Míni trygdaravrit av internetinum

Havi í dag sitið við einum diskettudrevi, og funnið fram gamlar tekstfílir, ið fara at verða lagdir út her á nudlar.net. Men í stóra bunkanum av diskettum, fann eg eisini hópin av trygdaravritum frá tíðini, tá internetið var nýtt.

 

Eg minnist øgiliga væl mínar fyrstu upplivingar við internetinum, tað var, tá eg byrjaði á universitetinum í august 1995. Her var tað serliga Faroechat á mirc sum var kul, at sita í einum universitetsbygningi á einum bøi uttan fyri Roskilde og tjatta við fólk, sum man kendi í Føroyum, tað var bygdasligt og hátøknilogikst alt í senn.

 

Eitt kvøldið í 1995, tá eg sat heima hjá mínum góða vini, Óla Olsen (seinni Óli á Deild Olsen), spáddi hann, at hetta her við internetinum fór at blíva heilt stórt. Hann segði, at í 2000 fóru øll heim í okkara parti av heiminum at hava internet. Óli var  onkursvegna eitt slag av mentori fyri meg um tað mundið. Vit vóru blivnir vinmenn á Handilsskúlanum, og fluttu niður í senn, báðir á Oyrasund. Hann las á RUC, og var tann, sum skeyt upp, at eg byrjaði at lesa har.

 

Men aftur til poengið – Hóast Óli visti nógv um hetta, og eg eisini sá stórt poteniali í internetinum, so loydi eg mær at ivast í, um internetið fór at blíva so stórt  og so skjótt. Veruleikin var nokk eitt stað mitt millum okkara forsagnir. Men bæði eg og Óli hava brúkt stóran part av okkara professionella lívið, aftan á universitetið við at arbeiða við internetinum.

 

Men afturi í 1995, so fekk eg mær eitt modem, so eg eisini kundi tjatta heima, og skjótt tjattaði eg eisini á útlendskum síðum, ið eg ikki minnist navnið á longur, og har hitti eg fólk av øllum møguligum slag úr øllum møguligum londum, ein frálík tíð, og tann annars so stóri og óyvirskoðiligi heimurin gjørdist skjótt minni og minni.

 

Eg kundi sita og samskifta við konservativar amerikanarar og royna at fáa eina fatan av, hví tey hugsaðu sum tey gjørdu, og eg kundi tjatta við líkasinnaði fólk úr øllum londum.

 

Eisini komu alt fleiri heimasíður, og har sá man alt møguligt, t.d var tað øgiliga imponerandi fyrstu ferð eg sá ein giff við flammandi bókstavum.

 

Eisini rendi eg meg frá tíð til aðrari í sextjatt, í prinsippinum hevði eg einki ímóti hesum, og tað hugnaði eisini meir enn so um køldu vetrarkvøldini á Oyrasundskollegiinum, tó at eg ongantíð bleiv tann stóri njótarin av hesum.

 

Men aftur sá eg potentiali, og eisini hvussu júst sex í alt størri mun fekk ein leiklut á hesum alheimsumfatandi telduneti.

 

Neyðars óspilti eg, sum kom úr pornoforskrektu Føroyum, fekk knappiliga ein møguleika at síggja naknar kvinnur heima í stovuni aftanfyri fyridrignar gardinur. Ikki bara í Se og Hør og Ekstra Blaðnum, umframt teimum pornobløðunum, sum eg keypti í fjarskotnum kioskum, tí tað var for flovisligt at keypa frá fólki, sum man skuldi hitta aftur. Hetta var fantastiskt fyri ein ungan stakan fýr. Ungar vakrar kvinnur, sum Assia Carrera, Kobe Tai og Jenna Jameson gjørdust skjótt gerandisgestir í íbúðini á Oyrasundi.

 

Hetta var ov gott til at vera satt, Forboðsføroyar vóru enn í blóðinum, so vandin fyri, at onkur skuldi steðga hesum, tyktist at liggja og lúra. So eg gjørdi, tað sum ein hvør ungur maður í mínari støðu vildi gjørt, eg tók trygdaravrit. Disketta aftan á disketta fyltar við myndum av hesum vøkru ungu kvinnum. So hevði man tað, um internetið knappiliga gavst við tílíkum.

