Lívið sum spælimaður

Á heysti 1993 vóru vit tríggir ungir ósikrir føroyingar, sum hittust úti á “Ungdoms Garantien” onkra staðni úti tætt við Nordhavn Station í Keypmannahavn. 

Allir tríggir vóru fluttir undan kreppuni í Føroyum, og allir høvdu vit verið aktivir í tónleikalívinum her heima.

Eg sjálvur rapprokkari í MC-Hár, Eyðfinn Drewsen í einum av fyrstu elektronisku tónleikaverkætlanunum DMG House Pumpers og poppdrongurin, tann peni og væl friseraði Róin S. Nielsen, helvtin av boyband duo’ini og favorittarnir hjá føroyskum kvinnum Róin og Magna.

Ungdoms Garantien var har fyri, at vit ungu arbeiðsloysu skuldu koma skjótt í arbeiði. Eg endaði sum telemarketing seljari í Jensenius Rengøringsmidler úti í Albertslund, Eyðfinn endaði sum teknikari í einum skúlaprojekti úti á Amager, har næmingar sluppu í studio at arbeiða við radio.

Hvar Róin endaði, veit eg ikki, men í dokumentarinum “Spælimaður við heimsins enda” greiddi hann frá, at tað var um hetta mundi, at hann fyrstu ferð fann seg sjálvan eftir at hava roykt ein joint.

Eg fór at hugsa um Eyðfinn í kvøld, tá eg hugdi at filminum um Róin Siggertson í einum fullsettum Oy. Hevði deyðin ikki tikið Eyðfinn frá okkum alt ov tíðliga, vænti eg næstan, at vit báðir vóru farnir til hendan filmin saman í kvøld.

Eg havi líka síðan hasa løtuna í Nordhavnini í Keypmannahavn fyri 32 árum síðan, altíð følt eitt serligt samband við Eyðfinn og Róin. 

Eg og Eyðfinn høvdu nógv samband, serliga í Nærvarpinum og í Føroya Húsinum. Men Róini fylgdu vit við. Vit sóu hann av og á, og hóast eg og Róin ikki fingu sama vinalag sum Eyðfinn og eg, so var okkurt slag av sambandi, ið er trupult at forklára.

Í kvøld slapp eg so at uppliva filmin, um spælimannin Róin. 

Vit eru langt frá tí poleraða Maxim Club pianistinum, ið eg møtti á “Ungdoms Garantien”.

Róin hevur livið eitt hart lív og tað dylir hann ikki fyri í filminum, og ja, harða lívið verður livað í filminum. Róin hevur stríðst og tað hevur ikki verið lætt, hvørki hjá honum, ella teimum, ið eru rundanum hann. 

Eitt stórt talent, ið hevur valt tónleikin sum sína lívsleið, og sum stríðist við tilveruna, uttan at fáa tað gjøgnumbrot, ið talentið kundi borið. 

Vit sum eru nóg gomul, minnast, tá hann var stór favorittur at gerast vinnari av “Rock Idol á TV3”, fyri síðan at verða valdur frá. 

Í filminum tosar hann eisini um hetta, og um tann niðurtúrin, ið kom aftaná. 

Tað sum rørdi meg mest í filminum, vóru fólkini rundanum Róin, mamman, ið uttan at døma og uttan hóvasták útstrálaði treytaleysan kærleika, pápin, ið við sínum praktiska kærleika, var har og fiksaði hitan í kampingvogninum. Gamli vinurin Magni, ið ikki legði so nógv í, um Róin var rúsaður, tá hann kom á vitjan, ella tá Róin møtti ov seint til konsertina, teir skuldu hava saman. Hann sms’aði bara, “eg byrji bara sjálvur, so kemur tú, tá tú kemur”. Hann letur Róin vera Róin, og eftir konsertina, so tosar hann um serliga sambandi, ið teir hava havt á pallinum, heldur enn um korterið, ið hann mátti spæla einsamallur.
Ella Sissal – vinkonan, ið spyr, um hann ikki hevur tørv á onkrum, tá hann situr uttan streym í sínum kolonihavahúsi í Keypmannahavn.  Og sjálvandi unnustan, ið gjørdist mamma at dóttrini og síðan eks unnusta og ikki minst dótturin, ið smílur og dansar fyri pápanum.

Har var so nógvur treytaleysur kærleiki, at mítt hjarta blotnaði. 

Róin er sanniliga ein heppin maður, at hava tílík fólk um seg.

Pæltur H. Evensson hevur í filmi sínum fylgt Róini í trý ár, filmað upptúrar og niðurtúrar, enntá stóru lívsbroytingina, tá Róin í einum aldri um tey hálvthundra gjørdist pápi.

Hetta er ein rørandi og vakur filmur. Hóast filmur ikki er tann miðilin, ið Pætur er mest vanur at arbeiða við, so hevur hann skapt eitt vakurt verk, ið rørir meg og kennist bæði erligt og viðkomandi.

Pætur hevur eisini duga at valt góðar samstarvsfelagar. Einastandi dugnaligi klipparin Gorm Just, man eiga sín part av hesum verki, eins og gott fólk sum Rúni Friis Kjær, ið hevur litviðgjørt og Ólavur Jákupsson, ið hevur komponerað tónleik og gjørt ljóðmyndina.

Takk fyri Róin, at tú lovaði okkum inn um, takk fyri Pætur, at tú gloppaði hesar dyrnar inn til hesa tilveruna, og takk tit, sum vóru rundanum. 

Lagið “Veruleikin” er ein afturvendandi partur av filminum, hesin sangur, ið Róin spældi inn til fløguna “Rópið á skuggarnar”, stutt fyri, at hann, Eyðfinn og eg hittust úti á “Ungdoms Garantien” í Norðhavnini í Keypmannahavn.

Tá vit fyri nøkrum árum síðan løgdu “Føroysku Rokksøguna” fram í Føroya Húsinum, spældu Róin og Dánjal Gomez hetta lagið. Eg minnist, at eg hugsaði, hvussu nógv betri tað var, nú tað bleiv sungið við eini aðrari bagasju. 

Lippukassin: Føstulávintsdansur í hjartanum á útisetalívinum

Skúlastovan á fyrstu hædd var karmur um whiskeybarr, har upprunaligi kórleiðarin og stigtakarin til MPIRI Bogi Mouritsen var barrvørur. Ikki færri enn átta sløg av góðum whiskey kundu kræsnir gómar velja ímillum. Barrin var á tremur við fólki í góðum lag. Ein, ið eg plagdi at ganga í barnagarð við sat har, hann var væl fyri av nakað nógvum dupultum 10 ára gomlum La Phroaig og rópti á meg, “Hey! Tú hann sjálvur……Jens Suni, ert tú ikki hann sjálvur í..øøø..MC..øøø..okkurt?” – Jú eingin ivi var um, at lagið í Føstulávintsdansinum var framúrskarandið.

Les frásøgn frá Føstulávintsdansi í Føroya Húsinum í 2006

Úr lippukassanum
Eg lati lokið upp á lippukassanum og stingi hondina niður og taki fram brot úr onkrari grein úr savninum

Føstulávintsdansur í hjartanum á føroyska útisetalívinum

Nei, løgmaður tøknilig fremmandager er eingin loysn!

Størsta tilfeingið í Føroyum er ikki fiskurin men fólkið, og tí má fólkið eisini fylgja við tíðini. Størsta avbjóðing í fólkaskúlanum er, at tey umsita hetta tilfeingið í sjálvum menningarárunum. Teirra starv er saman við námsfrøðingum heimsins týdningarmesta starv.

Tí liggur okkara framtíð sum land í teirra hondum, gera tey okkurt galið, kunnu tey bæði gera stóran skaða á tey individ, ið tit eru um, men eisini gera óbótaligan skaða á framtíð Føroya.

