Andalig samvera

Her er teksturin til Andaliga samveru, ið MC-Hár gav út í 1998, orðini vórðu skrivað á Oyrasundskollegiinum í mars 1996, tað vóru eg sjálvur og MC-Allah, ið skrivaðu tey. Hesi orð vóru viðheft sum eitt bræv til Trónd Bogason, ið sambandi við, at vit sendu honum nakrar tekstir at gera løg til, tí vit skuldu spæla á ólavsøkukonsertini hetta árið. Hinir tekstirnir vóru Tú ert deyðir, Sangurin um orð tøl og tos  og Endiliga tað ordentliga ólavsøkurappið, Hesin var sum so ikki ætlaður, sum tekstur til MC-Hár. Men tá vit komu heim til Føroyar, hevði Tróndur gjørt lag til allar tekstirnar, eisini hendan, og vit orðunum: “Tað kann man ikki, og tí mugu vit gera tað”, gjørdist hesin sangurin fastur táttur á okkara spæliskrá.

 

Andalig samvera

Sperm, sperm,

Oralseks, analseks, sutta ein murt
reyvarholið verður við glíðikrem smurt
hondjørn, bondaga pískasløg og skríggj
kom og blanda sperm í mítt morgunkvalmaspýggj
dildoin vibrerar, tambar tarmin hjá mær
meðan mín viberar í tarminum hjá tær
urinseks, spanskt, franskt, ungarskt og bulgarkst
mítt gummilastik undirtoy er ljósareytt og smart

Eg elski tá tú kemur í mær
men ikki eg forkasti at koma í tær

Sperm, sperm

Prins Albert á høvdinum havi eg
fimm kilos vektir eru nakað fyri meg
nakkost og flatlús í hópatal
murturin hjá mær aldrin vaskast skal
teir í Mold eru tað vit kalla rættir menn
teir kunnu taka meg tríggir í senn
at slikka eitt reyvarhol sum smakkar av cucc
gerð tað meg kanska til ein verri bukk

Eg elski tá tú kemur í mær
men ikki eg forkasti at koma í tær

So er bara at venja, soleiðis ljóðar lagið:

Heita Summarnáttin

Tann kalda havluftin bleiv borin niðan til tey av einum frískum hásummarloti. Bløðini á trøunum teskaðu ókend orð.

 

Hon streyk hárið frá andlitinum, eymliga kyssandi vátu varrar hans, teskaði hon: “Kom nú Tróndur, eldurin er kyknaður”.

 

Hon var vorðin reyð um kinnarnar, hárið hekk í trevsum niður fyri andlitið, eyguni fylt av longsli. Hon lat tann tunga svarta frakkan detta niður í grasið.

 

Hann tók pinnin í hondina, hon hevði lagt seg á frakkan og stardi langtandi at kjøtinum í hond hansara.

 

Hann mátti trýsta eitt sindur fyri at bróta inn í tann váta reyða heimin, hon kykaði eftir ondini av njótan.

 

Tá hol fyrst var komið á gekk lættliga og hann gleið inn.

 

Hon skríggjaði: “Kom nú, skunda tær!”

 

Kjøtið gjørdist heitari, og heitari og heitari…..

 

“Hvat fanin halda tit hetta vera? Eina danska baðistrond?” Ein hás mansrødd skrálaði í øðini: “Vita tit ikki at sovorðið er ólógligt á almennum støðum?”

 

Tróndur var vorðin so kløkkur, at hann hevði mist pinnin niður í eldin, búffarnir lógu nú millum hálvbrendu træstubbarnar”. Tey krupu saman, og hon teskaði ræðslusligin: “Fara tygum at melda okkum?”

 

“Ja hvat fanin halda tit, eg havi sjáldan sæð sovorðið svínarí! Sita mitt á Tinghúsvøllinum og steikja kjøt á pinnum yvir báli”

Samuel

Hitin, ljóðið av gløsum, og hasin eyðkendi deymurin av vátum frakkum og kaffi, góvu henni ein frammaná, og alt gjørdist kámt, hon tók brillurnar av og hugdi niður, tað gjørdi hon altíð. Um onkur, hon kendi, var inni, so vildi hon ikki vísa, hvussu blind hon var. “Hví heilsar tú ikki, stendur har og gløðir at mær, men sigur einki! Nei, so var betur at hyggja niður, so var friður.

 

Brillurnar vóru nú  klárar aftur, mjørkin var horvin, og hon sá eitt tómt borð í horninum. Hon hugdi; eingin sum hon tímdi at tosa við. Hann sjálvur í sjónleikarhúsinum drakk okkurt úr einum koppi, nakrar aðrar býarmyndir vóru eisini har, men annars eingin serligur.

