Á dett lív!

Gaate bergtók
Gåte bergtók

Mentanarhúsið í Fuglafirði livdi enn einaferð upp til heitið, besta konsertstað í Føroyum. Frálíkir føroyingar og garrvillir normenn skiftust um at bergtaka og tónlistarliga rúsa.

Gåte vitjaðu Føroyar á seinasta G-Festivali. Tey borðreiddu har við eini av betru framførðslunum á einum annars framúr festivali. So vónirnar vóru rættuliga stórar áðrenn konsertina. Eisini hini nøvnini vóru spennandi á pappírinum. Lama Sea og Makrel, sum hava verið millum jaligastu upplivingarnar í Prix Føroyar kappingini og so Knút Háberg Eysturstein. Eg hevði ongantíð hoyrt Knút solo, so tað var ikki minnið spennandi.

Áðrenn konsertin byrjaði legði DJ Switch tónleik á.

Glaður poppur
Men endiliga byrjaði Knút Háberg Eysturstein, og hann var framúrskarandi. Havi sæð hann í Marigold, Marys Baby og í Gestum uttan at hann veruliga hevur víst sína gávir.

Hann er ein føddur frontfigurur. Hevur eina góða rødd, eina Roy Orbisonsliga útstráling og øðiligar gávir at skriva penan og glaðan popp við einum serføroyskum eygnabráði. Tankarnir fóru beint til Martin Joensen. Hetta tó uttan, at løgini mistu sítt Knútleika.

Enn vóru ikki so nógv komin á konsert, men tey sum vóru har livdu væl við í framførsluni. Knút og bólkurin hjá honum spældu løg av fyrstu fløguni hjá honum, og okkurt nýtt. Framførslan av lagnum “Í hesi nátt” var ordiliga góð. Nýggja lagið “Spark”, var øðiliga stórsligið og besta av nýggju løgunum. Meðan stilla lagið “Slip away” ikki heilt var líka fangandi sum restin av tilfarinum. Ein kontritolking av lagnum “Shine” av fløguni, var eisini eitt hæddarpunkt.

Seinasta lagið “Roads”, var ein blanda uppliving, fyrsta løtan var øðiliga einkisigandi, til endin byrjaði. Spakuliga vaks larmurin av ljóðførunum til Óljóði at enda, var sum ein veggur av ljóði. Ein kraftmikil endi á einari glaðari framførðslu.

DJ-Switch skrúvaði aftur diskotekstónleikin hart frá og salurin tømdist skjótt. Tey yngstu vóru verandi innið og nøkur av teimum dansaðu.

makrelBlaðungar gentir
Makrel vóru næstir á pallin, og salurin fyltist skjótt aftur. Makrel eru vorðnir eitt stórt navn í Føroyum. Flokkurin av blaðungum gentum frammanfyri pallin vísir, at áskoðarafjøldin er broytt. Frá at verða stuttligir rokkarar, eru Makrel farnir egnar vegir. Tónleikurin er eitt slag av ótrúliga sterkum og vøkrum rokktónleiki.

Gittarleikarin Rasmus Rasmussen er so ótrúliga gávuríkur. Man ivast onga løtu í hvussu stóran týdning hann hevur fyri bólkin. Men allir hinir hava eisini ment seg, og mest av øllum hava teir ment seg sum bólkur. Framførslan av instrumentala lagnum “Press Escape” av “Makrel stinkar”, vísti hvussu nógv bólkurin hevur ment seg. Hóast eg eigi “Makrel stinkar”, og havi hoyrt lagið fleiri ferð, hevur tað ikki sagt mær nakað serligt. Men spælt av nýggja Makrel, var tað framúrskarandi.

Devilska lagið Beelsebub av Wonderland fløguni ljóðaði meira devilskt enn nakrantíð fyrr, og vakurleikin í Euphoria gjørdist enn vakrari sammett við devilskapin sum var. Eisini var framførslan av lagnum Wonderland framúr.

Leygarkvøldið gjørdust Makrel fyrstu ferð nummar eitt á 15 teimum bestu, við lagnum Forever and Beyond. Hetta man vera besta lag, sum teir hava gjørt. Tí gjørdist lagið ein sera passandi endi á eini framførðslu, sum rørdi og bergtók. Makrel høvdu allan salin við sær.