Eg havi sjálvur havt bæði góðar og vánaligar lærarar, eg eri frá eini tíð, har bæði drukk, happing og harðskapur var heilt vanligt innanfyri skúlagátt. Eg veit, at mín skúlatíð hevur spælt ein ekstremt stóran leiklut í at skapa meg, bæði í tí góða og tí ringa. Eg havi uttan iva eisini brúkt bæði í mínum lívi. Men tað er serliga tann góða barlastin, ið summir sera dugnaligir lærarar góvu mær, og tann íblástur eg fekk, ið eg minnist aftur á við gleði, og sum hevur verið við til at lagt mína lívsleið.

Tí er tað sjálvandi týdningarmikið, at karmarnir í fólkaskúlanum eru so góðir, sum til ber. Men tá løgmaður tekur so rívan til, at hann vil forbjóða fartelefonina í fólkaskúlanum, so tykist tað sera konservativt í ein mun, sum tykist at vera eitt risa stig móti talgelding.

Ein av størstu fortalarum fyri talgelding av okkara børnum og ungu, Gitte Klein, hevur ferðast land og ríki við sínum fyrilestrum um vandarnar við skíggjum. Hon hevur enntá skrivað eina bók um evnið. Hon var tí eisini í Degi og viku og hálovaði ekstrema hugskotinum hjá løgmanni.

Eg havi ikki lisið bókina hjá Gitte Klein. Men eg var til fyrilesturin, og kundi staðfesta, at hon hevði millum lítla og onga gransking at undirbyggja síni uppáhald og niðurstøður. Ein Facebookkanning millum vinir og bekent, ið sjálvboðin skulu fara inn á hana, er neyvan eitt  vísundaligt grundarlag at byggja á. Restin var yvirtulkingar av øðrum kanningum, og generell konservativ hugsjón. Hetta slagið av konservatismu, ið altíð hevur hildið fólki føstum í fortíðini, og sum á ongan hátt byggir land.

Kanka tit eisini hava í huga, eftirsum eg júst, havi kritisera manglandi granskingargrundarlagið hjá Gitte Klein, at eg sjálvur als ikki byggi mína framløgu á gransking, men einans á mínar royndir sum talgildur føroyingur síðan síðst í 80’unum, sum pápi at fýra synum, sum kandidatur í samskifti, og sum aktivur innan samskiftisvinnuna seinastu 25 árini. Havast skal eisini í huga, at eg ikki ordiliga havi tikið ritvit við í mína hugleiðing, tí tað enn er ógreitt, hvussu verðin sær út um bara 5-10 ár, tá ritvit hevur avloyst tey flestu av okkum á arbeiðsmarknaðinum.

Síðan eg flutti aftur til Føroyar, havi eg havt fýra størv. Kunningarfólk hjá Tórshavnar kommunu, journalistur í Miðlahúsinum, onlineráðgevi á Sendistovuni og so stjóri og ráðgevi á Nudlavirkinum. Í øllum størvunum havi eg eisini havt tað uppgávuna at taka mær av næmingum, ið koma í starvsvenjing. Har er mín uppliving, at tað hevur verið ein ekstremt stór styrki, at næmingarnir eru talgilt innføddir. Eg kom aftur til Føroyar fyrstu ferð í 2001, so menningin kom nokk eitt sindur lýðandi, men tað er so óluksáliga týdningarmikið, at tey ungu eru so væl fyri digitalt.

Eg minnist longu, tá eg fyri yvir 20 árum síðan starvaðist á Tórshavnar kommunu, at næmingar í starvsvenjing vóru betri arbeiðskraft á samskiftisøkinum, eitt nú við dagføring av heimasíðum og tílíkum, enn summir av 50+ starvsfólkunum, ið eg arbeiddi saman við.

Tó so, so uppliva vit av og á, at næmingar koma, ið ikki eru so nátúrligt grundaðir í tí talgilda. Næmingar, ið kanska ikki hava áhuga í tí talgilda, ella sum hava trupult við at fóta sær í tí talgilda. Her má eg siga, at teirra støða er torfør, og tey fara at fáa tað trupult í arbeiðslívinum.

At duga at fóta sær talgilt, at skilja logikkin í skipanum, at duga at fóta sær í mest vanligu forritunum, og ikki at hava talgilda ræðslu, verður avgerandi fyri, um unga fólkið klárar at fóta sær á arbeiðsmarknaðinum og lívinum annars.

Tað ber ikki til at keypa ein bil, eina telefon, ein ovn ella fyri sovítt eitt køliskáp uttan at hava grunnleggjandi KT førleika. Undir korona kundi man ikki so frætt sum koppseta seg, uttan KT førleika, mamma mín hevði ongantíð funnið útav tí, uttan mína hjálp.

Sjálvt tey vanliga handaligu fakini eru so teldubundin nú, at tú neyvan kann gerast timburmaður, kokkur ella málari uttan at hava eina grundleggjandi KT fatan og eina kenslu av tryggleika mótvegis KT.

Tey, ið ikki eru trygg og væl fyri innan KT, verða afturúrsigld og kunnu í versta falli gerast borgarar á øðrum klassa.

Fyrr umrøddi fortalari fyri talgelding av næmingum, staðfestir m.a., at jú størri/betri atgongd næmingurin hevur til KT, tess minni menning og læring hendir, tað er í mínari metan ein høpisleys niðurstøða.

Ein tann týdningarmesta læringin, ið fólkaskúlin skal geva næmingum, er grunnleggjandi KT fatan, og tryggja, at tey kenna seg trygg við tøknina og skilja logikkin í henni.

Í faldaranum Sunnir miðlavanar hjá SSP skriva tey:

“Talgildir miðlar – teldlar, fartelefonir, teldur, PlayStation og sjónvarp ríka familjulívið við góðum upplivingum, undirhaldi, læru, hugnaligari samveru og sunnum felagsskapi tvørtur um gøtur og landamørk.”

Tey halda fram og vísa á, at bæði foreldur, dagsstovnar og skúlar skulu arbeiða við:

“At tryggja, at børnini fáa teir tal­gildu førleikar, samfelagnum tørv­ar, og samstundis fáa tíðarsvarandi siðmenning í sunnari javnvág við fysiska nærveru, talgild áhugamál og felagsskap. “

Munurin her er, at man ístaðin fyri at síggja skíggjar sum fíggindan, virðismetur skíggjar fyri sína dygd bæði á tí sosiala og tí fakliga.

Í faldaranum eru tilmæli um skíggjatíð í frítíðini, eg haldi sjálvur, at tey eru í so restriktiv, men eg vænti, at tað byggir gransking, so ivaleyst eru tey á eini leið.:

0-3 ár: maks 35 minuttir

4-7 ár: maks 1 tíma

8-12 ár: maks 2 tímar

13-18 ár: maks 3 tímar

Sjálvur eri eg als ikki so restriktivur, og viðgangi fegin, at eg latið yngsta sonin, sum nú er 17 vera longur enn 3 tímar við skerm og havi gjørt tað allan uppvøksturin,.

Eg royni tó at tryggja mær, at hann eisini fer út, um veðrið altso ikki er alt for vánalig, og hann brúkar sjálvur nógva tíð við instrumenti í hond, og til annað tónlistarligt virksemi.

Eg syrgi fyri,  at hann ikki hevur skerm við døgurðaborðið. Tað er forrestin galdandi fyri okkum øll. Uttan so at Dagur og vika ella onkur viktigur fótbóltsdystur er beint tá. So kann sjónvarpið kanska gott standa frá, tað eru jú fyrimunir við at vera vaksin. (Speisemi kann fyrikoma)

Vit eru eisini vanliga 3-4 fólk við døgurðaborðið. Tað ger, at av og á verður onkur telefon funnin fram fyri at googla okkurt, ið vit ikki eru samd um, men tjekkan av Facebook og Instagram gera vit ikki har.

Generelt hava skíggjar spælt ein stóran leiklut í okkara familjulívið øll árini, og hava spælt ein stóran leiklut í  mínum lívi, síðan vit fingu fyrsta video’ið fyrst í 80’unum.

Men vit gera eisini onnur ting saman, spæla brettspøl, sita og práta, ganga á konsertir og tiltøk, gera mat saman og  ymiskt annað húsarbeiði, ganga túrar, gera mat á primus og annað.