 

Well, eg skal viðganga, at tað eru nógv ár síðan eg hugsaði um hesar disketturnar. Men tá eg í kvøld setti meg at leita eftir gomlum tekstum í mínum stóra diskettusavni, so rendi eg meg beint í trygdaravritini. So havi eg tey, um onkur knappiliga strikar alt pornoið av internetinum.

Sosialu miðlarnir geva okkum betri politikarar

Miðlafrøðingar og samskiftisráðgevar tykjast vera á einum máli um, at sosialu miðlarnir fara at spæla ein stóran leiklut í valstríðunum til fólkatings- og løgtingsvalið. Eg meldi meg upp í kórið og staðfesti, at valið kann vinnast á Facebook. Besta dømi er Barack Obama. Hann brúkti bæði Facebook, Twitter og YouTube í valstríðnum, fór út til fólk og møtti teimum í eygnahædd. Hetta spældi stóran leiklut í hansara valsigri, so sjálvandi kann man vinna valið í Føroyum eisini. Men upp aftur lættari kann valið tapast á Facebook.

 

Eg eri tó sannførdur um, at sosialu miðlarnir í øllum førum geva okkum betri politikarar.

 

facebook_tolNýggj krøv

Eitt er heilt greitt, Facebook hevur broytt politiska kjakið. Fyrr kundi tú hava eina politiska fasadu, tú skuldi duga eitt slag av retorikki og at tosa við poilitiska journalistin. Tú visti nøkulunda, hvørjar sjey spurningar, tú skuldi svara, og tú hevði svarini klár. Nú koma spurningarnir frá øllum síðum, og hevur tú ikki svarað innan fyri ein tíma, so fara fólk at ivast í, um tú yvirhøvur hevur eitt svar.
Facebook krevur eisini, at tú ert reellur, tí loypur tú útí, uttan at hava grund í tínum máli, so verður tú krossfestur av alsamt fleiri kritiskum eygleiðarum.

 

Broytingar síðan síðsta val

Tað eru nú trý ár síðan, at val var í Føroyum. Til býráðsvalið 2008 var táverandi býráðspolitikarin og fyrrverandi borgarstjórin, Leivur Hansen, virkin í sosialum miðlum, og hann kláraði seg faktiskt heilt væl, hóast hetta fall hann á valinum. Men trý ár eru liðin, og heimurin er broyttur. Nógv fleiri brúkarar og nógv størri partur av almenna kjakinum eru flutt inn á Facebook, og stóru tíðindasíðurnar geva møguleika til at deila tíðindi á Facebook. Dugir man at brúka hesar møguleikar, so kann man meiri enn so rudda sær veg inn á Ting.

 

twitterMen valið kann eisini tapast á Facebook

Tað er heldur eingin ivi um, at valið eisini kann tapast á Facebook. Ert tú Ikki sterkur, so verður tú grillaður livandi, tí tú kanst ikki longur koma við ógrundaðum pástandum. Tí fara tey, sum retoriskt eru illa fyri, og tey, sum ikki hava neyðugu vitanina og evnini, at tapa. Í einum kjaki, har stutt er millum svarini, og ágangurin kann gerast øgiligur, mást tú vera hvassur, sakligur og vitugur fyri ikki at standa eftir við verri trúvirði.

Umframt at politikarar eru á Facebook, so eru eisini sera nógv politiskt áhugað virkin á síðuni. Hesi hava nú møguleika at stuðla sínum valevnum, umframt at stríðast ímóti móti valevnum, ið umboða aðrar flokkar. Eitt nú við at seta spurnartekin við trúvirðið, breiða út lygisøgur og við at fara eftir valevnum, ið eru retoriskt illa fyri, ella sum ikki hava fullkomið innlit í politisku mál síni. Somuleiðis er nú sera lætt at vísa á tingviðgerðir og atkvøðugreiðslur, har verandi politikararar ikki hava livað upp til lyfti síni. Hetta setur stór krøv til okkara politikarar, ið verða trykkroyndir áðrenn valið. Hetta eigur at geva okkum betri politikarar.

 

youtubeKunnu koma inn uttan Facebook

Tey stóru kunnu klára seg uttan Facebook, tí tey sleppa framat í Degi og viku, valsendingum og øðrum traditionellum miðlum, umframt at tey hava uppbakning frammanundan. Men tey kunnu missa atkvøður, um tey ordiliga dumma seg á Facebook, ella um tey heilt halda seg burtur, tí teirra lesarabrøv, politisku útsagnir og atburður verða eisini viðgjørd á Facebook.

