Hugleiðingar eina løtu eftir tíggju á kvøldi

Løgið sum summi ting eru. Í summar lurtaði eg nokkso nógv eftir Leonard Cohen “First we take Manhattan then we take Berlin” ein frálíkur sangur haldi eg. Nú men, dagin eftir, at eg fann fløguna fram, so var tann sangurin spældur í Útvarpi Føroya. Soleiðis er tað sera  ofta, tá eg lurti eftir fløgum, bæði í føroyskum og útlendskum útvarpi, bæði við vanligum nýggjum og gomlum óvanligum fløgum. Ofta hugsi eg um filmar, og so knappiliga eru teir á onkrari støð. Í gjár varð eg liðugur við at lesa Bukowskisa Hollywood roman, hon handlar um filmin Barfly. Bukowski sigur í hennið, at langt eftir, at allir hinir filmarnir frá tí árinum eru gloymdir, fer hansara filmur at verða vístur í undurgrunds filmhølum og á sjónvarpsstøðum kring heimin. Ja, tú hevur nokk longu gitt hetta, men filmurin er á Norge2 í kvøld, stuttligt ha?.

 

Eg veit, at hetta aftur eri eg, sum royni at fáa heimin at snara um meg. Ikki tí eg haldi, at tað er so, men tað er eitt sindur stuttligt, at sovorðin ting henda. Eg havi ikki nakað meining um, hví tað er so. Kanska er tað tilfeldigt, ella kanska er Gud ein skemtari, ella hava vit eina kollektiva bevístheit, líka veit eg haldi bara tað er stuttligt.

 

Náh, men Barfly er altso í sjónvarpinum. Hetta er ein av mínum yndisfilmum, men ístaðin fyri at hyggja at honum, siti eg her og hyggi at einum ræðuligum filmi við ongum minni enn heimsins vánaligasta sjónleikara Steven Segal. Ja, hesin filmurin er serliga vánaligur, tí filmsstjórin er hesin sami vánaligi Steven Segal. Filmurin eitur Glimmerman, og hann er veruliga ræðuligur, so tit skilja nokk, hví eg ikki havi tíð at skriva beint nú.

 

Eg haldi annars, at størsti trupuleikin við filmslistini er tann vánaligi dialogurin. Tað finnast veruliga ikki serliga nógvir góðir dialogskrivarar í Hollywood. Tað syndarliga er júst, sum Bukowski sigur, at fólk hava sæð so nógv lort at tey gloyma at síggja lort sum lort.

Hugleiðingar beint eftir hálvgum tólv um kvøldið

Nú er fríggjakvøld og eg siti her og hyggi at Miss Universe. Aftur í ár eru tíggju av teimum ljótastu komnar víðari, og enn meira tragiskt er, at tær fimm, sum eru eftir nú, eru fýra ljótar og ein pen, tann úr Trinidad og Tobago er hyper deilig, hon skal bara vinna, haldi eg. Tann úr USA er nokk komin við av plikt, hon er als ikki pen, men soleiðis er tað.

 

Eg havi einki serligt skrivað seinastu tíðaina, havi so forbannað nógv at gera, nú ljóði eg sum pápi mín, tá hann er verst. Men eg havi blandað meg upp í nokkso nógv. Eg skal skriva eitt projekt um revsing, sum skal avleverast um ein góðan mánað. Eg skal taka eitt kursus í teoretiskari heimspeki, arbeiða hálvan annan dag um vikuna í Netto, brúka so nógva tíð sum møguligt saman við Magnus, umseta Bukowski til føroyskt, og skriva yrkingar til Kynverjar, umseta eina formel 1 heimasíðu til føroyskt(sum eg havi lovað), skriva hetta, halda samskiftið við míni vinfólk (sum eg gjarna vil og havi lovað), gera Nærvarp, skriva tvær barnasøgur (sum eg havi lovað). Nú bleiv Miss Trinidad og Tobago akkurát Miss Universe, hon líkist eitt sindur Janet Jackson. Ná, men eg havi eitt sindur at takast við, so eg veit ikki heilt, hvussu eg skal makta alt. Men tað man nokk fara at ganga.

 

Eg havi hugt at boksing í kvøld, Super Brian bankaði enn einaferð ein mann. Hesaferð var tað eftir øllum at døma onkur heilt vilt kendur. Hann æt nokk Leonard Butler ella okkurt sovorðið. Men hann bleiv sligin út í fyrsta umgangi. Brian virkar fyri mær nokkso góður, nú havi eg ikki so nógv skil uppá boksning, men hann bankar sku´ allar, sum hann møtur, tað virkar fyri mær sum eitt gott tekin.

 

Annars so fari eg at senda hetta til Barbaru, eg havi ikki skriva síðan eg kom niður aftur úr Føroyum aftaná Jassfestivalin, so nú skrivið eg eitt lítið bræv, og so viðleggi eg hetta, og so eisini ein seðil um Crazy Christmas Cabaret í ár. Eg og Barbara fara nemmiliga at hyggja eftir tí seinast í hesum mánaðinum, tá hon kemur til Keypmannahavnar. Eg havi keypt atgongumerki í dag. Ná, men eg roknið við, at hon fer at hata hetta, tá eg vísti henni hatta, sum eg hevði skriva til hasa gentuna, sum eg var forelskaður um jóltíðir í fjør, segði hon at tað var egoistiskt, og at eg bara hugsaði um meg sjálvan. Hon hevði sjálvandi rætt, og hetta projektið er jú eisini rein sjálvdyrkan. Eg haldi meg og mítt lív og mínar meiningar vera áhugaverdar nokk til at deila við tykkum. Ikki tí eg nakrantíð fari at tora at útgeva hetta, men kanska posthumt, tá eg verði heimskendur. So fer Magnus ella kanska hansara børn at útgeva hetta. Ikki tí tað ger nakað. Eg vóni bara tey fara at tjena væl uppá tað.

 

Eg las annars Bukowski í gjár, hann vildi verða við, at so nógvir lorta filmar vóru gjørdir, at fólk heilt gloyma, at tað er lortur, og bara hyggja og halda, at tað í veruleikanum er gott. Nokkso rætt haldi eg. Mær dámar væl Bukowski, hann er so erligur og líkatil, eitt sindur sum Jóanes Nielsen.

 

Náh, men nú fari eg at gevast eina løtu.

Sonur Satan

Umseting av Son of Satan úr Septuagenerian Stew hjá Charles Bukowski.

 

Eg var ellivu og báðir vinmennirnir, Hass og Morgan, vóru tólv, og tað var summar, eingin skúli, og vit sótu í grasinum í sólini, aftan fyri garaguna hjá pápa mínum, og royktu sigarettir.

 

“Lort,” segði eg.

 

Eg sat undir einum træi. Morgan og Hass sótu og lenaðu seg upp ímóti garaguni.

 

“Hvat er galið?” spurdi Morgan.

 

“Vit mugu ordna handan fanan,” segði eg. “Hann er ein skomm fyri grannalagið!”

 

“Hvønn?” spurdi Hass

 

“Simpson,” segði eg.

 

“Ja,” segði Hass, “for nógvar frøknir. Hann irriterar meg.”

 

“Tað er ikki tað sum eg meini,” segði eg.

 

“Náh?” segði Morgan.

