Ófeitir Foo Figthers

Foo Figthers vóru eitt av teimum heilt stóru nøvnunum á plakatini á Roskilde Festivalinum, men teir gjørdust ikki ein av teimum stóru tónleikaupplivingunum. Sangarin Dave Grohl er fyrrverandi trummuleikari í Nirvana, og hevur langt síðan fingið sítt pláss rokksøguni. Men hann var samstundis veikasti liður í Foo Figthers hetta leygarkvøld á Roskilde.

 

Røddin var lítið orkumikil, og dróg hetta framførsluna niður. Bólkurin spældi annars væl og tað, sum Grohl manglaði í røddini, hevði hann í beinunum. Hann rann runt sum eitt ótt alla konsertina, og eina løtu stóð hann á ljóðtorninum mitt úti millum áskoðararnar og spældi gittar.

 

Konsertin fór sjálvdan ordiliga á flog, og tóktist eitt sindur long.

Röyksopp

Norsku Röyksopp góvu teimum lurtarunum, sum sloppu framat, eina fantastiska suverena fullkomiliga feita tónleika uppliving. Teltið kókaði, og fólk vóru øll í eini ekstasu. Men uttanfyri stóðu minst líka nógv fólk, sum ikki sloppu inn. Roskilde Festivalurin kiksaði illa við at seta eitt heimsnavn á ein tann minsta pallin.

 

Dreymakendi og sveimandi tónleikurin hjá Röyksopp er ein heimur fyri seg, har fólk ikki kunnu annað enn at gerast bergtikin. Tey fáu hepnu, sum fingu pláss í teltinum, vóru inniliga rørd og Poor Leno var um at lyfta teltinum uppfrá. Kanska skuldi teltið bara farið á flog, tí so kundu øll uttanfyri eisini fingið ein part av feitu upplivingini.

 

Fýra gamlir rokkguðar

Black Sabbath var høvuðsnavnið á Roskilde Festivalinum í ár, og her var talan um upprunaligu manningina í Black Sabbath: Ozzy Osbourne sang, Tony Iommi gittar, Geezer Butler bass og Bill Ward trummir. Tann upprunaligi tungmálmsbólkurin. Ein tann týdningarmiklasti bólkurin í søguni hjá rokk tónleiki, og uttan iva tann týdningarmiklasti bólkurin í søguni hjá tungmálmi.

 

blacksabbath37 ár eftir at fýra ungir mans úr Birmingham fóru til norður Týskland at spæla blús á teimum týsku vertshúsunum, traðkaðu hesir somu fýra, nú eldru rokkguðarnir á pallin eitt lítið vet norðanfyri Týskland í Roskilde, og svongdin eftir at framføra sín tónleik, tyktist enn líka sterk, og tað skerst ikki burtur, at mennirnir duga síni ting.

 

Gamaní, Ozzy hevði astma innhalator við á pallin, og drakk te úr einum koppi, í staðin fyri eina whiskey fløsku og hasjsigarett. Rukkuttu fingrarnir hjá Geezer og Tony sóu margháttligir út á stóra skíggjanum við pallin, meðan teir vundu tungan tónleik úr sínum gittarum. Ótrúligt at sovorðin djevlaljóð kunnu koma úr so gomlum monnum.

 

Konsertin vísti, at hetta ikki eru útbrendir gamlir menn, men veruligar rokkhetjur. Teir spældu seg ígjøgnum hálvan annan tíma av tyngsta tónleiki í heiminum. Har var pláss til nøkur av teimum allar kendastu løgunum, men eisini til nógv av teimum meira forkunnugu løgunum. Klassikarar, sum veruligir Sabbath fjepparar elska, sum: After Forever, við tekspettinum “Would you like to see the pope at the end of a rope”, sangurin sum Black Sabbath skrivaði til punkarar, aftan á Tony Iommi var bukaður av einum flokki av punkarum: Faries wear boots, umframt syruttu The Wizard og Into the void bara fyri at nevna nakrar.

 

Fjøldin av áskoðarum man vera ein tann størsta, sum hevur verið á økinum við appilsingula pallin í nógv ár. Fyrireikararnir meta, at minst 50.000 fólk hugdu at Black Sabbath. Tey fingu eina frálíka uppliving. Bólkurin spældi sum ein dreymur, og áskoðararnir sungu, murraðu og livdu við bæði í kendum og minni kendum løgum. Tá bólkurin spældi tey størstu hittini Paranoid, Iron Man, War Pigs og Black Sabbath sungu áskoðararnir so hart, at Ozzy næstan ikki hoyrdist aftur. Her var einki av tí smakleysa atburðinum við at goyma hittini til eykaløg. Tá teir vórðu klappaðir út aftur at spæla eykaløg tyktust teir veruliga glaðir fyri tað. Teir komu út og spældu Children of the Grave eitt frálíkt lag, sum vanliga er á spæliskránnið, men sum hetta kvøldið var skift út við okkurt meira forkunnugt.

