Lippukassin: T.O.S. á Summarfestivalinum

T.O.S hevur givið kristnum føroyskum tónleiki eina nýggja dimensjón, og á konsertini í kvøld opinberaðist hendan dimensjónin fyri uppaftur fleiri,  tí T.O.S røkkur nógv longur enn bert til vanliga gospeláskoðaran og við luttøku á einum verðsligum tiltaki sum Summarfestivalinum kemur tónleikurin út til fólk, ið neyvan vanliga høvdu hoyrt bólkin.


Ummæli av T.O.S, á Summarfestivalinum 2011

 

Úr lippukassanum
Eg lati lokið upp á lippukassanum og stingi hondina niður og taki fram brot úr onkrari grein úr savninum

 

Lippukassin – Setanarverkið til listastevnuna 2002

Fann hesa yrkingina á telduni, hon er partur av savninum Rótleys Tøgn, ið liggur inni á síðuni yrkingasøvn. Hon bleiv brúkt til setanina av Listastevnu Føroya í 2002, hetta er ein partur av samstarvinum millum meg og Trónd Bogasaon, ið brýtur eitt sindur frá MC-Hár samstarvinum, ið vit best eru kendir frá. Eg minnist ikki tónleikin, men eri glaður fyri yrkingina.

Bara at vera

Tónleikur: Tróndur Bogason Hansen

Orð: Niels Uni Dam

Framført av Ernst Sondum Dalsgarð (sang) og Christen S. Teglbjærg (klaver)

I

innantanna møti eg mær sjálvum

ella kanska mær sjálvari

úr eygum mínum lýsur kærleikin

ið eg ongantíð gav tær

men nú gevi mær

og eina løtu

bert eina evarska lítla løtu

kenni eg meg sjálvan aftur

kennist við leiðina

ið spakuliga hvørvur út í sandin

og hvørvur

spakuliga

og aftur er ókend

ella avnoktað

ella vald gloymd

í enn eina langa løtu

enn eina

 

II

eg missi fótafestið

í dagsins fyrstu andaneyð

 

tørvurin á onkrum forkunnugum

tekur vald á dreyminum um siðloysi

sum gloymdi at vísa hóvsemi

 

í langar løtur

 

innantanna kærleikin

tekur kropsligar dygdir framum

 

trilvandi fingrar

finna hitan

eg sjálvur og eg sjálv

gloymdir kossar

 

minnilutakenslan

smíðar vónloysingini eina kistu

men loysingin hvørvur

spakuliga

og við hóvsemi

 

III

mínir synir løgdu mínar syndir í kistuna

longu áðrenn eg varð til

teir leitaðu innanfyri gloymdu múrarnar

og funnu lotið

tað var áðrenn eg endiliga fann fótafesti

teir málaðu ein málning á mína pannu

viskaðu hann av aftur

vaskaðu hann av aftur

vaknaðu umaftur

gloymdu at bara vera

og løgdu mínar syndir aftur í kistuna

 

IV

 

eg livi longu

helt meg hava rætt

til og í so mongum

 

eg og eg

hond í hond

gjøgnum múrar

sum rapla

 

hevði tol

vísti hovsemi

og hevði altíð

syndina við

 

fótafestið

og kærleikin

eru funnin

og aftur gloymd

liggja undir raplaðum múrum

 

eg skilji umaftur

og skiljist

Úr lippukassanum
Eg lati lokið upp á lippukassanum og stingi hondina niður og taki fram brot úr onkrari grein úr savninum

 

Lippukassin – Ummæli av Rithøvunda bókini

Síðan Rithøvundafelag Føroya í fjør gav út bókina ‘Rithøvunda Bókin’ hevur nógv verið skrivað í fjølmiðlunum um hesa útgávu, men tíðanverri hevur skrivingin mest snúð seg um, hvør ikki átti at verið við í bókini. Um hvør hevur rætt til at kalla seg rithøvund. Henda skriving hevur eftir mínari metan mest verið drivin av útbrendum gamlum monnum við sjálvsvirðiskreppu, hesin útrúligi býttleiki hevur tíðanverri sett alla bókina í ringt ljós, hetta er synd tí eftir mínari metan er bókin bæði áhugaverd og stuttlig.

 

Ummælið av Rithøvunabókini skriva í september 1996

 

Úr lippukassanum
Eg lati lokið upp á lippukassanum og stingi hondina niður og taki fram brot úr onkrari grein úr savninum

 

Lippukassin – samrøða við Hans Fróða Hansen

– Eg visti, at tað fór at ganga væl, men at tað skuldi ganga so skjott, kann eg bert fegnast um. Eg trugvi, at um tú hevur rætta áræðið, so kanst tú koma langt eisini í Los Angeles, sigur Hans Fróði.