 

“Ja, hasin fanin sigur at hann hevur mogga við einari gentu undir okkara húsum í seinastu viku. Tað er ein fanans lygn!” segði eg.

 

“Sjálvandi er tað lygn” segði Hass

 

“Hann dugir ikki at mogga” segði Morgan.

 

“Hann dugir at lúgva,” segði eg.

 

“Eg kann ikki torga lygnarar,” segði Hass, og blásti ein ring við roykinum.

 

“Mær dámar ikki at hoyra sovorðið lort frá einum fýri við frøknum,” segði Morgan.

 

“Kanska vit burdu ordnað hann,” segði eg.

 

“Hví ikki?” spurdi Hass

 

“Kom,” segði Morgan.

 

Vit komu inn ígjøgnum portrið og har stóð hann, og kastaði ein bólt upp ímóti garaguhurðini.

 

“Hey,” segði eg, “hygg hvør spælur við seg sjálvan!”

 

Simpson loftaði bóltin og vendi sær ímóti okkum.

 

“Hey!”

 

Vit umringaðu hann.

 

“Hevur tú mogga við nógvum gentum undir nøkrum húsið seinastu tíðina?” spurdi Morgan.

 

“Nei!”

 

“Hvussu ber tað til?” spurdi Hass.

 

“Hmmm, eg veit ikki ordiliga.”

 

“Eg trúgvi ikki, at tú nakrantíð hevur mogga við nøkrum øðrum enn tær sjálvum!” segði eg.

 

“Eg fari inn nú,”  segði Simpson. “Mamma mín bað meg vaska upp.”

 

“Mamma tín hevur uppvask í kusuni,” segði Morgan.

 

Vit flentu. Vit nærkaðust honum. Knappiliga, knallaði eg nevan í búkin á honum. Hann knekkaði saman, og helt um búkin. Hann stóð soleiðis í eitt hálvt minutt, og reisti seg so.

 

“Babba kemur heim hvørja løtu,” segði hann.

 

“ovkey? Moggar pápi tín eisini við smágentum undir húsum?” spurdi eg.

 

“Nei”

 

Vit flentu.

 

Simpson segði einki.

 

“Hygg at hasum frøknunum,” segði Morgan. “Hvørja ferð hann moggar eini smágentu undir einum húsum, fær hann eina nýggja frøknu.”

 

Simpson segði einki. Hann sá bara bangnari og bangnari út.

 

“Eg havi eina systir,” segði Hass. “Hvussu kann eg vita um tú ikki eisini roynir at mogga mínari systur undir einum húsum?”

 

“Tað hevði eg ikki funnið uppá, Hass, tað lovi eg tær!”

 

“Ja?”

 

“Ja, heilt erligt!”

 

“Ovkey, men her ein ein fyri at vera heilt sikkur!”

Hass knallaði nevan í búkin á Simpson. Simpson knekkaði saman aftur. Hass bukkaði seg niður, tók ein neva av mold, og stoytti tað niður millum blusuna hjá Simpson. Simpson reisti seg, hann græt. Ein vatpikkur.

 

Góðu, lat meg sleppa!”

 

“Sleppa hvar?” spurdi eg. “Vilt tú goyma teg undir skjúrtinum hjá mammu tíni, meðan uppvaskið fossar úr kusuni á henni?”

 

“Tú hevur ongantíð mogga,” segði Morgan, “tú hevur ongan murt! Tú pissar gjøgnum oyra!”

 

“Um eg síggi, at tú bara hyggur at systir míni,” segði Hass, “fært tú so nógv bank, at tú endar sum bara ein stór frøkna!”

 

“Góðu lat meg sleppa, góðu!”

 

Eg hevði bestan hug at lata hann sleppa. Kanska hevði hann ikki mogga við nøkrum.

 

Kanska hevði hann bara fantasera. Men eg var tann ungi leiðarin. Eg kundi ikki vísa nakra samkenslu.

 

“Tú, kemur við okkum Simpson.”

 

“Nei!”

 

“Nei, meg í reyvina! Tú kemur við okkum! Gakk nú!

 

Eg fór aftur um hann, og sparkaði hann í reyvina, hart. Hann skríggjaði.

 

“HALT KJAFT!” rópti eg, “HALT KJAFT ELLA VERÐUR TAÐ VERRI FYRI TEG! GAKK NÚ!”

 

“Vit skumpaðu hann út gjøgnum portrið, yvir um grasvøllin, og inn í okkara garð.

 

“Stilla teg ordiligt” segði eg. “Hendurnar niður við síðuni!” vit fara at halda okkara egnu rættargongd!”.

 

Eg vendi mær móti Morgan og Hass og spurdi, “Allir teir, sum halda hendan mannin vera sekan í at lúgva um at hava mogga við eini smágentu undir okkara húsum, skulu nú siga ‘sekur’!”

 

“Sekur,” segði Hass.

 

“Sekur,” segði Morgan.

 

“Sekur,” segði eg.”

 

Eg vendi mær móti fanganum.

 

“Simpson, tú ert dømdur sekur!”

 

Tá runnu tárini niður eftir kjálkunum á Simpson.

 

“Eg havi einki gjørt” mutlaði hann.

 

“Tað er akkurát tað tú er sekur í” segði Hass “í at lúgva!”

 

“Men, tit lúgva alla tíðina!”

 

“Ikki um at mogga,” segði Morgan.

 

“Tað er tað tit lúgva mest um, tað er har eg lærdi tað frá!”

 

“Korporalur,” eg vendi mær móti Hass, ” pota okkurt í munnin á fanganum! Eg eri troyttur av hansara forbannaðu lygnum!”

 

“Yes sir!”

 

Hass rann yvir til snórin, hann fann eitt lummaturrklæði og eitt viskustykki. Meðan vit hildu Simpson, kroysti hann lummaturrklæðið inn í munnin á honum og bant síðan viskustykkið um munnin á honum. Tað gralaði í Simpson, og andlitið broytti lit.

 

“Heldur tú hann fær andað?” spurdi Morgan.

 

“Hann fær andað gjøgnum nøsina,” segði eg.

 

“Ja,” samtykti Hass.

 

“Hvat gera vit nú?” spurdi Morgan.

 

“Er fangin ikki sekur?” spurdi eg.

 

“Jú.”

 

“Sum dómari dømi eg hann at verða hongdur upp eftir hálsinum, til han doyr!”

 

Simpson royndi at siga okkurt, hann hugdi at okkum við bønandi eygum. Eg rann inn í garaguna og tók eitt reip. Eitt langt reip hekk á einum seymið á garaguvegginum. Eg anaði ikki hví pápi mín hevði hatta reipi. Hann brúkti tað ongantíð, ikki sum eg vistið, í øllum førðum. Men nú skuldi tað brúkast.

 

Eg fór út aftur við reipinum.

 

Simpson byrjaði at renna. Hass var í hølunum á honum. Hann feldi hann við einari flúgvandi takling. Hann vendi Simpson, og byrjaði at sláa hann í andlitið. Eg rann yvir, og knallaði reipið í andlitið á Hass. Hann steðgaði við at sláa, og gløddi at mær.

 

“Tín fani, eg skal knúsa teg sundur!”

 

“Sum dómari havi eg dømt at maðurin skal heingjast! Soleiðis skal tað vera! SLEPP FANGANUM!”

 

“Tín fani, eg smildri teg!”