Áskoðarin: Ári Patursson, trøllaskald

Eg haldi at Black Sabbath reistu pallin upp, man bleiv hálaður líkst til helviti við teimum. Tónleikurin er so ræðuliga tungur, men Ozzy virkaði so positivur við sínum stóra smíli. Eg føldi meg fullkomnan, tá eg hoyrdi teir. Eg havi lurtað eftir Black Sabbath, síðan eg var 16 og kenni alt, sum teir spældu. Hatta var genialt. Tað vóru alíkavæl onkri løg, sum eg saknaði: t.d. Changes, Laguna Sunrise og Planet Caravan.
 

 Photo credit: Toke_j / Foter.com / CC BY-NC-SA

Mike Patton og Fantomas ein løgin bólkur

Fyrrverandi Faith no More sangarin Mike Patton, og tríggir av hansara bólkum spæla á ársins Roskilde Festivali. Tann fyrsti av hesum Fantómas spældi eina løgna konsert á Arena pallinum.

 

Tónleikurin er eitt bland av rokki, jassi og larmi. Røddin hjá Patton syngur sjálvdan, men er í hægri mun eitt ljóðføri, sum ger tónar, skríggjar og skrálar. Umframt Patton, sum spælir á rødd, eru eisini bassur, slagverk og gittari við í bólkinum.

 

Løgini eru ikki løg í vanligari merking, men heldur ljóðmyndir, sum tónleikararnir spæla við og hugna sær við at skapa. Framførslan var góð, men hevði kanska betur egna seg til Listarstevnuna enn í einum telti á Roskilde Festivalinum. Tær ferðirnar tónleikurin veruliga fekk fatur í áskoðarunum, var tá Patton sang vanligari melodiir og løginin vóru eitt sindur meira lagakend.

Peter Sommer hugtók

Danski tónasmiðurin  Peter Sommer var fyrstur á Odeon pallin í dag. Hetta er ein av teimum smærru pallunum. Men tey nógvu fólkini inni í teltinum og øll, sum sótu uttanfyri fingu eina jaliga, summarliga og hugnaliga løtu.

 

Tey vøkru og einfaldu løgini hóskaðu væl til at byrja dagin við, eftir at rokkurin var í hásæti í gjárkvøldið. Peter Sommer hugtók, serliga vóru tað donsku útvarpsslagararnir “Tigger” og “Valbybakke”, sum fingu lurtararnir við sær.

Snoop Doggy Dog provokeraði

Snoop Doggy Dog er ein av teimum mest provokerandi tónlistafólkunum í ídnaðinum, og tí var onkur provokatión í væntu. Áðrenn fyrsta lag varð av, hevði Snoopy spælt porno, vold og rúsevnisnýtslu á stórskíggjanum.

 

Konsertin hjá Snoop var sera væleydnað. Allur slættin frammanfyri appilsingulapallin hoppaði, dansaði og sang við, meðan Snoop rappaði um bitches, niggers og pot. Bæði bólkur og rapparin sjálvur vóru ótrúliga vælupplagdir. Bólkurin fevndi um nakrar backingrapparar, ein skratjara, gittarleikara, ljómborð og trummir.

Svenskur deyðsmálmur

The Haunted vóru um at lyfta teltinum á Arena pallinum, tá teir í dag lótu næststørsta pallin á Roskilde Festivalinum upp. Svensku tungmálmsrokkararnir vóru garrvillir og larmaðu við dupultum fóttrummum og øllum tí, ið hoyrir til í tílíkum tónleiki.

 

Sangarin rópti, skrálaði og skríggjaði og av og á sang hann eisini eitt sindur. Røddin var ótrúliga orkumikil, og Arena pallurin var latin ordiliga upp. Tað er hóskandi, at ein tungmálmsbólkur leggur fyri í dag, tá stóri appilsinguli pallurin seinni verður karmur um Black Sabbath, Audioslave og D:A:D

 

 

Eg mundi ikki kent Kent aftur

Svenski superbólkurin Kent fór á stóra appilsingula pallin á Roskilde Festivalinum stutt eftir Velvet Revolver, og vístu hvussu tað skal gerast. Bólkurin spældi sín poppkenda sveimandi rokk næstan perfekt, og konsertin var fantastisk.

 

Eg sá Kent spæla á Roskilde fyri 5 árum síðan, og tá var talan um ein ringan ótjekkaðan punkkendan rokkbólk. Bólkurin er mentur ófatiliga nógv. Løgini eru so øðiliga góð, og Kent spældi tey nakað so væl. Ljóðmyndin var vøkur, og svensku tekstirnir eru vakrir og vælskrivaðir. Her var talan um eina frálíka konsert uppliving.

Velvet Revolver skuffaði, men Guns’n’Roses var gott

Nýggi bólkurin hjá Slash, Duff og Matt í Guns’nRoses Velvet Revolver var fyrsta stóra navnið á Roskilde Festivalinum í gjár. Men upplivingin gjørdist nokkso lunka.

