru gjøgnumgingnar. Les allan bloggin her

Úr lippukassanum
Eg lati lokið upp á lippukassanum og stingi hondina niður og taki fram brot úr onkrari grein úr savninum

Lippukassin: Vegurin til tað vinarliga samfelagið

Mynd: Ditte Mathilda Joensen
Mynd: Ditte Mathilda Joensen

Um vit ikki dagføra lógina um hjúnarband, hava vit valt mannarættindini frá og Móseslóg verður viðtikin.

Eg spyrji, hvat verður tá tað næsta sum fundamentalistarnir fara at krevja?

Hetta er ein glíðibreyt!

Verður tað, at svínakjøt skal forbjóðast? (eingin fani skal taka mítt bacon)

Ella tað, at kvinnurnar skulu út um býgarðarnar, tá tær hava mánasjúku?

Ella tað at vit ikki mugu fara í brúsu saman í svimjihøllini?

Nei, lat okkum heldur arbeiða fyri einum samfelag, har eingin verður kúgaður og mannarættindini verða vird. Tað er tað samfelagið, ið eg ynski mær, tað er tað vinarliga føroyska samfelagið í blóma!

Samfelagið, har eg kann elska tann eg vil, óansæð kyn, og har eg kann eta bacon við góðari matarlyst.

 

Les alla røðuna, ið eg helt í sambandi við, at Vendetta konsertferðin, ið 200 skipaði fyri saman við  Unga Tjóðveldinum endaði við einum braki í Sjónleikarhúsinum, røðan er akkurát líka aktuell í dag, sum tá. Kanska uppaftur aktuellari, nú Elsubeth Mercedes og onnur royna at sylta hjúnarbandslógina í eini nevnd, og fólk í samgonguni, sum ikki eru pillbýtt fara at fella eina lógarbroyting, ið tey ganga innfyri.

Úr lippukassanum
Eg lati lokið upp á lippukassanum og stingi hondina niður og taki fram brot úr onkrari grein úr savninum

Lippukassin: Showmenn siga REX farvæl

SHowmennFá dansistøð munnu hava lagt pall til Showmenn so ofta, sum REX hevur. Tí verður tað ivaleyst við sorgblídni, at Føroya besti dansibólkur fer á pall í dansistaðnum allar seinastu ferð.

Tað hevur longu verið greitt í eina tíð, at Showmenn í summar gevast við at spæla, og nú nærkast endin. Hetta vikuskiftið fer bólkurin á pall í REX. Teir spæla bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið. Leygarkvøldið verður gjørt eitt sindur serligt burturúr og REX bjóðar sjampanju til gestirnar.

Grein eg skrivaði fyrstu ferð, at Showmenn spældu sína allar seinastu konsert fyri seks árum síðan í mai 2007

 

Úr lippukassanum
Eg lati lokið upp á lippukassanum og stingi hondina niður og taki fram brot úr onkrari grein úr savninum

Lippukassin: Tað verður svakliga gott!

Eg vitjaði Carpark North í venjingarhølinum.
Eg vitjaði Carpark North í venjingarhølinum.

Í venjingarhølinum, ið eru á stødd við eini miðal hús, standa hinir limirnir í bólkinum og forrita á eini teldu. Hetta er partur av venjingini, sigur Lau. Hann greiðir frá, at teir allatíðina royna at gera framførsluna betri. Akkurát nú arbeiða teir við at gera ein intro til konsertferðina, ið byrjar í Føroyum. Tankin er, at fáa fólk at vera vill, longu tá bólkurin fer undir fyrsta lagið.

Her er ikki bara talan um at gera eina intro, men um at skapa eina heildarframførslu. Teir hava arbeitt nógv við hesum. Lau ivast ikki í, at tað verður svakliga gott og sigur, at hann hevði ynskt at sloppið at staðið í salinum og hugt eftir framførsluni.

Samrøða við Voxbotn aktuellu Carpark North, ið eg gjørdi fyri Sosialin í september 2005.

 

 

Úr lippukassanum
Eg lati lokið upp á lippukassanum og stingi hondina niður og taki fram brot úr onkrari grein úr savninum.

Lippukassin: Fýra gamlir rokkguðar

blacksabbathGamaní, Ozzy hevði astma innhalator við á pallin, og drakk te úr einum koppi, í staðin fyri eina whiskey fløsku og hasjsigarett. Rukkuttu fingrarnir hjá Geezer og Tony sóu margháttligir út á stóra skíggjanum við pallin, meðan teir vundu tungan tónleik úr sínum gittarum. Ótrúligt at sovorðin djevlaljóð kunnu koma úr so gomlum monnum.

Nú Black Sabbath aftur skulu spæla í Kongaríkinum Danmark, stakk eg hondina niður í Lippukassan eftir hesum ummælinum av tí upprunaliga tungmálmsbólkinum, seinastu ferð hann vitjaði í Danmark við upprunasangaranum Ozzy Osbourne á odda. Hetta ummældi eg fyrst í juli 2005.

Mánadagin hevur man so møguleika at ogna sær enn eitt atgongumerki til Black Sabbath, hesa ferð í Forum í Keypmannahavn 26. november, kenslan er ein “skal? skal ikki?”

Úr lippukassanum
Eg lati lokið upp á lippukassanum og stingi hondina niður og taki fram brot úr onkrari grein úr savninum.

