Føroysk fólkasál í eystur Jútlandi

Vestmenningurin Kaj Klein hevur verið útiseti í eitt mannaminni, men hóast hetta skrivar hann rámandi fólkatónleik, sum við teksti og tónleiki er rótfest í hansara føroyska samleika, tú ivast ikki í, at hetta er vestmenningurin, ið syngur og spælir. 

Í løtuni hevur Kaj ætlanir um minst tvær nýggjar útgávur, og hóast hann stríðist við avlemjandi høvuðpínu, og tað sum hann sjálvur rópar eitt spilt vinstra oyra, so er tað enn tónleikin, ið hann brennur fyri og arbeiðir við.

Samrøða

Niels Uni Dam
nud@sosialurin.fo

Kaj Klein býr saman við listakvinnuni Elin Josefinu Smith í Toustrup Mark, ið er ein lítil bygd í eystur Jútlandi millum Århus og Silkeborg. Her hava tey búð 10 ár, og parið trívist væl. Kaj flutti niður at lesa tónleik á universitetinum í 1980, og er ongantíð fluttur heim aftur. 

Tey liva eina kreativa tilveru í Toustrup Mark. Elin málar og Kaj ger tónleik. Hóast bæði eru føroysk, so trívast tey væl í Danmark, men javnan ferðast tey heim, eitt nú tá Elin sýnir myndir fram ella tá Kaj spælir tónleik.

Tað er á einum av hesum ferðunum, at eg hitti Kaj uppi á loftinum í Smiðjuni í Lítluvík. Millum myndirnar hjá Elin Josefinu, seta vit okkum og práta um, hvat hann tekst við, og hvørjar hansara ætlanir eru.

Triologiin liðug

Í fyrra árið kom fløgan “Í andglettinum” út. Hetta er triðja fløga í einari triologi, ið Kaj hevur arbeitt við í nøkur ár. Hinar fløgurnar í triologini eru trídupult útgávan “Úr maskinrúminum” og “Hálvt frá hálsi”.

Tónleikararnir, ið Kaj hevur spælt inn  saman við, eru ofta danskir elitutónleikarar, men ljóðið passar væl til føroysku fólkasálina, og t.d. ljóðar “Úr maskinrúminum” sum eitt slag av nýskrivaðum sjómansvísum, sangir sum Pallasa Pengar, Sawyer og Men tá óttin hvørvur kundu allir verið kvøðuljómaslagarar. 

Kaj greiðir frá, at hann sær tær tríggjar útgávurnar, sum eitt slag av triologi. Tí hann visti longu áðrenn hann fór undir tað fyrstu, hvørji løgini skuldu vera á øllum útgávunum. Har vóru hugskot til yvir 50 løg, og sjálvandi vóru onkri skift út ávegis, men hann helt um konseptið og bulin allan vegin. 

– T.d. á seinastu útgávuni, “Í andglettinum” høvdu vit spælt nóg nógv løg inn, til at tað eisini skuldi vera ein dupultfløga. Løgini vóru heilt klár, men eg endaði við at kassera nógv av teimum, so fløgan skuldi rigga sum ein heild, sigur Kaj.

Ótilvitaður Cohen

Á “Í andglettinum” arbeiddi Kaj saman við Mariu Guttesen, og hetta samstarvið fekk ummælarar at samanbera Kaj við Leonard Cohen, ið eisini hevur havt markantar kvinnuligar kórrøddir í sínari ljóðmynd. Men hetta er ikki ein samanbering, ið Kaj var tilvitaður um, tá hann fór undir samstarvið við Mariu.

– Nei, eg hevði tørv á einari kórdamu, og Maria kom inn at syngja kór. Men hon sang so væl, var so dámlig og kom við so konstruktivum kritikki, at hon fekk meira pláss í ljóðmyndini, enn eg upprunaliga ætlaði, greiður Kaj frá.

Bendar spónir og Kaj

Hann gleðir seg eisini til at arbeiða saman við Mariu aftur, á eini komandi útgávu. Tí Kaj hevur ætlanir um minst tvær útgávur afturat. Tann fyrsta verður tó ikki saman við Mariu.

– Eg spældi í Sirkus saman við Bendum Spónum í august, og vit hava tosað saman um at gera eina úgávu saman. Eg vænti, at vit fara at taka upp í komandi summar. 

Bendar Spónir er ein bólkur av ungum monnum úr Havn, ið hevur spælt saman í áravís. Í fjør gav bólkurin tvær LP’ir út. Eina við sínum egna instrumentala tónleiki, og eina saman við Kára Sverrissyni. Hetta er ein útgáva, ið snýkti seg millum tær allar bestu á árinum, tá útvarpið skuldi velja ársins fløgur her fyri.

Samstarvið við Bendar Spónir hevur verið ávegis í fleiri ár, sigur Kaj. Beiggi Kaj, Karl Anton Klein arbeiddi við nógvum av teimum ungu tónleikarunum í Havn, m.a. við undirvísing á Margarinfabrikkini. Ein av hesum tónleikarum var Mattias Kapnas, ið spælir tangentar í Bendum Spónum.

Nokkso rock’n’roll

– Eg tosaði við Mattias, tá Anton doyði, og vit tosaðu um at gera okkurt saman tá. Upprunaliga tosaðu vit um  okkurt við Plastnoist tilfari. Men so ringdi eg til hann um at spæla í Sirkus síðsta summar, og tað bar til. Mær dámdi ordiliga væl at spæla saman við teimum, tí teir eru nokkso rock’n’roll. 

– Eg hevði ætla, at vit skuldu spæla okkurt inn nú, men tað liggur ikki fyri hjá øllum, so tí er ætlanin at fara í studio komandi summar, greiðir Kaj frá. 

Tá Bendar Spónir góvu sínar útgávur út í fjør, vóru tær givnar út sum LP, við fløgu afturat sær, og so sum download. Kaj viðgongur, at hetta er ein møguleiki, ið hann eisini umhugsar. 

– Tað loysir seg snøgt sagt ikki, at geva fløgur út longur, sigur Kaj, tí umhugsar hann bara LP og download, men hevur ikki enn kannað, hvat skal til fyri at fáa hetta at hanga saman. 

Ferðsluóhapp broytti alt

Kaj er sum áður nevnt virkin tónasmiðjur, og hevur longu eini 50 løg klár. Hetta er nakað tað sama, sum hann hevði, áðrenn hann fór undir triologiina. Hann skrivar tónleik og tekur upp heima við hús, har hann hevur innrættað eitt heimastudio. Áður spældi hann eisini nógvar konsertir, men hetta broytist brádliga í 1998, tá Kaj bleiv ákoyrdur av einum bili aftanífrá.

– Eg havi konstanta høvuðpínu og mítt vinstra oyra er spilt. Tað tolir slett ikki larm, tá eg spæli inn, so seti eg vanliga forsterkaran í eitt annað rúm, tí eg fái ilt av larminum.

Tá Kaj Klein og bólkur spæla konsertir, so syrgja teir fyri, at ljóðið á pallinum er so spakuligt sum til ber, og so gongur tað. Men tað er ikki altíð at atlit vera tikin til hetta. 

Píkatrá í oyra

– Eg spældi eina konsert her fyri, har eitt felagsorkestur var, og eg skuldi upp at syngja nøkur løg. Tá var ræðuliga hart frá á pallinum, og eg hevði bassin og trummurnar beint í vinstra oyra, tað var sum um onkur fílaði við píkatráið gjøgnum oyra á mær, greiður Kaj frá. 

Ólukkan hevur sum sagt eisini havt við sær, at Kaj lýður nógv av høvuðpínu. Men hann hevur tó valt at halda áfram við at skriva tónleik og geva hann út, og at døma eftir ætlanunum, so bendir alt á, at vit fara at hoyra nógv til Kaj Klein eisini komandi árini.

Góð ummæli

Fløgurnar, ið Kaj Klein hevur givið út seinastu árini hava allar fingið heilt øgiliga góð ummælið, men hóast talan er um sera lurtaravinarlig løg, vera tey lítið spæld í útvarpinum.

Eg spyrji Kaj, um hann hevur nakra fatan av, hví hansara tónleikur fær so lítið pláss á útvarpsstøðunum, tá tónleikur úr  somu tónleikagreinum, verður tráspældur. 

Hetta tykist hann ikki at hava nakra meining um, men roknar við, at tað at hann er útiseti og tí ikki í sama mun sum herbúgvandi tónleikarar er til staðar at marknaðarføra tónleikin, kann hava sína ávirkan.