 

Fyrst, heingja vit fangan, so kunnu vit berjast!”

 

“Ja, tað kann tú bannað uppá!” segði Hass.

 

“Fangin skal reisa seg!” segði eg.

Hass flutti seg og Simpson reistist. Hann bløddi nasablóð, og blóðplettar vóru á skjúrtuni. Tað var øgiliga sterkt reytt. Men Simpson tykstist uppgevandi. Hann græt ikki longur. Men eyguni vóru ræðslusligin, vemmiligt at síggja.

 

“Gev mær eina sigarett,” segði eg við Morgan.

 

Hann stappaði eina í munnin á mær.

 

“Tendra hana,” segði eg.

 

Morgan tendraði sigarettina, og eg fekk mær ein guv, so við sigarettini millum varrarnar andaði eg gjøgnum nøsina, meðan eg gjørdi eina likkju á endan á reipinum.

“Set fangan á hátúnið!” segði eg.

 

Eitt hátún var aftan fyri húsini hjá okkum, uppi yvir tí var eitt tak. Eg kastaði reipið upp um ein bjálka, og hálaði likkjuna niður framman fyri andlitið á Simpson. Eg hevði ongan hug at halda á við hesum. Eg helt at Simpson nokk hevði liðið nokk, men eg var leiðarin og eg skuldi berjast við Hass aftaná og eg átti ikki vísa nakran veikleika.

 

“Kanska skuldu vit latið vera,” segði Morgan

 

“Hesin maðurin er sekur!” skrálaði eg.

 

“Ja!” rópti Hass. “Hann skal heingjast!”

 

“Hygg, hann hevur pissa í buks,” segði Morgan

 

Og tað hevði hann, ein myrkur plettur gjørdi alsamt størri frammanfyri á buksunum hjá Simpson.

 

“Eingi nossir,” segði eg.

 

Eg koyrdi likkjuna niður um høvdið á Simpson. Eg hálaði í reipið og lyfti Simpson upp á tærnar. So tók eg hin endan av reipinum og bant tað fast í síðuna av húsunum. Eg bant reipið fast og rópti, “Kom for fanin vit rýma!”

 

Vit hugdu at Simpson hangandi har á táunum, hann snaraði runt heilt spakuliga, og hann sá longu deyður út.

 

Eg byrjaði at renna. Morgan og Hass runnu eisini. Vit runnu út til innkoyringina og Morgan rann heim til sín og Hass til sín. Eg skiliti, at eg hevði ongastaðni at fara. Hass, hugsaði eg, antin gloymdi tú bardagan, ella tímdi tú ikki álíkavæl.

 

Eg stóð á gongubreytini eina løtu, so rann eg inn aftur í garðin. Simpson snaraði enn. Spakuliga runt. Vit høvdu gloymt at bundið hendurnar. Hann royndi tí ið hondunum at taka trýstið frá hálsinum, men hendurnar gliðu. Eg rann yvir til húsini og loysti reipi og slepti tí. Simpson datt niður á hátúnið, og rullaði niður á vøllin.

 

Hann lá við andlitinum niðrið í vøllinum. Eg vendi honum við og loysti viskustykkið av munninum. Hann sá ræðuligur út. Hann sá út, sum um hann kanska fór at doyggja. Eg bukkaði meg niður yir hann.

 

“Hoyr, títt helvitis reyvarhol, ikki doyggja, eg ætlaði slettis ikki at drepa teg, veruliga. Um tú doyrt, so mást tú orsaka. Men um tú ikki doyrt og nakrantíð slatrar, so ert tú ein deyður maður! Skilur tú meg?”

 

Simpson svaraði ikki. Hann hugdi bara at mær. Hann sá ræðuligur út. Andlitið var lilla og reipið hevði skursla hálsin.

 

Eg reisti meg. Eg hugdi at honum eina løtu. Hann rørdi seg ikki. Tað sá ringt út. Eg var um at svíma. Men tók meg so saman. Eg andaði djúpt inn og fór út úr túninum. Klokkan var umleið fýra um seinnapartin. Eg byrjaði at ganga. Eg gekk oman til vegin og helt fram við at ganga. Eg hugsaði. Eg føldi, at mítt lív var av. Simpson hevði altíð verið ein einari. Ivaleyst einsamur. Hann fylgdist ongantíð við okkum. Hann var løgin á tann hátt. Kanska var tað tað, sum ørkymlaði okkum við honum. Men alíkavæl var okkurt við honum sum tyktist dámligt. Eg føldi meg, sum um eg hevði gjørt okkurt ræðuligt, og á ein annan hátt ikki. Mest av øllum føldi eg meg bara kenslutóman ein tómleiki í niðri maganum. Eg gekk og gekk. Eg gekk heilt oman til høvuðsvegin og aftur. Eg hevði ordiliga ilt av skónum.

 

Foreldur míni keyptu mær altíð bíligar skógvar. Teir sóu væl út í umleið eina viku, so byrjaði leðrið at sprotna, og seymarnir byrjaðu at stinga upp gjøgnum sálarnar. Eg helt fram við at ganga alíkavæl.

 

Tá eg kom aftur í túnið, varð næstan kvøld, eg gekk spakuliga gjøgnum túnið og aftur um húsini. Simpson var ikki har. Og reipið var horvið. Kanska var hann deyður. Kanska var hann onkra aðrastaðnis. Eg skimaðist rundan um meg.

 

Andlitið á pápa mínum, innramma í rútinum á hurðini.

 

“Kom inn her!” segði hann.

 

Eg gekk upp gjøgnum trapputrinini og framvið honum.

 

“Mamma tín er ikki komin til hús enn. Og tað er gott. Far inn á kamari. Eg ætli mær at práta við teg.”

 

Eg fór inn á kamarið og setti meg á seingjarkantin og hugdi niður á mínar bíligu skógvar.

 

Pápi mín var ein stórur maður, 1 metur og 95. Hann hevði eitt stórt høvd, og eyguni hingu undir stórum frýsuttum eygnabrúm. Varrarnar vóru tjúkkar og hann hevði stór oyru. Hann var óndur sjálvt uttan at royna.

 

“Hvar hevur tú verið?” spurdi hann.

 

“Gingið.”

 

“Gingið. Hví?”

 

“Mær dámar at ganga.”

 

“Síðan nær?”

 

“Síðan í dag.”

 

Tøgn var eina góða løtu. So tosaði hann aftur.

 

“Hvat hendið aftan fyri húsini í dag?”

 

“Er hann deyður?”

 

“Hvør?”

 

“Eg ávaraði hann um ikki at slatra. Um hann slatraði, so er hann ikki deyður.”

 

“Nei, hann er ikki deyður. Og foreldur hansara ætlaðu at ringja til løgreglunna. Eg noyddist at tosa við tey leingi fyri at fáa tey ikki at latað verðað við tí. Um tey høvdu ringt til løgreglunna, so hevði tað dripið mammu tína! Skilir tú tað?”

 

Eg svaraði ikki.

 

“Tað hevði dripið mammu tín, skilir tú tað?”

 

Eg svaraði ikki.

 

“Eg var noyddur at geva teimum pening fyri at tiga. Harafturat, noyðist eg at gjalda fyri læknarokningina. Eg fari at buka teg sundur og saman! Eg fari at lekja teg! Eg fari ikki at venja ein son, sum ikki kann liva ímillum fólk!”