 

Samanumtikið

Tað fer at krevja nógv at vinna á Facebook, tí øll fara at rópa hart, og tá er ringt at verða hoyrdur. Hetta fer at krevja góð retorisk evni og stórt innlit í miðilin, og hvussu hann verður brúktur.
Samanumtikið er politiska samskiftið í valstríðnum flutt frá monologi og stirvnum dialogi til live-dialog, har tú mást vera skarpur politiskt og retoriskt.
Hetta verður samstundis eitt sera persónligt val, har floksdissiplinin kann fara av lagi, av tí at øll skulu og sleppa at svara fyri seg.
Tað verður stuttligt at síggja.

Nøkur góð ráð

Internetið minnist

Vallyfti og politiskar útsagnir á internetinum vera hangandi í leitimaskinum, bloggum og í sosialu miðlunum. Hetta bindir politikarar á ein hátt, ið vit ikki sóu áður. T.d. síggja vit javnan politisk mótstøðufólk leggja leinkir til gomul videobrot og útsagnir, ið eru í andsøgn við verandi støðuna hjá politikarum. Hetta skaðar trúvirði hjá viðkomandi politikara. Vandi er fyri, at veljarin spyr, hví hann skal trúgva honum nú, tá hann ikki helt tað, ið hann lovaði seinast.

Í tíðini áðrenn sosialu miðlarnir, var tað bert hendinga ferð onkur journalistur, ið kannaði seg fram til eitt gamalt lesarabræv ella klipp úr Degi og viku og konfronteraði politikaran við brotin lyfti. Nú er allur heimurin eitt stórt researchlið.

Andsagnir og brotin lyfti, ið vera víst fram á sosialu miðlunum, finna eisini veg inn í siðbundnu miðlarnar, og ávirka sostatt víðari enn bert á t.d. Facebook.

 

Karaktersjálvmorð

Tað er ikki víst, at tað, at gera sítt besta, er nóg gott á sosialu miðlunum. Ein tann sterkasti eginleikin hjá hesum miðlum er ferð. Tað er altíð lætt at reagera skjótt, og ert tú snarsintur, ella kanska ikki so væl fyri retoriskt, kann tað gerast sera óheppið, um tú leggur okkurt út í einari kvikari vending.

Tað er so lætt at skriva okkurt á Facebook, men ringt at taka tað aftur. Hetta hava longu fleiri politikarar verið noyddir at ásanna, bæði her heima og úti í heimi. Í USA var herfyri eitt dømi um ein politikara, ið stutt sagt gjørdi karaktersjálvmorð via Twitter, tá hann, antin av óvart ella í ovfarakæti, deildi fúlar myndir av sær sjálvum við konufólk.

 

Spæl við opnum kortum

Vit hava sæð dømi um politikarar, ið royna at stýra kjakinum á Facebook, eitt nú við at strika kjakinnlegg og brúkarar tá teir eru í trongum skóm. Hetta kann bara skaða trúvirðið hjá viðkomandi politikara. Hví skal nakar velja ein, ið ræðist mótstøðu og ikki hevur svar uppá spurningar?

Tú kanst ikki velja at ferðast  í sosiala miðlaheiminum og so bert góðtaka monolog og vinaligan dialog. Tí so meldar tú teg úr kjakinum. Politiskt kjak er sjáldan vinaligt, og tað skal nokk halda fram hóast tú ikki luttekur í tí longur, og tað at tú meldar teg út, fær títt trúvirði at minka. At luttaka uttan at vilja luttaka eftir vanligum spælireglum er ikki reelt. Um tú  roynir at gera tínar egnu reglur, kann hetta skaða teg í síðsta enda.

 

 

 

 

Vevmiðlarnir høvdu jóladagar

Vevmátingarlistin hjá Gallup vísir, at nógv stórtíðindi vóru í farnu viku. Við Olshanu á Flesjunum, nýggjum formanni í Fólkaflokkinum, Summar Festivali, ið fór á flog og trupulleikum við flogferðsluni, hevur áhugin at lesa tíðindi á netinum ongantíð verið størri.