Føroysk fólkasál í eystur Jútlandi

Vestmenningurin Kaj Klein hevur verið útiseti í eitt mannaminni, men hóast hetta skrivar hann rámandi fólkatónleik, sum við teksti og tónleiki er rótfest í hansara føroyska samleika, tú ivast ikki í, at hetta er vestmenningurin, ið syngur og spælir. 

Í løtuni hevur Kaj ætlanir um minst tvær nýggjar útgávur, og hóast hann stríðist við avlemjandi høvuðpínu, og tað sum hann sjálvur rópar eitt spilt vinstra oyra, so er tað enn tónleikin, ið hann brennur fyri og arbeiðir við.

Samrøða

Niels Uni Dam

Kaj Klein býr saman við listakvinnuni Elin Josefinu Smith í Toustrup Mark, ið er ein lítil bygd í eystur Jútlandi millum Århus og Silkeborg. Her hava tey búð 10 ár, og parið trívist væl. Kaj flutti niður at lesa tónleik á universitetinum í 1980, og er ongantíð fluttur heim aftur. 

Tey liva eina kreativa tilveru í Toustrup Mark. Elin málar og Kaj ger tónleik. Hóast bæði eru føroysk, so trívast tey væl í Danmark, men javnan ferðast tey heim, eitt nú tá Elin sýnir myndir fram ella tá Kaj spælir tónleik.

Tað er á einum av hesum ferðunum, at eg hitti Kaj uppi á loftinum í Smiðjuni í Lítluvík. Millum myndirnar hjá Elin Josefinu, seta vit okkum og práta um, hvat hann tekst við, og hvørjar hansara ætlanir eru.

Triologiin liðug

Í fyrra árið kom fløgan “Í andglettinum” út. Hetta er triðja fløga í einari triologi, ið Kaj hevur arbeitt við í nøkur ár. Hinar fløgurnar í triologini eru trídupult útgávan “Úr maskinrúminum” og “Hálvt frá hálsi”.

Tónleikararnir, ið Kaj hevur spælt inn  saman við, eru ofta danskir elitutónleikarar, men ljóðið passar væl til føroysku fólkasálina, og t.d. ljóðar “Úr maskinrúminum” sum eitt slag av nýskrivaðum sjómansvísum, sangir sum Pallasa Pengar, Sawyer og Men tá óttin hvørvur kundu allir verið kvøðuljómaslagarar. 

Kaj greiðir frá, at hann sær tær tríggjar útgávurnar, sum eitt slag av triologi. Tí hann visti longu áðrenn hann fór undir tað fyrstu, hvørji løgini skuldu vera á øllum útgávunum. Har vóru hugskot til yvir 50 løg, og sjálvandi vóru onkri skift út ávegis, men hann helt um konseptið og bulin allan vegin. 

– T.d. á seinastu útgávuni, “Í andglettinum” høvdu vit spælt nóg nógv løg inn, til at tað eisini skuldi vera ein dupultfløga. Løgini vóru heilt klár, men eg endaði við at kassera nógv av teimum, so fløgan skuldi rigga sum ein heild, sigur Kaj.

Ótilvitaður Cohen

Á “Í andglettinum” arbeiddi Kaj saman við Mariu Guttesen, og hetta samstarvið fekk ummælarar at samanbera Kaj við Leonard Cohen, ið eisini hevur havt markantar kvinnuligar kórrøddir í sínari ljóðmynd. Men hetta er ikki ein samanbering, ið Kaj var tilvitaður um, tá hann fór undir samstarvið við Mariu.

– Nei, eg hevði tørv á einari kórdamu, og Maria kom inn at syngja kór. Men hon sang so væl, var so dámlig og kom við so konstruktivum kritikki, at hon fekk meira pláss í ljóðmyndini, enn eg upprunaliga ætlaði, greiður Kaj frá.

Bendar spónir og Kaj

Hann gleðir seg eisini til at arbeiða saman við Mariu aftur, á eini komandi útgávu. Tí Kaj hevur ætlanir um minst tvær útgávur afturat. Tann fyrsta verður tó ikki saman við Mariu.

– Eg spældi í Sirkus saman við Bendum Spónum í august, og vit hava tosað saman um at gera eina úgávu saman. Eg vænti, at vit fara at taka upp í komandi summar. 

Bendar Spónir er ein bólkur av ungum monnum úr Havn, ið hevur spælt saman í áravís. Í fjør gav bólkurin tvær LP’ir út. Eina við sínum egna instrumentala tónleiki, og eina saman við Kára Sverrissyni. Hetta er ein útgáva, ið snýkti seg millum tær allar bestu á árinum, tá útvarpið skuldi velja ársins fløgur her fyri.

Samstarvið við Bendar Spónir hevur verið ávegis í fleiri ár, sigur Kaj. Beiggi Kaj, Karl Anton Klein arbeiddi við nógvum av teimum ungu tónleikarunum í Havn, m.a. við undirvísing á Margarinfabrikkini. Ein av hesum tónleikarum var Mattias Kapnas, ið spælir tangentar í Bendum Spónum.

Nokkso rock’n’roll

– Eg tosaði við Mattias, tá Anton doyði, og vit tosaðu um at gera okkurt saman tá. Upprunaliga tosaðu vit um  okkurt við Plastnoist tilfari. Men so ringdi eg til hann um at spæla í Sirkus síðsta summar, og tað bar til. Mær dámdi ordiliga væl at spæla saman við teimum, tí teir eru nokkso rock’n’roll. 

– Eg hevði ætla, at vit skuldu spæla okkurt inn nú, men tað liggur ikki fyri hjá øllum, so tí er ætlanin at fara í studio komandi summar, greiðir Kaj frá. 

Tá Bendar Spónir góvu sínar útgávur út í fjør, vóru tær givnar út sum LP, við fløgu afturat sær, og so sum download. Kaj viðgongur, at hetta er ein møguleiki, ið hann eisini umhugsar. 

– Tað loysir seg snøgt sagt ikki, at geva fløgur út longur, sigur Kaj, tí umhugsar hann bara LP og download, men hevur ikki enn kannað, hvat skal til fyri at fáa hetta at hanga saman. 

Ferðsluóhapp broytti alt

Kaj er sum áður nevnt virkin tónasmiðjur, og hevur longu eini 50 løg klár. Hetta er nakað tað sama, sum hann hevði, áðrenn hann fór undir triologiina. Hann skrivar tónleik og tekur upp heima við hús, har hann hevur innrættað eitt heimastudio. Áður spældi hann eisini nógvar konsertir, men hetta broytist brádliga í 1998, tá Kaj bleiv ákoyrdur av einum bili aftanífrá.

– Eg havi konstanta høvuðpínu og mítt vinstra oyra er spilt. Tað tolir slett ikki larm, tá eg spæli inn, so seti eg vanliga forsterkaran í eitt annað rúm, tí eg fái ilt av larminum.

Tá Kaj Klein og bólkur spæla konsertir, so syrgja teir fyri, at ljóðið á pallinum er so spakuligt sum til ber, og so gongur tað. Men tað er ikki altíð at atlit vera tikin til hetta. 

Píkatrá í oyra

– Eg spældi eina konsert her fyri, har eitt felagsorkestur var, og eg skuldi upp at syngja nøkur løg. Tá var ræðuliga hart frá á pallinum, og eg hevði bassin og trummurnar beint í vinstra oyra, tað var sum um onkur fílaði við píkatráið gjøgnum oyra á mær, greiður Kaj frá. 

Ólukkan hevur sum sagt eisini havt við sær, at Kaj lýður nógv av høvuðpínu. Men hann hevur tó valt at halda áfram við at skriva tónleik og geva hann út, og at døma eftir ætlanunum, so bendir alt á, at vit fara at hoyra nógv til Kaj Klein eisini komandi árini.

Góð ummæli

Fløgurnar, ið Kaj Klein hevur givið út seinastu árini hava allar fingið heilt øgiliga góð ummælið, men hóast talan er um sera lurtaravinarlig løg, vera tey lítið spæld í útvarpinum.

Eg spyrji Kaj, um hann hevur nakra fatan av, hví hansara tónleikur fær so lítið pláss á útvarpsstøðunum, tá tónleikur úr  somu tónleikagreinum, verður tráspældur. 

Hetta tykist hann ikki at hava nakra meining um, men roknar við, at tað at hann er útiseti og tí ikki í sama mun sum herbúgvandi tónleikarar er til staðar at marknaðarføra tónleikin, kann hava sína ávirkan.

Spáddi lutvíst rætt

Longdin, kynið og dagurin passaði, men vektin var við síðuna av, tá føroyski clairvoyanturin Marin Súsanna Vígda um miðjan mars í Sosialinum spáddi um kongaliga arvingin.