DJ-Switch megnaði skjótt at tøma salin, og mest tey sera fullu og tey yngstu vóru verandi innið. Heldur ikki nú dansaðu serliga nógv. Men hetta broytti ikki lagavalið hjá unga plátuvendaranum.

Hoppiball
Gåte var næsti bólkur á pallin, og meðan ljóðið av introiðini hjá Gåte brakaði fyltist salurin. Fólk troðkaðu seg fram ímóti pallinum. Frá fyrstu tónunum Gåte spældi var salurin á gosið. Sjálvdan hava so nógv fólk hoppa so leingi í Fuglafirði. Tann sum hoppaði mest, var tó gittarleikarin í Gåte.  Eg havi ongantíð sæð eitt fólk leika so illa í, og hann spældi frálíkt á gittar meðan hann gjørdi tað.

Trummir, bassur, violin, gittar og ein ótrúlig sangrødd. Onkuntíð spælir violinleikarin keyboard, og onkuntíð syngur bassleikarin eitt sindur. Men samanumtikið er konseptið hjá Gåte líkt tí hjá Týr. Løg við íblástri úr gomlum vísum, spæld av einum rokkbólki, ikki so nógv roks. Sangrøddin hjá Gunnhild er ein av størstu styrkjunum hjá bólkinum. Hetta vita tey væl av, og byggja tí løgini upp kring hennara rødd. Hetta hevði tíanverri við sær, at fyrstu nógvu løgini tykstust heldur einstáttað fyri hendan ummælaran. Tá hugsað verður um, hvussu væl Clickhaze dugdu at gera løg við íblástri úr vísum og kvæðum spennandi og fjølbroytt, so høvdu Gåte nógv at læra.

Men sum rokkkonsert var einki at klaga um. Áskoðararnir kókaðu, sum eg ongantíð havi upplivað fyrr. Miðskeiðis í konsertini fór sangarinnan av pallinum í tvey løg. Violin gjørdist høvuðsljóðføri. Gåte spældi rokkandi spælimannstónleik, sum hevði fingið Kristian Blak til at trampað í gólvið. Nú kom vend í konsertina. Løgini gjørdust betur og eitt sindur meira fjølbroytt. Eg var tó ikki rivin líka nógv við av hesari framførsluni sum av Makrel.

Gåte spældu fleiri eykaløg, og takkaðu fyri eina fantastiska uppliving.

Lama Sea settu punktum
DJ Switch tømdi síðan aftur salin, og tíanverri fyri seinasta bólkin Lama Sea, valdi meirilutin ikki at koma inn aftur. Lama Sea settu punktum á kvøldið. Teir spældu sín deiliga glaða modernaða rokktónleik. Eg haldi, at tann spæligleðin, sum bólkurin hevur, smittar illa. Hóast flestu áskoðararnir vóru móðir aftan á eitt langt rokkkvøld, fingu Lama Sea smílini fram á varrunum.

Teir eyðkendu klædningarnir vóru hongdir í skápið. Tað var rættuliga keðiligt, tí konseptið manglaði okkurt. Tað tyktis ikki líka gjøgnumført. Vónandi verða klædningarnir funnir framaftur til næstu konsert.

Tá Lama Sea vóru lidnir, tók DJ Switch aftur yvir. Nú gekk betur, nógv dansaðu og tey sum vóru eftir tyktust at hugna sær. Eg fór til Havnar.

Vælkomin í Teiturland

Bíðirøðinar uttanfyri Vega vóru langar. Komin innar vóru aftur langar bíðirøðir fyri at sleppa av við frakkan.Eingin ivi var um, at eitt stórt navn skuldi á pallin. Stóra navnið hetta kvøldið var Teitur.

 

Vega er eitt av best umtóktu spælistøðunum í Keypmannahavn. Hølini plagdu at eita Folkets Hus og vera háborgin hjá danska javnaðarflokkinum. Føroyingar minnast kanska hølini, sum karmin um stóru veitsluna, tá Føroyar og Danmark høvdu spælt dyst í fyrstu EM undankappingini hjá føroyska fótbóltslandsliðnum í 1990-1991.