Alt snýr seg um balansu, sjálvandi skal man ikki bara sita við ein skíggja, og sjálvandi eru onkur børn við diagnosum, ið als ikki klára skíggjatíð, sum man má stimulera ella sissa á annan hátt. Men sjáv her er forboð neyvan gongda leiðin, tí eisini hesi mugu framtíðartryggjast, gerast klár til eina tilveru, har alt arbeiði og nógv av tí sosiala lívinum verður livað frammanfyri ein skíggja í eini alsamt meira talgildari verð.

Tí var eg eisini bara stuðlandi, tá mín elsti sonur Magnus, ið nú er 30 ár, fyri 8 árum síðan segði við meg. “Babba, eg ætli mær at taka farloyvi frá universitetinum í eitt ár.”  Hann ætlaði, sær at arbeiða nakrar tímar á Amager Øbro Taxi, har hann hevur arbeitt á telefonsentralinum, síðan hann var 16 ár, men annars fylgja sínum dreymi, um at gerast professionellur Counter Strike spælari. Counterstrike er eitt skjótispæl. Man er á einum liðið og samstarvar um at drepa eitt annað lið. Her eru kappingar, har vinningurin er í milliónaklassanum, og ikki so fá fólk liva av hesum.

Magnus býr í Danmark og spældi tá á einum liðið, ið var millum tey betru í Danmark. Um tað mundið átti Danmark tvey tey bestu liðini í heiminum. Har fekk hvør spælari eina løn, ið man mundi líkjast tí, hjá løgmanni + bonus, og bonus vóru høg. Ein fyrrverandi skúlafelagið hjá soninum varð um hetta mundið headhuntaður til eitt av liðunum, so eg hugsaði hví ikki. Magnus, ella MADAPAT, sum hansara leikaranavn er, var tá millum bestu føroysku leikarar innan Counterstrike.

Hann og hinir á liðnum tóku frí eitt ár, og arbeiddu minst 8 tímar um dagin við Counterstrike, venjing aftan á venjing, og kappingar í vikuskiftum og kvøld.

Árið gekk tó, uttan at teir tjentu nóg væl uppá hetta, og tá tveir av leikarunum skiftu til onnur lið í november, mátti 23 ára gamli Magnus staðfesta, at hann ivaleyst var við at gerast ov gamal til at seta eitt nýtt professionelt lið saman. Hann ætlaði sær tí at byrja aftur á universitetinum aftur í januar.

Hann hevði tó livað dreymin, roynt sínar veingir, og kemur ongantíð at spyrja seg sjálvan, “Hvat um eg hevði roynt tað?” Samstundis hevði hann arbeitt nóg mikið á Amager Øbro Taxi, til at rinda fyri sítt og til at vísa, hvat hann dugdi. Áðrenn hann náddi at byrja aftur á universitetinum, hevði hann fingið boðið starvið sum systemchef og virkandi leiðari fyri callsentrið hjá felagnum, og seinni sum tøkniligur leiðari. Teir hava síðan skift navn til Taxi 4×27 og ekspanderaðu ógvisliga, Leiðari fyri tøkniigu menningina hes árini,  var sonur mín, ið bara dugdi væl við teldum, og hevði eitt gott høvd.

Hetta ljóðar kanska sum reyp frá einum ernum pápa, og tað er tað eisini, men søgan er sonn, og vísir hvussu viktikt tað er, at vit sum foreldur og tit sum lærarar gevast at fokusera uppá alt tað ringa við talgildingini og ístaðin fevna henni.

Eg havi rættiliga begávaðar synir. Teir brúka netið sera nógv, teir báðir yngstu, Tummas, 17 ár og Marius 21 ár, hava serliga brúkt Youtube nógv, og hava eina ekstremt stóra vitan um bæði mentan, politikk og alt møguligt annað.

Internetið er ein øgiligur vitanardátagrunnur, har eru allar bøkurnar í heiminum, allir filmar í heiminum og so nógv annað. Hetta er ein ressursa, ið okkara børn mugu læra at brúka, og tað er tykkara fremsta uppgáva, útyvir at levera nøkur vælavbalanseraði menniskju til samfelagið.

Eg minnist, tá eg, sum barn, las nógv. Eg las allar De 5 bøkurnar, allar Alfred Hitchkoch og de tre detektiver, allar Jan bøkurnar og annars allar bøkurnar, ið eg fekk úr tannáringa bókaklubbanum hjá DIsney, allar krimibøkurnar, ið babba átti og annars mest sum alt áhugavert innan krimi. Seinni góvu smáerotiskar danskar tannáringabøkur, sum tær hjá Tine Bryld, eitt innlit í kynslívið. Inntil Bíbilian bleiv fastur lesnaður í nøkur ár, hon gav mær nógva skomm og høvuðbrýggj og var absolutt ikki hóskandi fyri børn. Men á tann hátt eru bókmentir ikki so ymiskar frá alnetinum.

Tá bleiv eisini talað at, at man ikki skuldi bara lesa, at betri var at fara út, og sparka ella okkurt annað, ið eg ikki dugdi. Men eg byrjaði at fanga síl, og fann stóra gleði í tí, seinni bleiv tað skate board, graffitti og break dance. Men eg las samstundis eisini nógv, fann frið og fokus í bókunum, og fekk eina asins rúgvu av vitan.

Alt snýr seg um balansu, og hvat er hóskandi, tað er so ymiskt frá barni til barns. Skúlin hevur okkara børn í varveitlsu rættiliga nógvar av dagsins tímum, tey standa fyri stórum parti av uppalingini, og nógv av sentralu innlæringini.

Ofta eru  ressursirnir avmarkaðar, og eru næmingar, ið krevja meira av lærarum, er altíð vandi fyri, at teir næmingarnir, ið eru betri fyri detta niður ímillum. Tá er alnetið eins og bøkur vóru tað (og eru tað í ein ávisan mun enn) eitt fantastiskt amboð fyri vitanarsvangar næmingar at leita sær vitan á. Sum mínir synir, ið vita so nógv um so nógv, og sum eg sjálvur, ið satt at siga ofta sat við kensluni av at keða meg í fólkaskúlanum.

Men har eru absolutt eisini vandar á alnetinum, umframt pedofilar, hustlarar, porno, harðskap, happing og royndir at lumpa. So er alnetið fult av skeivum upplýsingum og sonevndum influensarum, ið vilja hava teg at meina okkurt ella okkurt heilt annað.

Vit hava nú enntá Elon Musk, ein av størstu politisku influensarunum í okkara tíð, ið hevur keypt og umdoypt Twitter. Her er tað neyðugt, at lærarar, geva børnunum neyðugu tólini at arbeiða við. Tí tað er ikki givið, at øll fáa hesi tól við hús.

Eg eri sjálvur kandidatur í samskifti við síðugrein í heimspeki frá Roskilde Universitetscenter, og har lærdi eg veruliga at elska projektarbeiði, arbeiði har tú sjálvur skuldi leita upp vitan, gera research. Hetta at sjálvur finna vitan, seta hana saman við aðrari vitan, og gera niðurstøður, tað er gott fyri næmingar og gevur góða arbeiðskraft, tað gevur góðar borgarar og tað gevur so eitt gott samfelag.

Tað er hetta, ið skal vera vinkulin til talgildingina, lærið børnini keldukritikk, hjálpið teimum at fóta sær í talgildingini. Í keldukritikkinum liggur eisini verjan móti pedofilum, happarum og øðrum vandum.  At gera sum løgmaður sigur, er eingin loysn.

Luksusproblem ella eingin trupulleiki?

Í dag velur Tjóðveldi nýtt forfólk, bæði sum limur í flokkinum í nógv ár, og sum feminist kann eg ikki annað enn fegnast um, at flokkurin nú sum annar flokkur á tingi fer at fáa eina forkvinnu. Eg fegnist sanniliga eisini sum formaður í Demokratia, men henda hugleiðing er latin í mín Tjóðveldihatt. 

Tvær dugnaligar og royndar kvinnur, ið báðar fleiri ferðir hava fingið mín kross, eru boðini, og talan er veruliga um tvey sera góð boð, og ja, í mínari metan tey bæði bestu boðini, ið vit hava.