– Trý av fýra er ikki so galið, heldur Súsanna Vígdá, ið spáddi um nýggju prinsessuna í Sosialinum 17. mars
Mynd: Símun Jóannesarson

Føroyski clairvoyanturin Súsanna Vígdá segði við í samrøðu við Sosialin 17. mars, at hon hevði fingið innlit í vekt, longd, kyn og part av dagfestingini, tá, tá komandi barnið hjá Mary og Frederik fór at verða føtt. Súsanna segði soleiðis:

– Mary, krúnprinsessa og Frederik, krúnprinsur fáa eina lítla prinsessu. Hon vigar umleið 2985 gram og er umleið 49-50 sentimetrar til longdar. Eg eri ikki heilt greið yvir nær tað verður, men eitt 2 tal er í dagfestingini, kanska kemur tað til mín seinni, eg skal boða tær frá, tá eg veit okkurt.

Hetta var lutvíst rætt. Talan gjørdist um eina prinsessu, og dagurin var leygardagur 21. apríl, so eitt 2 tal er í dagfestingini, eisini longdin passar. Prinsessan er 50 sentimetrar til longdar og hetta er somuleiðis rætt. Men sermerkt lága vektin, ið Súsanna spáddi, var við síðuna av. Prinsessan vigar 3350 gramm, hetta eru 365 gramm meira, enn spátt var. Men Súsanna vísti eisini á, at clairvoyanca ikki er ein presis vísind.

– Vit clairvoyantar hava ikki altíð rætt, so tað er altíð ein risiko, við at deila sína vitan við onnur, segði hon. Men sigast má, at í hesum førinum hevði hon lutvíst rætt.
Í viðmerking til portal.fo í dag, var Súsanna heldur ikki vónbrotin um, at ein av fýra spádómum var við síðuna av.

Ná trý av fýra er ikki heilt dumt, ella hvat heldur tú? Sum tað er deiligt við eini undurfullari prinsessu, sigur Súsanna.

Súsanna Vígdá er clairvoyantur, hon hevur síðan barnsbein sæð hendingar, áðrenn tær eru hendar. Súsanna er úr Fuglafirði, men hevur síðan 1986 búð í Danmark. Hon er fólkaskúlalærari, og við síðuna av hesum arbeiði, virkar hon sum clairvoyantur.
Í samrøðu í Sosialinum í fjør avdúkaði hon, at áðrenn krúnprinsaparið Mary og Frederik fingu sonin Christian, visti hon, at hetta fór at vera ein drongur. Hon visti somuleiðis, nær hann fór at verða borin í heim, bæði dagfesting og hvat klokkutíð, og júst klokkutíðin hesaferð er eisini eitt sindur áhugaverd. Lítla prinsessan varð borin í heim 16.02, her var aftur eitt 2 tal.

Ein fløga er ein billett

Guðrið Hansdóttir gav í hesi vikuni fløguna »Love Is Dead« út, ein fløga, ið dokumenterar seinastu 12 árini av hennara tónleikalívi, og sum vónandi kann gerast billettin til eitt lív sum yrkistónleikari.

Hon er kend fyri litfagru klæðini, fyri sorgblíðu løgini og so fyri røddina. Vit hava hitt Guðrið Hansdóttir, sum í vikuni gav fløguna »Love Is Dead« út.

Hetta er fyrsta fløgan hjá songkvinnuni, við teirri serligu røddini, ið hevur fangað oyru á áhoyrarum og ummælarum seinastu árini. Sum songkvinna í PH 5,5, í Isadora & The Rebels, einsamøll við gittaranum og á útgávum hjá Peturi Pólsyni og  Flemming Petersen og seinastu tíðina við bólki undir egnum navni, hevur Guðrið spakuliga brent seg inn í minnið á alt fleiri fólki.

Fløgan er ein roynd at dokumentera, nakað av tí tónleiki, ið Guðrið Hansdóttir hevur skrivað.

– Eg vil sleppa av við hetta, eg føli, at eg ikki klári at koma víðari við at skrivað fyrr enn eg gevi okkurt út. Eg blívi bara við at broyta løgini, og tey blíva ongantíð liðug, so eg geri hetta fyri at sleppa víðari, sigur Guðrið. Dreymurin er at liva av tónleiki, og ein fløga er ein billett, ið vónandi kann hjálpa við at nærkast hesum dreyminum.

Kennist óveruligt
-Tað kennist rættiliga óveruligt, eg haldi ikki at tað hevur gingið upp fyri mær enn, at eg havi gjørt mína egnu fløgu. Akkurát nú veit eg einki, eg veit ikki hvussu fløgan fer at verða móttikin, og eg eri eitt sindur nervøs, hvussu fólk fer at taka ímóti henni, greiður Guðrið frá .

Tað er Guðrið sjálv, ið hevur fíggja upptøkur og ljóðbland, so hóast plátufelagið Tutl hevur givið fløguna út, stendur eisini nógv figgjarliga upp á spæl fyri Guðrið. So hetta ger eisini spenningin um móttøkuna uppaftur størri.

Eitt ávíst trýst
Guðrið Hansdóttir er eitt av mest heipaðu nøvnunum á føroyska tónleikapallinum. Bæði í Isadora & The Rebels og undir egnum navni hevur Guðrið fingið frálík ummæli. Hon er saman við teimum báðum royndu songkvinnunum Eivør Pálsdóttir og Lenu Andersen einasta kvinna, ið hevur verið í uppskotið til heiðurin sum besta songkvinna, báðu ferð Planet Awards hevur verið. Sambært Guðrið kennist hetta løgið.

– Eg havi ikki verið so leingi frammi, sum eitt nú Eivør og Lena, so eg havi eitt sindur torført við at venja meg við tað, greiður hon frá.

Hon lesur enn ummælini, og er greið yvir, at góðu konsert ummælini hava eitt trýst við sær, nú hon ger eina fløgu.

– Tað liggur heilt sikkurt eitt press, henda fyrsta fløgan skal vera góð, sigur Guðrið.

Ein blanda heild
Á fløguni eru tíggju løg, og sambært Guðrið, er hetta alt løg, ið snúgva seg um forhold millum fólk, ella kanska heldur um problemir í forholdum millum fólk. Hetta er eitt slag av tema, greiður hon frá. Tá hon fór undir at gera fløguna, valdu hon og bólkurin tíggju tey bestu løgini, ið Guðrið hevur skrivað, tað fyrsta av hesum skrivaði hon í 1995, so tey spenna rættiliga víða. Tey vandu og løgdu hesi løgini hvønn dag í tríggjar mánaðir, við tíðini varð okkurt lag skift út við okkurt annað.

Guðrið vísur á, at tað er ringt at velja, hvat skal við, tá man hevur so nógv løg at velja ímillum. Hetta ger eisini at fløgan er nokkso blandað, men tey somu ljóðførini verða brúkt, og upptøkurnar eru gjørdar sama stað, so hon heldur enn, at tað ljóðar sum ein heild.

Egin bólkur
Í januar, júst tá tað var kunngjørt, at bólkurin hjá Guðrið, Isadora & The Rebels var í uppskotið til Planetina til besta nýggja bólk á Planet Awards, kunngjørdu tey, at bólkurin gavst við at spæla. Guðrið metti ikki, at rokkhamurin hóskaði so væl til hennara løg. Tí fór hon í samstarv við millum aðrar Sakaris Emil Joensen úr Lama Sea og Líggjas Olsen úr Deja Vu, og gjørdi poppbólk undir egnum navni. Tað er hesin bólkur, sum hevur spælt fløguna inn. Guðrið er glað um hesa avgerð. Tí hetta hevur givið henni møguleikan at spæla løgini inn, akkurát sum hon hevði ímyndað sær, at tey skuldu vera. Hon viðgongur eisini, at hennara leiklutur í nýggja bólkinum er ein annar, enn hann var í Isadora & The Rebels, har hon bestemmaði rættiliga nógv.

– Eg royni kanska enn at bestemma, men hesir dreingirnir koma við hugskotum, sum eru betri enn míni, so má eg geva meg. Eg havi eisini valt at lata Líggjas og Sakaris framleiða fløguna.

 

Hugnin hoyrist
Fløgan er tikin upp í Sólarmagn á Velbastað, og hetta hoyrist sambært Guðrið aftur.

– Vit vóru tvær vikur á Velbastað og gingu har og mólu og hugnaðu okkum, eg havi prøvað at verið í vanligum upptøkuhølum, men hetta var heilt øðrvísi, og tað hoyrist á fløguni.

Ljóðblandið hevur danin Dennis Ahlgren tikið sær av. Ahlgren er millum annað kendur sum tónleikari og framleiðari hjá donsku superstjørnuni Tinu Dickow. Hann spælir øll ljóðførini á nýggjastu fløgu hennara. Eisini spælir hann við í og framleiður tónleikin hjá Vincent Van Go Go.