 

Samrøða við Hans Fróða Hansen 27. apríl 2007 í sambandi við hansara amerikanska ævintýr

 

Úr lippukassanum
Eg lati lokið upp á lippukassanum og stingi hondina niður og taki fram brot úr onkrari grein úr savninum

Lippukassin – Tónleikur 2001

Eg var ikki sjálvur í Klaksvík, og veit tí av góðum grundum ikki hvussu ringir Lítla Rúm vóru. Men at teir høvdu ta einastu ringu framførsluna í ár, ivist eg í. Við bert at hava kritikk av hesum eina bólki, gevur Tónleikur 2001 lesaranum eina mynd av Lítla Rúm, sum ársins ringasti bólkur. Hetta er møguliga ein røtt mynd, líka veit eg? Men vóru teir veruliga einasti ringi bólkur í ár? Um so er, áttu teir at fingi eitt heiðursmerki fyri hetta.

 

Ummæli av bókini Tónleikur 2001, sum Sosialurin og pop.fo góvu út í desember 2001

Úr lippukassanum
Eg lati lokið upp á lippukassanum og stingi hondina niður og taki fram brot úr onkrari grein úr savninum

Síðan tá hevur Lílta Rúm valt at dokumentera framførsluna, við at leggja filmklipp av henni á youtube.



Lippukassin – Botnárið 2002

Í apríl setti veljarin í Føroyum landið í eina sovorðna støðu, at andaliga avstumpaðu helvitisprætikantarnir úr Miðflokkinum fingu veruligt vald.  Eitt annað botnavrik var, tá javnaðar tingmaður úr Sandoynni, legði eftir ginunum.

 

Afturlítandi orðaskvaldur við ársenda 2002

 

Úr lippukassanum
Eg lasi lokið av lippukassanum og stingi hondina niður og taki fram brot úr onkrari grein úr savninum

Lippukassin – Roykipolitikkur

Eg var niðri í SMS seinastu viku, saman við mínum tveimum synum, ein er 7 ár og hin 3 mánaðir. Komin uppá møtti eg einum pari. Hetta var eitt fitt ungt par 21-22 ára gomul, gentan var við barn mundi hava gingið einar 5-6 mánaðar. Tey gingu har so fitt og spankuleraðu við hvør sínari sigarett.


Hugleiðing í 2002 um roykipolitikkin hjá SMS

 

Úr lippukassanum
Eg lasi lokið av lippukassanum og stingi hondina niður og taki fram brot úr onkrari grein úr savninum

Lippukassin – Waterboarding í Kringvarpinum

Tað var skelkandi at hoyra Øss Egholm frá morgunstundini í okkara almenna Kringvarpi, greiða frá hvussu effektivt Waterboarding er, og at tað er fullkomiliga ófarligt.  Somuleiðis fekk tað øði í meg, at hann eftirfylgjandi bagatelliseraði síni úttalilsi.

Hugleiðing um morgunútvarp 10. november 2010

Úr lippukassanum
Eg stingi hvønn dag hondina niður í lippukassan og taki fram brot úr onkrari grein úr savninum.

Lippukassin – Hugleiðingar eftir sorgarleikin í Virginia Tech

Tekning: Marius

Eg minnist tá ein næmingur hevði knív við í skúla. Í nógvar dagar var hann argaður, og hann hevði eitt sera eksplosivt sinnalag, og henda dagin hevði hann tikið ein dolk við. Onkur boðaði gongvaktini frá, og tað gjørdist til ein bardaga millum næmingin og ein lærara mitt á gongini í skúlanum. Tað sá ógvisligt út, og kundi lætt verið gingið verri. Hetta var ein næmingur, ið varð illa happaður, hevði óstøðug viðurskifti kring seg, og sum ikki hevði neyðugt sálarligt yvirskot. Hann vildi vera tann stóri, og hevði ein lærari ikki við vanda fyri egnum lívi fingið knívin frá honum, so kundi hetta verið endað sum ein sorgarleikur.

 

Hugleiðingar um happing og avleiðingar, ið sambandi við sorgarleikin á Virginia Tech 16. apríl 2007. Hugleiðingin var í Skúlablaðnum í mei 2007.

Lippukassin – Boys in a Band á Roskilde Festivalinum

– Eg haldi ongantíð áður, at eg havi uppliva so góðan energi frá fólki, sum her. Hatta var ótrúliga feitt, segði Pætur millum eina autograf og ein muss. Karismatiski sangarin var ein nógv umbiðin maður serliga millum kvinnuligu festivalgestirnar eftir konsertina.

 

Á konsert við Boys in a Band á Roskilde Festivalinum 2007

 

Úr lippukassanum
Eg lasi lokið av lippukassanum og stingi hondina niður og taki fram brot úr onkrari grein úr savninum