Hetta eru tvær kvinnur, ið hava virðing millum sínar starvsfelagar, og sum eisini hava virðing fyri hvør aðrari. 

Tær eru somuleiðis báðar somikið sterkar og kjølfestar í Tjóðveldishugsjónini, at tær fara at stuðla hinari 100%, so skjótt valið er av. Kanska er hetta í eiti eitt stríðsval, men hesar stríðast lið um lið fyri føroyskum fullveldi. 

Bert onnur verður forkvinna, og hóast eg fleiri ferðir havi havt atkvøðurætt til floksting, ja, enntá so seint sum seinasta regluliga floksting, so verði eg ikki á Hotel Føroyum í dag.

Nú sonurin heldur 30 ára føðingardag eri eg á flatlondum. Tað er tó ikki sørt, at eg hevði følt, tað sum eitt luksusproblem, at skula valt millum tvær so dugnaligar kvinnur.

Men hetta luksusproblemið er bara gott, tað er eingin trupuleiki. Heldur er tað sunt, at tað er flokstingið, ið skal velja, at tað ikki verður valt fyri okkum frammanundan, men heldur tað umboðandi demokratiið í økisfeløgum, Unga Tjóðveldi, floksstjórn og tingmanning, ið sleppur at atkvøða.

Gott val tit báðar, gott val Tjóðveldi!

Reinsaríið 10 ár

Leygarkvøldið vóru vit í 10 ára føðingardegi hjá Reinsarínum, ein ótrúliga vælspælandi bólkur spældi undir hjá nøkrum av okkara allar bestu tónaskøldum og sangarum. Ein deilig løta, við so øgiliga góðum framførslum, at man hevur trupult við at taka nakran framum annan, og ein hóskandi heiðran av spælistaðnum, ið broytti Havnina.

Eg fekk sjálvur høvið at verða frásøgufólk á kvøldinum, so hetta verður ikki eitt ummæli, men heldur nakrar hugleiðingar um Reinsaríið og um skránna hetta kvøldið.

Eg minnist væl gyltu vónirnar, tá vit stóðu í sama høli fyri 10 árum síðan, Men eg minnist eisini væl, hvussu tað var fyri 9 árum síðan, tá vit til eitt ára føðingardagin kundu hyggja aftur á fyrsta árið, og staðfesta, at Reinsaríið var blivið enn meira, enn nakar tordi at vóna.

Tilsamans høvdu yvir 300 tiltøk verið fyrstu 365 dagarnar
Stóra mongdin av tiltøkum hevði prógvað stóra tørvin, ið var á hesum spælistaðið. Saman við Perluni og Ostahúsinum var Reinsaríið vorðið hjarta í mentanargøtuni í Havn.

Her høvdu verið bæði fólkslig mentan og smalri tónleikur. Nøkur av bestu føroysku nøvnunum høvdu framført, og ung sum gomul høvdu tikið staðið til sín, sum t.d. tá nú so sera aktuelli Beinir helt 4 útseldar barnakonsertir á rað, ella tá Rainbow sangarin Joe Lynn Turner fylti hølini, eins og Tinganest, Hanus, Kári P. Sum vit eisini hoyrdu í leygarkvøldið, Bollarnir, Eivør, AVE og nógv onnur høvdu gjørt. Longu tá var Perlutorgið tikið í nýtslu, og m.a. hevði Teitur fylt økið við syngjandi gestum.

Nú eru fleiri túsund tiltøk komin afturat, har øll tey, ið fara á pall í kvøld hava roynt at fylt karmarnar heilt út.

Tórsgøta fevnir enn sum tá um Reinsaríið, Perluna, Ostahúsið og Perlutorgið, men aftuarat eru komin Garasjan, Finsen, Listahøllin, Perlugarðurin og Smiðjan í Lítluvík. Alt undir felags regnskjólinum Tórsgøta.

Hetta hevur ríka okkara bý mentanarliga og sosialt, og nú fleiri onnur spælistøð eisini eru sprottin í kommununi, so er ikki trupult at síggja, at hetta eru ringvirkningar av virkseminum í Tórsgøtu.

Leygarkvøldið kundu vit skála fyri Reinsarínum og øllum teimum dugnaligu starvsfólkunum, ið hava starvast har seinastu 10 árini, tey flestu av teimum vóru eisini har. Vit kundu eisini skála fyri teimum nógvu listafólkum, ið høvdu víst okkum sína list har seinastu 10 árini.

Tað kendist eisini rætt, at feira hendan stóra dag, við at bjóða nøkrum av hesum listafólkum á pall.

Til høvið var eitt húsorkestur sett saman, við fýra listamonnum, ið hava staðið á hesum pallinum ofta áður: Heðin Ziska Davidsen, Bjarni Lisberg, Eyðun Johannesen og Jan Rúni Poulsen, teir spældu undir hjá serligu gestunum Kára P., Jazzygold, Marius Ziska, Lenu Anderssen og Guðrið Hansdóttir.

Lagt var fyri við einum av okkara royndastu trubarum, ein av okkara bestu orðasmiðjum og eini livandi legendu, eitt slag av føroyskum Bubba, Leonard Cohen og C.V. Jørgensen blandaðum saman í einum potti, takið væl ímóti. Kára P. Sum hetta kvøldið var hesumegin ringvegin.

Meðan Kári P. longu fyrsta árið fylti Reinsaríið, var næsti serligi gestur, eitt listafólk, ið er vaksið upp við Reinsarínum, hon hevur spælt til Open Mic har, vunnnið Sement har, og spælt hópin av konsertum í Tórsgøtu. Røddin hevur altíð verið millum tær størstu, ið vit hava átt, men í Tórsgøtu er hon vaksin upp sum listafólk, búnað og vorðin eitt av okkara allar størstu tónleikanøvnum, fyrst sum Jasmin og nú sum Jazzygold!

Tað munnu vera fá, um nakar, ið hevur selt líka nógv atgongumerki til konsertir í Reinsarínum, seinastu 10 árini, sum Marius Ziska. Kanska okkara besti sangskrivari í nýggjari tíð, og ein rødd, ið spælir beinleiðis á hjartastreingir. Eg havi ofta hugsað um, hvussu Marius Ziska megnar at velja sangir frá, tá hann bert skal spæla í 45 minuttir ella ein tíma, tí hann hevur so ómetaliga nógvar perlur. Men í hettta kvøldið, tá talan bert var um 3 sangir, so má uppgávan hava kenst ómøgulig.

Tá vit tosa um Føroyskar sangskrivarar í serflokki, so er trupult at koma uttanum Marius Ziska, men tað er sanniliga eisini trupult at koma uttanum Lenu. Lena hevur seinastu 26 árini givið nakrar av bestu føroysku útgávunum út, og at døma eftir øllum heiðurslønunum, ið hon hevur fingið hesi árini, so er ivaleyst brúk fyri einum tilbygningi til húsini í Hoyvík. Fríggjadagin gav hon so sítt fyrsta føroyskt mælta lag út, sum ber boð um, at vit skjótt fáa enn eina framúr útgávu frá Lenu.

Teir góðu sangskrivararnir vóru veruliga í fokus hetta kvøldið, tí Guðrið Hansdóttir slapp at enda kvøldið. Guðrið er ein av stóru fyrimyndum, tá vit tosa um kvinnur í tónleiki. Umframt at vera ein heilt serliga gávaður sangskrivari, og songkvinna av guðs náði. So hevur Guðrið bæði sum solistur og í bólkinum Byrta, víst vegin fyri kvinnur í Rokki. Hetta gjørdi hon eisini, tá hon var ein av oddvitunum í átakinum Gentur Rokka, og Guðrið rokkaði veruliga hetta kvøldið, tá hon bant eina sloyfu á tiltakið við lagnum Pegasus.

Til lukku við teimum 10 árunum Reinsaríið

 

Verkætlanin babba

Í gjár fóru allir míni fýra synir heim aftur úr Moss. Tað kennist onkursvegna bæði sum endin á onkrum og byrjanin av onkrum nýggjum. Her hugsi eg ikki bert um, at vit “vaksnu” fóru beint av tokstøðuni á Øyafestivalin, meðan familjuferðin endaði.

