Jim Carrey um Napalm Death

sunnudagsbitinJim Carrey er ein stuttligur maður, og eisini her, ið hann tosar um sína passión fyri bólkinum Napalm Death. Tit fáa enn ein sunnudagsbita.

Onkuntíð dettur man um okkurt á alnetinum, ið sigur yeah! Sumt er somikið gott, at tað er vert at deila við tykkum. Hetta eru sunnudagsbitar.

Áhh, bassurin, bassurin

sunnudagsbitin

Henda vakra sunnudagin havi eg hug at deila hesa framúrskarandi jassuttu útgávuna av Meghan Trainor lagnum “All about that bass”, við songkvinnuni og bassleikaranum Kate Davis.

Hetta er framúr og ein deiligur máti at brúka 4 minuttir, set teg afturá og njót tað.

 

Onkuntíð dettur man um okkurt á alnetinum, ið sigur yeah! Sumt er somikið gott, at tað er vert at deila við tykkum. Hetta eru sunnudagsbitar.

Vakna Fresh

sunnudagsbitin

Tað munnu vera nógv, ið ikki eru heilt fresh í morgun eftir veitslulevna í gjár. Skal enntá viðganga, at eg havi verið meira fresh enn í morgun. Men kanska er ein avskrekkjandi orsøk til timburmennirnar.

Ein vinmaður vísti mær hetta íslendska kykmyndalagið í gjár, um ein, ið altíð vaknar fresh.

 

 

Onkuntíð dettur man um okkurt á alnetinum, ið sigur yeah! Sumt er somikið gott, at tað er vert at deila við tykkum. Hetta eru sunnudagsbitar.

Slóðbrótandi selfie

sunnudagsbitin

 Eg haldi, at Jon er so stuttligur, og elski at sleppa at deila hann við tykkum. Hetta er sunnudagsbitin hesaferð. Hygg og flenn, um tú tímur.


Onkuntíð dettur man um okkurt á alnetinum, ið sigur yeah! Sumt er somikið gott, at tað er vert at deila við tykkum. Hetta eru sunnudagsbitar.

Fantastiska søgan um Twisted Sister

sunnudagsbitin

 

Í summar spæla teir á Summarfestivalinum, hetta er bólkurin, ið fekk meg at dáma harðan rokk, og eg gleði meg sum eitt smábarn, tað gera nokk nógv við mær. Men tað er faktiskt ótrúligt, at bólkurin nakrantíð gav eina plátu út. Hoyr gittarleikaran Jay Jay French greiða frá fullkomiliga svøku søguna hjá bólkinum. Hetta er framúrskarandi.


Onkuntíð dettur man um okkurt á alnetinum, ið sigur yeah! Sumt er somikið gott, at tað er vert at deila við tykkum. Hetta eru sunnudagsbitar.

 

Hallur og Kris hugna sær

sunnudagsbitin
Meðan Hallur Joensen var í upptøkuhølinum og spældi inn sína With Stars & Legends fløgu, fekk hann óvæntaða vitjan, tá Kris Kristoffersen  kom inn á gólvið. Áðrenn Kris fór avstað aftur, høvdu hann og Hallur spælt inn lagið “Nobody Wins”. Vitjanin og upptøkan blivu flimaði og eru dagsins sunnudagsbiti.

Í morgin ummæli eg fløguna hjá Halli í Brunsj.

Onkuntíð dettur man um okkurt á alnetinum, ið sigur yeah! Sumt er somkið gott, at tað er vert at deila við tykkum. Hetta eru sunnudagsbitar.

Skammens Vogn – Kender Du Det?

sunnudagsbitin

Má deila mín yndis danska sang í løtuni við tykkum, tað er snedigi bólkurin Skammens Vogn, ið á teirra aðru útgávu Asfalt hava framúrskarandi lagið “Kender du det?”