 

Hon fór yvir móti borðinum, skuldi júst seta seg niður, tá ein rødd hon kendi alt ov væl segði: “Hey, Summarsólja, Dú sæð Sámal”, >>Berit<<, perfekt, hon smurdi sær eitt smíl, vendi sær: “Hey Berit, nei, ikki í dag”.

 

Berit smíltist hjartaliga: ” Vit hava skeldasd, hann var súrur yvir, at eg var saman við Pedir í vigendini, sjáldum dað var liðud dá.”

 

Berit búði her inni, hon át slatur og skolaði niður við Sisu. Hon hevði tann seinasta mánan >>gingið saman<< við Sámali, gamla sjeikinum hjá Summarsólju. Ja, gingið saman var so nógv sagt, tað var liðugt triðja hvønn dag.

 

Berit var ein “Bimbo” í orðsins rætta týðningi. Blondina, ein reyv Claudia Schiffer hevði dripið fyri, bróst sum fyltu E-skálirnar væl út, og høvdið. Væl at merkja aftan fyri andlitið, ið var eini gudinnu verdugt, var tómt. Tað tyktist, sum um foreldrini høvdu verið óalmindiliga væl í gongd, men tá tey skuldu gera heilan, hevði telefonin ringt.

 

“Eg skilji ikki, hví hann hissar seg upp; dá dað er liðud, er dað liðud, ella hvad?”

 

Summarsólja hugsaði, um hon skuldi siga henni, at Sámal hevði sovið hjá sær leygarkvøldið; men hvat rakaði tað Berit? Hon svaraði uppgevandi “Ja, menn eru eitt sindur løgnir” og snaraði sær á so brádliga, at hon rendi beint í favnin á onkrum, “Shit!” segði ein rødd, og eyguni møttust,  kundu ikki sleppa hvør øðrum. So sá hon kaffi, tann hvíta ti-sjørtin hjá honum var flekkutt av brúnum kaffi, og á bakkanum lá ein koppaður koppur. Hann raknaði eisini við, og skundaði sær at seta koppin upp.

 

Ein av servitrisinum kom yvir, “Her er en lappe at turke dig med”, hon gav honum lappan, og skundaði sær yvir til vaskið eftir einari spann.

 

Summarsólja uppdagaði, at hon bara hevði staðið har, hon skundaði sær at taka bakkan: “Undskyld, det må du virkelig undskylde”.

 

 

Hann smílti, meðan hann turkaði ti-sjørtina og tær nú flekkuttu kovboybuksirnar. Hon visti, at hon skuldi hava hann.

 

Berit hevði  reist seg og stóð nú har, sum um hon vildi presenterast. “NO WAY”, Summarsólja vendi sær móti henni og segði “Nei takk, set teg bara, vit klára okkum”. Berit varð paff, visti ikki hvat hon skuldi siga, og sessaðist tí.

 

Servitrisan var komin aftur við spann og klútum, tey fingu skjótt turkað upp, og hann beyð henni at sessast. Hann segði, at hann æt Samuel, og var á veg til Íslands. Hann var á motorsúkklu og var steðgaður á í Føroyum nakrar dagar, men skuldi avstað í morgin.

 

Hon mátti gera skjótt av, hon hevði bert henda eina dagin. Tað var tøgn. Hann hugdi niður, at sær og spurdi” Er der et toilett her, jeg må ligesom skifte?”.

 

“Nej”, leyg hon, “Men jeg bor ikke så langt herfra, hvis du giver mig et lift, må du gerne skifte der?” Hon sá, at hann var eitt sindur ótryggur.

 

“Må jeg godt det?”. Hon  segði, at tað var tað minsta, hon kundi gera, tað var jú hon, sum hevði stoytt kaffi útyvir hann.

 

*

 

Hon gleivaði  og hálaði kjólan upp. Hon var vorðin vát og kroysti seg inn at honum, og tá hann tendraði ta stóru Honda súkkluna, læt hon hondina streyfa bugluna í buksinum.

 

*

 

“Det er så  min ydmyge bolig,  du kan skifte derinde”, hon peikaði móti vesihurðini: “Hvis du har lyst til et brusebad, så er du velkommen”.

 

“Tak, men det er alt for meget, jeg skifter og så går jeg, du har sikkert en masse du skal lave?”

 

Hon vissaði hann um, at hann als ikki forstýraði. Hann viðgekk, at tað hevði verið gott at fingið skolað støvið av sær, og hvarv inn á vesið.

 

Hon skundaði sær inn í kamarið, har hon lat tann tunna summarkjólan dala niður á gólvið, lat skápið upp og tók ein hvítan blondu brósthaldara og G-strongstrussir fram. Settið var ein gáva frá Sámali, ið hevði drukkið sær mót til, tá hann keypti tað í SMS.

