Hartrokkandi Fate

Fate-IfNotForTheDevilÍ Brunsj í dag ummældi eg danska tungmálmsbólkin Fate, við føroyska Dagfinn Joensen á odda. Hetta er hard/rokk, tungmálmur, men eg haldi eisini, at tað til tíðir lenar seg móti progressivum tungmálmi. Men tað er nokk ikki so undarligt, tí progressivur tungmálmur er ein genra, ið um nøkur hevur klárur referensur aftur til 1980’ini.

Fate var stovnaður í 1984. Fate er upprunaliga sprottin úr danska bólkinum Mercyful Fate. Teir spældu fram til teir góvust í 1993. Endurstovnaðir í 2004 byrjaði ein útskifting í limunum og fram til verandi manning fann saman í árunum 2011.

Síðan tá eru tvær útgávur komnar “Ghost From The Past” í 2011 og “If Not For The Devil” í 2013.

Eitt sindur áhugavert, at einasti upprunalimurin, ið er eftir í Fate er bassleikarin, hinir eru allir komnir við síðan 2008. Annars hava nógvar útskiftingar verið í bólkinum øll árini, so tað er kanska ringt at meta um hetta sum ein gamlan bólk.

Dagfinn kom við í 2009, og eg sá teir á SF í 2012, og tað var ein fín konsert, eg var yvirraskaður yvir, hvussu nógv Dagfinn var farin fram sum sangari.  Hann hevur arbeitt miðvíst við sangi seinastu árini, og tað hoyrist aftur, røddin er fyldigari, kraftigari enn hon var áður og sjálvt á høgu tónunum sang hann púra reint.

Tað var ein frægd at hoyra ein so góðan sangara, tí tónleikurin hjá Fate krevur nógv av sangaranum.

Røddin hjá Dagfinn er ein sera stórur partur av, at hendan útgávan er so væleydna, tí hann syngur pissivæl.

Bassleikarin Peter Steincke er einasti uppruna limurin, ið er eftir í Fate. Tær nýtist ikki at hyggja leingið at honum, fyri at skilja hví hann er hildin fram við bólkinum, hóast nógvar broytingar hava verið yvir árini. Maðurin osar av spæligleði, meðan hann hálvrennur kring pallin við sínum bassi og langa ívna gráa hári. Dagfinn greiddi okkum frá, at sviar rópa Steincke fyri Original gubben.

Tað tykist, sum Fate hava livað í einum tíðarlumma seinastu 25 árini, so er hetta ein gjøgnumførdur tíðarlummi.

Men mest er hetta  ein hart rokkandi bólkur, við dugnaligum tónleikarum, stórari spæligleði og einum knasandi góðum sangara, og einum gittarleikara, ið tykist at elska sín leiklut sum gittarfresari.

Hoyr alt ummælið her

Miðalhampa Blátt

blattBlátt hava givið út eina dupult útgávu. Endurútgávuna av “Til allar vinir” og nýggju fløguna “Fjakkarin við heimsins enda”. Í Brunsj í dag ummældi eg fløgurnar og gav teimum 3 av seks stjørnum.

Hoyr ummælið her

Bestu útgávurnar í 2013

Beint eftir jól tóku eg, Uni L. Hansen og Elin og Brimheim Heinesen samanum fløguárið 2013 í einari heilt serligari Brunsj sending.

Topp 5 listin í ár bleiv hesin:

1. Byrta – Byrta
teitur-story-music
2. Teitur Lassen – Story Music
3. Kári Sverrisson og Bendar Spónir - Nøkur fá fet afturat
3. Kári Sverrisson og Bendar Spónir – Nøkur fá fet afturat
4. Hamferð - Evst
4. Hamferð – Evst
5. Allan Tausen - Unknown
5. Allan Tausen – Unknown

 

 

 

 

 

 

 

Hoyr alla sendingina her

Tá bakgrundstónleikarin traðkaði fram í spottljósið

Allan Tausen UnknownAllan Tausen yvirraskaði meg jaliga við síni fyrstu soloútgávu “Unknown”, ein útgáva, ið er bygdaslig uppá tann feita mátan.

