Sjarmerandi byrjan á Summarfestivalin

Grandma’s Basement áttu, sum ivaleyst yngsti bólkur á Summarfestivalinum, heiðurin at lata festivalin upp. Hetta gjørdu teir eitt sindur trilvandi og øgiliga sjarmerandi.

 

Flagsteltið var rættiliga tómt, tá bólkurin væl og virðiliga merktur av nervum fór á pallin. Bert ein tunn rond av heilt ungum áskoðarum stóð fremst við pallin, men alt fleiri fólk komu inn at lurta, sum framførslan leið.

 

Leitandi úttrykk

Tónlistarliga var bolkurnin sera leitandi, og ringt er at koyra teir í nakran ávísan genru pott. Teir løgdu fyri við lagnum “Dansurin”, ið fyrst og fremst sermerkti seg við at vera langt. Her spældu ikki færri enn tríggi gittarleikarar, uttan at hædd tyktist at vera fyri hesum í skipanini av løgunum, tað gjørdi ljóðmyndina óruddiliga, og í stóra tóma teltinum rungaði óljóðið.

Hóast tankarnir vóru leiddir til punkrokk tað fyrstu løtuna, so gjørdist skjótt greitt, at tað einasta punkutta við bólkinum var tey óruddiligu arrangementini, tað til tíðir nakað óskipaða spæli og so seinasta lagið, sum bólkurin spældi Smells Like Teen Spirit hjá Nirvana.

 

Nýtt Dynamit

Bólkurin hevur seinastu tíðina verið nakað at hoyrt á Rás 2 við lagnum “Bangna beistið” Hetta lag var uttan iva tað lagið, ið riggaði best hjá unga klaksvíksbólkinum. Lagið flytur eins og eitt annað lag hjá teimum “Getse” tankarnar til ein annan og eldri Klaksvíksbólk, Dynamit og í “Getse” í ein ávísan mun eisini til P.S. Men onnur løg vóru heilt øðrvísi, sum larmirokk lagið “Wake Me Up”, Aria kenda lagið “Minnini” umframt lánilagið “Good enough” hjá Jens Marna og ”Time After Time” sum millum onnur Cindy Lauper syngur. Stutt sagt ein stórt bland av nógvum ymiskum. Lániløgini vórðu spæld í nærum upprunaligum hami, og skilagott hevði verið, um bólkurin gav løgunum eitt sindur av teirra egna dámi. Men at døma eftir stóra fjølbroytninum, hevur bólkurin á ongan hátt sín egna dám enn.

 

Sterkur oddamaður

Bólkurin hevur í sangaranum ein sera sterkan oddamann, hóast røddin enn er nakað merkt av at vera óroynd, so eru gávirnar eyðsýndar. Hann hevur sterka útstráling, sang við stórari innliving. Røddin hevði áhugaverdan klang, og eina nátúrliga kraftiga styrki. Við tiðini kunnu hann og bólkurin gerast sera spennandi.

 

Basement er ein nýggjur bólkur, og framførslan var merkt av hesum. Rútmu parturin virkaði dekan ov primitivur og fleiri av limunum sóu beinleiðis fjálturstungnir út. Bert sangarin og tann eini gittarleikarin livdu á pallinum. Tað var ikki fyrr enn síðst á konsertini, at restin av bólkinum fór at flyta seg.

 

Fesk smakksroynd

Summarfestivalurin helt í ár fast í einum sera góðum siði, at lata eitt óroynt nýtt navn lata festivalin upp.  Eftir, at Prix Føroyar fór í søguna, er tað vorðið heilt forkunnugt at hoyra óroynd tónleikanøvn á stórum pallum. Tey mongu sum ikki ganga á konsertir í Virkishúsinum og Margarinfabrikkini ella Losjuni við Gøtugjógv hoyra nærum ongantíð nýggj og óroynd nøvn. Tað er tí vert at taka hattin av fyri Summarfestivalinum, sum í fjør lat “25 oyra” lata festivalin upp, og í ár valdi at leggja fyrsta pallin til Grandma’s Basement. Ein fín og hóskandi byrjan, ið gevur hesum bólkum góðar og neyðugar royndir.

 

 

Íslendsku Showmenn

Jógvan Hansen og bólkur hansara vísti, at her var talan um sera góðar tónleikarar, og meira enn ein framúr góðan sangara. Samanberingin við Showmenn tyktiskt nærliggjandi.

Meðan veðurgudarnir leygarkvøldið góvu Summar Festivalinum ein frammaná, so var timingin hjá teimum ófør fríggjakvøldið, eftir at 10.000 fólk í turrveðri høvdu upplivað eitt rokkbrak við The Scorpions, fór at sirma. Nógv fólk nýttu tí høvið at fara inn í turra FLAGS-tjaldið, har lokala hetjan Jógvan Hansen fór á pall. Jógvan Hansen hevði við sær bólkin, ið stuðlaði honum á veg til sigurin í íslendsku songkappingini X-Factor.

Teltið var rættiliga fult, og Jógvan og bólkurin tyktust væl uppløgd. Umframt gittarleikara, bassleikara, trummuleikara og tangentleikara vóru eisini tveir framúrskarandi kórsangarar við honum, teirra frálíku kór lyftu framførsluna upp á eitt sera høgt støði. Ein av teimum var songkvinnan Kristjana Stefánsdóttir, ið er viðurkendur sangari og sanglærari í Íslandi.

 

Sum ein dansur

Á skránni vóru fyri tað mesta lániløg, her vóru løg hjá eitt nú George Michael, Robbie Williams og U2, serliga væl vóru rokkløgini væl móttikin. Umframt øll lániløgini vóru tvey gomul hitt hjá Jógvani á skránni, Aria lagið ”Rooftop” og Kularrøtur lagið ”Hon Er Omma Mín”, hetta vóru uttan samanbering nógv best umtóktu løgini á kvøldinum. Eftir at hava spælt Rooftop, sum í løtuni liggur ovast á íslendska popptindinum, segði Jógvan, at teir áttu bert at spælt hetta lagið. Hóast talan var um skemt, var ein sannleiki í hesum. Eg saknaði meira heimagjørt, og konsertin bar brá av at vera dansur, ein væl spældur dansur, men altso ein dansur.

Miðskeiðis í konsertini fór Jógvan av pallinum, og lat Kristjanu Stefánsdóttir sleppa til, í einum frálíkum soul lagið, vísti hon júst hví hon er so viðurkend í Íslandi. Eisini hin kórsangarin, ið var mannfólk, slapp at royna seg, tá Jógvan aftur fór av pallinum, og hann saman við bólkinum sang Living on a Prayer hjá Bon Jovi.

Tað er ikki nógv at seta fingurin á í framførsluni, alt var væl spælt, sungið og lagt til til rættis. Jógvan var flott stylaður og sá út sum ein poppstjørna.