Slóðbrótandi selfie

sunnudagsbitin

 Eg haldi, at Jon er so stuttligur, og elski at sleppa at deila hann við tykkum. Hetta er sunnudagsbitin hesaferð. Hygg og flenn, um tú tímur.


Onkuntíð dettur man um okkurt á alnetinum, ið sigur yeah! Sumt er somikið gott, at tað er vert at deila við tykkum. Hetta eru sunnudagsbitar.

Á nei – internetið riggar ikki!

Screen Shot 2013-10-24 at 22.07.48Sat her við dreingjunum og hugdi at Chuck á Netflix, eitt av okkara yndisítrivum at gera saman, men so við eitt, steðgaði parturin 6 minuttir og 32 sekund inni í 2. parti í 4. sesong.

 

Eg helt, okkurt vera galið við Netflix og royndi at sløkkja, men einki hjálpti, so sløkti eg Apple TV, einki hjálpti, tá varnaðist eg reyða ljósið á rootaranum. Sløkti rootaran, men einki hjálpti. Tá varnaðist eg nakað ræðandi, 3G riggaði heldur ikki.

 

Eg var við øðrum orðum heilt offline.

 

Eina løtu seinni var 3G aftur.

 

So var wi-fi eisini aftur, Vit hugdu víðari at Chuck, komu til 7 minuttir og 10 sekund, tá wi-fi aftur var vekk.

 

So var 3G eisini aftur vekk.

 

Eg var aftur offiline.

 

At døma eftir, at hetta nú er komið á bloggin hjá mær, so er wi-fi komið aftur og lívið heldur á.

Bill viðgongur, hann telvar móti Føroya fólki!

Eg havi júst verið til áhugaverdan fyrilestur á Kambsdali, har skilagóði unglingin Jákup Justinussen legði fram sína gransking innan nýtslu av sosialum miðlum í valstríðnum hjá Obama til forsetavalið 2012. Fleiri av teimum, ið vóru og lurtaðu vóru millum okkara fólkavaldu.

Jákup kom ymiskum um, hvussu eisini okkara fólkavaldu kunnu brúka sosialu miðlarnar, og eingin ivi er um, at tey fólkavaldu, ið vóru tilstaðar fingu okkurt at hugsa um.

Komin aftur til Havnar síggi eg Bill Justinussen hava gjørt tað, sum í flestu framkomnu samfeløgum hevði verið politiskt sjálvmorð á Facebook. Tað serliga komiska er, at hetta sjálvmorðið hendi í somu løtu, sum vit sótu og lurtaðu eftir Jákupi á Kambsdali.

Skilabetrið hevði verið, at Bill var komin til Kambsdalar at fáa nøkur góð ráð.

Tí meðan fólk sum Edva, Samró og Reimund blivu klókari í sjálvum fitilendinum hjá Bill, so viðgongur miðflokkamaðurin beint út, at í telvingini um Eysturoyartunnilin eru tað hann, Kári P. og CIP móti restini av okkara fólkavaldu.

Tað er tann so ofta skilagóði Flóvin Eidesgaard, ið fær Bill út at skíta, tá hann viðmerkir til, at CIP, nú vilja forhandla av nýggjum.

flovinumbill

 

Hvussu eg royni, so er eingin annar máti at skilja hetta, enn at Bill viðgongur, at hann segði “Now or never” fyri at bluffa løgtingið at taka undir við einum sáttmála við CIP, ið saktans kundi forhandlast betur fyri okkum føroyingar.
Altíð skilagóði Heri Reynheim staðfestir eisini:

herireynheim

Sum sagt, í vanligum framkomnum londum, hevði eitt tílíkt útalilsi havt við sær, at maðurin var liðugur í politikki. Men tey á Skálafjørðinum, ið jublaðu fyri Kára P. Højgaard í Løkshøll herfyri, eru møguliga ikki sum fólk í vanligum framkomnum londum.
Livst so spyrst. Okkurt navn og onkur mynd er duld fyri at verja tey óseku.