 

Deymurin av 12. manni er langt síðan horvin úr hølunum, og einastu minnini um javnaðartíðina eru heitini á salunum, sum enn hanga á veggjunum. Lítla Vega er t.d. Stauningsalurin og stóra Vega er Kongressalurin.

 

Komin upp í barrina, sum eitur Karnapsalurin, vóru bíðirøðirnar longu gloymdar. Spenningurin og jaliga kenslan fyltu salin, sum eru eitt slag av inngongd til Kongressalin.

 

Teitursa kvøld

Á pallinum bjóðaði Teitur fyrsta gestinum Tobias Frøkær vælkomnum. Hetta var Teitursa kvøld, hann var vertur. At Teitur sjálvur bjóðaði gestunum inn á pallin, gav øllum kvøldinum ein persónligan dám.

 

Fullur salur

Salurin fyltist spakuliga meðan Tobias Frøkær spældi. Tá Teitur bjóðaði Hush á pallin var næstan fult. Áhugin var so stórur, at Vega hevði latið ballkongirnar upp. Hetta verður bert gjørt á teimum størru tiltøkunum.

 

Bæði Tobias Frøkær og Hush spældu friðarligan tónleik, har tey góðu løgini vóru í hásæti. Kvøldið var hugnaligt og eitt slag av  friðsælu valdaði.

 

Tá seinastu tónarnir av Hush tagnaðu, tendraðu tey ljósini inni í Kongressalinum. Nokkso fitt av føroyskum andlitum sóust í fjøldini, men nógv tey flestu vóru danir.

 

Á pallinum fingust ljóðmaðurin Jónas Bloch Danielsen, bassleikarin Mikael Blak og amerikanski trummleikarin Derek Murphy við at gera klárt.

 

Ljósið í salinum slóknaði og pallurin stóð tómur – Øll bíðaðu spent. Teitur kom gangandi út á pallin tók gittaran og byrjaði at spæla: “Let’s go dancing” og allur salurin varð bergtikin í somu løtu. Teitur átti allan salin restina av kvøldinum. Ein maður og ein gittari, einki tvætl, bara orð og tónleikur.

 

Í øðrum lagi: “Shade of a shadow” komu bassur og trummir við. Pulsurin á framførðsluni bukaði eitt sindur harðari, og fulli Kongressalurin varð Teiturland. Teir hildu fram við “Halfway between”

 

Fyrsti gesturin á pallin var enn einaferð: Tobias Frøkær. Hann kom á pallin at spæla gittar og syngja kór á “One and only” og á einum av stóru hæddarpunktunum “Sleeping with the ligths on”.

 

Sambært Jyllandspostinum hevur Teitur selt 10.000 eintøk av fløguni: “Poetry and Aeroplanes” í Danmark. Hetta hoyrdist á áhoyrarunum, sum dugdu væl at syngja við. Allur salurin sang: “I still sleep with the lights on”.

 

Kendur gestur

Tobias, Mikael og Derek fóru av pallinum aftur. Ístaðin kom kendi danski tónleikasnillingurin Kresten Osgod á pallin. Hann er kendur úr Jazzumhvørvinum í Danmark, og hevur millum annað spælt trummir hjá Caroline Henderson. Teitur og Kresten kennast og høvdu júst skriva eitt lag saman. Nýggja lagið æt “Louie Louie”. Kresten spældi Rhoads og Teitur gittara og sang. Lagið bar brá av, at tað var nýskrivað, og var ikki eitt av minniligu løgunum á konsertini. Á næsta lagnum “To meet you” spældi Kresten Osgod trummir og bassurin kom við aftur.

 

Teitur spurdi um vit høvdu hitt kendasta gestin hetta kvøldið: Jólamannin. Jólamaðurin arbeiddi í barrini eitt skifti og gekk annars runt og tosaði við fólk. Teitur segði: at jólamaðurin kundi geva okkum, tað sum vit ynsktu, og at sambært jólamanninum, var ein genta sum æt Mette á konsertini og hon ynskti sær ein mann.