 

Allan hevur verið tónleikari í nógvum samanhangum, m.a. sum trummari í Marigold, gittarleikari hjá Høgna Lisberg og sum bassleikari hjá Marius, men nú stendur hann á egnum beinum, og tað ger hann sera væl.

 

Fløgan fekk 5 av 6 stjørnum, tí hon er knasandi góð.

 

Hoyr ummælið av Unknown hjá Allan Tausen her

Cohen á føroyskum

Niels Midjord Cohen tulkingarNiels Midjord gevur sítt boð uppá hvussu Cohen ljóðar, um hann verður spældur av Niels Midjord. Her er talan um ein av heimsins bestu sangskrivarum umsettan sera væl til føroyskt og so sungið av eini av okkara mest sermerktu songrøddum.

Eg elskaði tað, og gav fløguni 5 av 6 stjørnum, tá eg ummælti hana í Brunsj.

 

Hoyr ummælið av fløguni her

Knút við sínum vøkru sangum

Knut-On HighKnút Háberg Eysturstein hevur, við On High, givið út eina fína útgávu við vøkrum sangum, ið enn einaferð vísa hansara dygdir sum sangari og sangskrivari.

LP’in er í støðum framúrskarandi, serliga løgini The Road, On High, Growing Old og Revolution of the hearts eru sterk. Meðan serliga arrangementini av øðrum løgum ikki heilt liva upp til potentialið, ið framúr góðu løgini hava.

Serliga samstarvið við The Pushing up Daisys er frálíkt. Røddirnar hjá teimum trimum Dorthea H. Dam, Jensia H. Dam og Óluva Dam hóska so ótrúliga væl saman við røddini hjá Knút.

Knút er ein dugnaligur teksthøvundur, og skrivar umhugsnar og filosofiskar tekstir.

Í ummæli mínum í Brunsj, fær útgávan 4 av 6 stjørnum.

 

Hoyr ummælið her

Melodiskur og ógvisligur tungmálmur

valkyrja“Eg haldi, at melodimessiga er hetta ein sera sterk útgáva, tónleikurin er fyri tað mesta ræðuliga larmuttur, trummirnar koyra við asins ferð, og Terji fresar við gittaranum og spælir soloir, men omaná liggur næstan altíð ein fangandi melodiur.

Men hetta hevur verið styrkin hjá Týr í nógv ár, ella faktiskt altíð. Teir duga væl at skriva melodiir. Eisini riffini hjá teimum eru ofta sterk, og Valkyrja er einki undantak. ”

Hetta vóru nakrar av niðurstøðunum, ið eg borðreiddi við, tá eg ummældi Týr í Brunsj mánadagin. Ùtgávan fær 5 av 6 møguligum stjørnum.

Hoyr ummælið her

 

Týr er melodiskur tungmálmur, og teir taka íblástur frá nógvum ymiskum støðum, eg haldi man kallar hetta fyri viking metal, ella folk metal. Havi lisið nógv, ið hava roynt at sett Týr í bás, men tað er ikki so lætt. Vanliga verður Folk Metal, Power Metal, Viking Metal, og New Wave of British Heavy Metal nevnt.

 

Eg eri sjálvur eins og teir stovnandi limirnir í Týr, vaksin upp við New Wave of British Heavy Metal og bólkum sum Iron Maiden, Judas Priest og Motorhead, og eg haldi meg hoyra nógv av hesum í Týr. Men samstundis er hetta heilt egið. Týr ljóða sum Týr.