Sambandið við Dennis Ahlgren kom í lag gjøgnum føroysku songkvinnuna Mariu Guttesen, ið skeyt upp, at Guðrið brúkti hann. Guðrið, Líggjas og Sakaris, ið hava framleitt fløguna, fóru til Århus og vóru við, tá Ahlgren ljóðblandaði hana.

 

Húsin endurspeglar Guðrið

Fløguhúsan hevur Heiðrikur á Heygum gjørt, og fyri Guðrið var eingin ivi um, hvør skuldi gera húsan.

– Heiðrikur skilur akkurát meg og honum dámar mín musikk, so hann hevur fingið totalt fríar hendur. Hann fekk tónleikin og slapp at síggja mína garderobu. Eg er øgiliga væl nøgd. Visuelt endurspeglar húsin mítt image.

Nú er fløgan komin út í Føroyum, men dreymurin er sambært Guðrið at liva av tónleikinum, og tí er næsta stig at koma víðari út í heim. Hon fer í hesum sambandi, at senda fløguna til ummælarar kring heimin, og vónin er at fløgan gerst ein bilett út í heim.

Guðrið um myspace
Eg haldi at Myspace er eitt ótrúliga feitt uppfinnilsi. Eg havi fingið nógvar góðar kontaktir á myspace  innan fyri tónleik, kontaktir eg annar ongantíð hevði fingið annars. Tað er eisini gott til at finna nýggjan tónleik á. Men eisini á tí persónliga gevur Myspace okkurt, eg havi møtt gomlum vinum aftur har, t.d. gomlum klassafeløgum.

… um fløgur
Eg keypi øgiliga nógvar fløgur. Eg eri ikki byrja at brúka iTunes og at downloada musikk av netinum. Eg haldi tað er nógv feitari við fløgum, at halda teimum í hondini, síggja myndir og lesa info. Eg havi eftir hondini nógvar fløgur. Eg samli annars eisini upp á plátur, men fløgur eru eisini góðar.

…um móta
Eg gangi høgt upp í ikki at vera sum onnur, og eg gangi ikki í mótaklæðum, um mær dámar okkurt sum er moderna, so kann eg gott finna uppá at keypa tað, og so hava tað liggjandi til tað ikki er modernað longur, og so kann eg fara at brúka tað, tá øll hini eru hildin uppat. Eg havi ting liggjandi. Móti er so stutt, so tað tími eg ikki at ganga upp í.

…um forhold
Eg haldi at forhold eru nakað sum øll mugu hava, men sum eru heilt forbannað ring at fáa at halda. Tað er natúrligt at hava ein lívspartnara at deila lívið við. Ja, eg vildi sagt at tað er lívsviktigt at hava onkran at deila við.

 

Landsstýrismaður hjálpti til við bjargingararbeiðinum

Karsten Hansen hjálpti til í bjargingararbeiðinum, tá ódnin rakti Summar Festivalin. Royndi bjarginarfelagslimurin metur tað vera eitt undur, at eingin kom álvarsliga til skaðis.

 

Millum tey, ið hjálptu til við bjargingini á Summar Festivalinum, tá stóra mat- og skeinkiteltið og minna teltið við búffasøluni hjá Hotel Norð fóru í eini hvirlu, var Karsten Hansen løgtingslimur fyri Miðflokkin.
– Eg varð ringdur upp av dóttrini. Tað eru hon og maður hennara, ið hava búffasøluna. Eg var júst tá staddur í 85 ára føðingardegi, men fór beinanvegin avstað. Føðingardagurin var á Gerðum, og eg búgvi í Vìkunum, so hóast eg var í góðum klæðum, metti eg meg ikki hava stundir at fara heim at skifta, sigur Karsten, ið var á staðnum longu áðrenn limirnir í Bjarginarfelagnum.

Eitt undur
– Har var øgiliga kaotiskt. Eg haldi, at tað er eitt undur, at eingin fekk álvarsligan skaða. Eitt nú fór stórar jarntunnur á flog og kundu rakt onkran, sigur Karsten, ið sjálvur hevur verið limur í bjargingarfelagnum siðan 1975 og ofta hevur verið við í bjargingum. Hann vísir á, at lítla teltið við búffasøluni inntil hósmorgunin stóð frammanfyri hitt størra teltið, men at tað hevði verið nakað ábært, so tí varð tað flutt. Hevði teltið staðið fyri, tá telt og tunnur fóru á flog, kundi vannlukka staðist av tí.

Scorpions til Føroya fólk

myndamaður: Jens Kr. Vang

Tað var ein flokkur av fryntligum skorpiónum, ið tók móti fjølmiðlunum á tíðindafundinum á Hotel Føroyum í gjár. Teir lovaðu, at tað vit fáa í kvøld á Summar Festivalinum verður hvørki meira ella minnið enn Scorpions.

 

– Vit eru Scorpions, og okkara tónleikur er fangandi rokkløg, ið ljóða sum vit, eingin onnur rødd ljóðar sum røddin hjá Klaus Meine, tá tú hoyrir Scorpions, so veitst tú, at tað er okkum tú hoyrir, greiddi gittarleikarin Rudolf Schenker, tá hann var atspurdur, um hvat vit kundu vænta okkum at hoyra á Vágsbøi í kvøld.
– Tá vit byrjaðu at spæla tónleik høvdu vit teirri filosofi, at vit skuldu ferðast kring allan heim við okkara tónleiki, og tað er feitt enn at hava somu filosofi, greiddi Rudolf Schenker frá um orsøkina, til at bólkurin var komin til Føroyar.

 

– Vit fara allastaðni, har tey hava ravmagn, og sjálvt um hetta ikki beinleiðis er á vegnum til Brasil, har vit spæla næstu konsertina, so vildu vit fegin higar, og fáa eitt sindur av vatni, áðrenn vit skuldu til regnskógin, helt Klaus Meine sangari fram.

 

Tónleikarnir lovaðu, at konsertin í kvøld fer at verða eitt ordiligt rokkshow.

 

– Í 80’unum var okkara show risastórt, tað var ein onnur tíð, alt skuldi verða so stórt sum møguligt. Í 90’unum var ein heilt onnur tíð, áhugin fyri stóru konsertunum fór. Konsertir skuldu helst vera í smáum klubbum. Tí var eingin orsøk at brúka nógvan pening upp á stórt show, ístaðin valdu vit at fokusera upp á tónleikin. Sjálvandi skulu vit hava eitt stórt ljósannlegg, og spæla á einum stórum palli, tí tað skulu vit brúka til framførsluna, men tónleikurin skal vera í fokus, greiddi Rudolf Schenker frá. Limirnir vístu á, at eftir tríggjar væleydnaðar framførslur í London, er sjálvsálitið í topp.

 

Limirnir í Scorpions kendu best Føroyar, sum landið við einum fótbóltslandsliði, sum var sera trupult at vinna á, áðrenn leiðin gekk hendan vegin. Men longu á vegnum til Havnar fekk bólkurin nógv onnur inntrykk. Hetta er eitt vakurt land, og tað er fasinerandi við øllum vatninum, sum fyllur áirnar her, segði Klaus Meine. Áðrenn limirnir byrjaðu at fregnast um, hvønn mat teir áttu at royna, og um seyðakjøtið ella fiskurin var at fyritrekkja.

 

Hava okkurt at bjóða lurtarunum

G!Festivalurin hevur nú avdúkað 20 av teimum 40 nøvnunum, ið luttaka á ársins festivali, hesi fevna víða í stíli, onkur er kendur og onkur er minni kendur, men sambært Jón Tyril fyriskipara, hava allir bólkarnir okkurt at bjóða.

 

G!Festivalurin verður um ein mánað á Gøtusandi. Í vikuni var eitt av stóru høvuðsnøvnunum, Natasha Bedingfield kunngjørt, og listin av nøvnum er sostatt komin upp á tjúgu bólkar og einstaklingar. Av hesum eru seks føroysk, meðan hini fjúrtan umboða átta ymisk lond.

 

Við at kunngera Natasju Bedingfield, sum høvuðsnavn hevur G!Festivalurin tikið stigið móti popptindunum. Bedingfield er uttan iva størsta aktuella poppnavnið, ið hevur vitjað í Føroyum, síðan Brian McFadden var á Summarfestivalinum fyri nøkrum árum síðan. Bedingfield er nýggjasta navnið á eini skrá, ið annars er dominerað av nøvnum, ið ikki hoyra til gerandiskostin í Føroyum. Vit hittu Jón Tyril fyriskipara og prátaðu um tónlistarliga profilin hjá G!Festivalinum, sum í ár gerst fimm ár.