Alnetið

Portalurin hjá Føroya Tele og Sosialinum, portal.fo, var sum vant nógv mest lisna síða á listanum yvir føroyskar heimasíðir. Við nærum trimum milliónum sýndum síðum er hetta so ruddiligt føroyskt met. Við hesum tekur síðan sambært Gallup.fo fjórða pláss á North Atlantic List.

Summar Festivalurin blásti tølini upp
Eisini tónleika- og ungdómsportalurin hjá Føroyar Tele, planet.fo, setti ruddligt met á øllum økjum. Bæði tá talan er um brúkarar, vitjanir og sýndar síður. Her er tað uttan Summar Festivalurin, sum hevur gjørt sítt til. planet.fo hevði framgongd við heili 79,7% í brúkarum í farnu viku, meðan talið á vitjanum fór upp við 186,4%, og talið av sýndum síðum fór upp við 159,4%.

Aðrar síðir høvdu eisini vøkstur, sum t.d. football.fo, ið hevur mundandi fleiri brúkarar, nú Formuladeildin er byrjað aftur.
floghavn.fo tekur egið met í vitjanum. Flogferðslan hevur verið óstøgugt, og stórur áhugi varð helst, um nøvn sum Kim Wilde, Bryan Rice og Scorpions fóru at lenda ella sleppa úr Íslandi aftur. Eisini ask.fo heimasíðan er nógv merkt av, at eitt nýtt lestrarár byrjar.
Skemti og hugnasíðan nym.fo tekur egið met, bæði í vitjanum og sýndum síðum.

Ikki øll fylgdu við
Tíðindaportalurin hjá Vikublaðnum, vikublad.fo hevði eisini ein ávísan vøkstur hesa vikuna, meðan heimasíðan hjá Dimmalætting kanska ikki hevur havt líka stóran vøkstur sum eitt nú vikublad og portal.fo.Bæði talið á vitjandi og sýndum síðum er fari upp millum sjey og átta prosent, men talið á vitjanum ert bert fari upp við 1,8%. Heldur ikki uf.fo hevur megnað at fylgt við hinum og síðan hjá Útvarpinum hevur afturgongd á øllum økjum. Tó skal havast í huga, at uf.fo hevur havt stóra framgongd seinastu mánaðirnar.
Meðan bæði planet.fo og portal.fo hava havt stóra framgongd, hevur triði portalurin hjá Føroya Tele og Sosialinum, sportal.fo ikki megnað at fylgt við. Hóast fótbóltskappingin er farin aftur í gongd og føroyingar hava spælt UEFA fótbólt, so hevur síðan afturgongd á øllum økjum. Hetta kemst ivaleyst av at kappróðurin er liðugur. Hesin portalur heldur tó fast í støðuni, sum Føroya triðmest eftirhugda síða.

Myspace hevur strikað Høgna Lisberg

Tað var ein rættiliga ónøgdan Høgna Lisberg, sum eg fekk orð á. Myspace síðan hjá Høgna var uttan ávaring og uttan frágreiðing strikað av Myspace.

Hetta er eitt ár av arbeiði, sum er mist. Eg havi brúkt síðuna sum mítt visitkort, og nú er alt arbeiðið burturi, greiddi Høgni frá.

Høgni hevur nú fingið endurstovnað síðuna, men teir 768 vinirnir, ið hann hevði á Myspace eru burturi, eins og tey frálíku hagtølini við 12.000 spældum løgum, eru burturi. Nógvir av vinunum vóru týdningarmikil sambond hjá føroyska trubadurinum.

Høgni hevur júst endrustovnað síðuna, so grafikkurin er enn primitivur og enn eru eingi løg komin á síðuna.

Fyri Høgna, sum til dagliga arbeiðir á fleiri marknaðum fyri at gera vart við seg, er hetta ein dyggur smeitur. Høgni hevur roynt at fingið Myspace at endurskapa gomlu síðuna, ella bara at geva honum eina frágreiðing, um hví síðan varð strikað. Men hetta hevur higartil ikki eydnast.

Myspace er ein ókeypis tænasta. Tí tekur Myspace sær eisini rætt til at strikað síður, uttan nakra frágreiðing.

Høgni heitur á allar gamlar vinir og nýggjar við, um at koma inn á síðuna www.myspace.com/hognilisberg og biðja vinalag við hann.