 

Eg havi altíð verið rættuliga imponeraður av tí seriøsiteti, ið Týr hava lagt fyri dagin, teir taka seg sjálvar og sín tónleik í ramasta álvara. Teir arbeiða hart fyri tí, sum teir elska at gera, og hava stríðst fyri hesum í 15 ár nú. Eg sá Hera skriva nú ein dagin, at teir enn ikki kunnu liva av bert tónleikinum. Tað er imponerandi, at teir hava hildi á í so nógv ár, hóast hetta er umstøðurnar. Eg vóni veruliga, at teir við hesari útgávuni og nýggja plátufelagnum, kunnu røkka málinum um at gerast fíggjarliga óbundnir.

 

Men Týr hava eisini eitt annað slag av seriøsiteti, ið eg eri minst líka imponeraðuar av. Vit sum vóru børn og tannáringar í 1980’unum, vit lurtaðu eftir tungmálmi og gittargudum við ótrúligum soloum og tónleiki, sum var tekniskt sera imponerandi.

 

Men so komu 90’ini við sínari ironisku distansu. Tónleikurin bleiv grunge, punkuttur og Nirvana vendi øllum á høvdinum. Til síðst kundi man ikki spæla eina góða gittarsolo, uttan at smíla umberandi og siga nei tvælt aftan á.

 

Men Týr vóru stovnaðir í hesari tíðini, men skitu á tað, og gjørdu bara tekniskan tungmálmstónleik og vóru ernir av tí, flottar soloir, og so spæla teir enntá í brynjum uttan eitt einast ironiska eygnabrá.

 

Tað, at teir taka víkingamálmin og søguliga kontekstin í so stórum álvara, fekk nógv at taka frástøðu frá teimum í byrjanini, tí tað ikki var kul í tíðini, men í dag kann eg siga, at hetta er ein av orsøkunum, at bólkurin hevur ein stóran fjepparaskarða kring heimin.

Intelligentur debutant poppur

Myndatøka Mirjam & Janus Photography, lánt av fløguhúsanum hjá Lailu.
Myndatøka: Mirjam & Janus Photography, lánt av fløguhúsanum hjá Lailu.

Fyrsta útgávan hjá Lailu av Reyni er á tremur við intelligentum vælskrivaðum og vælskipaðum poppi, ið tónlistarligi gandakallurin Gunnar Guttesen eigur stórar aktiur í.

Her fyri ummældi eg fløguna í Brunsj í útvarpinum. Skoðsmálini vóru somikið góð, at fløgan fekk 5 av 6 stjørnum.

 

Hoyr ummælið av Lailu av Reyni her

Inniligheitir á fløgu

kanska_tu_svav_1

Onnur soloútgávan hjá Holgari Jacobsen,”Kanska tú svav” er eitt savn av góðum sangum. Tað er í tí inniliga og persónliga, at Holgar er sterkastur, á hesari útgávuni hevur hann vøkru røddina hjá Tórfríð Davidsen afturat sær, og saman levera tey eina framúr góða og melankolska uppliving.

Útgávan fekk 5 stjørnur frá mær, tá eg ummældi hana í Brunsj her fyri.

Hoyr ummælið her, í sendingini tosa vit eisini um mítt virksemi sum ummælari.

Til brunsj, men silvur kongurin var burturstaddur

myndin er lánt av Facebooksíðuni hjá The Absent Silver King
myndin er lánt av Facebooksíðuni hjá The Absent Silver King

Útgávan hjá The Absent Silver King er ein LP, ein fløga og eitt savn við tekstum eftir høvundin og oddamannin Trygva Danielsen. Í Brunsj mánadagin ummældi eg útgávuna. Talan er um góða og vælskipaða og vælljóðandi útgávu, har limir í Bendum Spónum, Clickhazurin Bogi á Lakjuni og Trygvi Danielsen úr Gipsy Train eru komnir saman at skapa eitt serligt produkt.

Tónleikaligi parturin fekk 4 stjørnur, og hóast tekstsavnið ikki var ummælt, so kann tað viðmælast sum eitt must fyri øll, ið elska føroyska málið.

Hoyr ummælið her