Magnus tann elsti verður 30 seinni í ár, Mikal verður 23 ár, Marius 21 ár, og Tummas er blivin 16 ár. Báðir teir elstu hava maka og eru so smátt við at skapa eitt lív saman við teimum. Tveir av teimum búgva í Keypmannahavn, og tann triðji flytir væntandi niður seinni í ár. 

Tí er hetta ivaleyst seinasta uttanlandsferðin saman, uttan, at verbørn og við tíðini eisini abbabørn, koma við. 

Vit vóru øll í Oslo mánadagin, og rendu okkum í plakatina omanfyri: “Projekt pappa”. Hon virkaði nokkso beinrakin til støðuna. Ikki tí, at mín pápa verkætlan endar nú, tá børnini fara úr reiðrinum, hon varðar alt lívið. Men pápa verkætlanin broytist heilt vist, tá tey fáa sítt egna flog. Tað er soleiðis, at tað eigur at vera. 

Seinast eg og allir mínir vóru á eini uttanlandsferð saman var í 2017, tá vit fóru til WWE glíming í Dusseldorf. Onkur konfirmantiónstúrur til Danmarkar hevur eisini verið, og ein túrur til ein barnadóp í Banja Luka. Men ein tílík ordilig uttanlandsferð, uttan annað endamál enn at ferðast, saman, hevur tað ikki verið. So hetta var uppá tíðina. 

Tað var Gunn, sum fekk hugskotið seinasta ár, tá vit vóru Moss. Hon staðfesti, at um eg skuldi hava eina ferð við synunum øllum saman, bert sum brøður og synir, so mátti tað vera nú. 

Hon var skjót at bíleggja Air BNB bústaðin, úti á Framnes á Jeløya, eitt steinkast frá raðhúsinum, har hon sjálv vaks upp. 

Dreingirnir fingu so innbjóðing at koma við, og ein fyri og annar eftir játtaðu teir.

Lívið lagaði seg soleiðis, at eg gjørdist einsamallur við teimum trimum yngstu dreingjunum fyri 12 árum síðan. Hesi tólv árini havi eg havt alt tað dagliga trummirummið og uppdragilsi av teimum, pá gott og ónt. Eingin ivi um, at tað eisini er deilitt, og at nógvar fantastiskar løtur eru. 

Eg havi eisini ferðast bæði til fótbólt, tónleik og skíferiu við teimum hvør sær. Men hetta, at bara vera saman allir í eina heila viku, er heilt einastandandi gott. 

Eg var, sum stakur pápi, at fýra heimabúgvandi smádreingjum, í somu støðu, sum flestu onnur støk foreldur. Har tað ofta eru primeru tørvirnir, ið fylla tað mesta. 

Men seinastu árini, eri eg ikki longur stakur, og tingini eru vorðin lættari. Tá er gott, at onkur minnur meg á, at hetta er broytt, og at man gott kann gera okkurt serligt, so sum at fara eina ferð til Noregs øll somul. 

Hetta hevur verið ein vika pakkað við upplivingum, frá tí, at vit hittust í Gardemoen fyri eini viku síðan, til Magnus, nú sum tann seinasti, segði farvæl og fór umborð á flogtokið á Oslo S.

Vit hava svomið, siglt oynna runt og etið ís í Son, fiska krabbar og makrel (eitt sindur ógreitt um tað var makrel vit fiskaðu, eftirsum vit ongan fisk fingu), staðið á SUP, vitja mítt bryggjarí, lopið av stubetårnet, fanga pokémonar, spælt flogbólt, spike ball, stiga golf, paddle, backgammon, dart og telva og bowla. Vit hava koyrt Bolt, el-sparkihjót, etið so ómetaliga nógv gott, og drukkið minst líka nógv gott, sóla okkum, verið í Oslo og í náttarmyrkrinum hava vit leita eftir murreldi. Men mest av øllum hava vit hugna okkum saman og møtt ómetaliga blíðsskapinum frá familjuni hjá Gunn.

Saman hava vit skapt minnir og upplivingar. 

Men eg havi eisini havt møguleika at uppliva mínar dreingir í øðrum karmum. Hvussu teir hava umgingist familjuna hjá Gunn, hvussu teir bera seg at, og hvussu teir eru í nýggjum selskapi. Tað hevur frøtt meg at síggja, hvussu væl liggur fyri hjá teimum øllum. Teir eru fittir, klókir, raskir og fólkaligir. 

Teir hava duga væl við stórum og smáum og ikki minst innanhýsis. 

Eg bleiv ordiliga rørdur longu fyrsta kvøldið í Norra. Marius keypti tvey kort hjá Kiwi keypmanninum, og skrivaði mær og Gunn hvør sína sera hjartanemandi takkarkvøðu fyri, at vit høvdu gjørt hendan túrin.

Seinasta kvøldið áðrenn fráferð skrivaði Mikal vegna brøðurnar, enntá á norskum, eina so sera vakra takkarkvøðu, til tvíburðasystir Gunn, Helen, mann hennara Geir og fosturdóttir teirra Emma, ið øll hava tikið so væl ímóti okkum og rúma okkum øllum. Heilsanin varð givin saman við eini vertsskapsgávu, og eg var ikki sørt rørdur, tá hon bleiv lisin upp.

Ein frálík vika av familjuferiu er farin afturum, nú hugna vit gomlu okkum eina viku afturat, til nøsin verður vend heim aftur næsta mikudag. 

Verkætlanin babba koyrir enn, men eg kann staðfesta, at hóast tað onkuntíð hevur verið rokaligt hesi seinastu 30 árini, so er tað eydnast bara heilt væl higartil.  

 

Nú mugu vit standa saman um Kringvarpið

Í kjalarvørðinum av nógvu uppsøgnunum í Kringvarpinum, er sama jabbið at hoyra, um at Kringvarpsgjaldið skuldi verið sjálvboðið, at Kringvarpið er litað av Tjóðveldinum, og at tað er púra beint at systematiskt niðurlaga tað.

Tað er beinleiðis ræðandi, at politiski myndugleikin í so nógv ár, hevur latið staðið til, væl vitandi, at ein fastfryst inntøka, merkir støðuga niðurlaging.

Tað gleðir meg, at landsstýriskvinnan tyktist at taka hetta í álvara, og ynskti at gera breiða semju um hetta, soleiðis, at stóra spariætlanin vónandi kann steðgast, áðrenn hon verður framd endaliga.

Til hetta krevst, at okkara politikarar taka ábyrgd, droppa populistisku atkvøðujakstranina, og semjast um, at Kringvarpið er alneyðugt. At tað tí ikki bert skal prísjavnast, men mennast enn meira. Tí vit hava øll brúk fyri eini sterkari pressu, og privata pressan liggur í skeljasorði.

Um tað ikki fæst breið semja, eigur samgongan at gera eina prísjavning her og nú, og síðan arbeiða víðari fyri at finna breiðu semjuna.

Eg haldi, at antin eru fólk forkelaði, ella bara sera illa upplýst, tá tey ikki síggja álvaran í, hvat eitt samfelag uttan fría pressu kann blíva til. 

Eg eri eisini fullgreiður yvir, at summi hava eina agenda, drivnan av reinum fananskapi, eina agenda um at skapa eitt annað slag av samfelagið, har pressan og onnur ikki sleppa at finnast at. Men hetta slagið er í øllum samfeløgum. Tey draga so onnur við sær, ið ikki skilja álvaran, og ikki gjøgnumskoða fananskapin.

Í einum samfelag hevur ein frí og væl fíggjað pressa ein grundleggjandi leiklut í at tryggja okkum øllum móti tyrani, og órætti. Tað er ikki uttan orsøk, at man kallar fjølmiðlarnar fyri 4. statsvaldið. 

Henda leiklut hevur Kringvarpið eisini. Sum einasti miðil, ið hevur havt fólkið og fíggingina til at gera kritiskan journalistikk, hevur Kringvarpið støðugt verið á varðhaldi. Hetta er nóg mikið til, at politikarar, vinnulívsrisar og fólkaforførar halda seg so frætt í skinninum, sum teir gera.