 

Hann stóð har í durðinum, pinnastillur. Eg hugdi at eygunum, undir hasum frýsuttu eygnabrúnnum, at hasum stóra kroppinum.

 

“Eg vil heldur hava løgregluna,” segði eg. “Eg vil ikki hava teg. Gev mær løgregluna.”

 

Hann nærkaðist spakuliga.

 

“Løgreglan skilir ikki fólk sum teg.”

 

Eg reisti meg av songini og knýtti nevarnar.

 

“Kom so,” segði eg, “eg skal nokk berjast við teg!”

 

Hann leyp á meg við øðiligar ferð. Eitt blendandi ljós, og eitt slag so hart at eg ikki rættuliga føldi tað. Eg lá á gólvinum. Eg reistist.

 

“Tú mást heldur drepa meg,” segði eg, “tí tá eg verði nóg stórur, fari eg at drepa teg!”

 

Næsta slagið sendi meg inn undir songina. Tað tyktist sum eitt gott stað at verða. Eg hugdi at fjarðunum har uppi. So byrjaði eg at flenna, tað var ein fjálturstungin látur, men eg flenti, og eg flenti, tí eg hugsaði, at kanska hevði Simpson veruliga mogga einari lítlari gentu undir mínum húsum.

 

“Hvat fanin flennur tú at?” skrálaði pápi mín. “Tú ert uttan iva sonur Satan, tú ert ikki sonur mín!”

 

Eg sá eina stóra hond røkka inn undir songina, leitandi eftir mær. Tá hon nærkaðist, tók eg í hana við báðum hondum og beit, so fast sum eg kláraði. Eitt øðiligt skriggj, og hondin hvarv út undan songini aftur. Eg smakkaði vátt kjøt í munninum, spýtti tað út. Eg vísti tá, at hóast Simpson ikki var deyður, kundi eg ivaleyst doyggja skjótt.

 

“Tað er í lagið,” hoyrdi eg pápa mín siga róliga,” nú hevur veruliga biðið um tað, og Harra Gud, sum tú fer at fáa tað…”

 

Eg bíðaði, og meðan eg bíðaði var alt eg hoyrdi løgin ljóð. Eg hoyrdi fuglarnar, eg hoyrdi ljóðið av bilum, sum koyrdu framvið, eg hoyrdi sjálvt mítt hjarta buka og blóðið renna gjøgnum kroppin. Eg hoyrdi pápa mín anda, og eg flutti meg mitt inn undir songina og bíðaði eftir, hvat nú skuldi henda.

 

 

 

Hugleiðingar beint áðrenn klokkan eitt

 

Ja, her var eg aftur, tað tykist sum eg bara skrivi um náttina, men soleiðis er tað. Um kvøldarnar hyggi eg ofta eftir sjónvarpi. Tað eru serliga nakrar sendingar, sum mær dámar væl fyri tíðina, her er Robinson Ekspeditionen á TV3 ein av teimum, hetta er ein løgin sending, har tey senda nøkur heilt vanlig fólk út á ein oyggj, har skulu tey so royna at yvirliva, og atkvøða spakuliga hvønn annan heim. Man lærir øgiliga nógv um hesi fólkini, og følir við teimum. Hetta er nokk tað slagið av sjónvarpi, sum eg ræðist mest, eg havi jú lisið The running man hjá Stephen King. Eg roknið við at meira og meira av slíkum verður í framtíðini, men sjálvt um eg ræðist hetta eitt sindur, so elski eg at hyggja at tí – og eg sum haldi onnur vera bítt!

 

Ein onnur sending, sum mær dámar væl, er Ally (Ally McBeal), ein frálík sendirøð, har er humor og deiliga bisarir persónar. Eg haldi, at hatta lýsur so deiliga væl USA, har øll stevna øllum fyri alt, harafturat livi eg eitt sindur við í søgunum, hugnaligt haldi eg.

 

Danska sendirøðin Taxa liggur eisini á mínum lista, so er sjálvandi ítróttur, hetta við ítrótti er eitt sindur stuttligt. Eg tími slett ikki at íðka nakað sjálvur, men at hyggja í sjónvarpinum tað er ordiliga kul. Serliga Formel eitt er fantastiskt. Eg havi hugt eftir flest øllum formel eitt koyringum seinastu nógvu árini, ja, faktiskt tey seinastu tíggju árini. Eg elskaði Alain Prost, tá hann koyrdi, hansara klassisku kampar við Ayrton Senna, tað elskaði eg. Mansell dámdi mær eisini væl, lutvíst Nelson Piqouet, og so sjálvandi Martin Brundell, og Mika Hakkinen. Men so byrjaði Michael Schumacher at koyra, eg elskaði hann frá fyrstu løtu, hansara gáva var ótrúliga stór.

 

Náh, men Michael Schumacer bleiv altso maðurin, hansara kampar við Ayrton Senna, við Damon Hill, við Jaques Villenue og nú við Mika Hakkinen og David Coulthard – eg elski tað. Sunnudagin verður finalan, bert fýra stig skilja teir báðar fremstu Hakkinen og Schumacher. Eg eri so spentur, og ætli mær tíðliga heim úr býnum, so eg kann síggja tá teir senda koyringina klokkan fimm um morgunin.

 

Annars haldi eg sjónvarp upptaka eitt sindur ov nógva tíð. Eg átti at gjørt meira við skúlan, og við at yrkja, og at umseta. Eg eri farin undir at umseta Septuagenerian Stew hjá Charles Bukowski. Hevði eg havt eitt sindur betri minnið, so hevði eg skrivað eina roman um míni skúlaár í sama stýli, sum Bukopwski brúkar.

 

Eg tosaði við Finn Jensen í dag, hann hevur yvirtikið arvin eftir Páll Arge. Vit royna at fáa hann at fíggja eina maksifløgu við MC-Hár, hann ljóðaði hálvavegna positivur, eg hopi hann vil gera tað.

 

Ígjár fekk eg bræv frá Barbaru, hon er ein ótrúliga deilig genta, sum eg havi fjasast við tá eg havi verið í Føroyum seinastu árini. Hon kemur hendan vegin skjótt, tað verður stuttligt at síggja hana, hon er so ótrúliga klók, og tað dámar mær. Hon hevur eitt rættuliga serligt pláss í hjartanum hjá mær. Ja, eg elski hana, men nú búgva vit ikki í sama landið, av og á er tað kærleiki av tí ástarliga slagnum, og aðrar tíðir er tað bara kærleiki vinarkærleiki ella hvat man nú eina fer kallar slíkt.

 

Eg havi ikki ordiliga elska nakra gentu soleiðis heilt av øllum hjartanum síðan Sofie, men eg havi verið forelskaður, men ikki á sama hátt. Eg var heilt vekk í einari gentu um jóltíðir í fjør, tá skrivaði eg hetta:

 

Til tín

 

Nú skímur – dagur lakkar og eg koyri framvið tínum húsum fyri 10. ferð – í kvøld. Vóni, at tú kemur út. Ljós er í køkinum – men eg tori ikki inn. Hvussu ynkeligur kann man vera. Eg meini man hevur tross alt eitt image at pleyga. Men tað er so ringt. Eg havi hug at fara inn. Men tað er for ynkeligt. Hvat skal eg siga. Hey kann eg síggja títt kamar. Skít veri við kamarinum. Tað er teg mær dámar. Skal eg skriva tær eina yrking. Eg havi hug. Men tú hevur hoyrt meg lisið yrkingar skrivaðar til 3 ymiskar gentur, og um tú hevur lisið yrkingasavnið, so hevur tú lisið yrkingar til tvær aðrar. Tað virkar trivielt.