Føroysk útgáva av Call on me

Eitt ótal av filmsklippum liggur á Youtube, og eitt alsamt vaksandi tal av hesum tilfari er føroyskt. Eitt av teimum stuttligaru innsløgunum, er eitt føroyskt sjónbandalag til Call on me.

 

Sjónbandalagið, ið vísir ungar føroyskar menn í eggjandi aerobocis dansi í eini parodi uppá upprunaliga videolagið, har ungar damur gera tað sama. Sjónbandalagið er tikið upp í fimleikarhøllini í Studentaskúlanum, og hevur heitið Ítróttartímin.

 

Sjónbandalagið sæðst her:

Íslendskur áhugi í føroyskum kynslívi

Prát um kynslív á kvinna.fo hevur vakt ans í Íslandi. Somikið nógvir íslendingar hava vitjað heimasíðuna, at talið av vitjandi í næst seinastu viku vaks við 95,5% sambært gallup.fo.

Íslendska heimasíðan b2.is, ið er eitt slag av leinkjusavni til stuttligar ella áhugaverdar heimasíður, við øðrum orðum ein íslendsk útgáva av nym.fo, hevur lagt leinkju á heimasíðu sína, til eitt kjak á kvinna.fo, har føroyskar kvinnur undir evnisheitinum “Tað aftara holið” kjakast um anal sex. Hetta kjakevnið er eftir øllum at døma sera áhugavert fyri íslendingar, tí sambært tølunum á vevmátingarlistanum hjá Gallup var talið av vitjandi á kvinna.fo í næst seinastu viku farið upp við 95,5%. Her av er lutfallið 69,2 útlendskir ip-bústaðir og 30,8% føroyskir. Til samanberingar kann sigast, at lutfallið vikuna fyri var 28,4 % útlendskir ip-bústaðir og 71,6% føroyskir.

Tað er sostatt ikki einans á tónleikaøkinum, at føroyingar hava gjørt vart við seg í Íslandi seinastu vikurnar.

MC-Hár bjóðar innar á Myspace

MC-Hár er ein av føroysku tónleikabólkunum, ið hevur fingið sær ein profil á myspace.com. Her liggja myndir av bólkinum og fýra løg, ið til ber at taka niður, ella lurta eftir á telduni.

 

Tað hevur leingi ljóðað, at bólkurin arbeiðir við fløguætlanum. Hetta verður eisini váttað á síðuni, men einki stendur um, hvussu langt hetta arbeiðið er komið, ella nær hendan fløgan kemur. MC-Hár hevur einki givið út síðan maxi-fløguna Burn Me í 1999, og enn er bert ein heil fløga komin út í teirra navnið Framvegis uttan vit í 1998.

 

Hópin av nýggjum og gomlum føroyskum bólkum hava fingið sær profil á myspace.com

 

Profilurin hjá MC-Hár er at finna á www.myspace.com/innher

Nógv føroyskt á myspace.com

Alsamt fleiri føroyskir bólkar fáa sær eina síðu á portalinum myspace.com, fleiri royndir bólkar sum Makrel, Braquet, Gestir og Teitur hava løg liggjandi á portalinum, men eisini nýggj spennandi nøvn sum Side Effect, The Dreams, SIC, The Story Ends og 48 Pages brúka portalin til at geva sín tónleik út.
Á síðuni ber til ókeypis at hoyra løg við bólkunum. Hetta er eitt høvi at hoyra t.d. ein bólk sum Side Effect, ið er framúrskarandi góður, men hoyrir til eina í Føroyum rættiliga smala tónleikagrein og tí ikki hava givið fløgu út.
Her eru nakrir av hinum føroysku profilinum á Mymusic:

www.myspace.com/sicsix6

www.myspace.com/gestir


www.myspace.com/thedreams


www.myspace.com/makrel


www.myspace.com/braquet


www.myspace.com/48pages

www.myspace.com/teitur

www.myspace.com/storyends


www.myspace.com/peturpolson


www.myspace.com/synarchy

www.myspace.com/fosideeffect

 

 

Glitnir.org hackað av illum muslimum

Heimasíðan hjá hugnaliga spælistaðnum á Skálatrøð, Glitni www.glitnir.org varð fríggjanáttina hackað av einum í kallar seg Hitler Jeddah. Hann sigur frá, at hetta er ein áheitan til danir, um at vísa virðing fyri øllum profetum.