 

Salurin livdi við

Strúkararnir vóru komnir á pallin og lógvabrestinir mundu ongan enda taka, tá tey spældu løgini: “You’re the ocean”, “Rough around the edges”, “Josephine”, “I was just thinking” og “Amanda’s dream”. Salurin livdi allur við.

 

Áðrenn Teitur fór undir seinasta lagið, minti hann á, at um fólk vildu hoyra meira kundu tey bara klappa eitt sindur. Eg haldi at tað var lekkurt, at hann var eitt sindur ironiskur um ein av teimum mest láturligu siðunum innan mentan.

 

Seinasta lagið hjá Teiti varð upprunaliga gjørt í skemti. Ætlanin var bert at spæla tað einaferð. Men longu fyrstu ferð tað var spælt, var móttøkan so góð, at tað gjørdist fastur partur av spæliskránni. Nú var tað seinasta lag á skránni. Talan var um eina fráíka tolking av “Great balls of fire” hjá Jerry Lee Lewis. Teitur og bólkurin fóru av pallinum. Men vóru klappaðir út aftur tvær ferðir.

 

 

Du tror vist på Julemanden

Tá Teitur kom út aftur á pallin, rópti ein kvinnurødd: “Teitur, jeg elsker dig!”. Teitur var skjótur at svara: “tal med julemanden”. Tá ein maður rópti “Teitur, jeg elsker dig!”, svaraði hann “Du tror vist på Julemanden!”.

 

Eykaløgini hann spældi vóru trý nýggj løg: “I run the Carrousel”, “Hanging my worries out to dry” og “Waiting for mars to come out” Serliga tey bæði seinastu løgini vóru framúrskarandi. Í “Hanging my worries out to dry” var eitt petti har Teitur bríkslaði. Hann segði, at um sangurin skuldi innspælast skuldi Kim Larsen bríksla hetta pettið.

 

Málslig suppa

Konsertin varð filma, og Teitur skuldi tí upprunaliga tosa á enskum millum løgini. Men hann gloymdi hetta í heilum, og skifti aftur til danskt alla tíðina. Hetta var rættuliga stuttligt, og hann dugdi ótrúliga væl at brúka málsligu suppuna sum krydd til framførðsluna.

 

Samanumtikið fingu vit eina frálíka tónleikauppliving. Teitur legði Vega fyri sínar føtur, og tá DVD’in kemur út einaferð næsta ár, fari eg at keypa hana og siga: “Eg var har!”.

 

Tónleikur 2001

Snøgg, umfatandi og lættlisin, ella stutt sagt góð, hetta eru nøkur av teimum orðunum sum kunnu nýtast um snotiligu árbókina um føroyskan tónleik.

 

Gott innlit

Eg ræddist eitt sindur, at hendan útgáva skuldi vera eitt savn av teimum ofta stak vánaligu greinunum um tónleik, sum Sosialurin hevur borðreitt við hetta seinasta árið. Men so var ikki. Beint sum eg sá góðskuna á pappírinum og nógvu snotiligu myndirnar, sá eg at her hevði man gjørt sær ómak.

 

Fólkini aftan fyri pop.fo hava havt stóran leiklut í framleiðsluni, og bókin tykist at vera gjørd við somu professionalismu, sum vit kenna frá teirra heimasíðu.

 

Bókin er, eins og pop.fo, ein roynd at fevna um alt tað, sum fer fram á føroyska pop- og rokkpallinum.

 

Bókin tekur okkum víða um í føroyskum poppi og rokki. Heilt nógv tiltøk og bólkar eru umrødd, og rúm er eisini fyri meira umfatandi greinum um tey størru tiltøkini. Tiltøk sum Prix Føroyar og Ólavssøkukonsertin, og bólkar sum Clickhaze, I Am og All That Rain, sum hava gjørt nógv um seg í 2001, fáa gjølla viðger.

 

Væl gjøgnumarbeidd

Eyðun Klakkstein, sum hevur staðið fyri tekstarbeiðinum í bókini, sýnir stak gott innlit í føroyskan tónleik og kemur víða um. Greinirnar eru bygdar á greinir úr Sosialinum og av pop.fo, men eru tillagaðar soleiðis, at tær hóska til hesa bók. Sjálvt um hetta er eitt bland av greinum skrivaðar til heilt ymiskar miðlar; tíðindablaðið og internetsíðuna, so hevur umskrivingin gjørt bókina til eina heild. Slík umskriving kann vera torfør, men her riggar hon.