 

Koyri aftur framvið – nú er ljós á einum kamari, man tað vera títt?

 

Eg má av við hesar kenslurnar. Hetta hjálparsloysið, er tað ikki for ynkeligt. Koyra framvið 11 ferð og ikki tora at fara inn.

 

Stig Helmer hevði sagt: Ynk Ynk Ynk

 

Men man hevur tross alt eitt image at pleyga. Ikki vísa kenslur ov nógv – lat ongantíð eina damu vita, at tú ert ynkeliga forelskaður í henni.

 

Manst tú liggja og lesa mínar yrkingar?

 

Kanska dámar tær slett ikki meg.

 

Tað er líkamikið – nú fari eg heima at skriva eina yrking.

 

Men tá eg seti meg niður á kamarinum, virkar tað for ynkeligt. So eg skrivið hetta yrkingaagtiga, essaylíkandi brævið, ella hvat man nú kallar eitt sovorið ting sum hetta, og tað er enn meira ynkeligt.

 

Tí  the buttom line er, at mær dámar teg ynkeliga væl. og ímorgin fari eg at vera ein hetja bara eina lítla løtu, og geva tær hetta brævið og tú fert at síggja hvussu ynkeligur eg eri. og hvat so – í ovurmorgin fari eg heim til Danmarkar. Kanska ynkeligur. Men hugsandi – fyri eina ferð í mínum skjótt 25 ára langa lívið tordi eg at vera ynkeligur.

 

Man hevur tross alt eitt image at pleyga.

 

Ja, mær dámar altso væl hetta tingið, stuttligt haldi eg, hvat heldur tú? Eg haldi at sovorðið skriva við so nógvum kenslum, er so deiligt at lesa. Ikki tí eg elski eisini tað meira postmodernaða og kensluleysa ironiska, tað hevur eisini sína sjarmu.

Hugleiðing beint eftir klokkan eitt

Ja, so siti eg aftur her, eg hevði bólkafund í dag, vit skriva um brotsverk og revsing, tað er eitt projekt í praktiskari filosofi, í løtuni lesi eg á Roskilde Universitets Center, eg havi lisið altjóða mentunnarligu grundútbúgvingina, ella International Cultural Studies, og nú lesi eg heimspeki, eg havi lisið í eitt sindur meira enn trý ár nú, og eg elski tað.

 

Náh, men fundurin gekk rættiliga væl, vit byrja at síggja ein struktur í projektinum, øgiliga áhugavert evni haldi eg. Eg veit ikki heilt, hvat eg haldi á hesum økinum, tí er tað ótrúliga áhugavert at lesa um. Tað er rættiliga áhugavert at lesa teoriniina, kunnu vit yvurhøvir rættvísgera, at vit døma fólk við hevnd sum endamáli? Eg veit sum sagt ikki heilt, hvat eg haldi á økinum, men tað kemur nokk.

 

Nú er annars ein Baywatch líknandi seria í sjónvarpinum, og gita um CJ Parker ikki kom inn (fyri óinnvíðað er CJ Parker eingin minni enn barmfagra Pamela Anderson). Ná, nú kom Mitch á skíggjan, so er hatta altso Baywatch. Náh, eg haldi, at eg skifti til C+, tey vísa porno nú. Eg eri farin at dáma porno rættuliga væl, helst teir eitt sindur flottaru filmarnar við nógvum deiligum damum, eg haldi tað er stuttligt, og so kryddrar tað eisini sekslívið, helst tá man situr í sjálvdrátti.

 

Annars vænti eg, at daman kemur fram við hvørja løtu, hon er farin heim ein túr, men skuldi koma at sova her, hetta er eitt sindur løgið forhold, men tað kunnu vit tosa um seinni, stak fitt genta álíkavæl, kanska eitt sindur ov fitt til mín. Eg eri ikki altíð verðins fittast, havi ein tendens til at vera eitt sindur niðurlátandi ímóti fólki sum ikki eru líka klók sum eg. Ella kanska sum eg ikki haldi vera líka klók sum eg. Ofta eru hetta yngri fólk, t.d. er daman bara átjan meðan eg sjálvur eri fimmogtjúgu. Nógv av teimum tingunum eg havi hugsa um í áravís fer hon júst undir at hugsa um. Eg haldi soleiðis sæð ikki meg vera klókari enn hana, men eg síggi sjálvur hvussu niðurlátandi eg eri í mínum aftursvørum. So alt í alt kann man nokk siga, at eg eri ein dummur fani.

 

Eg sá annars Pipar og Salt nú ein dagin, eg havi ongantíð sæð tað fyrr, eg var fluttur niður til Danmarkar tá teir báðir byrjaðu at gera sendingarnar. Øgiliga stuttligt, og eisini nógv betur gjørt enn eg hevði roknað við. Náh, men tað eg ætlaði mær at siga var, at eg haldi meg sjálvan minna eitt sindur um Esmar Eysturoy, serliga á hasum økinum við at hyggja niður á tey ólærdu.

 

Eg eri akademikkari, og sjálvt um eg hati akademikkarar, sum altíð skulu vísa seg og reypa við, hvussu nógv teir vita. So haldi eg eisini at forbanna nógv fólk velja ikki at hugsa,  oh tað irriterar meg ræðuliga nógv, og fær meg ofta at hyggja niður á slík fólk, eisini onkuntíð uttan at eg havi hald í mínari irritatión.

 

Náh, nú skal sovast.

Hugleiðingar beint áðrenn klokkan fýra

Eg skal eftir Magnusi soni mínum um eina lítla løtu, hann er í barnagarði. Eg havi hann næstan helvtina av tíðini, og tað haldi eg vera fantastiska deiligt. Hann er í míni verð verðsins fittasti, men soleiðis munnu tey flestu foreldur hava tað við sínum børnum, og tað er jú skilligt, í flest øllum førðum.

 

Nú men eg ætlaði mær bara at tosa um eina aðra tónleikarliga verkætlan, sum eg, Tróndur og Petur Jensen hava á borðinum. Tað er ein fløga við okkara nýggja tónleikarbólki, sum eitur Kynverjar, hetta er ein popbólkur sum átti at havt betur tekstir enn teir flestu, eg og Petur skulu skriva allar tekstirnar, og eg síggi okkum báðar sum tveir av teimum bestu føroysku yrkjarunum, sjálvur haldi eg at Jóannes Nielsen liggur uppi við síðuna av okkum, onkran dag haldi eg hann liggja framman fyri okkum, men ongantíð aftanfyri. Men hann hevur jú skrivað í nógv longrið tíð enn eg og Petur, so lat okkum tosa aftur um tað um tíggju-fimtan ár.

 

Ja, tað vóru Kynverjar, Tróndur skal gera tónleikin, men vit ætla at brúka eina rúgvu av gestatónleikarum, so tað blívur bara stuttligt. Tróndur fær í størst møguligan mun fríar teymar, og vit lata okkum ikki binda av nøkrum reglum, um hvat man kann gera ella ikki kann gera, fløgan skal vera okkara og soleiðis, sum vit vilja hava hana, og so skal hon vera popp – tí vit siga tað! Og tí vit síggja gott út meðan vit gera tað.