Sjálvandi er rætt, at vit sleppa at finnast at, tá Kringvarpið ger okkurt galið, ikki røkir sínar skyldur nóg væl, ella um tey eru litaði ella hava agendaðir.

Eg havi sjálvur funnist at Kringvarpssendingum, ið ikki hava livað upp til journalistisk grundvirði, ella sum ikki í nøktandi mun hava livað upp til óheftni. 

Tað er í lagi, at kritisera, men kritikkur má vera bygdur á objektivt ástøði.

Í vikuni var Dagur og Vika, har ein tinglimur hjá Tjóðveldi framdi eitt frontal álop á sín egna formann, og sín egna samgonguleiðara. Hetta fylti sum vera man nógv í sendingini. Formaðurin varð konfronteraður, bleiv kritiskt interviewaður og mátti svara fyri seg. 

Hetta er um nakað ein stór tíðindasøga

Men hóast tað var nógv at lesa á Facebook, nógv øsing um at innslagið yvirhøvir varð sent.  

Nøkur funnust at, at Tjóðveldi fekk so nógv pláss, og onnur funnust at, at Tjóðveldi fekk so harða viðferð. Báðir pástandar vóru líka burturvið, og eru við at niðurlaga álitið á okkara almenna public service miðil.

Ein vinkul var, at nú var spindoktarin hjá Tjóðveldi blivin tíðindaleiðari, og beinanvegin fekk Tjóðveldi so nógv pláss. 

Hetta bleiv nógv deilt og nógv dámt. Hetta hóast tíðindaleiðarin ikki kemur í starvið fyrr enn 1. januar, og at virkandi tíðindaleiðari faktiskt hevur stillað upp fyri ein andstøðuflokk, og er av góðari sambandsætt og góðari journalistaætt og í míni fatan bæði objektivur og reiðiligur í sínum arbeiði.

Vit mugu vera varin við at blint brúka okkara fótbólts- ella x-factor gen til at døma um tíðindaflutning.

At onkur, ið okkum dámar verður viðgjørdur kritiskt, merkir ikki, at viðgerin er litað ella skeiv. Okkum nýtist ikki at dáma tað, men fyri tað kann viðgerin vera journalistiskt í lagi.

Kringvarpið er ein av okkara týdningarmestu stovnum, og óreiðiligu álopini eru við til at niðurlaga henda stovn.

Nú er tíðin, at vit standa saman, og at eitt samt løgting lyftir Kringvarpið, føroyskari mentan, føroyskum máli og føroyskum demokratiið at frama. 

 

 

Tey sum spældu á ólavsøkukonsertini/Tórsfest 1986-2023.

Eg havi gjørt eitt yvirlit yvir teir bólkar, ið hava spælt á ólavsøkukonsertini, fram til í dag, tá konsertin er blivin til Tórsfest.

Nøvnini eru funnin í tíðindaskrivum undan konsertunum, og eru ivaleyst ikki øll røtt.

T.d. Kunnu avlýsingar og avloysarar vera komnar okkurt árið. Nøkur ár hevur Magnus Pauli Poulsen upplýst í Facebookbólkinum Tónleikanørdar.

Í og við at tidarrit.fo ikki gongur longur upp enn 2003, var torførari at finna nøvnini á nýggjaru konsertunum, men við góðari hjálp frá Google, so eri eg komin á mál.

1986 – Skansin
Frændur, Zenit, Twilight, Bacon, Tinganest, La Rouche, Anfinn & Co, Vestmenn og Símun úr Konoy.

1987 – Skansin
Jofokassar, Plúmm, Devon, Zenit, Paragraf, Black Panthers, Orion, Av og á, Bacon, Seaquence, Springs, Anfinn & Co, Ingun & Co., Georg & Co. og Tinganest.

1988 – Læraraskúlavøllurin
Vestmenn, Skorar, Drøn, Ampi, Springs, Robert & Vinmenn, Gras við Símun úr Konoy, Áarósabólkurin, Stagefright, Driv, Hanus Johansen, James Olsen og Black Panthers.

1989 – Læraraskúlavøllurin
Kontrast, Áarósabólkurin, Springs, Devon, Black Panthers, Elin Heinesen & Kári Jacobsen, Sørvings, Paria, Hamrar, Frændur, Absurdy Fair, Desmond and the Twotoes, Føstufressar, Drøn, Rockwall og Prikkar

1990 -Yviri við Strond
Kojo, Símun úr Konoy, Paria, Ingun Simonsen, Robert & VInmenn, Ghostriders, Deiggj, Springs, Sunrise, Chase, Playboys, Rasputin, Jóannes Jakobsen og Elin & Kári

1991 – Yviri við Strond (avlýst, men var so dagin eftir í Høllini á Hálsi)
Ingun Simonsen Band, Cruiser, James Blues Band, Arsenik, White Ox, Arrival, Replar, Húskallar, Impulz, Panic, Rock Menn, Spector, Paria, Outsiders, Drøn, Bad Habit, Kojo, Superior og Roks.

1992 – Eystara Bryggja, við pakkhúsið hjá Skipafelagnum
MC-Hár, Utopia, Eclipse, Arsenik, Spector, Superior, Wolfgang, Obllivion, Panic, Impulz, Paria, Kontrast, Róin og vinmenn, Hanus Johansen, Eyðun & Terji, Playboys (Rockmenn og Deep In (í greinini stendur, at væntandi vera hesir bólkar við. Kanska onkur av teimum, ið spældu við, kann vátta um teir spældu.)

1993 – Eystara Bryggja, við pakkhúsið hjá Skipafelagnum
Ikaros, Lisa Sær Dupult, Mold, Róin & Vinmenn, Soft, Jens Aksel Heldarskarð & Twilight, Robert & vimenn, Musketerarnir, Deiggj, Devon, Black Panthers, Absurdy Fair, Revival, Kim & Co, Hjarnar, Wolfgang, Rockwall og Chase.

1994 – Á Skálatrø
Ikaroz, Mold, Razamanaz, DDT, Trafik, Revival, Deiggj, Superior, Tvazz, Hanus Johansen, Enekk, Rockmen, Betrayer og Mark No Limits,

1995 – Á Skálatrø
Eclipse, Hatespeech, Jú-Men, Kjølar, Mold, Oblivion, Razamanaz, Revival, Rock Men, Traffic, Velvet og Mother of Mary.

1996 – Á Skálatrø
Tórshavnar Bigband, Black Panthers, Deiggj, Diatribes, Goodinoff (DK), Hatespeech, Headrrush (DK), Kjølar, Lokum (skiftu navn til Tangz á konsertini), MC-Hár, Mold og Niels Midjord Quintett, Revival (meldaðu avboð vegna sjúku)

1997 – Kommunuskúlagarðurin
Wild Child, Soulmade (FO/DK), Taxi, Mold, Bims, Moirae, Kjølar og Mark No Limits.

1998 – Kommunuskúlagarðurin
Moirae, Kjølar, Visible Fish, Taxi, I am, Flux, Wild Child og Aria

1999 – Kommunuskúlagarðurin
Phantoms, Kjølar, Aria, Tangz, Wild Child, Diatribes, Clickhaze, MC-Hár, Mold og Ólavur Presley

2000 – Kommunuskúlagarðurin
Airbags (skiftu navn til Bates Motel á konsertini), Flux, I Am, Clickhaze, Wild Child, Tangz, Frændur,

2001 – Kommunuskúlagarðurin
Faroe Teens, All That Rain, Flux, I Am, Tangz, Týr og MC-Hár

2002 – Kommunuskúlagarðurin
D-Zanz, Krit, Hatespeech, Makrel, Deja Vu, Tangz, Rowan, MC-Hár, 200 og Clickhaze

2003 – Kommunuskúlagarðurin
Monkey Mongolia, Headache Blues Treo, Deja VU, All That Rain, Take Off, MC-Hár, Troels Skovgaard, Rowan, Frændur og Førstufressar

2004 – Kommunuskúlagarðurin
Paradox, GóGó Blues, Gestir, Headache Blues Treo, I Am, Fluffy Toys, Páll Finnur Páll, Hatespeech, Gunnar Mikkelsen, Kristel Lisberg, Týr og Makrel.