 

Myndasíðan er snøgg

Hyggja vit at lay-out, so eru útgevararnir slopnir stak væl frá hesum. Bókin er ein frægd fyri eyga, nógvu myndirnar eru í góðum samspæli við tekstin, og bókin gevur tí lesaranum eitt innlit í føroyskan tónleik 2001 bæði í myndum og orðum.

 

Tó eru onkrar myndir komnar eitt sindur skeivt fyri: Á síðu 92 í greinini um Ivory, er myndin av Mikael Blak við elektriskum bassi og punkhári neyvan ein mynd av Ivory. Tað sama á síðu 57 í greinini um Frændur: myndin er av Terja Rasmussen, men í bakgrundini sæst Allan Mortensen úr MC-Hár. Sostatt er hatta neyvan ein mynd av Frændum.

 

Men hyggja vit burt frá nøkrum heilt fáum svipsarum, so er myndasíðan eisini væl úr hondum greidd.

 

Ikki bara gott

Nú ljóðar tað kanska, sum um eg skamm rósi bókina, og tað kemst ikki uttanum, bókin er veruliga ein góð árbók. Men hon hevur eisini sínar minni góðu síður.

 

Bókin er sum sagt bygd á greinir úr Sosialinum og av pop.fo, hetta merkir, at í greinunum um fyrsta partin av árinum er bókin mest bygd á Sosialin. Hetta tí at pop.fo ikki var til fyrr enn 2. mei.

 

Hetta hevur við sær, at hendan tíðin ikki er líka væl umrødd sum restin av árinum. Gamaní, Prix Føroyar fær nokkso nógv pláss, men hetta er jú størsta tónleikatiltakið hetta árið. Men sjálvt við fýra undanumførum og einari prix-finalu, fær tíðarskeiðið januar til mei væl minni pláss enn restin av árinum.

 

Kanska er tað tí, at minni hendi hetta tíðarskeiðið? Tað kann gott vera, men hvat við konsertferðini hjá Ivory í USA og tann í Fraklandi, og hvat við Ivory á danska TV2, ella tey kvøldini tey spældu í Keypmannahavn. Hetta fellur kanska ikki inn undir popp ella rokk, ella ger tað? Konsertferðin hjá Ivory í Eysturríki verður nevnd, var hendan meira popput ella rokkut enn hinar?

 

Ella hvat við Revival á Foley’s? Um nakar føroyskur bólkur spælir popp/rokk so er tað júst Revival.

 

Ella tann stórhending, at Føroyar fingu sín egna tónleika portal á netinum? At www.pop.fo bleiv stovnað? Hetta er slett ikki nevnt.

 

Men tað er kanska ov nógv at krevja, at bókin skal minnast til øll tiltøk og hendingar hetta seinasta árið, og at øll skulu fáa líka nógv pláss.

 

Lítla Rúm ársins ringasti bólkur

Tað sum er mest irriterandi við bókini er, at hon brúkar vanligan føroyskan ummælarastíl. Tað er, at man ongantíð sigur, at nakað er ringt. Hetta er gjøgnumgangandi gjøgnum alla bókina, uttan líka ta einu ferðina: Á blaðsíðu 17, verður skrivað í greinini um undanumfarið til Prix Føroyar í Klaksvík: ”Bólkurin Lítla Rúm úr Havn var mannaður við trimum tónleikarum, sum eru rættuliga nýggir í fakinum, og tað hoyrdist eisini á framførsluni.”

 

Eg var ikki sjálvur í Klaksvík, og veit tí av góðum grundum ikki hvussu ringir Lítla Rúm vóru. Men at teir høvdu ta einastu ringu framførsluna í ár, ivist eg í. Við bert at hava kritikk av hesum eina bólki, gevur Tónleikur 2001 lesaranum eina mynd av Lítla Rúm, sum ársins ringasti bólkur. Hetta er møguliga ein røtt mynd, líka veit eg? Men vóru teir veruliga einasti ringi bólkur í ár? Um so er, áttu teir at fingi eitt heiðursmerki fyri hetta.