 

Nú tosaði eg um at vera best, og tú situr nokk og hugsar hvussu kann man tosa um at vera bestur innan fyri yrking, tað verður jú alt upp til tann einstaka og tað honum dámar, ja, sjálvandi, men mær dámar best meg og Petur og Jóannes, og eg haldi meg hava øgiliga góðan smakk. Vit eru fullir av hugskotum um hvussu hendan verkætlan skal skipast, so tað verður stuttligt at fara ígongd. Eitt gjøgnumgangandi tema verður nokk um hvussu góðir vit eru, og hvussu gott vit síggja út, meðan vit gera tað.

 

Annars hevur Petur biðið meg skriva einar tvær barnasøgur, tær skulu verða eini 800-1000 orð, og hava moral, hetta er eitt sindur trupult, eftir sum eg ikki er tann stóri moralisturin.

 

Eg haldi at moralur í stóran mun hevur fingið leiklut sum sleggja at sláa hvør annan í høvdið við, og tað kann eg ikki brúka til so øgiliga nógv. Men sjálvandi er tað viktigt, at børn læra eitt sindur um moral. Tó skal tað ikki verða hesin lunkaði og djevilski sleggjumoralurin, sum verður brúktur at buka og traðka á tey, ið hugsa og eru annarleiðis. Men heldur ein moralur sum byggjur á toleransu og næstrakærleika. Náh, men eg havi einar tvær vikur at skriva tvær stuttar stuttsøgur, so tað skal nokk ganga.

 

Eg havi hugsa um at skriva um happing. Eg bleiv øðiliga illa happaður sum barn, noyddist at skifta skúla av berari happing. Men eg kann í dag troysta meg við, at teir í happaðu verst eru hálvkriminellir og soleiðis rættuliga ljótir og ikki minst nógv, nógv býttari enn eg. Ja, onkur einkultur av teimum hevur seinni fingið onkran harðskapsdóm. og her siti eg havi eitt gott lív, ein fittan son, eitt feitt orkestur, nógvar vinir, ein framúrskarandi heila, frálíkar skaldagávur og skjótt eina universitetsútbúgving. Hvør flennur síðst?

 

Náh, men nú er klokkan farin av fýra og eg fari eftir soninum.

Hugleiðingar beint eftir miðnátt

Fekk akkurát íáðnið hugskotið at skriva hetta, tað var beint uttan fyri Rasmus Nielsens kollegiinum. Hevði akkurát sagt góða nátt við Torkil, Petur og Rúna. Vit høvdu tikið linju 12 heim úr biografinum, hon steðgar beint uttanfyri Rasmus Nielsen, har teir tríggir búgva. Náh, men eg gekk og hugsaði um í fyrra dagin, um tá eg læs nøkur gomul brøv til eina gamla damu hjá mær. Hetta vóru gomul kærleiksbrøv, og so onkur einkult yrking og hugleiðing, ið vóru skrivaðar m.a. um tað mundi tá forholdi lækkaði móti endanum. Eg bleiv djúpt rørdur av at lesa brøvini, tey vóru so full av kenslum, ja, full av kærleika, av brotnum vónum og av djúpari sorg. Eg skilti tá, at eg hevði rætt, tá eg helt meg duga væl at skriva. Hetta vóru sjálvandi persónlig brøv sum týddu nógv fyri meg, um eitt evnið sum lá hjartanum nær, men tað var meira enn tað, tað var sku’ væl skriva. Eg kann geva tær eitt dømið:

 

Du mit livs lys

Naar du faar dette brev, er du nok lige kommet hjem fra mig, det er lørdag, og jeg sidder paa mit værelse paa Ama´r og savner dig, dine kys ligger stadig paa mine læber, og mine tanker er taget med dig. Hvordan skal jeg kunne læse om integration og modersmaal, naar jeg kun tænker paa dig? Ja, kærligheden er til tider lidt besværlig, men den er sandelig ogsaa værd det. Jeg elsker dig!

 

Jeg skriver til dig, for sige hvor meget jeg holder af dig. Jeg elsker dig fra Ama´r til Lejre og tilbage igen med et pit-stop paa Kongens Nytorv, og det er ligesom vildt langt.

 

Naah, jeg ville bare sende dig det første digt, jeg skrev til dig, det var til et fundamental kursus ugen efter Aarsfesten, jeg havde lige fundet ud af, at jeg var vild med dig, men det siger ogsaa, hvordan jeg har det nu, hvor jeg elsker dig meget højere, ja, vildt højt.

 

Med dig i mine arme

Jeg vil hvile ved din side

kysse din nøgne krop i natten

som omfavner os

 

Jeg vil drømme

drømme med dig i mine arme

om dig i mine arme

og vaagne af dine kys

 

Jeg vil kærtegne din ryg

kysse dine skuldre

din hals

dine læber

lade hænderne glide gennem dit gyldne haar

og gaa paa opdagelse

 

Jeg vil elske dig

elske med dig

og føle dig i mine arme

naar jeg vaagner

og elsker med dig igen

 

Jeg elsker dig

 

Din elskede Niels

 

Hetta er eitt bræv frá byrjanini av forholdinum, og eg haldi tað vera so fult av kenslum, at eg má smíla. Náh, men eg gekk uttanfyri Rasmus Nielsen, og fekk knappiliga hug til at deila hendan partin av mínum skaldskapi við teg. Eg fari at skriva eitt slag av dagbók, ikki so nógv um hvat er hent tann dagin, men heldur um hugsanir og kenslur sum liggja mær nær. Tað ringa við eini slíkari bók er, at hon ongantíð rættiliga verður liðug. Aðrir trupuleikar eru, at hon er so persónlig, at eg kanska fari at sárað onkran av teimum, ið standa mær nær (ella minnið nær). Hetta ætlið eg mær í mest møguligan mun at sleppa undan, tí verða summir partar av mínum lívið hildnir uttan fyri. Men eg fari at royna at lúgva minst møguligt fyri tær, og har tað er neyðugt latið eg vera við at nevna nøvn.

 

Ja, nú er klokkan næstan eitt og eg fari so smátt at troyttast, ætli mær tó at skriva eitt sindur afturat. Havi eitt sindur av tørvi á at skriva, havi í løtuni nokkso nógvar innistongdar kenslur. MC-Hár er enn einaferð eitt økið, ið gevur mær sálarkvál. Tað gongur rættiliga væl soleiðis sæð, men nú ætlað Tróndur, Torkil og Petur at gera popp saman við Maluni og Jógvani eina tíð. Sjálvur rokni eg ikki við, at hetta verður endin á bólkinum. Men hetta fer at týða, at vit ikki kunnu vera við í Prix Føroyum. Eg roknaði annars við at vinna í ár.