 

Áheitanin er vegna allar muslimar í heiminum, sigur Hitler Jeddah.Eisini er ein mynd av einum pakkað av donskum smørið, nógv av skriftini er á arabiskum, og hvat her stendur, eru vit ikki før fyri at týða, men á enskum stendur:

 

FOR ALL MUSLIMS AROUND THE WORLD

 

“Denmark please respect all prophets of God” Allah

 

Like: Prophet Noah, Prophet Abraham, Prophet Moses, Prophet Jesus & Prophet Muhammed.

 

Hetta er enn eitt tekin um, at í umheiminum verða føroyingar sæddir, sum verandi danir. Tí er hóttanin, ið Danmark er fyri, líka nógv galdandi fyri okkum.

Frítt porno

Eg eri í løtuni staddur niðrið í lestrarørindum, og havi eg tí ikki fylgt pornokjakinum sjálvur, men gjøgnum vinfólk og famulju, haldi eg meg hava fingið eina rættiliga klára mynd. Harafturat kann sigast, at hetta kjak er einki nýtt kjak, so eg minnist enn støðuna hjá teimum víðgongdu vongunum.

 

Nú kjakið hevur fingið nýtt lív, við at sjálvútróptir apostlar royna at bannlýsa kynslívið, kann eg ikki lata vera við, at taka til orða ímóti hesum ørðskapi. Eg livi, sum er í einum samfelag, har porno er frítt, fólk kunnu brúka porno til inspiratión til kynslívið, einlig kunnu fáa hjálpartól, ella filmar og bløð, ið kunnu gera teirra einsemi stuttligari, pør kunnu krydra teirra kærleikslív. Harvið gerst seks stuttligt, sjálvt eftir fleiri ár. Porno er soleiðis ofta ein miðil fyri størri gleði og kynsligari nøktan.

 

Tey, ið ikki eru áhugaði kunnu, bara lata vera við at brúka hetta. Eg eri vælvitandi um at ymsir snævurskygdir og forstýraðir persónar, longu hava dømt meg, sum ein verri grís, men hetta sigur meira um tey enn um meg. Eg havi eitt náttúrligt forhold til porno, onkuntíð er tað stuttligt sum kryddarí, men tað er so tað. Eg blandi meg ikki í kjakið tí eg havi ein øgiligan tørv á inspiratión, men tí, at um eg ella onkur annar hevur hendan tørv, so skal eingin annar siga, at vit ikki mugu.

 

Eg hevði nokk ongantíð verið vorðin tann avbalanseraði og vælfungerandi persónur, eg eri, var tað ikki fyri tey pornobløðini, sum góvu mær tað fyrsta innlitið í kynslívið. Annars var eg kanska blivin eitt gamalt grenj, sum hevði ilt í reyvini yvir hvussu onnur livdu, hvat onnur máttu síggja, og hvat onnur høvdu brúk fyri. Eitt sindur av nakinleika skaðar ongan, kanska heldur tvørturímóti.

 

Eg varð so glaður, tá eg hoyrdi, at sjálv gamla háborgin hjá sensuri Útvarp Føroya, var farin at hýsa einum kynslívspostkassa fyri ung. Ung fólk, ið vaksa upp í einum samfelagið, ið við lóg útihýsur nøkrum so basalum sum paring, hava brúk fyri vegleiðing, fyri at hava nakran møguleika fyri at blíva vælfungerandi. Men nú loypa hesir somu sjálvútróptu apostlar á hesa sending, og vilja útihýsa henni. Hvat melur í heysinum á sovorðnum fólki?

 

Tað er ein syrgilig støða, at politikarar blanda kristindóm upp í fjølmiðlapolitikk, eru vit ikki komin longur enn so? Hvar eru teir politikkararnir, sum hava dirvi til at avskaffa handan avoldaða pornopolitikkin í Føroyum. Vísa at eisini Føroyar er eitt frítt land, har fólk kunnu hugsa frítt uttan at verða forfylgd av víðgongdum trúðarbólkum.

 

Annars haldi eg, at tað er burturvið yvirhøvur at tosa um slíkt í hesi samskiftisverð, internetið hevur longu opna eitt portur, so eisini føroyingar kunnuð uppliva porno, vónandi kann hetta skapa eitt meira náttúrligt forhold til evnið.

 

Niels Uni Dam

yrkjari, rappari og lesandi