 

Okkurt mitt ímillum

Tað er onki skeivt í, at man sigur, at ein bólkur er ringur, tá hann er ringur. Men trupuleikin er, at hetta ikki er gjøgnumgangandi; bókin nevnir ikki hvør er ringur, og bara av og á hvør er góður. Hetta ger, at fleiri av teimum góðu bólkunum enda í sama flokki, sum teir ringu bólkarnir. Antin ummælir man, ella ger man ikki. Tónleikur 2001 roynir at gera okkurt mitt ímillum.

 

Hetta sama er galdandi í útgávuyvirlitinum. Nakrar fløgur fáa góð orð við á vegnum; til dømis verður sagt, at Unn Patursson kemur væl frá síni fyrstu soloútgávu, at All That Rain spæla væl, at Holger Laumann & Plúmm spæla framúr væl og at Jakkin hevur klárað at endurnýggja sín tónleik, meðan aðrar fløgur onki ummæli fáa, tildømis verður einki sagt um hvussu Triple Trio sleppur frá sínari útgávu, ella um Corona Guitar Kvartet spælir væl. Antin skuldu allar fløgurnar veri ummældar ella ongar.

 

Samanumtikið skal tó sigast, at Tónleikur 2001 er ein frálík bók. Hon gevur eitt gott innlit í hvat hendi hetta árið, og er áhugaverdur lesnaður fyri tey, sum hava áhuga fyri føroyskum poppi og rokki. Bókin fer at standa sum ein góð tónleikasøgulig kelda fyri árið 2001.

MOIRAE – Ársins fløga?

Juni-August 1996, var í Føroyum merkt av sera ringum veðrið, ikki vóru nógvir sólglottar, ið snýktu seg gjøgnum skýggini, grátt og keðiligt var. Men eitt økið, ið var alt annað enn grátt og keðiligt, var plátumarknaðurin, sjálvdan hava so nógvar plátuútgávur verið innan fyri so stutta tíð. Ein teirra var endiliga fyrsta fløgan hjá Prix Føroyar vinnaranum Moirae.

 

Moirae, er kanska ikki eitt serliga kent navn millum útisetar, men nevna vit bólkar sum Chase, Frændur, Føstufressar, Barlast, Rockmen, Musketerarnir, Húskallar, Barlast, Kim og Co. og the Funkies, munnu nógv minnast løtur á konsertum ella til dans. Moirae er eitt bland av limum frá øllum hesum bólkum, Kaj, Kim, Terji, Mikkjal og Hjalti, eru Føroya einasti superbólkur, ein bólkur av frálíkum tónleikarum, sum longu hava skapt eitt navn í øðrum bólkum og nú hava funnið saman í Moirae.

 

Dagin áðrenn fløgan kom út hevði bólkurin bjóða til stórslignan tíðindafund í Norðurlandahúsinum í Havn og dagurin eftir fór við at signera fløgur í Tutl-búðini í SMS, alt tyktist ógvuliga proffessionelt og gjøgnumført, fløgan kom út í teimum heilt røttu rammunum, alt hetta hóvasták gjørdi at vónirnar um eina heilt frálíka fløgu vóru sera stórar, tá eg setti meg í ein av teimum heldur ringu stólunum í Norðurlandahúsinum og hoyrdi fyrstu tónarnar av ‘Lognbrá’, fyrsta lagið av fløguni.

 

Fyrsta hugsanin var at hetta var løgin tónleikur og at lætt var at hoyra at Kim var Nólsoyingur. Løgini vóru sum heild góð, men einki av teimum setti seg fast, tankarnir leitaðu aðrastaðnis og eg gloymdi heilt tíð og stað, niðurstøða tónleikurin var góður sum bakgrundstónleikur, men fekk ikki fanga meg sum lurtara. Eg tók fløguna við heim.

 

Eftir fleiri lurt gjørdist fløgan bert betur og betur, løg sum ‘rúsevnistoka’, ‘mynduleiki’ og serliga ‘eg flýggi til tónleikin’ settu seg føst og eg mátti viðganga at fyrstu tankarnir um fløguna vóru heilt skeivir.