Photo credit: Toke_j / Foter.com / CC BY-NC-SA

Lippukassin: Stjørnurnar brustu saman í Nólsoy

Stóra stjørnan í 2006, fyrst á fótbóltsvøllinum og eitt sindur seinni bleiv hann valdur til ársins sangara. Maðurin er ein ninja, ella var ein ninja.
Stóra stjørnan í 2006, fyrst á fótbóltsvøllinum og eitt sindur seinni bleiv hann valdur til ársins sangara. Maðurin er ein ninja, ella var ein ninja.

– Fleiri av gomlu leikarunum vóru so pøstir av gongutúrinum, at teir næstan ikki orkaðu at spæla áðrenn dysturin var komin í gongd, greiddi Rókur frá og vónaði at fyriskipararnir skipa fyri farti næstu ferð, soleiðis, at teir eldru eisini hava ein møguleika.

 

Dystarfrásøgn og samrøða við Rók Jákupsson Jakobsen, stóru stjørnuna í fyrstu árligu fótbóltskappingini fyri tónleikarar, ið var hildin á Ovastevnu í august 2006.

Henda kavan í Lippukassan eftir kanska størsta dysti í føroyskari tónleikasøgu, fyri ikki at siga ítróttarsøgu er serliga hóskandi, nú heimliga fótbóltskappingin er farin í gongd, og eisini landsliðið skal á vøllin til klassikan dyst móti Eysturríki í morgin.

Úr lippukassanum
Eg lati lokið upp á lippukassanum og stingi hondina niður og taki fram brot úr onkrari grein úr savninum

Lippukassin: Yvir G!vind

Mynd: Niels Uni Dam
Mynd: Niels Uni Dam

Nógv verður gjørt fyri at selja, og lýsingartekstir kunnu vera øgiligir. Vit fáa javnan tíðindaskriv sendandi, har vit mugu klippa nógv lýsingarorð út, men í gjár bar av, og ja, kanska fór onkur yvir G!vind.

G!Festivalurin avdúkaði í gjár, at Sic spælir á ársins festivali, og ja, skulu vit trúgva festivalinum, so er hetta ikki ein bólkur, men ein kollvelting ella okkurt, ið líkist gudum, ið fara á pallin.

Les greinina, ið eg skrivaði í 2007 tá G!Festivalurin í eini roynd at selja vørðuna skrivaði ein næstan evangeliskan tekst um Sic

Úr lippukassanum
Eg lati lokið upp á lippukassanum og stingi hondina niður og taki fram brot úr onkrari grein úr savninum

Lippukassin – Plátufeløg upp at berjast

Ein av tónleikajournalistunum segði við meg:
– Lat teir spæla eina sýnisgluggakonsert í Keypmannahavn, so berjast plátufeløgini um teir.

Jens Ove Friis stjóri í plátufelagnum Recart var ein av heitastu fjepparunum hjá Boys In A Band eftir framførsluna í Kagganum hóskvøldið. Hann segði tá við meg:

– Hetta er nakað av tí besta, ið eg havi sæð í fleiri ár!

 

Les greinina um plátusáttmálar og festivalspælingar, ið stóðu føroyskum bólkum í boði eftir, at Atlantic Music Event var hildið í Norðurlandahúsinum í apríl 2007

 

Úr lippukassanum
Eg lati lokið upp á lippukassanum og stingi hondina niður og taki fram brot úr onkrari grein úr savninum

Lippukassin – Bjørk leggur upp í flaggstríðið

– Eg vil ogna Føroyum og Grønlandi hetta lagið, segði Bjørk, tá hon varð klappað uppaftur á pallin at spæla eykalag eftir lokna konsert. Hon spældi síðan lagið Declare Indenpendence av komandi fløgu síni. Lagið var sambært Arnar Eggert Thoroddsen blaðmanni á Morgunblaðnum eitt hart pumpandi tekno punklag, við tekstinum:

“Declare Independence

Don’t let them do this to you.

Raise the flag higher and higher.”

Arnar Eggert greiður frá, at tey nógvu fólkini, ið vóru komin saman í Laugardalshøllini vórðu tikin á bóli av hesum, tí hetta kom óvart á, men rómurin var øgiligur.

– Øll tyktust at taka undir við hesum, ja, kanska ikki teir danirnir, sum vóru har, men øll onnur, sigur tónleikatíðindamaðurin í telefonini úr Reykjavík.

Les greinina, eg skrivaði, eftir at Bjørk í apríl 2007 ognaði føroyingum og grønlendingum sangin Declare your indenpendence á konsert í Laugardalshøllini

 

Úr lippukassanum
Eg lati lokið upp á lippukassanum og stingi hondina niður og taki fram brot úr onkrari grein úr savninum

Lippukassin – Grand Prix finala uttan Lindu og Vígdis

Hóast føroyska songkvinnan Linda Andrews og føroyska dansarinnan Vígdis Hentze Olsen vóru við til at tryggja danska Eurovision vinnaranum DQ atgongd til stóru evropeisku finaluna í Helsinki, so verður hvørgin teirra at síggja á pallinum leygarkvøldið, tá væntandi væl yvir 100 milliónir hyggjarar seta seg frammanfyri sjónvarpsskíggjan.

 

Les greinina um tá Linda Andrews og Vígdis Hentze Olsen mundu blivið fyrstu føroyingar í eini altjóða Eurovision finalu

 

Úr lippukassanum
Eg lati lokið upp á lippukassanum og stingi hondina niður og taki fram brot úr onkrari grein úr savninu