 

Hava okkurt at bjóða
Eftir at hava kunngjørt Nephew sum fyrsta navnið á skránni longu í desember, varð ein long røð av nøvnum kunngjørd, ið øll høvdu tað til felags, at teirra tónleikur neyvan nakrantíð hevði verið spældur í føroyskum útvarpi áður. Vit spurdu Jón, um hetta er eitt tilvitað val.

 

– Nei, vit velja ikki nøvn, tí tey ikki eru kend í Føroyum. Vit velja nøvn, ið hava okkurt at bjóða. Hetta er ikki ein tilvitað roynd at velja nøvn, sum ongantíð hava verið í Útvarpinum. Vit hava lagt okkum eftir góðum og spennandi semi-kendum nøvnum, sum eru kend innan upcoming umhvørvið. Innan hetta slagið av tónleiki hendur lítil útskifting í føroyska útvarpinum, so tí verður tað soleiðis av sær sjálvum, sigur Jón.

 

Øll hava eina søgu
Men hvussu finnur G!Festivalurin hesi semi-kendu nøvnini?

 

– Øll nøvnini hava eina søgu knýtta at sær, onkran havi eg sæð á festivalunum sum Eurosonic ella By:Larm. Guillemots fekk eg t.d. anbefalað av Høgna Lisberg, meðan ein annar gamal Clickhaze orkesturfelagi Jens L. Thomsen bað meg lurta eftir Pravda. Eg fór inn á myspace og fall beint fyri teimum. Ein annar vinmaður, vísti mær Dixie Hummingbirds, og vit royndu longu at fáa teir í fjør, men tá eydnaðist tað ikki. Men í ár riggaði. Bookarin, sum vit fingu Hummingbirds ígjøgnum,  vísti okkum so á Young Dubliners, ið vit eisini bókaðu. Ofta eru tað útlendskir samstarvsfelagar, sum skjóta okkurt upp. Sumt hoyri eg á konsertum, annað hoyri eg á myspace. Sørugarnar eru nógvar og ymiskar.

 

Sama filosofi
– Okkara filosofi er ikki broytt í ár í mun til undarfarin ár. Vit vilja gjarna bjóða nøvn, sum eru gjøgnumførd, t.d.ordiligt polka og ordiligt gjøgnumført punk. Í ár sær tað kanska eitt sindur ógvisligt út, men í fjør søgdu fólk eisini tað sama, áðrenn nøvn sum Outlandish og Infernal komu á skránna. Men tey blivu eisini tikin við somu filosofi, hetta er ordiligur góður poppur, ikki tunn suppa. Vit vilja gjarna bjóða nógv ymisk ting, greiður Jón frá.

 

Ætlanin er, at hava nakað tað sama talið av bólkum í ár, sum í fjør. Sostatt vera umleið 40 bólkar á G!Festivalinum, og tað skilst, at umleið helvtin av teimum koma úr útlandinum.

Eitt sindur føroyskur

Christian Lamhauge Holst spældi í dystinum móti Skotlandi sín fyrsta landsdyst fyri Føroyar frá byrjan, og var ein av teimum bestu á vøllinum. Hóast Christian hevur búð í Danmark alt sítt lív, so metur hann, at hann er eitt sindur føroyskur og hevur nógv góð minnir úr Gundadali, har hann brúkti nógvar løtur sum barn.

 

Hann er heitasta navnið í føroyskum landsliðsfótbólti í løtuni . Vit hitta 25 ára gamla Lyngby leikaran Christian Lamhauge Holst uttan fyri kaféina Pixie á Eystarubrúgv.

– Eg eri eitt sindur heimleysur í løtuni. Eg flutti úr eini íbúð fyri eini viku síðan, og sleppi ikki inn í nýggju íbúðina fyrr enn í vikuskiftinum. So eg sovi hjá vinfólkum, og so eri eg nógv á hesi kaféini, greiður Christian frá.

Hetta er tætt við Parkina í Keypmannahavn, har Christian í komandi undankappingum, um lutakastið vil tað so, kann enda við at spæla móti sínum egnu landsmonnum.

 

Eitt sindur føroyskur

Hóast hann í barnaárunum var annað hvørt ár í Føroyum, og mamman er føroysk, so er eingin ivi um, at Christian er dani. Pápin er dani, og Christian hevur altíð búð í Danmark, fyrst á Thurø tætt við Svendborg og seinastu fimm árini í Keypmannahavn.

– Men eg eri eisini eitt sindur føroyskur. Mamma mín hevur sett sín dám á meg og eisini restin av føroysku familjuni. Tá eg var barn, vóru vit annað hvørt ár í Havn og ferðaðust, og eg havi nógv góð minnir frá teirri tíðini. Tað var altíð stuttligt hjá mær at vitja ommu og abba, tí tað var eitt fótbóltsheim, har tey hildu við HB. Eg brúkti nógvar løtur í Gundadali á ferðunum hjá mær til Føroyar, greiðir Christian frá.

Mammubeiggin Eyðfinn var ein av stóru stjørnunum í HB og landsliðsleikari eins og Christian.

 

Góðar upplivingar

Tá Christian fekk tilboðið um at spæla við føroyska landsliðnum frá táverandi føroyska landsliðsvenjaranum, Henriki Larsen, ivaðist hann onga løtu í at svara játtandi. Hetta hóast henda avgerð samstundis merkir, at hann ongantíð kann umboða danska landsliðið.

– Dreyminum um at sleppa á danska landsliðið hevði eg slept fimtan ár frammanundan, so tað spældi slettis ikki inn í avgerðina. Eg sá tað sum eina spennandi avbjóðing og ein møguleika fyri at fáa nakrar upplivingar, og tær hava eisini verið góðar, greiður Christian frá yvir um kaffiglasið.

Ein av hesum upplivingum var á Tórsvølli ímóti heimsmeistarunum úr Italia, tá Christian varð skiftur inn. Men hvussu er tað, hjá einum leikara úr næstbestu donsku deildini at skula spæla ímóti heimsmeistarunum?

 

Sum allir aðrir dystir

– Tað var ein risa uppliving! Innaní var eg átta ár aftur, eg hugsaði wauw, men royndi at goyma tað. Men tá eg kom á vøllin, so gloymdi eg alt um, at hetta vóru heimsstjørnuir. So tað var meira í tankunum og áðrenn eg slapp á vøllinum, at eg var ávirkaður av tí enn í veruleikanum. Satt at siga, so haldi eg ikki, hatta var nakað annarleiðis enn at spæla einhvønn annan dyst. Jú, tað er ein munur á, at tá vit spæla við Lyngby í Viasat Sport Divisionini, so hava vit bóltin alla tíðina, men tað hava vit ikki á landsliðnum, sjálvandi sæð burtur frá dystinum ímóti Skotlandi, sigur Christian flennandi.

Heima í Thurø eru foreldrini hjá Christiani bæði glað um luttøkuna á landsliðnum og errin av honum.

Ja, mamma mín var sera errin, tá hon hoyrdi, at eg skuldi umboða Føroyar á landsliðnum, men eisini pápi mín, sum er úr Keypmannahavn, var ótrúliga glaður mína vegna.

 

Ein góð tíð

Christian er í góðum lag, henda morgunin vit hitta hann, hann tykist nærum friðsælur. Tað er eingin loyna, at Christian neyvan man hava havt betur tíðarskeið á fótbóltsvøllinum enn júst nú. Í Føroyum hevur hann spælt móti Italia og Skotlandi, og í Danmark hevur hann við Lyngby leygardagin tryggjað uppflyting í fremstu donsku deildina.

– Henda vikan er fyrst og fremst farin við at taka sær av løttum og at feira úrslitið leygardagin. Kappingarárini hjá okkara deild og SAS ligaini liggja forskotin, so tí fáa vit nærum onga summarfrítíð. Tað er sjálvandi keðiligt, so nú uppflytingin er tryggjað, so leggja vit ikki ov nógv fyri við venjing og tílíkum.

 

Fótbóltur fingið alsamt størri pláss

Góðu upplivingarnar á vøllinum seinastu tíðina eitt fyribils klimaks á eitt eina fótbóltsyrkisleið, ið byrjaði í Thurø Boldklub, tá Christian var fýra ár. Hann helt fram í Thurø, til hann var 12 ár og flutti til Svendborg , ið var stóra felagið har á leið. Tá hann 20 ára gamal flutti til Keypmannahavnar, leitaði hann eftir onkrum felagi, har hann kundi spæla fótbólt og hugna sær við tí.

– Tað var ikki við ætlanum um at flyta upp í SAS ligaina fimm ár eftir, at eg flutti til Lyngby. Tað er bara komið av sær sjálvum, og fótbólturin hevur alsamt fingið størri pláss, greiður hann frá.