 

Hon traðkaði úr teimum lilla bummulstrussunum og sparkaði tær og bróstholdaran inn undir seingina, steðgaði á framman fyri speglinum, hugdi at sær sjálvari, snaraði sær á. Jú, hon hevði  einki at skammast yvir, búkurin hevði ikki eitt kilo ov nógv, kroppurin annars var væltrenaður og slankur, bróstini kanska nakað lítil, men tað var einki at tosa um.

 

Ein fløska av Poison stóð á náttborðinum, hon fekk sær eitt sindur, og lukturin eggjaði hana. Hon fylti lógvan við kropskremi, tað kendist kalt  tá hon varliga legði hendurnar um bróstini, bróstvørturnar vórðu harðar. Hon kíndi eymliga bróstunum og lat hendurnar glíða niður eftir, hon var heilt opin nú og ein fingur gleið inn.

 

*

 

Hon tók trussurnar, og lat seg í. Brósthaldarin varð nakað lítil, men tað gjørdi ikki nakað, tað fekk bróstini at virka størri, fingurin smakkaði av henni.

 

“Hvor gemmer du shamp…åh det må du undskylde, jeg viste ikke at…” hon vendi sær á, og sá hann standa har bert við einum handklæði um seg.

 

“Det gør ikke noget, segði, hon og fór yvir til hansara.

 

Hann tyktist illa við og men kundi ikki lata vera við at hyggja

 

“Kan du ikke li’  mit BH-sæt?”, segði hon og legði armarnar um hálsin á honum.

 

“Er du sikker på, at det her er særlig smart?”, ein stór bugla var í handklæðnum, og røddin skalv.

 

“Meget smart” segði hon og varrarnar møttust, í tí hann lat handklæðið detta.

 

Hann kysti hana harliga og bar hana inn í seingina.

 

*

 

Ein fuglur sang uttanfyri opna gluggan, og tónarnir vaktu hana. Hon lá nakin á seingini bert hálvavegna dekkað av einum lakið. Tað var stilt í íbúðini, og hon lá eina løtu og lurtaði eftir fuglaljóðinum og ljóðinum av bilum á Marknagilsvegnum.

 

Íbúðin var heilt still, hon var einsamøll, hevði tað verið ein dreymur?

 

Teir reyðu ringarnir á skøvningunum slatraðu, og hon smíltist, hann varð farin avstað, avstað til Íslands. Hon vendi sær á og føldi, at hon var eym í øllum kroppinum.

 

Á koddanum lógu nøkur long grá hár, og hon hugsaði, hugsaði hvat pápi hennara stórprædikanturin, hevði sagt, um hann hevði sæð dóttrina í handjørnum, saman við einum manni, væl eldri enn hann. Synd, at hon ikki hevði tikið eitt bílæt. Hon kundi sent tað til Sosialin, >>Góði babba, góða eydnu við prædikuni, ynskja dóttur tín og Samuel. Hon flenti niður í koddan.

 

*

 

Hon tendraði ketilin, og tók ferðaætlanina, ætlaði at vita nær Norrøna fór av Havnini, kanska hon skuldi fari oman at vinka farvæl til besta knallið í Norðurlondum.

 

Týsdag, tað var løgið, hon stóð ikki til at sigla í dag.

 

Hon opnaði køksgluggan og legði seg so langt út, sum hon kundi, uttan at hugsa um sín nakinleika. Hon sá ikki Norrønu, men hon kundi fyri tað liggja har. Hon mátti oman á keiina.

 

“Góðan morgun” segði ein rødd, hon hugdi tann vegin og sá at tað var Sámal Jákup, ein eldri maður, ið búði yvirav, hon varnaðist sín nakinleika, og skundaði sær at lata gluggan aftur, tað síðsta hon sá, var eitt  stórt smíl. Hon smíltist innantanna, tað varð ikki hvønn dag Sámal Jákup, fekk eina nakna 19 ára gamla bringu slongda upp í andlitið. Hon hevði ivaleyst givið honum nýggja lívsmegi.

 

*

 

Keiin frammanfyri farstøðina varð tóm, og parkeringsplássið somuleiðis. Løgið, men kanska var Norrøna longu farin, ella hevði Samuel mistikið seg, hon vendi sær niðan móti býnum.

 

Hon hugdi yvir móti Blákolluni. Hon skuldi hava sigarettir, eyguni steðgaðu við eina reyða Honda motorsúkklu, hansara Honda, hjartað bankaði harðari, Café Nátúr, hann var inni á Café Nátúr.

 

Hon skræddi hurðina upp. Har vóru ikki nógv fólk inni, so hon sá tey beinanvegin: Samuel, sum ígjár við kaffi á bæði troyggju og buksum, stardi inn í eyguni á einari klakksvíksgentu,  sum heilt bergtikin stardi aftur.

 

“Hann brúkti meg!”