 

Velvet Revolver ljóðaði, sum ein útgáva av G’n’R úr “Lies” tíðarskeiðinum, tó uttan at løgini høvdu tí somu melodisku góðskuna sum hjá G’n’R. Sangarin Scott Wyland, fyrrverandi úr Stone Temple Pilots, hevur eina betri rødd enn Axl Rose, men hann hevur ikki somu gávur til at skriva eitt hitt.

 

Einastu ferðirnar konsertir gjørdist ordiliga góð, var tá bólkurin spældi Guns’n’Roses løginini “It’s Easy” og “Mr. Brownstone” og tá teir tolkaðu “Wish you were here” hjá Pink Floyd, tá sungu 40.000 fólk við.

 

Ljóðið hjá Velvet Revolver var út av lagi ringt.

Petra er ein ferð gjøgnum tíðarrák og lagasmíð

Hýrurin var góður á áskoðaranum, Braquet hevði hita tey væl upp, og nú skuldu tær veruligu hetjurnar royna seg, og Petra royndust væl, vit sluppu eina ferð í teirra sangskatti.

 

Salurin var stúgvandi fullur av fólki. Tónleikararnir komu spakuliga út á pallin, og gjørdu eina evarska lítla ljóðroynd fyri fullum salið, og løgdu so til brots við fyrsta lagnum. Eins og hjá Braquet tyktist byrjanin eitt sindur trek, ljóðið var ikki heilt gott. Men hetta loysti dugnaligi ljóðblandarin skjótt, og longu miðskeiðis í fyrsta lag, ljóðaði væl.

Sangarin John Schlitt, segði, at teir vóru sera glaðir fyri at vera aftur í Føroyum, og at teir fóru at halda fram við einum lagi,  sum varð um, at tað ikki er avgerandi hvat man veit, men hvønn man kennir.

Fyrstu løgini vóru rættuliga nýggj og hóast gott lív var í, so livdi ikki allur salurin við. Tað var ikki fyrr enn nøkur av eldru løgunum vórðu spæld, at konsertin veruliga byrjaði at kóka. Petra hevur verið til síðan 1972 og hesið árini hevur tónleikurin ferðast gjøgnum nógv tíðarrák. Hesið tíðarrák vóru løtt at hoyra aftur í løgunum.

Bólkurin spældi eina sera fjøllbroytna blanding av løgum. Felags fyri løgini var, at tey vóru góð og lætt lurtilig. Men originaliteturin var lítil og eingin, og tey tyktust ikki serlig á nakran hátt.  Eg veit satt at siga ikki, um tað er tí Petra hava so stórt fokus á tekstinum og boðskapinum, at tónleikurin verður eitt sindur tilvildarligur. Tónleikurin tykist bara at gerast ein spegling av teirri tíðini hann er gjørdur í.

Men bólkurin dugur at gera góð løg, og teir duga eisini at gera eitt gott rokk’n’roll show. Har vóru gittarsoloir, basssoloir og trummusoloir, og trummistikkarar vóru kastaðir høgt upp, og loftaðir aftur. Petra vísti at, sjálvt um rokkshowið er kristið – So er tað eitt rokkshow.

Tá Petra spældi lagið “Lord I Lift Your Name on High” sang allur salurin við. Næstan allur salurin dugdi lagið. Rokkkonsertin mintið knappiliga um eitt sangmøti. Rokkkonsertin gjørdist aftur sera verulig, tá tungmálmslagið “Jackyl and Hyde” bleiv spælt. Soleiðis rokkaðu Petra víðari

Aftaná eina langa konsert takkaði bólkurin fyri seg, og fór av pallinum. Tá nógv varð klappa, komu teir útaftur,  fyrst trummuleikarin, sum spældi trummisolo í fleiri minuttir. Síðan komu hinir og endaðu konsertina við tveimum løgum, og einum minnið vekingarmøtið. Gittarleikarin tók orðið. Hann bað tey, sum høvdu tørv á kristnari vegleiðing, um at fara inn í eitt rúm har vegleiðarar bíðaðu eftir teimum. Eyka trýst var lagt á tey, tá hann bað øll hini, sum vistu at doyðu tey nú, komu tey heim til Jesus, koyra hondina upp.

 

Hvat dámdi tær Petra?

Sámal, 32 ár Klaksvík

Hetta var alvorliga gott. Eg eri glaður at teir spældu okkurt gamalt, eg havi lurta eftir Petra nógv, men kenni best tað eldra.

 

Hans Gunnar, 11 ár Havn

Væl, mær dámdi væl. Alt var gott.

 

Ása Sólbrún, Strendir

Tað var øðiliga gott, alt var ordiliga kul.

 

Lillian 24, Ljósáir

Mær dámdi væl konsertina. Deiligt at hoyra okkurt av tí gamla eisini. Kendi betur Petra fyrr, í 90’unum, kennið ikki tað nýggja so væl. Men tað var eisini gott.

 

Jan Erik, 34, Leirvík

Hatta var sera gott. Eg haldi at tað er ótrúligt at so gamlir menn syngja og spæla so væl. Hevði tú lurta uttan at sæð teir, hevði tú hildið, at tað vóru ungir menn sum spældu.