Christian er hálvtíðarprofessionellur í Lyngby, hann skal í næstum undir at samráðast um hvussu sáttmálin skal síggja út, tá felagið flytur upp í SAS ligaina, men hann hevur ynski um, at hann heldur fram á hálvari tíð.

 

Vil sleppa at læra

– Eg vil ikki, at fótbólturin skal fylla alt. Eg lesi til lærara, og tað ætli eg mær at gera meg lidnan við. Við ikki at vera fulla tíð, eru møguleikarnir størri fyri at gera útbúgvingina lidna, sigur hann.

Í ár hava, harða arbeiðið við at tryggja Lyngby pláss í bestu deildini og ferðin til Føroyar við landsliðnum, gjørt, at Christian ikki hevur tikið allar próvtøkurnar, ið annars vóru á skránni, men onkra próvtøku havi eg tikið í ár, og eg vænti, at kunna taka útbúgvingina eftir fýra ár í mun til tey trý, sum er vanligt.

Lærarayrkið er eitt yrki, sum Christiani dámar væl.

– Mær dámar at arbeiða við fólki. Eg vil ikki sita á míni fløtu. Eg vil hava menniskjaligar avbjóðingar, og so eri eg áhugaður í pedagogikki eisini. Mær hevur dámt væl praktikkin, ja, faktisk munandi betur enn skúlagongdina. Ofta er langt frá teori til praksis, og tað, sum vit læra á læraraskúlanum, kann onkuntíð tykjast nokkso abstrakt. Meðan praktikkin gevur meining. Tað er hart, men eisini gott.

 

Stuttligt at fáa rós

Meðan vit tøma síðstu kaffikopparnar í sólini uttanfyri Pixie, spyrji eg Christian um leysasøgurnar, ið bold.dk ber hendan morgunin, um at feløg í Onglandi og Hollandi eru áhugaði í honum eftir avrikið móti Skotlandi.

– Ja, hatta eru leysasøgur. Eg havi so einki hoyrt um tað. Hesa vikuna hugsi eg ikki um annað enn at gleðast um uppflytingina, og tað vil eg sleppa at gera í frið. Men tað er sjálvandi eitt herðaklapp og feitt at hoyra tílíkt, tí øllum dámar jú at fáa rós. Men sum er, dugi eg ikki at síggja, at eg skuldi fari frá Lyngby og útbúgvingini, men sjálvandi, man skal ongantíð siga ongantíð.

 

Fakta

Christian Lamhauge Holst er 25 ár

Hann býr í Keypmannahavn

Hann er sonur Berghild Lamhauge Holst ætta úr Havn og Hans Henrik Holst úr Keypmannahavn

Christian er uppvaksin í Thurø

Hann hevur umboðað fótbóltsfeløgini: Thurø Boldklub, Svendborg Boldklub og Lyngby Boldklub

Christian hevur spælt fýra landsdystir fyri Føroyar:

Skotland-Føroyar 2003 (skiftur inn)
Georgia-Føroyar 2007 (skiftur inn)
Føroyar-Italia 2007 (skiftur inn)
Føroyar-Skotland 2007 (við frá byrjan)

 

Christian um føroyskan mat

– Tær seinastu ferðirnar eg havi verið í Føroyum, havi eg roynt ymiskan føroyskan mat. Tá eg var barn, vildi eg einki royna. Seinast royndi eg lundar, og næst seinast var tað riv, og tað smakkaði væl. Skerpikjøt dámar mær eisini. Men ræstan fisk leggi eg einki í, turran fisk haldi eg vera eitt sindur for turran, men tað ringasta tú kanst bjóða mær er spik. Mær dámar annars væl lambakjøt, og í Føroyum er lambakjøtið so serliga gott.

 

 

Christian um Lyngby Boldklub
– Eg haldi ófatiliga nógv av Lyngby Boldklub, eg kenni meg veruliga heima har. Vit hava í fimm ár megna at fingið felagið upp úr Danmarks Seriuni upp í SAS Ligaina, og tað haldi eg vera ekseptionelt flott. Tað hevur ikki ligið nakað trýst á okkum, tí eingin hevði væntað, at tað fór at ganga somikið skjótt. Men við tíðini hava vit fingið størri ambitiónir, bæði leikarar,  leiðsla og fjepparar. Eg havi tað sera gott við okkara fjepparum, og eg feiri øll míni mál saman við teimum.

 

Christian um Keypmannahavn
Síðan eg flutti til Keypmannahavnar, eri eg fluttur fimm ferðir, so nú gleði eg meg til at fáa egna íbúð. Keypmannahavn er ein feitur býur. Eg flutti higar úr einum býi við einans 45.000 fólkum, og tað kendi eg sum øgiliga smátt. Í Keypmannahavn eru nógv fleiri tilboð, man kann gera alt her. Eisini haldi eg arkitekturin í Keypmannahavn vera feitan. Mær dámar eisini væl, at her eru so nógvar góðar kaféir.

 

Christian um tónleik
Tónleikur hevur sera nógv at siga fyri meg. Eg lurti altíð eftir tónleiki, tá eg eri við hús, og var tað ikki tí, at mín iPod var í ólagið, so hevði eg eisini havt tónleik í oyrunum, tá eg var úti. Eg havi arbeitt sum plátuvendari her á Pixie. Mær dámar best rokktónleik, bleytan og harðan. Eg eri rættiliga glaður fyri indie rokk, og mær dámar nøvn sum Interpol, Arcade Fire, The Strokes, The Streets og Neil Young .

Eg vil gjarna heim at arbeiða – Samrøða við Beintu Clothier

Leygarkvøldið fer føroyska Beinta Clothier á pall seinastu ferð í leiklutinum sum Candy í leikinum Kærlighed og menneskerester av kanadiumanninum Brad Fraser. Hetta verður somuleiðis seinasta framførslan hjá Beintu á Skuespillerskolen ved Odense Teater, har Beinta eftir fýra spennandi ár nú hevur lokið prógv sum yrkissjónleikari.

Beinta Clothier er ikki heilt heilt óskrivað blað á føroyska sjónleikapallinum. Vit hava upplivað hana í leikum sum Pippi, Pinocchio, Skeyk, Renn fyri vívinum, Einki er sum mammusa gras og Leikhúsjólum, umframt í útisjónleikum á ólavsøku. Og áhugin fyri sjónleiki hevur sambært Beintu altíð verið har.
– Mær hevur altíð dámt at spælt sjónleik. Eg veit ikki um nakað annað arbeiði, har tað eitur, at eg fari at spæla. Eg veit ikki hvat annað, ið eg skuldi gjørt, greiður Beinta frá.
Men hvat er tað, sum bergtekur við sjónleikinum.
– Tað sum fasinerar meg mest við sjónleiki, er sjónleikur er at vísa ein spegil upp á samfelagið og hvussu menniskju eru. Hetta síggi eg sum tí mest fornemmu uppgávuna, sum sjónleikur hevur, og hetta hevur verið mín drívmegi fyri at fáast við sjónleik.

Vildi investera í sjónleikin
Fyri fýra árum síðan tók Beinta lopið úr trygga umhvørvinum í Havn og kenda pallinum í Sjónleikarhúsinum og fór til Odense á sjónleikaraskúla.
– Eg hevði spælt áhugaleik og hevði verið á nógvum skeiðum.Men eg hugsaði, at skal eg liva av hesum, so má eg eisini investera í tað og dyrka tað við at fara á skúla og fáa diplom uppá, at eg eri sjónleikari. Ikki tí man ikki kann spæla sjónleik uttan at vera útbúgvin. Men, ja, hetta ljóðar kanska sum snobbarí, men tað er ein munur á at vera útbúgvin, at taka sær tíð til at læra og so er tað feitt at dyrka okkurt.
Beinta hevði hoyrt gott um almennu sjónleikaraskúlarnar í Danmark, og valdi at royna at søkja inn. Hetta var fyrst og fremst ein avbjóðing ella ein roynd, ið hon gjørdi. Hon kannaði eisini skúlan í Reykjavík, men hesin var við universitetið, og har kravdist student ella HF, og tað hevur Beinta ikki.
– Tað kundi sjálvandi eisini verið spennandi, at fari útum Norðurlond. Men hetta var fyrstu ferð, at eg søkti, og eg visti ikki hvat, ið fór at henda og donsku skúlarnir hevði, eg hoyrt nógv gott um frá fólki, sum høvdu gingið har.