Áhugaverd niðurstøða frá brúkaraumboðnum

Í onkrum sum mest minnir um øvund um stødd kærdi Vágaportalurin herfyri Føroya Tele fyri at siga tað, ið øll longu frammanundan vita, at portal.fo er Føroya nógv mest vitjaða tíðindaheimasíða. Niðurstøðan er áhugaverd, tí hóast Vágaportalurin verður avdúkaður sum nógv minnið enn portal.fo, so sleppur Portal.fo alíkavæl ikki at kalla seg størstan.

 

Vágaportalurin er eisini fámæltur, tá hann leggur niðurstøðuna út á vp.fo. Sigur bara, at portal.fo ikki longur sleppur at kalla seg størstan. Einki um hin partin av niðurstøðuni, at portal.fo hevur prógva, at hann er munandi  størri enn Vágaportalurin, men at av tí, at tað ikki finst eitt samanbæriligt yvirlit yvir allar føroyskar tíðindaheimasíðir, kann portal.fo ikki prógva, at hann er nógv størst. Møguliga er onkur síða har úti, ið fleiri vitja.

Málið og próvførslan í tí, vísir eisini, at tær báðar primeru teljimaskinurnar, ið vera brúktar í hesum máli eru rættiliga lítið eftirfarandi serliga Statcounter, ið Vágaportalurin brúkar, tí henda skipan skrásetir á ein margháttligan hátt, sum næstan tykist villeiðandi ella skal man kanska siga hagtalsdoping.

Men sum eg skrivaði um fríggjadagin verður eisini víst á, hvussu langt tølini, ið man sær á Galluplistanum eru frá tølunum á Google.

Les niðurstøðuna á vp.fo

Framhaldssøgan um hagtøl

vevfo

Fríggjadagin undraðist eg á frávikið í hagtølunum á Vevlistanum hjá Klikk.fo og Vevmátingarlistanum hjá Gallup. Well ein nýggj vika og nýggj undran. Hagtølini fyri portal.fo og alt hitt eru enn líka ymisk á báðum listum, men nýtt er, at heimasíðan vev.fo opinbart er Føroya trið mest vitjaða heimasíða sambært Vevlistanum hjá Klikk.fo, og sambært hesum lista er hon næst ovast á listanum, um vit hyggja at vístum síðum, við 551.553 vístum síðum. Ella einari prosentvísari framgongd á 65.796,4%.

Vev.fo er ein síða, ið eg haldi meg hava hoyrt um onkuntíð áður, og sum eg eftir at hava sæð vevlistan havi vitja. Tað er Portal.fo biðilin, Knassar, ið eigur vev.fo. Hóast hon grafiskt sær nokkso grátilig út, so hevur hon feeds frá øðrum síðum, ið Knassar hava latið skipan til, sosum Norðlýsið, Kristin.fo, Skipini.fo og Trip.fo, umframt, at har eru Pokertíðindi og okkurt annað. Men, at 32.176 fólk skuldu havt vitja síðuna í síðstu viku, tað ljóðar heilt vilt.

Well, eg undrist víðari, til eg aftur síggi nýggj hagtøl, sum maðurin segði, livst so spyrst.
Fyrru greinina um føroysku vevhagtølini finna tit her

So nógv kunnu hagtøl lúgva

Eitt orðafelli er, at tað finnast hvítar lygnir, svartar lygnir og hagtøl. Eitt annað orðafelli er, at tøl ikki lúgva. Well, sum internetráðgevi brúki eg nógva tíð til at hyggja at hagtølum fyri vitjanir, síðuvísingar o.a., men tá eg í dag vitjaði ávikavist Vevmátingarlistan hjá Gallup og Vevlistan sum byggir á Google Analytics tøkni, so mátti eg staðfesta, at vev hagtøl eru einki annað enn vegleiðandi ábendingar.

Eg haldi sum so ikki, at tað er neyðugt at greiða frá so nógvum, tí tølini tala fyri seg. Bæði hesi skermprentini eru fyri viku 25 tað er dagarnar 17.6.2013 til 23.6.2013.