Lagið hevur hitta moderat í DK, hevur m.a. verið á Tjeck barometrinum í heimlandinum. Hetta lagið fangar danska fólkasál á ein hátt, ið eg ikki havi uppliva, síðan eg fyrstu ferð hoyrdi Valbybakke hjá Peter Sommer. Hetta er tó munandi meira syrutt.

Tey, ið vóru á konsert hjá Eivør og Ginmann After Dark upplivdu har gittarleikaran Oliver Hoiness, hann spælir eisini í hesum bólkinum. Trýst á play og uppliv Skammens Vogn donsk fólkasál anno 2013.

Lurta eftir Asfalt á Spotify, har eru fleiri aðrir fínir sangir:

Vitja Skammens Vogn á Facebook

Onkuntíð dettur man um okkurt á alnetinum, ið sigur yeah! Sumt er somkið gott, at tað er vert at deila við tykkum. Hetta eru sunnudagsbitar.

Kanska Føroya snøggasti trummari

sunnudagsbitin

Eg var ikki til Musical Dance Night í gjár, men myndirnar av Henning eru so fantastiskar, at eg faktiskt angri, at eg ikki fann mær eina barnagentu.

 

henning Tað er so framúrskarandi deiligt, tá fólk gera eitt sindur meira burturúr, enn man forvæntar. Framúrskarandi Henning, tú ert ein virðiligur Sunnudagsbiti.

 

Onkuntíð dettur man um okkurt á alnetinum, ið sigur yeah! Sumt er somkið gott, at tað er vert at deila við tykkum. Hetta eru sunnudagsbitar.

Russell Brand standupshow

sunnudagsbitin

Russell Brand er ein óvanliga stuttligur maður, her er hansara ósensureraða stand up show í New York. Eg havi ikki so nógv at siga, annað enn, at hetta er heilt óluksáliga stuttligt. Njóti tað nú bara:

Onkuntíð dettur men um okkurt á alnetinum, ið sigur yeah! Sumt er somkið gott, at tað er vert at deila við tykkum. Hetta eru sunnudagsbitar.

Var Taxi suppe, steg og heroin tónleikur?

sunnudagsbitin

Eftir at hava hoyrt Taxi spælt, situr ein dani og tosar við bólkin, tað tykist at vera backstage i Gimle, tá hann lýsir upplivingina, sigur hann seg sakna norðuratlantiska samleikan, og lýsir bólkin sum suppe, steg og heroin? Eitt spæl uppá suppe, steg og is genruna, ið ikki altíð er so høgt í metum millum ummælarar.

Eg skal ikki taka støðu til, um lýsingin av tónleikinum hjá Taxi kanska hevur ein ávísan sannleika í sær. Men eg má siga, at eg bleiv rørdur av at síggja henda deiliga dokumentar, ið Ingi Joensen gjørdi um bólkin og um ferðina til Danmarkar.

Árið var 1999. Taxi vann Prix Føroyar og fóru í Lundgaard Studio at spæla inn, vit sleppa at fylgja teimum í studio, men eisini til venjingar og fáa samrøður við Jón, Kim og Kaj, ið vóru beinagrindin í Taxi.

Deiligt at sleppa at uppliva henda flokk av tónleikarum, ið enn kelar fyri okkara oyrum, tó ikki saman. Her eru teir nógv yngri og øgiliga eldhugaðir um Taxi verkætlanina.

Men hetta er eisini ein gluggi inn í føroyskan tónleik um aldarskiftið, vit sleppa at enduruppliva Gimle Medborgerhus, ið var eitt av hjørtunum í útisetalívinum, tá eg búði niðrið, vit síggja Prix Føroyar finaluna, og øll tey nógvu deiligu ungu menniskjuni.

 

TAXI ut i verd from Føroyaprent on Vimeo.

 

Onkuntíð dettur men um okkurt á alnetinum, ið sigur yeah! Sumt er somkið gott, at tað er vert at deila við tykkum. Hetta eru sunnudagsbitar.