 

Vit eru eftir hondini blivin ólukksáliga góð. Eg haldi tónleikin vera ræðuliga 90’árasligan, og vit líkjast ikki nøkrum eg kenni. Malan er eisini ein heilt blendandi sangarinda, og við hennið kundu vit átt heimin. Men Malan tykist ikki at hava tað so gott við sínum leiklutið í bólkinum. Hon syngur ikki so nógvar solostemmir og eg havi longu eitt slag av frontmans leikluti. Eisini spæla vit sangir, sum hon ikki er við í, tað irriterar hana. Tað dugið eg í øllum førum at síggja. Hon hevur í alt ov nógv ár staðið í skugganum av øðrum. Kanska serliga í Teitursa skugga í Mark no Limits, men eisini sum kórsangarinda á næstan aðru hvørjari føroyskari fløgu seinastu nógvu árini. Tíðin er komin fyri hana at verða í front. Har er simpulthen ikki pláss fyri okkum báðum. Tað er sjálvandi keðiligt fyri meg. Men eg skilji tað væl.

 

MC-Hár og Lisa Sær Dupult hava jú seinastu nógvu árini barst um tónleikarar, og nú fer Lisa so at verða fyrsti prioritetur eina tíð, hesa ferð saman við Maluni. Vit tosa annars um at gera eina fløgu nú heilt skjótt. Eg veit ikki heilt hvussu tað verður við tí. Vit fáa ikki rættuliga fígging til upptøkurnar, og vit tíma ikki at takað upp bíliga, vit vilja hava ordiliga ljóðgóðsku. Alt ov nógv lort, soleiðis reint tekniskt, kemur út í Føroyum. Vit tíma ikki longur at vera ein partur av tí statistikkinum longur. Men pengar til ordiliga góðsku tað hava vit ikki.

 

Nú fari eg at leggja meg, fari at skriva víðari onkuntíð, veit ikki heilt nær,  men tað finnur tú nokk út av skjótt.

Sporvognar

Umseting av Street Cars úr Septuagenerian Stew hjá Charles Bukowski

 

Frank og eg vóru tólv ella trettan

og tað var í niðurgangstíðini,

einki serligt at gera

uttan at tumla til strondina og

aftur

júst tað summarið.

júst tað heystið og veturin

vóru vit upptiknir av

sporvognum.

 

ein túrur, minnist meg rætt

kostaði 7 cents

og tú kundi skifta tvær ferð

við tí slapp tú um næstan allan

býin.

 

Frank og eg tyktust at koyra við

hasum sporvognunum

í allar ævir – tað var frægari enn at vera

heima.

 

Eg koyrdi altíð saman við Frank

hann var ordiliga framligur.

hann gekk aftur og fram

og spurdi fólk,

“skalt tú brúka títt skift?”

hann fekk nógv skift á hendan

hátt

og vit koyrdu runt allastaðni.

onkuntíð vistu vit illa nokk

hvar vit vóru

 

vit høvdu onkrar trupuleikar:

“tú kanst ikki skifta frá einum

W til ein J, tað er ein onnur

sona, tú noyðist at gjalda ein

nýggjan ferðaseðil!”

 

“men førarin á W’aranum

segði, at tað var í lagið.”

 

“alt í lagið dreingir, men bert hesa ferð.”

 

aðrir trupuleikar:

“hesi skiftini virka ikki

tey eru ov

gomul!”

 

“áh, ja? Hvar stendur

tað?”

 

“sær tú hatta holið

har? tað er í

2. tað vil siga at eftir

klokkan 14.00, er tað ov

seint.”‘

 

“ovkey, slepp okkum so av…”

 

vit fóru av á næsta steðgistaði

og Frank tók nøkur nýggj

skift upp úr

lummanum.

hann fann ein tannstikkara á

gøtuni og gjørdi eitt

hol fyrst í eitt skift og

so í eitt annað.

 

“hvat gert tú?” spurdi

eg.

 

“Eg skifti tíðina,”

segði hann.

 

“men nú eru tvey

hol…”

 

“hvat so?”

 

vit fóru umborð á næsta sporvogn.

 

“hálló,” segði førarin,

“hesi eru klipt tvær

ferð.”

 

“hvat so?” segði Frank, “tað er ikki

okkara skyld.”

 

vit fóru aftur eftir og

sessaðust.

 

árið áðrenn høvdu vit verið

upptiknir av katólsku

kirkjuni men

vit keddust skjótt av

tí.

nú voru  tað sporvognar.

 

vit høvdu lagt merki til konufólk tá

men vit vistu eisini

at so fátækar sum okkara familjur

vóru

og so fátækir sum vit

vóru

so mátti tað bíða

eitt bil.

 

at koyra við sporvognunum um kvøldið

var tað besta.

tað var sjáldan at vit høvdu møguleika fyri

uttan tá foreldrini hjá okkum báðum

fóru til ein film

sama kvøld

tað var sjáldan

men tað hendi nakrar fáar

ferðir.

 

W vognarnir vóru teir bestu.

ikki serliga nógv fólk koyrdu um

kvøldið

og førararnir sleptu

teymarnar, teir gjørdust

fartgalnir

eingin steðgiljós vóru

í long strekki

ella passaðu

steðgiljósini

og tað var heilt vilt

onkuntíð,

fullkomiligt black out

har, og tann gamli W’arin

skræddi í skinnararnar

ljóðið av hjólum

ið hitnaðu

neistarokið

førarin fullkomiliga

svakur

bukandi á klokkuna

við fótpedalini

BANG BANG BANG BANG BANG

vit sótu í tí opna partinum

vindurin skræddi í

okkum,

“HANN FER AT DREPA OKKUM!” plagdi

Frank at rópa

og eg flenti.

 

og heima hjá okkum

báðum var tað sama

skil:

 

“hvar í helviti hevur tú verið?”

 

“bara úti.”

 

“úti?”

 

“ja.”

 

tað ørkymlaði tey.

tey vistu, at vit ongan pening høvdu

og alíkavæl vóru vit

úr eygsjón

í nógvar tímar ísenn.

 

okkara stuttleiki við sporvognum

fekk ein enda, hóast alt.

tað var sera

syrgiligt.

 

pápi mín noyddi meg at

vera heima og arbeiða

í garðinum

og Frank var farin út

einsamallur.

eg arbeiddi allan dagin

pápi mín

sat við gluggan og

eygleiddi meg.

endiliga endaði tann

dagurin

og eg kláraði

døguran

og fór inn á mítt

kamar.

 

um kvøldið um átta tíðina

hoyrdi eg pápa mín rópa,

“HENRY, KOM ÚT HER!”

 

eg fór út í

gongina og har var mamma

Frank í hurðini, hon

græt.

 

“Frank er ikki komin heim enn,”

segði pápi mín, “hvar er

hann?”

 

“eg veit ikki, hvar hann

er.”

 

“tú veist hvar hann er.”

 

“nei, eg veit ikki.”

 

“nú fert tú út og

finnur Frank og eg vil ikki hava teg at

koma aftur til hús

áðrenn tú hevur funnið hann!”

 

eg fór út, gekk framvið

mammu Frank

sum enn græt.

 

eg fór niðan gjøgnum brekkuna, og

framvið 3 røðum av húsum

til endastøðina á W

sporvognarutuni.

hon endaði í okkara

grannalagi.

 

eg setti meg á beinkin og

bíðaði.

 

eg sá ein W vogn koma.

hann steðgaði og ferðafólkið

fór av.

eingin Frank.

 

eg sat og bíðaði eftir næsta

W’aranum.

fólk fóru av.

Frank var ikki

við.

eg sat og bíðaði enn

longur.

tann næsti W’arin kom.

 

tann síðsti sum kom út var

Frank.

 

hann sá ógvuliga

troyttur út.

 

eg reisti meg.