 

Vevmátingarlistin hjá Gallup viku 25
Vevmátingarlistin hjá Gallup viku 25
Vevlistin, ið byggir á Google tøkni fyri viku 25
Vevlistin, ið byggir á Google tøkni fyri viku 25

Um vit taka nøkur tøl, ið vísa hvussu ymisk hagtølini eru. So er kanska áhugavert at hyggja at tølunum fyri portal.fo, ið liggur ovast á listanum.

 

Portal.fo
Hagtalskipan Brúkarar Vitjanir Sýndar síður
Vevmátingarlistin 66.808 387.150 1.855.053
Vevlistin 68.736 459.560 794.356
Munur 1.928 72.410 1.060.697

 

Altso er einasta talið, ið bert hevur ein relativt lítlan mun, so er tað talið fyri brúkarar, ið er hvussu nógvir einstakir brúkarar hava vitja síðuna. Hetta er samstundis eisini tað talið, ið onkursvegna er tað torførasta at definera í tílíkum hagtølum. Tí talið av vitjanum og kanska serliga fyri sýndar síður, átti at verið rættiliga líkatil. Eisini sæðst, at meðan tølini á Vevlistanum fyri brúkarar og vitjanir eru hægri, so er talið fyri sýndar síður sera nógv lægri, faktiskt minnið enn helvtina.

Hyggja vit at næstu síðuni á listanum Aktuelt.fo, síggja vit tó, at her er lítil konsekvensur á muninum, tí her er talið av brúkarum heilt ymiskt, meðan munurin millum sýndar síður er sera ymiskur.

 

Aktuelt.fo
Hagtalskipan Brúkarar Vitjanir Sýndar síður
Vevmátingarlistin 40.389 141.558 828.798
Vevlistin 50.372 171.716 718.186
Munur 9.983 30.158 110.612

 

Well, eg skal ikki keða tykkum skermprentini tosa fyri seg, so tit, ið eru áhugaði er vælkomin at leita víðari. Eg kann bara staðfesta, at hagtøl eru ikki bara hagtøl. Tað einasta, sum er sikkurt, er at talið av vitjandi, vitjanum og sýndum síðum er eitt púra fast tal, um tað er talið, ið Google vísur, ið Gallup vísur ella okkurt heilt annað, tað er so spurningurin.

 

Facebook riggar ikki, hvat nú?

Screen Shot 2013-04-13 at 15.28.50
Er tað nú vit skulu fara í panikk?

Eg trýsti á valigu Facebook leinkjuna, skuldi lesa hvat Eiler Sørensen skrivar um The Road hjá Knút Háberg Eysturstein,  men tað riggar ikki. Fyrsti tanki var: “er internetsambandi farið?”  Men nei, Nudlar.net riggar, tó er hesin lítli rúturin undir hvørjari grein, ið sigur, at Facebook er horvið.
Tað man fara at ganga yvir sigur ein innara rødd, men so er tað hin røddin, ið sigur: Hvat nú, um Facebook er horvið? Hvat nú, um tað ikki kemur aftur? Hvat gera vit so?

Jú, jú sólin skínur, men er tað nokk, eg kann fara út á altanin at sóla mær, men um eg ikki fái eina uppringin, ein mail ella eitt sms, so verður telefonin kúrr.

Men til alla lukku, so kom Facebook aftur nú, ella er tað til alla lukku?

Nudlar 1 ár

nudlarbyrjanUttan at eg varðnaðist tað bleiv nudlar.net mánadagin eitt ár. Hetta hevur verið eitt hendingaríkt ár, og havi eg lagt hópin av tilfari út á síðuna hetta farna árið. Onkra viku havi eg havt sera nógv vitjandi inni, og tá eg eri raskur at skriva gerast vitjanirnar nógvar.

Tá eg fyri einum ári síðan, lanseraði hendan bloggin, so skrivaði eg soleiðis:

Hetta er ikki enn ein pseudo objektiv, óheft  mentanarsíða. Her vera bæði meiningar og pástandir, onkrir væl grundaðir onkrir sera littir. Men eg fari at vera reiðiligur og skilagóður, somikið kann eg lova tykkum.