2005 – Kommunuskúlagarðurin
Synarchy, Paradox, Side Effect, Lama Sea, Deja Vu, Terji & Føstufressar, Tim Christensen (DK), Super Sonic, GóGó Blues og EGR2PLZ
Í Tjaldinum: Tórshavnar Stórband

2006 – Kommunuskúlagarðurin

Ineptus, Beatboy, Crawling Blue, Gunnar & Maria Guttesen, Kristleif Zachariassen, Høgni Lisberg, Lena Anderssen, Eyðun Nolsøe Band, Marius Solo, Mezzoforte, EGR2PLZ, Dreams, Side-Effect og MC-Hár, Stórbandittarnir við Ólavi Olsen spældu í teltinum.

2007 – Kommunuskúlagarðurin
Side Effect, Johnny Deluxe, SIC, Crawling Blue, Páll Finnur Páll og Eyðun og Terji

2008 – Tórsgøta
Hanus G Johansen við bólki, Páll Finnur Páll, Lena Anderssen, Sic, 200, BET YOU ARE WILLIAM, Synarchy, DJ Pete Switch, Eager to Please, Katla, Martin Joensen og Brandur Enni.

2009 – Tórsgøta
Innandura: á Tjóðpallinum: Guðrið Hansdóttir, Terji Rasmussen, Jens Marni Hansen, Hanus G. Johansen
Uttandura: Ragnar, Faroe5, The Ghost, SIC, MC-Hár, Páll Finnur Páll, Frændur og Vestmenn

2010 – Tórsgøta
Páll Finnur Páll, Guðrið Hansdóttir, Bet You Are William, Crawling Blue, Jens Marni Hansen.
Hamferð, Grandmas Basement og The Ghost
Undirbeat pallurin: Ubernørd, Brynjold, Afrokid, FRAU, Kasper Bjørke(DK) og VJ MM (Marionnu Mørkøre)

2011 – Skálatrø
Mike, DJ Pandaboy SIC, Gipsy Train, Kristel Lisberg, Brandur Enni, dansarar úr Kennir tú Margar?, FAROE5, The Dreams, Páll Finnur Páll

2012 – Tórsgøta
MC-Hár, 200, Páll Finnur Páll, Eyðun og Terji Band, Sveinur, Swangah Dangah, Glóð, Gipsy Train, Grandma’s Basement, Brynjolfur, Uni Debess og The Colour Storm2013 – Tórsgøta
Noah (DK) Svenstrup og Vendelboe (DK), Páll Finnur Páll, Glóð, Swangah, MC-Hár og Boys in a Band.

2014 – Gongugøtan
Frank in a Phonebox, Punjab, Littlefish (DK), Chase, Michael Learns To Rock,(DK), Eyðun & Terji, Infernal (DK), Brynjolfur
Trubadurpallurin: Bjarki & Dánjal, Voices of Rock, Finnur Koba, Signar & John

2015 – Gongugøtan
Goresquad, Sakaris, Týr, Pretty Maids, Swangah, Basshunter og Byrta, Kúllarnir, Synarchy, Sic, Páll Finnur Páll, Frændur, Signar & John og Hjarnar.

2016 – Gongugøtan
Angela og Hannibal, Bubu, Kúllarnir, Eivør, Punjab, Saybia (DK), Marius Ziska, Sean Kingston (US), MC-Hár, Carpark North(DK), Eyðun & Terji og Týr

2017 – Gongugøtan
Jensina Olsen, Trøllaomman, Janus Wiberg Mortensen, Jákup Eli Joensen, Fríðrik Dór (IS), Hamradun, Poul Krebs & Michael Falch (DK), Konni Kass, Dave Bickler + special guests(US), Marius Ziska, John Martin + Michal Zitron (SE), Páll Finnur Páll, Seeb (NO) og Swangah

2018 – Gongugøtan
Barnadix, Bubu, Maria Montel(DK), Burhan G(DK), Jacob Dinesen(DK), Smokie (UK), Danny & The Veetos, Carpark North(DK), Signar í Homrum, Icona Pop(SE), Vit vilja ongantíð doyggja og Burak Yeter (TR)

2019 – Gongugøtan
William Da Silva, Angela og Hannibal, Bubu, Saint Kodiak (NO), Hjalmer Larsen (DK), Dee Snider (US), I Am, Suspekt(DK), Halberg and Friends (DK), L.O.C.(DK), Danny & The Veetos og Martin Jensen (DK)

Avlýst 2020-22

2023 – Vágsbotn og Tórsgøtu
Angela og Hannibal, Trøllaomman, Telemama, Árni & Julian, Lukas Graham (DK), Whigfield (DK), Carpark North (DK), Dynamit, The Ones (DK), Tinganest og Gilli(DK)

Verið góð við hvør annan, og lúgvið minni

 

Eg veit væl, at eg skal vera varin, tá eg úttali meg um ógvisliga ágangin og nógvu lygnirnar, ið ávísir ekstremir bólkar í hesum døgum spjaða um Faroe Islands Film Festival og Norðurlandahúsið.

 

Unnusta mín er sum flest øll vita, stjóri í NLH, og tí er hetta alt dekan ov nær.

 

Samstundis havi eg í yvir 20 ár støðugt úttala meg um rættindini hjá samkyndum, og tað neyðuga stríðið, ið hevur verið fyri hesum rættindum. Eg havi eisini støðugt tala  ímóti teimum kreftum, ið við lygnum, ófantaligheitum og ræðumyndum hava gjørt tað, til sítt mál í lívinum, at onnur ikki skulu kunna liva, sum tey eru fødd.

 

Eisini trúgvi eg heilhjarta uppá eina fría mentan, og hetta at samstarva um mentan yvir landamørk. Norðurlandahúsið hevur frá barnsbeini verið við til at menta meg, gjørt meg tann eg eri, og víðka mín mentanarliga sjónarring. Hetta húsið hevur ikki so sjáldan lagt pall til mín, bæði sum tónleikara, rithøvund og viðmerkjara seinastu 30 árini. Tí meti eg meg hava rætt til at úttala meg.

 

Tað kann ikki vera rætt, at eg nú skal sensurera meg, tá lygnirnar eru verri og ljótari enn nakrantíð.

 

Men fyri at gera tað heilt greitt, so úttali eg meg vegna meg sjálvan, og ikki vegna unnustu mína ella hennara arbeiðspláss.

 

Hetta er mín demokratiski rættur, og í hesum døgum, har sjálvt fólk, ið eg taki fyri fult, blíva lumpaði av lygnunum hjá Heidi M. Johansen, Steffan Klein Poulsen og øðrum, og rætt og slætt endurgeva tær sum sannleikar, so er hetta eisini mín demokratiska skylda.

 

Nú Miðflokkurin vil melda Føroyar úr Norðurlondum, tí Norðurlond (íroknað Føroyar) hótta rættin hjá Miðflokkinum at sensurera tey, ið Miðflokkurin ikki metur umboða “røttu” virðini, so mugu øll hampafólk standa saman og tala at.

 

Góðu miðflokkafólk, tit og tykkara skutilssveinar m/k prógva við verandi herferð, hvussu neyðugt tað arbeiði er, ið LGBT ger.

 

Alt prát um, at LGBT er ov sjónligt, og um at “tey” longu hava fingið so nógv rættindi, og hví tey nýtast at vera so sjónlig, kann nú tagna, herferðin hjá tykkum vísir, at hetta stríðið als ikki er vunnið enn.

 

Tit prógva eisini við tykkara gerum týdningin av FIMFF og tí arbeiði fyri tolsemi, ið festivalurin leggur fyri dagin.

 

Tað undrar meg hvussu lítið 8. boð: “Tú skalt ikki bera rangan vitnisburð” hevur at siga fyri tykkum.

 

Tit lúgva so tað drívur úr tykkum, hóast hetta er synd.