Strævin upptøkuroynd
735 fólk søktu inn á teir tríggjar almennu sjónleikaraskúlarnar og einans átta sluppu inn á hvønn. Hetta setti sín dám á upptøkuroyndirnar, ið Beinta kendi sum øgiliga krevjandi.
– Man føldi nervøsitetin millum fólk. Serliga triðja royndin í Odense, ið vardi fýra dagar, var øgiliga krevjandi. Tá er man ikki so nógv, so man veit, at møguleikin er fyri at sleppa inn, og man verður alla tíðina eygleiddur av teimum, sum avgera um man sleppur inn. Tey siga, at hetta er orsøkin til at vit onga eksamiu hava, tí upptøkuroyndin er ein eksamia. Øll átta, sum sleppa inn, halda eisini vanliga fram øll fýra árini.
– At byrja á sjónleikarskúlanum var heilt forferdiliga yvirveldandi, eg kendi ikki býin, sum eg flutti til og á skúlanum skuldi eg knappiliga fyrihalda meg til sjey fólk, sum eg skuldi deila alt við í fýra ár, greiðir Beinta frá, og júst hetta sambandi við sjey onnur fólk hevur verið sera stórur partur av lívinum hjá Beintu seinastu fýra árini.
– Vit átta eru øgiliga tætt knýtt. Vit hava altíð fingið at vita, at vit vóru átta individualistar, men tá vit arbeiða á gólvinum, arbeiða vit fyri at skapa tí góðu søguna. Vit hava lært at arbeiða saman. Burtursæð frá at sova, hava vit gjørt næstan alt saman hesi fýra árini.

Persónlig menning
Beinta var eisini ovfarin av leistinum, ið frálæran varð løgd til rættis eftir. Rektararin á skúlanum, tá Beinta byrjaði var  Lane Lind, ið er gift við Eyðuni Johannesen. Hon hevði verið rektari í 14 ár, og hevði lagt útbúgvingina væl til rættis eftir sínum royndum. Fyrstu árini varð arbeitt nógv við persónligari menning.
–  Rektarin segði, at nógvir av hennara javnaldrandi kollegaum høvdu fingið depressiónir og vóru endaðir í misbrúki. Tí vildi hon tryggja sær, at vit kendu munin á leikinum og okkum sjálvum. Man skal ikki hava privatar kenslur við á pallin, tí tað er ikki sjónleikur haldi eg í hvørfall.
– Vit arbeiddu nógv við ikki voldiligari kommunikatión og ein terapeutur var tilknýttur skúlan. Vit lærdu at kommunikera sakliga, uttan at koma við ákærum, greiðir Beinta frá.
Á skúlanum hava tey eisini arbeitt nógv við maskum. Hetta hevur Beinta lært sera nógv av.
– Eg havi funnið útav, hvussu nógv eg ikki visti. Eg lærdi at seta orð á, hvat tey ymisku tingini, sum eg gjørdi, itu og sum eg hevði og dugdi, áðrenn eg kom inn á skúlan.

Føroyar mugu bíða
Seinastu vikuna hava Beinta og hini á hennara ári havt sína endasýning, ið er sjálvur endin á útbúgvini. Leikurin; Kærlighed og menneskerester av kanadiumanninum Brad Fraser er ein leikur úr 80’unum, um menniskju, ið øll eru einsom, tey leita øll eftir ymsikum.
Leikurin er eitt esemble stykki har allir leikararnir fáa nógv pláss. Men leikluturin hjá Beintu sum Candy er ein sentralur leiklutur. Hon er ein kvinna, ið leitar eftir fullkomna manninum. Leikurin verður sýndur á Teater Momentum og verður sýndur seinastu ferðina leygarkvøldið, og tá teppið fer fyri, er Beinta liðug við sjónleikaraútbúgvingina. Men tað er ikki víst, at Beinta verður at síggja á føroyskum palli fyribils.
– Eg vil gjarna heim at arbeiða, men eg flyti ikki heim enn. Sum sjónleikari eru størri avbjóðingar her enn í Føroyum. Eg havi brúkt hesi fýra árini til at fáa danska málið heilt upp á pláss. Eg kenni nógv fólk her og nú vil eg gjarna prøva ting av. Men fyrst ætli eg, at halda eina langa summarfrítíð.
Fyrsta verkætlanin, ið Beinta hevur á skránni, er ein verkætlan, ið hon skal undir í november saman við einum, ið verður liðugur á sjónleikaraskúlanum í Århus í summar.

Beinta um Tjóðpallin
Eg haldi, at tað er gott, at ein Tjóðpallur endiliga er komin. Hopi, at við Tjóðpallinum fer man at síggja hvussu ríkt sjónleikalívið er í Føroyum, og hvussu nógv vilja vera við til at ríka tað. Eg vóni eisini, at Tjóðpallurin  kann fáa onnur at útbúgva seg sum sjónleikara. Eisini haldi eg, at Tjóðpallurin kann vera við til at vísa, at man kann brúka sjónleik til annað enn pall og sjónvarp.

 

Beinta um danir
Eg havi kent meg væl millum danir, hesi árini eg havi búð í Danmark. Men eg haldi ikki, at teir eru eitt so opið eitt fólkaslag. Í summum førum eru tey í øllum førum ikki so opin. Men eg búgvi í Odense, sum er ein eitt sindur lukkaður býur.

 

Beinta um danska filmslist
Eg haldi, at tað er keðiligt altíð at síggja tey somu andlitini í donskum filmum, Tey brúka ikki nýggj andlit, men eg haldi, at vend er komin í. Filmídnaðurin sær, at fólk eru opin fyri smalu filmunum, tað sum er eksperimentarandi er áhugavert. Nógvir filmar verða gjørdir og góðskan blívur bara betur og betur.

Beinta um Odense
Odense er ein býur, sum stendur  í stað. Eg havi ikki tað stóra góða at bera býnum. Eg eri eitt sindur troytt av at verða í einum býi sum næstan bert profilerar seg við H.C. Andersen. Í Odense eru tvey super góð Leikhús, Odense Teater og Teater Momentum, har vit spæla, men fólk vita bert um Odense Teater, sjálvt um Momentum liggur mitt í býnum, tí er tað ergriligt, tá eg hoyri fólk frá býnum siga at onki hendir her. Eg kann ikki siga meg heilt frían fyri at verða blivin áðvirka av at eg gangi í flokki saman við sjey persónum sum øll hava búð í Keypmannahavn, áðrenn tey komu inn á skúlan.

Mítt summarlag

Tónleikurin fyllur nógv í føroyska summarinum í gøtum og strætum, á bøum og á strondum, á festivalum og á møtum. Men summarið fyllur eisini í tónleikinum. Nógv løg finnast, ið nærum eru um at bresta av summari. Vit hava spurt nøkur fólk um teirra summarløg.

 

Einki er sum summarkvøld við strendur

Fróði Vestergaard er kendur sum fyriskipari av Prix Føroyum og av Atlantic Music Event. Hann er eisini oddamaður í bólkinum Deiggj. Fyri Fróða er lítil ivi um, hvat lag er hansara summarlag.

– Einki er sum summarkvøld við strendur hjá Christian Matras og Hans Jacob Højgaard er tað mest summarsliga lagið eg kenni av øllum! Eg følið veruliga, at man er har, sum sangurin handlar um.

– Eg og kona mín Barbara sungu sangin í Húsakórinum í Keypmannahavn, tá ið vit møttust. Hetta var eisini fyrstu ferð, at eg royndi meg sum kórsangara. Teksturin sigur alt um ein vakran summardag í Føroyum, og lagið sjálvt er ótrúliga flott, eins og kórsatsurin er tað. Vit hava mangan sungið hetta lagið í vertskapi síðan.

– Hetta lagið og Mítt føðiland, sum vit eisini sungu í útlegd, teljast millum allar vakrastu føroysku sangir.

 

Altíð sólin

Kært barn har mange navne, Robin, Ova og Dennis Agerblad. Maður:Glotti oddamaðurin eitur nú Dennis Agerblad. Hann er millum annað kendur úr performance bólkinum Dunst, ið hann hevur ferðast við kring alt Evropa. Dennis var skjótur at svara, tá hann varð spurdur um sítt summarlag.

– Tá tú sigur summar, so hugsi eg beinanvegin um lagið “Always The Sun” við The Stranglers. Tað er eitt lag við gleði í. Lagið minnir meg á seinasta summar, tá eg var við mín performance bólki Dunst í Amsterdam. Vit høvdu nakrar DJ’s við okkum. Og tann eini spældi hattar lagið í heilum. Also ikki tá vit vóru úti um kvøldið. Men tá vit sótu heima og ótu og sovorðið.

– Tá alt er av hundanum til. So ber altíð til at hyggja upp móti sólini – Bara ikki í Føroyum, tí har regnar tað enn.