“HEY, FRANK!”

 

hann sá meg og kom

yvir til mín.

 

“halt kjaft, hetta hevur verið eitt ræðuligt kvøld! Eg

havi verið úti har í tímavís!

tey mugu hava ávarað

allar førararnar!”

 

“hvat meinar tú?”

 

“eg royndi at sleppa aftur inn

á W’aran, men teir góðtóku ikki

míni skift, teir

kendu øll míni knep

og eg hevði ongar

pengar!”

 

“hvat gjørdi tú so?”

 

“eg gjørdist desperatur.

eftir at verða smitaður a

fimm ferð leyp eg umborð

á ein vogn

og rann aftur á baksetrið

og setti meg har

og spældi

svakur

soleiðis!”

 

Frank vísti mær.

hann ristist um allan kroppin,

høvdið mól runt,

eyguni vóru víðopin.

skúm sást um varrarnar á

honum.

 

“tú dugur hatta Frank.

hatta sær gott út!”

 

“hann lat meg sleppa við.”

 

“Frank, mamma tín

kom framvið hjá okkum, hon

græt, tú hevur

trupulleikar.”

 

“eg veit, pápi mín

fer at banka meg

av.”

 

“kanst tú ikki billa teimum

okkurt inn?”

 

“nei, einki fer at

virka. eg fari bara at

fáa bank.

kom lat okkum fara

heim…”

 

vit fóru oman eftir tí fystu

gøtuni.

 

“ja,” segði eg “eg rokni við

at hatta var endin á

sporvognunum.

vit noyðast at finna okkurt

annað.”

 

“gentur,” segði Frank.

 

“gentur?” tað tyktist sum eitt nokkso

stórt lop.

 

“tað er tað einasta sum er

eftir,” segði Frank.

 

vit gingu

í mánalýsinum

hugsandi um

tað.

klútar, fløskur, sekkir

Umseting av Rags, Bottles, Sacks úr Septuagenerian Stew hjá Charles Bukowski

sum drongur

minnist eg ljóðið

av

“KLÚTAR! FLØSKUR! SEKKiR!”

 

“KLÚTAR! FLØSKUR! SEKKiR!”

 

tað var í

depressionini

og tú hoyrdi

røddina

langt áðrenn tú sást tann

gamla vognin

og tann

gamla troytta

ryggbogna hestin.

 

síðan hoyrdi tú

hógvarnar:

klop, klop, klop…

 

og síðan sá tú

hestin og

vognin

 

og tað tyktist altíð

at vera

tann heitasta summardagin:

 

“KLÚTAR! FLØSKUR! SEKKiR!”

 

áh

hasin hesturin var so

troyttur

hvítar strikur av

slev

slevandi

meðan bitið skarð seg inn í

munnin

 

hann hálaði eina ótolandi

last

av

klútum, fløskum, sekkum

 

eg sá eyguni á honum

stór

av pínu

 

rivini

sóust

 

tær stóru flugurnar

flugu runt og lendu á

teimum beru plettunum á hansara

skinni.

 

onkuntíð

rópti

ein av pápum okkara:

“Hey! Hví gevur tú ikki

hasum hestinum at eta, títt

beist!”

 

Maðurin svaraði

altíð tað

sama:

“KLÚTAR! FLØSKUR! SEKKiR!”

 

maðurin var

ótrúliga

skitin, ó-rakaður,

ílatin ein bogdan

og plettuttan

fedora

 

hann

sat uppiá

einum stórum bunka av

sekkum

 

og

av og

á

tá hesturin tyktist at

traðka

skeivt

 

slóg hesin maðurin

við tí

langa pískinum…

 

ljóðið var sum eitt

riffluskot

 

og ein flokkur av flugum

reistust

og hesturin

hálaði frameftir

aftur

 

hógvarnir rungaðu

á heita

asfaltinum

 

og síðan

var tað einasta vit

sóu

reyvin á vogninum

 

og

tann stóra bunkan av

klútum og fløskum

undir

brúnum

sekkum

 

og

aftur

røddin:

“KLÚTAR! FLØSKUR! SEKKIR!”

 

hann var

tann fyrsti maðurin

eg nakrantíð ætlaði at

drepa

 

og

eingin annar hevur

verið

síðan

 

 

 

Summar

Flugurnar, ið setast á hundalortarnar á gøtuni framvið kirkjugarðinum, siga, at summarið nærkast. Hendan gøtan, sum um veturin er hálv undir í vatni er nú tornað, og eg síggi knappiliga, hvussu nógvir hundalortar kunnu vera á einum so lítlum øki.

 

sukklurumpaVið mínum tungu HH posum hoppi eg upp um lortabunka eftir lortabunka, meðan eg hugsi um slalom.

 

Heima aftur hoyri eg, at uppiábúgvin hjá mær, hevur latið vindeyguni upp í hitanum, ikki bert eitt vindeyga, men øll, og harði larmurin av hennara anskræmiliga kontry tónleiki, floymir inn gjøgnum míni vindeygu, og eg verði tvangsinnlagdur at lurta eftir Gluntan. Eg havi ofta hugsað, hví tað altíð eru tey við tí ringasta smakinum, sum spæla harðasta tónleikin. Bygdafólk! Hugsa tær at flyta til ein stórbý og gerðast granni við ein, ið dámar Gluntan.

 

Eg meini so við, eg haldi eg eri rættiliga tolerantur, men kontri er ringt, og norskt kontri tað er verri. Um tónarnir endiliga skulu vera norskir, so hví ikki njóta Aqua, teirra norska innslag er stak snotiligt, og so hava tey eisini humor. Gluntan, har er einki gott at siga um tað. Ljóðdálking, og so eru teir ljótir omaná tað heila.

 

Summarið her er hiti, hiti so heitur at hundalortar torna, og eg sveitti sum eitt svín, má lata vindeyguni upp, og harvið vera plágaður av kontri. Mjólkin er súr, fólk eru heit og skeldast, roykurin av bilum, og larmurin tykist enn meira týðiligur.

 

Men so eru tað eisini tær. Tær eru dagsins hæddarpunkt hvønn summardag, í sínum stuttu kjólum og sólbrendu lørðum. Ein vinmaður segði mær, at um veturin vóru tær innilæstar í einum pakkhúsið á Nørrebro, so um summarið sluppu tær út. Hesin floymurin av vøkrum gentum á súkklum, onga aðra staðnis í heiminum sært tú nakað líknandi, hetta eru havfrúnnar, tann veruliga attraktiónin. Danskar hálvnaknar gentur á súkklu. Stuttar kjólar og toppar, sum ikki røkka niður um nalvan. Nakrar hava ring í nalvanum, tað er rættiliga eggjandi haldi eg.

 

Hevði ein arbeiðsfelaga og vinmann, sum kom ov seint til arbeiðis ein dagin, tí hann hevði súkkla beint aftan fyri eina av teimum, og hevði gloymt at dreyga, og var endaður heilt úti á Sundbyvesterplads. Hetta eru sirenurnar, ístaðin fyri sang brúka hesar eina perfekta reyv, sum lokkar og dregur og fær ein hvønn mann at smelta ella súkkla í blindum
Danska  summarið er hiti, hundalortar, súr mjólk og hálvnaknar gentur við vælskaptum reyvum, súkklandi runt á gøtunum. Eg gleði meg longu.