 

Hetta upplivdu vit í heilt ekstrema grad í ljóta skrivinum hjá Heidi M. Johansen, og vit upplivdu tað aftur í gjár, tá Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum, fyri opnari mikrofon leyg um FIMFF. Umframt vanligu lygnirnar um, pástóð hann eisini at skúlar vóru bodnir til drag show, hóast hann væl veit, at hetta ikki er so.

 

Skúlaprogrammið snýr seg um haturstalu, næmingar hoyra m.a. frá eini ungari kvinnu við myrkari húð, ið greiður frá, um tað at vera myrk í einum sera hvítum samfelagi. Hvussu hon hevur verið fyri rasismu og hvussu tað kennist.

Ein tvørkyndur maður, ið er uppvaksin í eini muslimskari familju í Gellerupparken í Århus, greiður frá um sín uppvøkstur, og eitt umboð fyri LGBT Føroyar tosar um haturstalu, ið føroyskir LGBT’arar uppliva.

 

Alt tiltøk, ið vit øll hava gott av at hoyra, og sum vónandi ger at næsta ættarlið verður betur enn tað, sum vit uppliva frá vaksnum fólki í hesum døgum.

 

Eg undrist, hvussu kann tað vera, at eitt av teimum 10 boðunum, kann brótast uttan nakað problem, meðan samkyndleiki gersta størsta synd í heiminum?

 

Tey 10 boðini eru grunnleggjandi, har eru sku ikki so nógv at diskutera, um man er Bíbliutrúgvur. Samkyndleiki er harafturímóti eins og nógv annað í Bíbliuni nakað, ið verður nevnt perifert, og sum í nógv størri mun enn tey 10 boðini kann tulkast fyri og ímóti.

 

Har er nógv í Bíbliuni, ið kann tulkast, eitt nú haldi eg, (Hetta eru ikki mínar meiningar, men ting eg havi lisið í Bíbliuni) at Bíblian sigur, at kvinnur við mánasjúku skulu út um bøgarðin, at dreingir, ið hava vátar dreymar eru óreinir, at vit ikki mugu eta svínakjøt (eg elski bacon), at vit ikki mugu taka ímóti blóði, at vit ikki mugu blanda ymisk matsløg á sama tallerki, at næstrakærleikin er tað týdningarmiklasta, og at vit ikki skulu døma hvør annan.

 

Hesi bæði síðstu, royni eg eg at liva eftir, eftir besta førimuni. Annað, giti eg, mest sannlíkt man hava snýkt seg inn í Bíbliuna, tí tann, ið skrivaði hetta hevði hesa meining ella agenda. Eg lærdi eitt nú á Zarepta, at Bíblian var skrivað í Miðeystri, og har vóru nógvir trupulleikar við sjúku, ið komst av at svínakjøt ikki varð rætt handfari í nógva hitanum, og at hetta tí ivaleyst var orsøkin itl, at tað forboðið var komið í Bíbliuna. Ein pragmatisk forkláring, ið gav meining fyri 14 ára gamla Niels Una, ið sostatt jaglaði víðari uppá baconpettið.

 

So Miðflokkur, Heidi og hini, roynið at seta næstrakærleikan á skrá, roynið at lúgva minni, minnist til at vera góð við tykkara medmenniskju, eisini, tey, ið tit ikki eru samd við, og vælsignaðu farið á tiltøkini hjá FIMFF, eingin hevur meira tørv á teimum enn júst tit.

There is a time, there is a place

Kanska mest irriterandi konsert, ið eg havi verið á, tað er kenslan, ið eg siti við eftir at hava upplivað Quinquis og Yann Tiersen í Sirkus í gjárkvøldið.

Hetta var absolutt ikki versta konsertin, ið eg havi upplivað og hæddarpunktini vóru høg. Heldur er tað kenslan av, at hetta kundi havt verið so nógv betri, ið ger tað so irriterandi, ja, faktiskt fucking irriterandi. 

Á G!Festivalinum var kirkjukonsertin hjá Yann Tiersen samstundis sum Bríet spældi á sandinum. Tí bleiv íslendska fjøllistakvinnan tikin framum (og leveraði eina framúr konsert). Men øll tosaðu um Tiersen konsertina í kirkjuni.

Tá eg sá, at Tiersen skuldi spæla í Sirkus, var eg skjótur oman at keypa atgongumerki, sum skilst varð konsertin útseld eftir einum tíma. Hetta er ikki so løgið, eftir søgurnar um hvussu frálík kirkjukonsertin var.

Kunngjørt var, at Quinquis eisini spældi, Quinquis er listarliga navnið hjá konu Yann, Émilie Tiersen. 

Eg havi lurta nakað eftir hennara tónleiki, men burtursæð frá mesta spælda lagnum Adkrog, hevur hon ikki sagt mær nakað stórvegis.

Quinquis hevur eitt virðingarvert og áhugavert málsligt projekt, ið snýr seg um at fáa lív aftur í bretanska málið, men tónleikaliga er stutt sagt nokkso fitt eftir á mál.

Hennara tónleikur er sera listarligur (í mangul av betri orðum) og arbeiðir við friðarligum ljóðuniversum, meditativt ofta, og í mínari metan rættiliga óáhugavert. Góði lesari her kemur yvirskriftin inn: There is a time, there is a place.

Eitt tílíkt friðarligt univers riggar illa inni í eini barr, enn verri í eini barr, har fólk mugu sita í trappuni og onnur standa,(tá skulu konsertir helst ikki vera yvir ein tíma) og fyri at vera heilt erligur, so riggaði tað als ikki í eini barr, har ein bólkur av sera larmandi monnum tømdu nógvar øl í niðastu hædd, og samsvarandi nógvar bløðrur á ovastu hædd. 

Larmurin av niðaru hæddini var konstantur og órógvaði møguleikan hjá okkum, ið sótu í aftara endanum av rúminum fyri at fáa nakra meditativa innliving í tónaheimin, trafikkurin upp og niður gjøgnum trappurnar gjørdi tað hopleyst. 

At tónleikurin var so løgin, at man ivaðist í hvat var tilvitað og hvat var ótilvita, gjørdi tað ikki betri. Sum ein segði utanfyri í pausuni: “Hetta er so sneditt, at eg ikki veit, um tað er við vilja, at hon syngur í eini øðrum tóna enn hon spælir”

Tey allarflestu í Sirkus vóru komin fyri at lurta eftir Yann Tiersen, men hetta forðaði ikki Quinquis at spæla í næstan ein tíma, hetta er bæði for langt til hølið, til høvið og til hennara evnir.

Eftir ein stuttan steðg fór Yann Tiersen á pall, og her hækkaði støðið markant. 

Hann er knasandi dugnaligur og spældi løg sjálvur og saman við konuni, Jens L. Thomsen, Ólavi Jákupssyni og Kára Sverrissyni. 

Heilt einastandandi gott, og lagið “Hon leitar” hjá Orku, fekk eina heilt nýggja dimensión í mínum hugaheimi. Jens L. Thomsen er eins og Tiersen eitt unikum, og saman vóru teir framúr. Men hæddarpunktini vóru fleiri, ikki minst endin, tá Yann Tiersen veruliga gekk amokk við nógva elektronikkinum. 

Eg má nevna teir báðar Kára Sverrisson og Ólav Jákupsson, tað er heilt fantastiskt, at vit eiga tílíkar røddir, so fantastiskir sangarar báðir.

Onkur hevði enntá latið hurðina aftur til larmin niðrið undir, og nú skuldi alt verið so gott! 

Men nei, Tiersen hjúnini høvdu tikið børnini við. Tey vóru saman við barnagentuni á ovastu hædd í Sirkus, so tá tey byrjaðu at gerast ótolin, tí hetta tók so langa tíð, so valdi barnagentan at tendra fyri teknifilmi – við ljóðinum fulldrøn frá, hatta gjørdist sostatt eitt nýtt konstant óljóð alla konsertina. Her noyðist eg at venda aftur til yvirskriftina: There is a time, there is a place.

Eg ivist ikki í, at tey sum sótu innast fingu eina góða konsertuppliving, ikki minst seinna tíman, men har eg sat, var tað fucking irriterandi.