 

Summarið 69

Finnur Joen-Jacobsen gjørdist fólkaogn, tá hann við bólkinum Arrestment, stóð fyri eini av teimum mest serligu Prix Føroyar finalu upplivingunum nakrantíð. Nú er hann oddamaður í Villmonnum. Men hvat er hansara summarlag?

– Tað fyrsta lagið, sum kom í tankarnar, tá ið tú sigur summar, er Summer of 69 hjá Bryan Adams. Uppá ein máta er tað øgiliga rotið og útvatnað, men tað fær meg altso at hugsa um summar, ella orðið summar fær meg at hugsa um tað. Nú eri eg ikki tann allar stórsti Bryan Adams fjepparin. Hetta er nokk einasta lagið hjá honum, sum ikki gevur mær maðk.

– Eg velji helst Summer of 69, tí at eg kenni meg nógv aftur í lagnum. Eg hugsi um allar tær góðu løturnar, eg havi havt saman við tónleikinum um summarið: Festivalar, stevnur, ball, onkur ástarstund og so framvegis.

Eisini føli eg nostalogi av lagnum við tað, at tað var eitt stórt hitt míni fyrstu teenageár. Ikki langt frá, at eg havi skorað onkra løtuna við hesum lagi. Lagið var eisini eitt av teimum fyrstu tøkuløgunum, sum vit spældu við super orkestrinum Arrestment. Tað kemur eisini fyri, at vit spæla tað til dans við Villmonnum. Sum verða man, er tað altíð vælumtókt millum

 

Get Down Tonight

Ludvík Breckmann er fyrst og fremst kendur, sum tann harða rópirøddin í ljóðmyndini hjá Føroya einasta ídnaðarteknobólki Side Effect. Men handan larmutu rópini goymir ein ungur maður seg, ið sigur frá, at hansara summarlag er Get Down Tonight við KC & The Sunshine Band.

 

– Hesin sangurin minnir meg um eitt summar eg var í Aalborg. Tað var ein heitan leygardag, eini 28 hitastig. Eg sat í Fælledparken við nøkrum vinum, og drakk nakrar bjór. Har sat ein vinur hjá einum vini, sum hevði etið eina rúgvu av skógsvampum. Tá í ghettoblastarin byrjaði at spæla handan sangin, byrjaði hann totalt at freaka út og helt, at dreparasmølfar lupu á hann. Rímiliga freaky, men ein stuttlig søga, greiðir Ludvík frá.

Good Vibrations

Teitur Lassen er ivaleyst størsta tónleikanavnið, ið Føroyar hevur fostrað. Hann hevur seinastu nógvu árini ferðast kring heimin við sínum tónleiki. Hansara rødd hevur vunnið honum nógvar fjepparar, og fyrr í ár var hann valdur til besta sangara í Danmark. Teitur hevur upplivað summar í fleiri ymiskum heimspørtum og hevur ivaleyst nógv spennandi summarminnir, men tá vit spurdu hann, hvat hansara summarlag var, var svarið

– Hatta er ein ringur spurningur, men eftir at hava hugsa eitt sindur um spurningin svaraði hann:

– Her er ikki nakað lag, sum beinleidis flaggar á heilari stong. Men kanska “Good Vibrations” hjá Beach Boys. Tá hugsar man um surfboards og grillpylsur. Tað er møguliga eitt perfekt popp-lag, sum Brian Wilson hevur gjort. Har hendur so ótrúliga nógv í lagnum, men tað spælir, sum um at tað var ein løta á strondini. Og so varar tað bara í 2-3 minuttir.

 

Flovisligt men erligt.

Henning Nicodemussen er serliga kendur sum trummuleikarin í All That Rain, men hevur áður sitið handan trummurnar hjá bólkum sum Geislum, Wolfgang og Kjølum. Henning er útbúgvin grafikari og starvast til dagligt hjá Petur & Petur. Spurdur um hansara summarlag, viðgongur Henning, at svarið er erligt, men eisini eitt sindur flovisligt.

– Mítt yndis summarlag er tadaaa: Walking on Sunshine hjá Katrina and the Waves frá 1985. Tað er eingin sum helst dýbd í hesum lagi, og boðskapurin er sera einfaldur “at føla seg væl”. Lagið er eitt typiskt upbeat-feelgood 80ara-lag við 60ara poppljóði. Teksturin hevur sum so einki við summar at gera, men meira um tað klikkaða fornemmilisið í kroppinum, tá ein er forelskaður. Eg havi sum so einki at forbinda lagið við, fall fyri tí fyri umleið fimm-tíggju árum síðan, Tá tað bleiv brúkt til eina summar-lýsing fyri Canal+, og keypti tað á eini “Absolute 80’s” fløgu stutt eftir. Havi eisini hoyrt og spælt lagið nógv í vertskapi. Lat okkum siga tað, at um eg átti hetta á eini vinyl-plátu, hevði hon nokk ikki verið spælandi í dag. Klári faktisk ikki at sita, standa ella liggja stillur, tá eg hoyri hetta lagið. Tað fyllir mína sál við sunshine. Fitt ha…??? – …kanska eg eri bara ein simpul upbeat 80ari.

 

 

Dýrd á vík og vág

olvaurJakobsenÓlavur Jacobsen er serliga kendur sum gittarúrmælingurin, ið gandar á gittarin í Aldubáruni. Hann er annað ættarlið av Kamarinum og er sostatt føddur inn í tónleikafamilju. Tónleikur eigur sostatt eitt stórt pláss í lívinum hjá Ólavi, ið arbeiðir burturav við tónleiki, sum tónleikari og sum tónleikalærari á Musikkskúlanum. Vit spudu hann um, hvat hansara summarlag er?

 

– Summarlagið hjá mær er Dýrd á vík og vág. Ommubeiggi mín, Jens Dam Jacobsen, yrkti og setti Gunnar Mikkelsen lag til og er tað ótrúliga væl frágingið. Yrkingin fekk upprunaliga heitið Summarmorgun, men er kendast sum bara Dýrd á vík og vág.

 

-Yrkingin er sjálv sera romantisk, ja, at kalla veruleikafjar fyri ein, ið er føddur og uppvaksin niðri í gomlu Havnina. Tað munnu vera fáir dagar, har ið rúmdin er ”føgurblá, lotið kennist lýtt, mýrisnípan spennir sínar veingir, smálomb og hara fara spelandi um teigar.” Um ein helt seg til veruleikan, so átti ”Í sirmi” hjá H.A. Djurhuus og Jógvan , at verið summarlagið hjá Havnarmonnum: “Sirmar og sirmar úr mjørkakógv…….”

 

-Onkursvegna, so er Dýrd á vík og vág ein sangur um eina farna tíð. Eitt lívsins summar, ið eisini kemur at enda. Yrkingin hevur, eins og lagið, sítt egna lív. Bæði eru vorðin tíðarleys. Hóast henda Havnin er ikki til longur, so skal eg bara hoyra sangin, ja, so eri eg aftur í eini tíð, tá ið veðrið var nógv betri, ein sjálvur fór titandi um heygar og dagurin var langur, nærum hevði ongan enda.

Yrkingin endar við: “Gævi dagur aldri fór at halla! “

– Munnu vit ikki øll minnast ta kensluna.

Turbogóða tíðin í Barelona

nasaMakrelhergeirHergeir Staksberg er kendur sum bassleikari í Makrel:

– Tá, ið man teinkir sól, summar, gleði og góðar løtur, ið mann ikki vil hava at enda, so má tað helst verða okkurt lag, sum hevur við nostalgi og serstakar upplivingar at gera. Tað eru nógvir feel-good bólkar, men tá ið persónlig summarupplivilsi skulu við í myndina, so eru tað serliga tríggir bólkar, sum banka uppá. Teir eru National Teatret (haldi eg tey eita), Håkan Hellstrøm og Mano Chao.

– Eg velji tó lagið: “me gustas” hjá Mano Chao, sum umboðar sjálvan bólkin rættiliga væl. Lagið hittaði í Barcelona/Spania samstundis, sum eg sjálvur las í Barcelona og tá var tað sól, summar, strendir, ballfalera, gott fólk og gott lag hvønn einasta dag.

– Tá ið eg so hoyri lagið, so ferðast tankarnir aftur til turbo-góðu tíðina í Barcelona og bivirkningarnir av lagnum eru eitt stórt innara smíl og ein herlig kensla av nøgdsemi.

– Lagið gevur ikki stórvegis meining í Føroyum, tí í Føroyum er sjálvt tjaldrið oftari at síggja enn sólin, men ert tú hinvegin í sólini í Barcelona, so gevur tað heila meining og tónleikurin hjá Mano Chao gongur uppí eina hægri eind.