Les innleggið í fullari longd her

Eg vóni, at tit eisini framyvir vitja her inni.  Takk fyri árið, ið fór.

Ikki eiti á tilboð

Man finnur nógv undrunarvert á alnetinum, var innið á facebookprofilinum hjá einum vinmanni, og sá eina mynd av penum damum og leinkju til heimasíðuna, scandalbeauties.com. Ein heimasíða við minimalistiskt ílatnum skandinaviskum kvinnum. Ikki tann ringasta leinkjan, skal eg fegin viðganga.

gillaÁ einari undirsíðu, ið æt Miss Scandal of the Year 2013, møtti eg tó mest áhugaverda tilboðnum. Sum tit síggja á myndini, kann man gilla*, við at trýsta á ein knøtt. Nú skal sigast, at eg liggi undir dýnuni við herviligum mannfólkakrími, so kendi meg ikki kláran at gilla beint her og nú, men tilboðið var spennandi.

Tað var eisini spennandi at síggja, at ein av teimum 12 damunum, ið man kundi velja at gilla, var okkara egna Victoria Wild, ið p.t. 64 hava valt at gilla.

Tann mest populera at gilla var tó svenska Caroline Martinsson, ið ikki færri enn 221 hava gilla.

Vit føroyingar plaga ikki at smæðast burtur ímillum, tá ein av okkara kappast, so tí ræður um, at vit nú standa saman um Vicoriu og gilla hana uppá eitt fyrsta pláss.

Tit kunnu sjálvi vitja síðuna og gilla onkra av teimum 12 her scandalbeauties.com/miss2013. Man kann gilla til á miðnátt í nátt.

 

*møguleiki er fyri, at ein ávís málslig ironi verður nýtt í hesari grein

Teldusvik við risadimensiónum

Tá spamfiltrið hjá mær í morgun boðaði frá, at ein mailur frá info@bbc.co.uk var blokeraður, var eg skjótur at loyva mailinum, hóast evnislinjan var BBC payment, og eg ikki helt meg hava keypt nakað frá enska miðlarisanum.

 

Eg undraðist tó, tá eg lítla løtu seinni fekk mailin og skilti, at talan var um ein heilt vanligan junkmail við fráboðan um, at eg hevði vunnið £18.000.000

 

Hetta er ein fittlig upphædd, sum uttan iva hevði komið væl við. Men sjálvandi var hetta ein roynd at lumpa pening burturúr mær. Heldur enn at geva mær nøkur oyru at liva fyri.

 

Tá eg hugdi nærri, sá eg, at mailurin hevði eina alternativa svaradressu, nevniliga bbcdebt26@yahoo.cn, og so var so slettis eingin ivi um, at talan var um junkmail. Men sum avsendari stóð info@bbc.co.uk. Eina løtu helt eg, at onkur hevði hackað mailin hjá BBC.

 

Eg kannaði málið nærri og fann útav, at tað ber til at senda mailar frá nærum tí mailbústaði tú vilt, uttan at hava atgongd til tann mailbústaðin. Altso er eingin hacking kravd. Tú kanst senda mail, men ikki móttaka mail frá mailbústaðnum hjá grannanum, konuni ella konkurrentinum.

 

Hetta er junkmailur við øgiligum dimensiónum. Faktiskt nokkso ræðandi. Ferð eftir ferð havi eg  sagt við fólk, at tey ikki skulu lata nakrar persónligar upplýsingar frá sær, uttan so, at tey kenna tann, ið hevur sent hann, men flest øll kenna til BBC.

 

Hetta kundi líkavæl verið onkur onnur viðurkend fyritøka, ið stóð sum avsendari, og søgan kundi verið meira trúlig enn tær £18 milliónirnar. Tá kann vera sera trupult at verja seg, serliga um man er eitt sindur óroyndur á netinum.

 

Um ein teldubandittur vildi, so kundi hann t.d sent ein mail frá Jørgen Niclassen til Kaj Leo um at seta meg sum landstýrismann í innlendismálum, ella okkurt annað líkandi, og dupulttjekkaði Kaj Leo ikki mailin, høvdu vit møguliga sloppið burturúr BADH veldinum.