 

Fløgan er sera fjøllbroytt og merkt av at Moirae hevur fleiri góðar lagskrivarar.

Men tað hendi í teimum døgum…….

Síðan Rithøvundafelag Føroya í fjør gav út bókina ‘Rithøvunda Bókin’ hevur nógv verið skrivað í fjølmiðlunum um hesa útgávu, men tíðanverri hevur skrivingin mest snúð seg um, hvør ikki átti at verið við í bókini. Um hvør hevur rætt til at kalla seg rithøvund. Henda skriving hevur eftir mínari metan mest verið drivin av útbrendum gamlum monnum við sjálvsvirðiskreppu, hesin útrúligi býttleiki hevur tíðanverri sett alla bókina í ringt ljós, hetta er synd tí eftir mínari metan er bókin bæði áhugaverd og stuttlig.

 

Bókaummæli av Rithøvunda Bókini.

 

Onkur rithøvundur hevur tó vilja verið við, at nevndin hevur broytt ein part av hansara stubba, hetta er sjálvandi út av lagið grovt. Skelkandi er, at yrkisfelagi hjá rithøvundum skal standa á odda fyri slíkum. Í øðrum londum berjast slík feløg móti júst sensuri. Men hetta hava nógv góð og minnið góð fólk kjakast um í bløðunum, eg skal royna ikki at detta í hesa grøv. Eg haldi bara at tað skuldi verða sagt. Eg fari heldur at royna at hyggja at bókini, sum tann bók hon er og ikki eftir teimum longu væl gjøgnum tugdu mistøkum Rithøvundafelag Føroya hevur gjørt í útgávuni.

 

Rithøvunda bókin er ikki ein heilt vanlig bókamentasøga, men heldur ein samtíðarlýsing av føroyskum rithøvundum, ella rættari limum rithøvundafelagsins (tí hvat er lýsingin av einum rithøvunda), tað ið ger hesa bóka serliga áhugaverda er at limirnir sjálvir greiða frá um seg sjálvan, hetta ger bókina sera fjølbroytta. Stuttligt er at síggja hvussu ymiskan framferðarhátt limirnir hava. Onkur heldur seg til eina gjøgnumgongd av sínum skrivligu avrikum blanda við eitt lítið sindur um slag og ætt. Meðan onnur fara eitt sindur meira nýskapandi til verks, t.d. Jóannes Nielsen, ið umskrivar  gleðiboðskapin soleiðis:

 

‘Men tað hendi í teimum døgum, sum skriva stendur í evangelium, at Jóannes í Sakarstovu í Sumba kom at vitja ommu mína í dreymi. Úrsliti av hesi luftigu vitjan var navnið Jóannes…’

 

Eisini er stuttligt at síggja hvussu onkur skrivar í triðja persóni um seg sjálvan t.d. Heðin Magni Kristin Súni Klein:

 

Heðin Magni Kristin Súni Klein er føddur 28. Februar 1950. Uppkallaður er hann eftir báðum ommunum og tveimum mammusystrum, sum doyðu ungar tuberklum.

 

Um hetta er ein roynd at skapa meira trúðvirði til stubban, veit eg ikki, men fyri meg tykist tað rættiliga løgið at skriva um seg sjálvan í triðjapersóni.

 

Bókin er sum heild sera stuttligur lesnaður og far tú innlit í tað, ið liggur aftan fyri tey ofta lítið sigandi nøvnini á føroyskum rithøvundum, harafturat hevur nevndin í Rithøvundafelagnum megna at savna myndir av øllum rithøvundunum, hetta gevur lesarunum møguleika fyri at seta andlit á hesar persónar, ið tú kanska bert kennur á navni.

 

Bókin er verd allan keypsprísin og átti at verið ogn hjá øll bókmentaáhugaum føroyingum, men við sínum fjøllbroyttu persóns lýsingum er hon eisini stuttligur lesnaður, hjá fólki, ið bert vil stytta sær ein løtu. Mítt ráð er: keyp hana áðrenn grannin.